hósdagur 27. september 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. SEPTEMEBER 2018
SOSIALURIN 112
7
at ein almennur stovnur skal bróta
sovorðið niður, meðan vit stríðast
við at byggja okkurt upp, fortelur
Essa Petersen.
Moldvarp Føroya var ein satiru
sending, og sum vanligt er við
satiru, so ger mann gjøldur burt
urúr ymsum aktuellum samfelags
viðurskiftum. Essa Petersen leggur
einki í, at tað var satira, tí satiran
hevði ein boðskap.
- Í hesum skemtinum hjá
teimum spræntu tey alla hesa
óhumskuna niður yvir alt mítt
bygdarfólk. Tað skuldi ikki komið
uppá tal at skemta við sovorðnum,
tá vit nettupp royndu at sleppa
burturúr hesum trupulleikanum,
sigur ein skuffaður Essa Petersen.
Sleppa ikki av við
ringa orðið
Í Norðdepli og Hvannasundi
sleppa tey ikki av við ringa hassj-
orðið aftur, og óansæð, hvar Essa
Petersen fer, so skal hann hoyra
fyri hesum.
- Allastaðni, har mann kemur í
Føroyum, fær mann at hoyra um
hetta. Sigur mann, at mann kemur
úr Norðdepli ella Hvannasundi, so
fær mann næstan altíð somu reak
tión: “Åh, tað er har sum reiðrið hjá
hassjinum er, ha?”, vísir Essa Peter
sen á.
Soleiðis hevur tað verið í fleiri
ár, og tað sær ikki út til at broyta
seg.
- Vit sleppa ikki burturúr hesum
aftur. Hatta er ein óbótaligur skaði,
eg havi ikki orð fyri tí, sigur norð
depilsmaðurin.
Mann er góður
við sína bygd
70 ára gamli Essa Petersen hevur
búð í Norðdepli alt sítt lív, inntil
hann fyri fimm árum síðani flutti til
Í
Hvannasunds kommunu
merkja tey einki til nakran
trupulleika við hassji
í dag. Nakrir íbúgvar
bardust við onkrar trupulleikar
í 2010, sum kommunan so fór
inn og hjálpti teimum við.
Irdi Jacobsen, borgarstjóri í
Hvannasunds kommunu, sigur,
at hetta inntrivið fekk tað at
síggja út sum, at trupulleikin
var nógv størri, enn hann í
veruleikanum var.
- Eg vil ikki siga, at tað var
ein stórur trupulleiki. Men fyri
tey, ið eru rakt av sovorðnum
trupulleikum, er tað jú ein
stórur trupulleiki. Tað, sum vit
gjørdu tá, var, at vit tóku hond
um trupulleikan. Men tað, at
kommunan traðkaði til gjørdi,
at tað sá út sum, at hetta var ein
ovurhonds stórur trupulleiki,
men tað var tað yvirhøvur ikki,
sigur borgarstjórin.
Tað hjálpti væl at taka hond
um gamla trupulleikan, og í
dag merkja tey einki til tað í
kommununi.
- Vit merkja einki til nakað
sum helst í dag. Eg skal ikki
afturvísa, at eingin hevur
trupulleikar, men tað er í øllum
førum ikki nakað, ið fyllir
nakað í dag. Eg trúgvi, at allar
kommunur hava borgarar, ið
dragast við onkrar trupulleikar,
sigur Irdi Jacobsen
Fólk trívast væl í
Hvannasunds kommunu
- Hetta eru nakrar bygdir, har
fólk trívast, og har øll hava
arbeiði, sigur Irdi Jacobsen,
sum sjálv er uppvaksin í
kommununi.
Borgarstjórin vísir eins og
Essa Petersen á fjølmiðlarnar,
og sigur, at aftaná øll tíðindini
um Hvannasunds kommunu
varð ímyndin av kommununi
vend á ranguna. Tað fekk stórar
fylgir og ávirkaði stoltleikan í
bygdunum.
- Fyri nøkrum árum síðani
var tað soleiðis, at summi ung
bara søgdu, at tey vóru úr
Klaksvík, tí so varð friður fyri
viðmerkingum frá øðrum fólki.
Tað er ræðuliga keðiligt, tí mann
skal jú vera stoltur av, hvar
mann kemur frá. Tá tað blívur
til tað, at mann aftrar seg við at
siga, hvar mann kemur frá, so
er tað ein trupulleiki, sigur Irdi
Jacobsen.
IRDI JACOBSEN,
BORGARSTJÓRI
Í HVANNASUNDS
KOMMUNU:
- Vit merkja
einki til trupul
leikan í dag