Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. september 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. SEPTEMEBER 2018 SOSIALURIN 112 8 Havnar. Hendan generaliseringin sam­svarar ikki við veruleikan, og hann hevur bara gott at bera bygd­ ini og bygdarfólkinum. - Tað var í Norðdepli, eg vaks upp til mann, og har var uppá allar mát­ar gott at vaksa upp. Mann blívur jú góður við sína bygd eftir nógv ár har, og mann elskar tey fólkini, sum búgva í bygdini. Eg veit, hvørji fólk eru har, og veit, hvønn karakter tey fólkini hava, sig­ur Essa Petersen. Hendan keðiliga ímyndin er nakað nýtt, sum íbúgvarnir einki merktu til fyrr, fortelur hann. - Hasin trupulleikin hevur ongan­tíð verið fyrr. Vit hava altíð kunn­að verið ímillum øll fólk, uttan at skulað hoyrt uppá hesar keðiligu leysa­søgurnar næstan dagliga. Átti at verið ein fyrimynd Essa Petersen meinar ikki, at tað er ein falliterklering, at ein kommuna velur at taka kreftir uttanífrá inn fyri at basa einum trupulleika við rús­evnum. Tvørturímóti átti tað at verið eitt fyridømi hjá øðrum bygd­um, tí hesin trupulleikin er alla­staðni. - Eingin í øðrum bygdum ella bý­um í Føroyum hevur gjørt nak­ að fyri at basa trupulleikum við hassji ella øðrum rúsevnum, men Hvanna­sunds Kommuna tók um hetta og fekk skil uppá tað. So skjótt, mann ger okkurt við tað, so skal tað vendast til nakað negativt, sigur Essa Petersen. Trý fólk frá Bláa Krossi komu í 2010 norður til Hvannasunds Kommu­nu fyri at hjálpa uppá trupul­leikan. Tey tosaðu serliga við tey avvarðandi at teimum, ið høvdu trupulleikar við hassji. - Tey lærdu okkum, at vit ongan­ tíð skuldu góðtaka støðuna, men heldur langa nevan í borðið og siga, at hetta gongur ikki. Tað var ein long prosess, og tað lukkaðist til endans at fáa trupulleikan uppá av­stand, sigur Essa Petersen. PATURE@SOSIALURIN.FO SAMRØDA: Essa Petersen Í myndin av Hvannasunds kom­munu varð av álvara skødd, tá ein blóðigur sorgarleikur í 2013 fangaði uppmerksemið hjá øllum føroyingum. Ein 18 ára gamal drongur stakk á miðjari nátt fýra fólk við einum knívi í Norð­ depli, og Essa Petersen var ein av hesum fýra. 14. juli í ár vóru tað fimm ár síðani, at Essa Petersen var út fyri hendingini, sum hvørki hann ella Føroya fólk nakrantíð fara at gloyma. Essa Petersen varð stungin fimm ferðir í búkin, eftir ein ung genta í neyð kom rennandi inn til hansara fyri at fáa hjálp frá 16 ára gamla dronginum, ið elti hana við knívi í hondini. Ungi maðurin varð skuld­ settur fyri drápsroynd og varð bein­an­vegin varð­ halds­fongsl­að­ur. Flutti frá ringu minnunum Eftir traumatiska tilburðin flutti Essa Petersen úr Norð­depli til Havnar fyri at fáa nýggja luft og sleppa burtur frá teimum blóðigu minnunum, sum nú yvirdoyvdu øll hansara góðu minnir í altíð áður tryggu barn­dómsbygdini. - Eitt er vist, og tað er, at eg flyti ikki norður aftur. Eg toli slett ikki at vera í Norðdepli longur. Hetta blívur við at draga á meg, og tað er ringt fyri sálina. Likam­liga havi eg einki mein av til­burðinum, men sálarliga er tað nakað heilt annað, fortelur Essa Petersen. Hann átti nógva jørð í Norð­ depli, men seldi alt uttan húsini, sum hann og konan enn eiga, og har konan enn býr í dag. Sær tikarar í svøvni Hóast hann hevur búð í Havn síðan skakandi hendingina, hevur hann verið í Norðdepli av og á síðan. Men tað vísir seg hvørja ferð, at tað ikki er sunt fyri hann at koma aftur. - Eg havi roynt at sovið har norði, men tá slái eg frá mær og sparki dýnuna um náttina. Eg síggi tikarar og alt møguligt fyri mær við fótalagið, har blóðigi til­burðurin fór fram, sigur Essa Peter­sen, sum er troyttur av hes­ um herðindinum. Essa var fyri stuttum í Klaks­ vík og arbeiddi í eina viku, og tá svav hann heima í Norðdepli. - Tá kom alt upp aftur. Minn­ ini rívast upp, so skjótt eg komi norð­ur aftur. Ringu minnini for­ stýra dagin, so eg ikki fái hugsað rætt. Eg kann ikki gera tað ímóti mær sjálvum – likamið góðtekur tað ikki, sigur Essa Petersen. Hann hevur eina ræðumynd, sum hann ferð aftaná ferð sær fyri sær, tá hann tekur í út­hurðina í Norðdepli um morgn­ar­nar. Tað minnir hann á, at hurðin eins væl kundi verið stongd hesa náttina fyri fimm árum síðani, soleiðis at gentan ikki hevði sloppið inn og fingið hjálp. Lukkutíð hevði sonur hans­ara gloymt at steingja hurð­ ina, tí hann sovnaði framman­fyri sjónvarpið. - Um eg fari tíðliga upp um morgn­arnar og læsi úthurðina upp, so hugsi eg hvørja ferð um, at um úthurðin hevði verið stongd tá, so hevði eg nokk sæð ungu gentuna ligið deyða uttanfyri hurðina. Sovorðið síggi eg fyri mær, og tankin er ræðuligur, fortelur Essa Peter­sen. Hjálpir at tosa opið um tað Knívtilburðurin virkar fyri fleiri sum eitt eymt evni, sum kann vera ringt at tosa um. Men fyri Essa er opinleiki og tos ein tann besta hjálpin uppá sálarliga skað­ an. - Fólk siga við meg, at vit nýt­ ast ikki at tosa um tað. Jú, sigi eg við tey. Tað hjálpir mær so ræðu­ liga væl at tosa um tað. Eg má fáa tankarnar hjá mær út. Tað lættir um hjá mær, um eg tosi um tað, og likamið fær tað so nógv betri, greiðir hann frá. Hann hevur eisini familju, sum er til reiðar at tosa við hann, tá t.d. tíðindi um aðrar knív­til­ burðir koma, sum kunnu minna hann um sorgarleikin í húsunum hjá sær í Norðdepli. Øll, ið vóru uppíblandað í málinum, fingu sálarliga hjálp, sum eisini var ein góð hjálp fyri Essa Petersen. Essa Petersen hevur altíð ver­ið sálarliga sterkur, men føl­ir onkursvegna, at hendan styrkin ikki samsvarar við støðu hansara í dag. Tá hann var innlagdur á Klaksvíkar Sjúkra­húsi, segði hann við eina sjúkra­systur, at hann ikki skilti sína núverandi støðu. Tá segði hon nakað, sum hann hevur tikið til sín síðan tá. - Nei, sigur hon við meg. Hatta, sum tú fort ígjøgnum, var ov nógv fyri eitt likam. Enn stóran kærleika til bygdina Í dag hava hann og sonurin tvær gravimaskinur og ein lastbil, sum teir arbeiða við í Havn, har Essa Petersen trívist væl. Tað hevur hjálpt sálarligu støðuni hjá honum nógv at halda seg í gongd og arbeiða. - Í Havn havi eg verið nógv upptikin av arbeiði, og tað hevur hjálpt mær nógv. Tað hjálpir mær at arbeiða og halda meg vekk har norðuri frá, sigur 70 ára gamli Essa Petersen. Óansæð hvussu ræðulig hendingin 14. juli 2013 var, og hvussu lítið Essa dámar at vera har í dag, so hevur hann enn eins stóran kærleika til sína heimbygd sum altíð. Tað er tí, hann er so keddur av ringa umdøminum, sum Hvannasund og Norðdepil hava fingið seinastu árini. At bæði hassj-umdømið og knívmálið seinastu árini hava fylt so nógv í fjølimiðlunum og tosinum um hesar báðar bygdirnar er ógvuliga harmiligt og óheppið, tí bygdirnar hava so nógv annað gott at bjóða uppá, heldur Essa Petersen. Í 2013 varð Essa Petersen stungin heima hjá sær sjálvum, og tað tók so hart uppá hann sálar­liga, at hann mátti flyta úr bygd­ini Hvannasunds kommuna Hvannasunds kom­mu­na fevnir um 5 bygd­ir, sum liggja á Borðoy og Viðoy. Bygdir­nar eru Hvannasund, Norð­ depil, Norðtoftir, Depil og Múli. Essa bleiv stungin í sínari heimbygd - Eg kann ikki vera í Norðdepli long­ur