hósdagur 27. september 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. SEPTEMEBER 2018
SOSIALURIN 112
6
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
N
orðdepil og Hvanna
sund hava altíð verið
friðarligar
bygdir,
sum báðar liggja yvir
av hvørjum øðrum umgyrdar av
fjøllum og sjógvi í Norðoyggjum.
Men seinastu árini hevur idylliska
myndin av bygdunum broytt seg
til eina mynd av tveimum bygdum,
har hassj og kriminalitetur liva
í besta blóma. Hetta verða fólk í
bygdunum mint á, hvørja ferð, tey
fortelja, at hvaðani tey eru, og tað
hevur fyri summi verið á eggjuni
til skammiligt at viðganga, at mann
er haðani.
70 ára gamli Essa Petersen
hevur búð í Norðdepli alt sítt lív, og
hann er troyttur av hesari skeivu
myndini, sum er blivin málað av
hansara heimbygd seinastu árini.
- Eg orki ikki at hoyra uppá
hendan fordómin longur. Øll í
Hvannasunds kommunu eru
troytt av hasum. Tað er alt annað
enn uppbyggjandi, at hetta skal
vera tað, mann hugsar um, tá mann
tosar um hesar báðar bygdirnar,
sigur Essa Petersen.
Hava havt trupulleikar fyrr
Men ringa orðið hjá bygdunum
kemur ikki av ongum. Í 2010
varnaðist Hvannasunds kom
muna, sum eisini fevnir um
Norðdepil, at nakrir ungdómar í
kommununi høvdu trupulleikar
við hassji. Hendan trupulleikan
vildi kommunan gera ein enda
á, og tí gjørdu tey eitt átak fyri
at útrudda tað hassjið, sum var í
bygdini. Við góðari hjálp frá Bláa
Krossi eydnaðist tað, og í dag er
hesin trupulleikin ikki til meira,
sambært Essa Petersen, sum var
ein av samskiparunum av átaki
num.
- Tað var einki alvorligt við
hassjinum har norðuri. Har vóru
nøkur ung, ið høvdu nakrar trupul
leikar eitt tíðarskeið, og tað fingu
vit sum kommuna eisini steðgað,
sigur hann.
Fjølmiðlarnir oyðiløgdu
umdømið hjá kommununi
Samstundis sum Hvannasunds
kommuna arbeiðir uppá at bøta
um støðuna hjá ungdóminum í
kommununi, verður fokusið vent
púrasta á høvdið. Fjølmiðlarnir
bóru tíðindi um hetta, og orðið
spreiddi seg skjótt.
- Úrslitið av tí bleiv, at tað sá út
sum, at Hvannasund og Norðdepil
vóru reiðrið fyri hassj í Føroyum,
sigur Essa Petersen.
Nakað aftaná ger satirusendi
røðin, Moldvarp Føroya, sum
koyrdi í Kringvarpinum í 2011,
eitt innslag um Hvannasund, har
tað verður skemtað við bygdini
sum ein miðdepil fyri rúsevni. Í
satiruinnslagnum fylgir mann ein
um manni, sum koyrir til Hvanna
sunds við endamálinum at finna
sær rúsevni. Við ófrættakendum
tónum í bakgrundini spyr hann
fólk á gøtuni “hvar kann mann
keypa pillarar”, og tað endar við, at
hann fær hjálp frá lokalum brots
monnum.
Essa Petersen skilir ikki, hví
tað skuldi verið neyðugt hjá fjøl
miðlunum at forstýra arbeiðið hjá
kommununi, sum tændi einum
góðum endamáli. Tað einasta, sum
kom burturúr innslagnum í Mold
varp Føroya, var, at umdømið hjá
Norðdepli og Hvannasundi oyði
legðist enn meira, meinar hann.
- Teir komu norð til okkara og
filmaðu fyri at gera gjøldur burt
urúr, hvussu tað gekk fyri seg í
rúsevnisumhvørvinum í Hvanna
sundi. Tað er ræðuliga harmiligt,
SAMRØDA: Essa Petersen
Essa Petersen er troyttur av keðiliga umdøminum hjá heimbygdini
- UMDØMIÐ
HJÁ MÍNARI
BYGD ER
OYÐILAGT
- Allastaðni, har mann kemur í
Føroyum, fær mann at hoyra um hetta,
sigur Essa Petersen, sum er troyttur av,
at fólk síggja Hvannasund og Norðdepil
sum ein miðdepil fyri hassj í Føroyum
S
atirurøðin Moldvarp Føroya
varð víst í 2011, nakað aftaná,
at tíðindini bórust um, at mann
í Hvannasundi arbeiddi við
at hjálpa nøkrum ungum burturúr
trupulleikum við hassji.
Kári Sólstein, kringvarpstjóri, kennir
ikki til ítøkiliga innslagið, men tað
harmar hann, um sendingin, sum varð
víst í Kringvarpinum, hevur ávirkað
umdømið hjá kommununi.
- Hatta var ein sending, sum leiðslan
tá helt var góð. Í satiru viðger mann
samfelagsviðurskifti, ið hava verið
umrødd í miðlunum. Sjálvandi harmar
tað meg, um Kringvarpið hevur verið
við til at skapt eitt ringt umdømi fyri
Hvannasunds kommunu. Men eg veit
ikki, hvat vit fáa gjørt við tað í dag,
sigur Kári Sólstein.