Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. november 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 223 - 20. november 2004 Nr. 223 - 20. november 2004 17 Føroya Felag Móti Krabbameini eftirlýs- ir eini langtíðarætlan fyri, hvussu krabba- mein í framtíðini kann fyribyrgjast og lekjast. Eydnast tað ikki, er umráðandi, at sjúklingurin hevur tað gott tað seinasta av æviskeiðnum KRABBAMEIN Edvard Joensen Føroya Felag Móti Krabba- meini saknar eina krabba- meinsætlan, sigur formað- urin í felagnum, Jákup N. Olsen. Eina langtíðarætlan, har sett verður upp, hvussu krabbamein kann fyribyrgj- ast ella lekjast, um sjúkan rakar. Men eitt tað mest umrøðandi er fyribyrging. Og har er tað tann einstaki sjálvur, sum er bestur at fyribyrgja. Tað ræður um at fylgja við og vera varugur við alt, sum kann benda á krabbamein. Og ikki minst at boða frá og fáa viðgerð so skjótt sum yvirhøvur gjørligt. Og í teimum førum, har sjúkan er staðfest og ikki kann lekjast, er ynskiligt við eini »palliativari« við- gerð vísir hann á. Tað er viðgerð, sum, hóast hon ikki lekir sjúkuna, ger tað seinasta skeiðið, sjúkling- urin hevur eftir at liva, til eitt virðiligt og pínuleyst tíðarskeið. Føroya Felag Móti Krabbameini hevur 25 ár á baki, og formaðurin heldur, at nú er tíðin komin til, at vit í Føroyum fáa eina krabbameinsætlan, eins og tey hava í øllum vælferðar- samfeløgum. Men hendan ætlanin má ikki vera nøkur avskrift av eini fremmand- ari ætlan. Hon má vera før- oysk. Gjørd í Føroyum til føroysk viðurskifti, sigur hann. Føroya Felag Móti Krabbameini arbeiðir fram- vegis við at ávirka myndug- leikarnar til at fáa eina krabbameinsætlan í Føroy- um. Eisini hevur Føroya Felag Móti Krabbameini roynt at ávirka heilsu- myndugleikarnar, so álv- arsliga sjúkir krabbameins- sjúklingar kunnu fáa tilboð- ið at velja at fáa røkt og viðgerð heima ella á einum øðrum stað uttan fyri tað vanliga sjúkrahúsið. Fyri fýra árum síðan setti táverandi landsstýrismað- urin við almanna- og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, ein arbeiðsbólk at gera uppskot til hospice. Árið eftir, í 2001, varð latið landsstýrismanninum eitt álit við uppskoti um, hvussu hetta kundi gerast. Felagið hava roynt at ávirka heilsumyndugleikarnar, so álvarsliga sjúkir krabba- meinssjúklingar kunnu fáa tilboðið at velja at fáa røkt/viðgerð heima ella á einum øðrum stað uttan fyri tað vanliga sjúkrahús- ið. Skráseting Tað krevur neyva skráset- ing, áðrenn farast kann undir eina slíka ætlan, sigur Jákup N. Olsen. Men nú so mikið er fráliðið, síðan byrjað varð at skráseta krabbameinstilburðir í Før- oyum, metir hann, at tað til- far, sum krevst, er tøkt, og at tað tí kann farast undir eina slíka ætlan. Tað er Landssjúkrahúsið, sum skrásetir krabbameinstil- burðirnar í Føroyum. Neyvt skal finnast fram til, hvørjar sjúkur skulu vera við í slíkari ætlan. Tí ikki allar krabbameinssjúk- ur eru líkar. Langt frá tí. Gjørd verður so ein ætlan fyri, hvussu tann einstaka sjúkan kann fyribyrgjast og viðgerast. Sett verður út í kortið, hvussu ein slík ætlan skal síggja út. Hon verður sett upp í fimm punktum, sigur Jákup N. Olsen. 1. Fyribyrging 2. Diagnostik 3. Viðgerð 4. Rehabilitering 5. Palliativ viðgerð Palliativ viðgerð verður á donskum lýst soleiðis: »Ifølge WHO forstås ved palliation den totale og aktive omsorg for patienter, hvis sygdom ikke respon- derer på kurativ behand- ling, d.v.s. lindrende be- handling uden egentlig hel- bredende sigte. Målet med den palliative indsats er be- handling, pleje og omsorg, der giver patienten bedst mulig livskvalitet i den sidste tid og en værdig død. Palliativ behandling op- tager stort set alle faggrup- per inden for sundheds- væsenet. Senest har også Lægeforeningen udarbejdet en handlingsplan for en styrket palliativ indsats for herigennem at medvirke til at give bedre behandling samt styrke uddannelses- mulighederne på området. Palliativ behandling og pleje kan i princippet til- bydes i forskellig regi: På sygehusafdelinger, på plejehjem, i hjemmet og på hospice. En styrket palliativ indsats over for døende patienter kræver en etisk og en politisk stillingtagen og prioritering.« Tað birtist tó vón fyri, at slík viðgerð kann fáast í Føroyum í næstum, sigur Jákup N. Olsen. Settar eru 500.000,- krónur á fíggjarlógina til eitt sonevnt palliativt toymi, sum skal kunna ráðgeva og helst eisini við- gera sjúklingar, greiðir hann frá. Har er talan um læknar, sjúkrasystrar, sálar- frøðingar og fólk annars úr heilsuverkinum. Velja sjálv Tað er umráðandi, sigur Jákup N. Olsen, formaður í Føroya Felag Móti Krabba- meini, at fólk sjálv sleppa at velja, hvar tey eru stødd ta seinastu tíðina, tey stríð- ast við krabbamein. Í dag er einki val. Tey skulu liggja á einum sjúkra- húsi og har vera undir eftir- litið av teimum starvsfólk- um, sum har eru. Var tað hinvegin soleiðis, at vit høvdu eitt »hospice«, ella at fólk høvdu møgu- leika fyri at velja at liggja heima hjá sær sjálvum og doyggja undir eftirliti, er eingin ivi um, at nógv høvdu valt tað. Og her er tað so millum annað, at tað palliativa toymið kemur inn í myndina. Til dømis at heimasjúkrasystirin, sum er um sjúklingin, kann ráðføra seg við serlæknan á sjúkra- húsinum, ella hvørjum tað nú er brúk fyri. Statt uppaftur Minst líka týdningarmikið sum at fyribyrgja sjúkuni, er tað at koma í gongd aftur við gerandisdagin, eftir at Vit sakna eina krabbameinsætlan Vit mangla eina krabbameinsætlan í Føroyum, eins og grannar okkara hava. Men tað má vera ein serføroysk ætlan. Gjørd til føroysk viðurskifti. Ein avskrivað ætlan aðrastaðni frá er ikki nóg góð, sigur Jákup N. Olsen, formaður í Føroya Felag Móti Krabbameini Mynd: Jens Kristian Vang Spurningurin er, um Bjarni Djurholm legði semjuna fyri landsstýrið, tá ið landsstýrið týsdagin tók avgerð um fram- tiðina hjá Lívstrygg- ingini. Samtakið, sum umboðar teir 8000- 9000 tryggingar- takararnar, vil tískil nú hava fund við alt landsstýrið LÍV Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Legði Bjarni Djurholm semjuna við Samtakið fyri landsstýrið, tá ið hann týs- dagin legði málið um framtíðina hjá tryggingar- felagnum, LÍV, fyri lands- stýrið? Tað ivast Samtakið hjá 14 fakfeløgum, ið røkir áhuga- málini hjá umleið 9.000 tryggingartakarum í LÍV, stórliga í. Tí heldur Samtakið, at landsstýrið kann hava tikið sína avgerð á skeivum grundarlagi. Í øllum førum er tað, sum frættist ikki tað, sum Sam- takið hevur lagt í eina semju. Tí vil Samtakið nú hava fund við Løgmann og alt landsstýrið fyri at rudda møguligar skeivleikar av vegnum, so ein semja fæst, sum samráðingarbólkurin hjá Samtakinum kann góð- taka, sigur Jógvan Mørk- øre, sum er í samráðingar- bólkinum. Tað boðaði samtakið løg- manni frá hósdagin. Framtíðin hjá LÍV Tað er framtíðin hjá trygg- ingarfelagnum LÍV, sum stendur upp á spæl. Trygginggartakararnir hava alla tíðina hildið fast um, at teir eiga LÍV, so tá ið Landsstýrið nú ætlar at ein- skilja LÌV, vilja teir hava minst 50 % av partabrøvun- um í LÌV. Men samstundis vilja teir hava ein parta- eigarasáttmála, sum tryggj- ar teimum, at ongin týðandi avgerð kann takast í nevnd- ini fyri LÍV, uttan í semju. Tey 14 fakfeløgini, sum hava limir við eftirlønar- skipanum í LÌV, hava stovn- að eitt Samtak, sum skal røkja áhugamálini hjá tryggingartakarunum í hes- um máli. – Eftir samráðingar í skjótt fimm ár, var tað loksins komið hartil, at vit hómaðu eina semju við Landsstýrismannin í vinnu- málum. Kortini var okkurt, ið hann ikki kundi taka støðu til einsamallur, men sum kravdi góðkenning frá øllum landsstýrinum, sigur Jógvan Mørkøre. Hann sigur, at tað í teirra verð er ongin ivi um, at tryggingartakararnir eiga LÍV. Í samráðingunum við landsstýrið hevur Samtakið tí leingi hildið fast um, at tryggingartakararnir skuldu fáa aftur ikki minni 51% av partabrøvunum. – Í samráðingunum hava vit tó noyðst at góðtikið at slaka eitt prosent. Men afturfyri hava vit kravt, at fyri at kunna fara niður á 50 %, skuldi ein partaeigara- sáttmáli gerast, sum gav báðum pørtum tær trygdir, sum lógu í tí eina avgerandi prosentinum. Í stuttum sagt ertað ein avtala um, at nevndin í LÍV ikki kundi takanakra týðandi avgerð, uttan í fullari semju. Jógvan Mørkøre sigur, at tað var júst hesin parturin, par taeigarasáttmálin, landsstýrismaðurin vildi hava samlaða landsstýrið at taka støðu til. Avrátt varð tí, at hann skuldi leggja hetta fyri landsstýrisfundin týsdagin, so Samtakið fekk svar frá landsstýrinum upp á henda partin av uppskotinum til eina semju. Síðani skuldu partarnir hittast aftur at gera eina endaliga avtalu millum Samtakið og Vinnu- málaráðið. Farin at ivast Men eftir at landsstýrið hevur tikið eina avgerð í málinum, er samtakið hjá fakfeløgunum farið at ivast í, hvat Bjarni Djurholm í grundini hevur lagt fyri landsstýrið. – Vit ívast í um tað, sum landsstýrismaðurin hevur lagt fyri landsstýrið í veru- leikanum er tað, sum vit samdust við hann um, sigur Jógvan Mørkøre. – Er tað okkurt annað enn uppskotið til semju, sum landsstýrismaðurin hevur lagt fyri landsstýrið, er tað greitt, at landsstýrið hevur tikið sína avgerð á skeivum grundarlagi og tað er hendan møguliga skeiv- leikan, vit ætla at fáa høvi at rætta á einum fundi við løgmann og alt landsstýrið. Jógvan Mørkøre sigur, at eftir tí, sum er komið fram um samtyktina í landsstýr- inum, hava tey ta fatan, at landsstýrisfundurin hevur ikki snúð seg um parta- eigarasáttmálan. – Eftir landsstýrisfundin týsdagin royndu vit allan mikudagin at fáa at vita frá Løgmansskrivstovuni og vinnumálaráðnum, hvat ítøkiliga liggur í samtyktini hjá landsstýrinum. Men tað var alt til fá- nýtis. – Sostatt hevur tað higar- til ikki borið til at fáa stað- fest, um landsstýrismaðurin hevur lagt semjuna við samráðingarbólkin fyri landsstýrið. – Tað er í grundini løgið, at vit skulu haldast óvitandi um hetta mitt í eini sam- ráðing. Jógvan Mørkøre sipar eisini til eina viðmerking frá Bjarna Djurholm í Sosi- alinum mikudagin um av- gerðina í landsstýrinum og har hann sigur, at semjan við samráðingarbólkin snúði seg um at at fáa eina endaliga niðurstøðu týs- dagin og at hann skuldi mæla landsstýrinum til at samtykkja, at tryggingar- takararnir fingu 50% og at hini 50% verða seld hægst- bjóðandi og at tryggingar- takararnir skuldu fáa ávirk- an og innlit. – Er landsstýrismaðurin rætt endurgivin, er hetta bara hálvur sannleikin, tí hann tekur ikki uppskotið til partaeigarasáttmála við, sigur Jógvan Mørkøre. – Tí halda vit okkum hava orsøk at halda, at Bjarni Djurholm hevur ikki kunnað restina av lands- stýrinum rætt um samráð- ingarnar, og at avgerðin hjá landsstýrisins tískil eisini er tikin á skeivum grundar- lagi. Hann sigur eisini, at um- boðini hjá Samtakinum meta, at hetta stríðir ímóti løgtingssamtyktini, sum sigur, at avgerðin hjá landsstýrinum skal byggja á eitt samráðingarúrslit millum umboðini fyri løn- takarar, sum hava eftir- lønaruppsparingar í Lív, og landsstýrið. – Men tað, sum lands- stýrismaðurin eftir øllum at døma hevur lagt fyri lands- stýrið, er ikki eitt samráð- ingarúrslit, men nakað, sum samráðingarbólkurin hjá Samtakinum staðiliga hev- ur vrakað. Tí mugu vit nú fáa fund við Løgmann og alt landsstýrið, so tað ber til fyri at fáa ein enda á teimum drúgvu samráðing- unum og loyst hetta mál. Ja, og harvið sleppa undan tí drepandi sakarmáli, sum hóttir, sigur Jógvan Mørkøre. Fundur mánadagin Beint áðrenn blaðið fór til prentingar, frættu vit, at Samtakið, sum umboðar tryggingatakararnar, er boðað á fund við alt lands- stýrið mánadagin. staðfest og viðgjørd sjúka er lekt, sigur formaðurin í Føroya Felag Móti Krabba- meini. Tí viljin er sterkasta svørðið, sum sungið verð- ur, og er viljin ikki við, verður úrslitið ikki altíð nóg gott. Men tíbetur eru tað rætti- liga nógv pluss heldur enn minus á kontuni hjá okk- um, sigur hann. Tað gerast alt fleiri frísk eftir viðgerð, og tað kunnu øll gleðast um. – Krabbamein er ikki meira nakar deyðadómur. Viðgerðarhættirnir eru nógv mentir bara ta tíðina okkara felag hevur verið til, sigur Jákup N. Olsen. Og við teirri gransking, sum alla tíðina er, verður tað bara betri og betri. Eisini tá tosað verður um sjálva viðgerðina, sum giv- in verður, er vitanin nógv betri nú enn fyrr. Eitt nú hvussu nógvur heilivágur skal nýtast. Hvat ger hjá- árin, og nær skal viðgerðin verða givin? Vóna betri umstøður Eitt hjartasuff hevur for- maðurin í Føroya Felag Móti Krabbameini tó. Tað er til teirra, sum sita á al- menna pengakassanum. Jákup N. Olsen heldur ikki, at tað er nóg gott, at eingin patologur er í Føroy- um. Hann hevur nú mangl- að í fleiri ár, og ein slíkur er neyðugur, staðfestir hann. Eitt annað, sum manglar í Føroyum, er ein onkologur. Ein kyknuserfrøðingur. Ein avtala er við Ríkis- sjúkrahúsið um, at ein onkologur og ein sjúkra- systir koma fýra ferðir árliga til Føroya. Men tað er bara næstbesta loysnin. Betri hevði verið, um ein slíkur var fast í Føroyum, sigur Jákup N. Olsen. Hann sigur eina undan- førslu vera, at fólkatalið er so lágt í Føroyum, og at tað tí ikki er nóg spennandi og avbjóðandi hjá einum onkologi at arbeiða her. Men tí vísir formaðurin í Føroya Felag Móti Krabba- meini aftur og vísir til Álands, har har tað búgva eini 20.000 fólk færri enn í Føroyum. – Har hava tey ein onko- log fast, og hann hevur meira enn nokk at gera, sigur Jákup N. Olsen, for- maður í Føroya Felag Móti Krabbameini. Vilja sleppa at tosa við landsstyrið um at rætta møguligar skeivleikar Nú skal fundur verða við alt landsstýrið um framtíðina hjá LÌV, tí tryggingartakararnir stúra fyri, at landsstýrið tók avgerð týsdagin á skeivum grundarlagi C M Y K 17 16