leygardagur 20. november 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 223 - 20. november 2004
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tá Almanna- og heilsu-
málaráðið
skipaði
fyri
fólkaheilsurenning fyrr í
heyst, var lutakast tikið
millum tey sum luttóku, um
eina ferð til Danmarkar fyri
ein persón við Atlantic
Airways.
7 ára gamli havnar-
drongurin, Sigurd Daniel-
sen, var ein av luttakarun-
um.
Nakrir
dagar
seinni
ringdi ein frá Bragdinum
og boðaði frá, at Sigurd
hevði vunnið ferðaseðilin.
Tá hann fekk tað at vita,
var hann ikki so øgiliga
glaður, heldur óttafullur.
Hansara fyrsti spurning-
ur var, um hann so noyddist
einsamallur til Danmarkar.
Tá hann so fyri nøkrum
døgum fekk ferðaseðilin
sendandi við postinum,
hevði hann fingið at vita frá
foreldrunum, Ingun og Per
Danielsen, at hann sjálv-
andi ikki skuldi einsamall-
ur til Danmarkar.
Tað eru nokk fleiri sum
kennast við navnið, Sigurd
Danielsen. Sigurd er nevni-
liga abbasonur kenda hand-
ilsmannin í Havn, Sigurd
Danielsen, sála, sum í fleiri
ár hevði handilin "Grøn-
landsbúðina" við Grøn-
landsvegin,
og
seinni
handlaði í Bókbindaragøtu.
Sigurd Danielsen við
brævbjálvanum við
ferðaseðlinum frá Atlantic
Airways
Í dag, leygardagin 20. no-
vember, eru tað liðin 50 ár
síðani, at Tórgerð og Hjør-
leif Waag Høgnesen í
Klaksvík gingu saman í
hjúnalag. Tey bæði hava
hesa hálvu øldina búð á
Vágsheygnum. Tey eiga og
reka
handil
hinumegin
Uppsalagøtu, og Hjørleif er
framvegis
organistur
í
Christianskirkjuni.
Stóri
dagurin verður hildin í
kjallaranum í Christians-
kirkjuni frá kl. 4 seinna-
partin í dag.
Tórgerð, sum er fødd 17.
september í 1930, er ættað
úr Hattarvík. Foreldrini
vóru Elsebeth Maria og
Símun Petur Thomassen.
Mamman var av Fløtti á
Kirkju, og pápin var úr
Svínoy. Tey bæði giftust í
1923, og tey fingu tvær
døtrar. Alisa, sum var fødd í
1927, og sum doyði í mars í
2000, og Tórgerð, sum er
fødd 17. september í 1930.
Tær búsettust báðar í
Klaksvík, hagar foreldrini
fluttu í 1956.
Hjørleif er føddur 13.
januar í 1925. Foreldrini
hjá honum vóru Turid og
Jóan Magnus Høgnesen.
Hon var úr Tunghúsinum í
Vági, og hann var úr
Leirvík. Teimum var ikki
unt at liva leingi saman í
hjúnarlagi. Hjørleif var
fimm ára gamalur og elstur
av fýra brøðrum, tá ið
pápin 26. mars í 1930 fórst
við skonnartini Ernestinu.
Yngru beiggjarnir vóru
Róland, Símun og Hjalmar.
Tá ið Tórgerð var komin
til Klaksvíkar, tænti hon í
fleiri húsum. Hon var eitt
nú í húsinum hjá Rasmus-
sen, presti, hjá Símuni
Petur Zachariassen, seym-
aði hjá Skraddaranum og
tænti eisini hjá Evaldi Kjøl-
bro.
Hjørleif
arbeiddi
hjá
mammubeiggjanum, Einari
Waag, har hann var bi-
lførari. Seinni fór hann
undir egið virksemi, og eitt
langt skifti mundi hann
teljast millum teirra í
Klaksvík, sum høvdu flest
fólk í arbeiði. Hjørleif
hevði bilstøð, hann átti
sjálvur nógvar hýruvognar
og buss, sum koyrdi runt
vánna, og seinni hevði hann
bilverkstað, har bæði bilar
hjá honum og øðrum vórðu
umvældir.
Tórgerð stuðlaði Hjør-
leifi í øllum hesum virk-
seminum, sum var undir
somu lon sum tey búðu.
Seinastu fleiri enn tríati
árini hava tey bæði rikið
matvøruhandilin,
sum
Niels Michael Knudsen í
síni tíð fór undir á Vágs-
heygnum. Tey eru sera
fyrikomandi at hitta. Bæði
heima við hús og á ar-
beiðsplássinum.
Tórgerð og Hjørleif eiga
fýra børn: Turið, Eyð, Lív
og Leif. Tey búgva øll í
Klaksvík. Barnabørnini eru
seks.
Trúfesti, gudsótti og gott
hjartalag hava eyðkent lívið
hjá teimum báðum. Hjør-
leif er sjálvlærdur organist-
ur, og í fleiri enn 30 ár
hevur hann verið organistur
í Christianskirkjuni, og tað
er hann framvegis. So at
siga alla sína tíð hevur hann
verið organistur í Emmaus,
har hann í skiftum eisini
hevur stjórnað kóri. Átjan
ára gamalur fór hann í 1943
undir at savna løg, og í
1951 gav Kirkjuliga Missi-
ónsfelagið nótabókina hjá
Hjørleifi út. Millum løgini
vóru fleiri, sum Hjørleif
sjálvur hevði gjørt. Saman
við Hans Erlandi í Brekk-
um, Martin R. Jacobsen,
Torkil Beder og Knút Olsen
sat Hjørleif í nevndini, sum
fyrireikaði útgávuna av
Koralbókini.
Í fleiri enn 40 ár koyrdi
Hjørleif skúlabørnini uttan
av Oyri til og frá skúlanum
í Klaksvík. Skúlabørnini á
Oyri eru hjartabørn hjá
Hjørleifi, og tey eru góð
við hann. Hann var konga-
ligur sjaførur, og hann hev-
ur fingið medalju frá kongi.
Tað sigur ikki so lítið um
hjartalag og trúfesti, at
mamma Hjørleif, Turid,
búði alla sína tíð undir
somu lon sum elsti sonurin,
og at foreldrini hjá Tórgerð
fluttu til dóttrina og ver-
sonin at búgva, tá ið tey
vóru vorðin veik og gomul.
Hóast høgan aldur so
fylgja Tórgerð og Hjørleif
framvegis væl við. Tey
hava vakið eyga við tí ein-
staka, og Hjørleif er ógvu-
liga áhugaður í politikki.
Bæði heima á landi og
kring allan heimin, og hann
hevur altíð verið sera íðin
javnaðarmaður.
Tórgerð og Hjørleif Waag Høgnesen gullbrúdleyp
Sigurd Danielsen, Tórshavn:
7 ára gamal rann og vann flogferðina
Borgarafundur
um kirkju
Ein partur av býarplan-
inum í Hoyvík er, at
nýggj kirkja skal byggj-
ast. Ætlandi verður far-
ið undir arbeiðið í kom-
andi ári.
Í hesum sambandi
verður
leygardagin
skipað fyri almennum
borgarafundi. Fundurin
verður hildin í Hoy-
víkar skúla kl. 14.
Á fundinum verða
tekningar og modell av
kirkjuni at síggja, og
koma arkitektarnir Al-
bert Isfeldt og Gud-
mundur S. Hansen at
greiða frá verkætlanini.
Somuleiðis
verður
bygginevndin, ið hevur
arbeitt við ætlanini, at
hitta á fundinum.
-jm
Nýggj lánsbrøv
Landsbankin
gevur
mikudagin
út
tvær
nýggjar røðir av láns-
brøvum. Samlaða upp-
hæddin fyri lánsbrøvini
er 750 mió kr., og skulu
hesar nýtast til at end-
urfíggja verandi láns-
brøv.
Býtið er soloeiðis, at
350 mió kr. verða
lánsbrøv yvir eitt ár, har
rentan er 2,5%. Hinar
400 mió kr. eru so
lánsbrøv á 4 ár, og har
er árliga rentan 4,25%.
Lánsbrøvini
verða
noterað á íslendska
virðisbrævamarknað-
inum.
Kursurin
á
nýggju lánsbrøvunum
varð mikudagin ásettur
beint niðanfyri 100.
-jm
Forum um
nýskapan
25. og 26. november
skipa Menningarstovan
og
Vinnuhúsið
fyri
tveimum evnisdøgum á
Hotel Hafnia. Báðir
dagarnir byrja kl. 13:30
og enda við buffet og
hugna í Hafnia Lounge
Menningar-
stovan
TÍÐINDASKRIV
Endamálið við báðum
døgunum er at savna
føroyskar fyritøkur í eitt
forum, har nýskapan í
arbeiðsgongdum innan
altjóðagerð er høvuðs-
evnið.
Hesir
dagar
leggja dent á nýskapan í
teimum mannagongd-
um, sum eru í sølu- og
útflutningsliðinum hjá
fyritøkuni.
Fyrri dagurin, 25.
november er ætlaður
framleiðslu- og tæn-
astufyritøkum,
sum
longu útflyta ella hava
ætlanir um at útflyta.
Seinni dagurin, 26. no-
vember,
er
ætlaður
verandi
útflutnings-
virkjum innan fiskaút-
flutning.
Fyritøkan GEMBA
Innovation, sum er ein
ráðgevingarfyritøka við
drúgvum royndum á
nýskapanarøkinum, lut-
tekur á evnisdøgunum
við áhugaverdum fyri-
lestrum, sum taka støði
í royndum og verkætl-
anum, sum Gemba hev-
ur gjørt í samstarvi við
Danmarks Eksportråd
og Dansk Industri. Har-
afturat luttekur Gemba
við workshops, sum
taka útgangsstøði í ger-
andisdegnum hjá før-
oysku fyritøkunum og
teirra møguleikum og
avbjóðingum á altjóða
marknaðinum.
Føroyskar fyritøkur
hava styrkina og liði-
ligleikan at vera ný-
hugsandi í framleiðsl-
uni. Men spurningurin
er, um fyritøkur mangla
nýhugsan í sølu- og út-
f l u t n i n g s l i ð i n u m .
Kundi eitt »útflutnings-
forum«, har høvi var at
viðgera marknaðar- og
útflutningsspurningar
tvær ferðir árliga, givið
vinnuni íblástur? Meiri
um kostnað og tilmeld-
ing á heimasíðuni hjá
Vinnuhúsinum,
www.industry.fo
Avmarkað atgongd.
15
14
Nr. 223 - 20. november 2004
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Føðingardagsheilsan til
Trinu Hansen
Árnafjørður
fødd 20.11.1914
Góða omma og langomma. Nú fyllir tú 90 ár. Ja, tú
hevur upplivað nógv í tínum lívi.
Tú hevur fortalt okkum nógv, sum tú hevur upp-
livað. Eg hugsi mangan, hvussu gott minni tú
hevur enn, nú tú fyllir 90 ár.
Tú fekst eina dóttir (mammu), og hon giftist inn
til tín og Akka, sum tú bleiv gift við.
Tú fekst fýra ommubørn: Fíu, Niklas, Atla og
meg, og 13 langommubørn.
Eitt so tolið menniskja sum tú er ringt at finna.
Altíð í góðum lag.
Míni børn eru so glað fyri at koma norð at vitja
lengu, ommu og abba. Tí tey verða so væl mót-
tikin, tá tey koma.
Altíð er okkurt at gera hjá børnunum har norði,
tí tit búgva beint við sandin og fjøruna. Tað er so
gott og friðarligt, ikki nógvir bilar at ansa eftir.
Tú hevur verið bóndi, men nú er mamma bóndi.
Tú segði ikki festið frá tær, fyrr enn tú vart heilt
gomul. Seygahugin hevði tú góðan, kendi hvønn
seyð í bygdini.
Vit vilja ynskja tær hjartaliga tillukku við 90 ára
føðingardegnum og nógv góð ár framyvir. Guds
ríku signing, og at tú fært ein góðan dag.
Katrin v/fam.
Í morgin, sunnudagin 21.
november, verður Jukim
Olsen 75 ár. Dagurin
verður hildin á Hotel Hafna
fyrrapartin í dag, har tað frá
kl. 9 og inntil klokkan eitt
verður opið hús. Hóast
Jukim størsta partin av lív-
inum hevur búð í Havnini,
so ivast eingin í, sum hoyrir
hann, at Jukim er svínoy-
ingur. Bæði í talumáta,
málburði og hugsan. Hann
eigur hús í Svínoy, og har
vitjar hann framvegis ikki
so sjáldan.
Foreldrini vóru Jógvan
Olsen ella Jógvan á Geilini,
sum hann varð nevndur, og
Elsebeth Malena Justinus-
sen Uppi í Húsi í Svínoy.
Jukim er yngstur av fýra
brøðrum. Hinir vóru Petur,
Olivur og Esbern. Pedda og
Esbern, sum báðir búðu í
Svínoy, eru farnir, Olivur
býr í Klaksvík, og Jukim
býr í Havnini. Hann giftist
7. september 1957 við
Elsebeth, sum var næst-
yngst av fýra børnum hjá
Ellu og Andrew Sloan.
Elsebeth hevði havt fylt 68
12. oktober, sum hon doyði
25. september í 2000. Tað
var stórur smeitur hjá
Jukim at missa konuna.
Men hann hevur eisini hesi
seinastu árini verið virkin
og glett seg í og saman við
familjuni og øllum vinun-
um, sum hann eigur. Else-
beth og Jukim fingu trý
børn: Elin, Jógvan og
Katrin. Tær báðar búgva í
Havnini, og Jógvan býr í
Svínoy.
Undir krígnum luttók
Jukim í vanliga bygdarlív-
inum í bø, haga og á floti.
Hann hevði m. a. eitt skifti
ábyrgdina av at útflýggja
agn úr íshúsinum, sum út-
róðrarmenninir í Svínoy
høvdu bygt.
Í 1946 fór Jukim til skips.
Fyrstu fimm árini sigldi
hann við Bjørgvin, sum
Julius á Syrðadalið átti.
Hjalmar á Syrðadali var
skipari, og beiggi hansara
Símun og Petur í Fugloy,
sum teir róptu hann, vóru
bestimenn. Í 1952 var hann
aftur við syðradals-monn-
um, sum hann altíð síðani
hevur kent væl og hildið
nógv av. Tá var hann við
Gudrun, sum Vilhelm á
Syðradali førdi.
Polo var fram um øll hini
skipið hjá svínoyingum.
Síðsta árið hjá Símuni hjá
Póli sum skipara og Ed-
vardi hjá Símuni Júst sum
bestamanni var í 1951.
Hetta árið var Jukim við
Polo. Hann plagar at taka
til, hvussu hugaligt tað var
hetta summarið at rógva út
við Killaranum í Íslandi og
at hava Edvard og Pedda úti
á Hædd sum bátsfelagar.
Veturin 1946-47 var Ju-
kim á Háskúlanum. Í 1952
fór hann til Svøríkis á
Kungalv háskúlan. Jóannes
av Skarði var nevndarlimur
í hesum skúlanum. Hann
uppmuntraði Jukim at fara
til Svøríkis, og Jukim tosar
framvegis um góðu mán-
aðirnar, sum hann hevði har
yviri. Har víðkaðist sjónar-
ringurin nógv. Hann lærdi
norðurlendsk mál og ment-
an, og har fann hann vinir
fyri lívið. Tey hava fram-
vegis samband hvørt við
annað, tey hava ofta verið
saman, og tað er ikki longri
síðani enn í summar, at
Jukim saman við floks-
feløgum frá fyri meiri enn
hálvari øld síðani vitjaði í
Hetlandi.
Áðrenn hann á heysti í
1955 fór á stýrimanna-
skúla, hevði Jukim siglt við
norðmonnum og eisini við
Norðlýsinum, sum Hanus
hjá Amalju førdi. Tá ið
hann í 1957 hevði lokið
stýrimansprógv í Havnini,
flutti familjan til Keyp-
mannahavnar, har Jukim
leyk skipsføraraprógv. Síð-
ani sigldi hann í nøkur ár
kring so at siga allan heim-
in við skipum hjá Laurit-
zen.
Jukim plagar at taka til,
at hann var í Indiska havin-
um á veg til Kina, tá ið
hann fekk telegramm frá
konuni, sum segði honum
frá kjansi við doktarabátin-
um Reyða Krossi. Hann
kendi seg hava møguleika
at fáa og missa, um hann so
valdi at halda fram at sigla,
ella um hann legðist heima
og fór at sigla við doktara-
bátinum.
Jukim
valdi
Reyða Kross, og tað angr-
aði hann ongantíð. Saman
við Martini Tórgarð og øðr-
um sigldi hann kring oyggj-
arnar í 1963 og fram til á
sumri í 1964, tá ið hann
fekk starv á Matrikul-
stovuni, har hann var í 32
ár.
Á Matrikulstovuni kom
Jukim so at siga aftur til
røturnar. Ogn og kongs,
matrikulering og bonitetur
og útskifting kendi hann
væl til frá barna- og ung-
dómsárunum
í
Svínoy.
Grannastevnur og útskift-
ing fullu honum ræði.
Jukim tók skeið í matrikul-
ering og sum tekniskur
assistentur, og hann treivst
væl í arbeiðnum og saman
við arbeiðsfeløgunum.
Søga og samfelag hava
altíð havt Jukimsa serliga
áhuga.
Foreldrini
vóru
bæði fróðarfólk, tað vóru
onnur í familjuni eisini, og
Jukim sat undir og legði
sær væl í geyma. Hann er
ættkønur sum fáur, og at
hann veit nógv um Svín-
oynna kom ikki minst til
sjóndar, tá ið hann saman
við Niels Juel Arge, sála,
ferðaðist kring oynna og
fleiri
útvarpssendingar,
sum væl høvdu tolt at verið
sendar enn eina ferð,
spurdust burturúr.
Í samkomuni í Ebenezer
hevur Jukim verið trúfastur.
Hann hevur altíð verið
klárur at hava eitt orð, og
tað er eingin endi á vitj-
anum í heimum, á sjúkra-
húsum og røktarheimum og
persónligar samrøður úti á
vegnum og í telefonini,
sum Jukim hevur kent og
framvegis kennir sum sína
serligu uppgávu at røkja.
Jukim Olsen 75 ár
TÍÐINDASKRIV
Yrkingarsavnið "Smátúgv-
ur", sum Niels Petur Nolsøe
í Vági hevur givið út, fæst
umframt í bókasølunum í
Vági og Tvøroyri eisini hjá
Hjalmar Jacobsens bók-
handli, og H.N. Jacobsens
bókahandli í Havn.
Tøkk
Góðu tit, sum
stuðlaðu meg til
býráðsvalið 09.
november 2004.
Hjartans tøkk.
Vinarliga
Jógvan Krosslá
Smátúgvur fæst
eisini í Havn
C
M
Y
K
14