Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. november 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 223 - 20. november 2004 Nr. 223 - 20. november 2004 19 Arbeiðsfólkið á skipasmiðjuni hevur aftur lagt arbeiðið niður og boðað er frá verkfalli seinni í mánaðinum. Stjórin á Strandferðsluni sigur, at støðan er ógreið NÝGGI SMYRIL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú er aftur ógreitt, hvussu verður við nýggja Smyril. Arbeiðsfólkið á IZAR- skipasmiðjuni hava meiri og minni lagt arbeiðið niður í alt heyst. Men nú vóru viðurskift- ini aftur fingin í rættlag. Hesar seinastu dagarnar hevur sostatt verið arbeitt av fullari kraft upp á nýggja Smyril og tilsamans hava eini 400 fólk arbeitt upp á skipið síðani. Men viðurskiftini vóru ikki meiri komin í rættlag, so tók óvissa seg aftur upp og arbeiðsfólkið hevur enn einaferð lagt arbeiðið niður. Og upp aftur verri er, at tey hava boðað frá rættililigum verkfalli frá 25. november at rokna. Nú viðurskiftini vóru farin í rættlag aftur, hevði Strandfeðslan annars fingið eina nýggja tíðarfreist frá skipasmiðjuni fyri, nær nýggi Smyril skal verða liðugur. Tey seinastu boðini frá skipasmiðjuni vóru, at nýggi Smyril skuldi verða liðugur tann 15, apríl. Men nú støðan aftur er blivin ógreið, fer Strand- ferðslan at spyrja skipa- smiðjuna, hvørja ávirkan hetta fer at fáa á bygging- ina, men enn er svar ikki komið. Ruðuleiki Tað hevur annars valdað sannur ruðuleiki á skipa- smiðjuni í alt heyst. Fyrr í ár fekk IZAR krav frá ES um at gjalda stórar upp- hæddir aftur til spanska landskassan, sum IZAR skuldi havt fingið ólógliga í stuðuli til skipabygging. IZAR er ein samanbland- ing av landsfyritøku og pri- vatari fyritøku. IZAR sam- takið hevur fleiri skipa- smiðjur. Onkrar skipa- smiðjur byggja herskip, sum spanski landskassin betalir. Aðrar skipasmiðjur byggja vanlig skip, sum tað er ólógligt at lata stuðul til. Men á IZAR hevur skilnað- urin ímillum skipasmiðj- urnar sum byggja herskip og tær, sum byggja vanlig skip, ikki verið nóg greiður og heldur ikki hevur nóg greiður skilnaður verið ímillum tað almenna og tað privata. Sostatt er ES komið til ta niðurstøðu, at peningur, sum spanski landskassin hevur goldið fyri herskip, í veruleik- anum er brúktur til stuðul til skipasmiðjurnar, sum hava bygt vanlig skip, og sostatt hevurskipasmiðjan útvega sær ein órættvísan kappingarfyrimun. Samstundis kravdi ES, at greiður skilnaður varð gjørdur ímillum skipa- smiðjurnar, sum bygdu her- skip og tær, sum bygdu vanlig skip og ímillum stat- in og tað privata, so at tað ikki skuldi bera til at flyra pening ímillum. Hetta førdi til ruðuleika í IZAR. Tað endaði við eini ætlan um at onkrar skipa- smiðjur skuldu lata aftur. Ein av teimum, sum skuldu lata aftur, var skipasmiðjan, sum bygdi nýggja Smyril. Hetta vildu arbeiðsfólkið als ikki góðtaka og tey fóru í eitt rættiligt stríð fyri at varðveita arbeiðsplássini. Og tað førdi til, at meiri og minni verkfall hevur verið á Skpasmiðjuni í næstan alt heyst. Sostatt varð eisini greitt, at upprunaliga tíðarfreistin fyri, nær Smyril skuldi vera liðugur, fór í vaskið. Fyrst skuldi hann vera liðugur 12. oktober. So varð tað broytt til 1. desem- ber, men heldur ikki tað helt og so leingi verkføllini herjaðu, kundi ongin siga nakað. Men fyri stuttum fekst so avtala í lag um at hendan skipasmiðjan skal ikki lata aftur, og tá fór arbeiðsfólk- ið beinanvegin til arbeiðis aftur. Frá 1. desember kemur skipasmiðjan undir dagbøt- ur, sum eru næstan 100.000 krónur um dagin í fyrstuni, men síðani hækka tær eitt sindur fram til tann dagin, Smyril kann latast Strand- ferðsluni. Kolldømdi avtaluna Men nú vísur tað seg, at ES hevur kolldømt avtaluna, sum er gjørd um IZAR skipasmiðjuna. ES heldur framvegis, at tað almenna hevur ov stór- an leiklut í skipasmiðjuni og at tað er ein forðing fyri fríari kapping. Beinanvegin hesi tíðind- ini bórust, legði arbeiðs- fólkið aftur arnbeiðið niður. Samstundis eru tey farin i mótmælisgongu og tey hava formliga boðað frá, at tey fara í verkfall frá 25. november at rokna. Tað er mikudagin. Familju- konsertir Føroya Symfoni- orkestur fer til jóla fyri fyrstu ferð at hava so- kallaða familju- konsert konsert tíðindaskriv Konsertin verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 4. og í Ítróttarhøllini í Runa- vík sunnudagin 5. des- ember, báðar dagarnar klokkan 1600. Hetta verður eitt áhugavert tiltak, sum vit vóna fær undirtøku av børnum, ungdómi og foreldrum. Ì orkestrinum eru ung- dómar úr ymsum pørt- um av landinum. À skránni verður ikki vanligur symfoniskur tónleikur, men fjøl- broyttur, lættur og undirhaldandi tónleik- ur. Vit kunnu nevna, at har verður framførd ein ævintýrsøga, Kavamaðurin, har Eyðun Johannessen verður frásøgumaður, og har eisini trettan ára gamla, Conny Kass, ársins songrødd 2003, fer at syngja solopart- in úr nevnda verki saman við stóra orkestrinum. Har verður eitt barnakór við 150 børnum, sum fer at syngja jólaløg, ein unglingi, Heini Andreasen, fer at spæla Trumpeter´s Lullaby, ein syrpa av kendum jólaløgum (Jingle Bells, Gleðilig jól v. m.) verður at hoyra, og tónleikur úr Star Wars, har ivaleyst øll børn og ung kenna høvuðslagið; og á eini konsert tætt upp undir jól slepst neyvan undan at hava kenda Sleigh Ride, Sletu- túrurin, av Lee Roy Anderson við á eini tílíkari framførslu. Onkur felagssangur verður eisini á skránni. Dirigentur er Bern- hard Wilkinson. Aftur óvissa um nýggja Smyril Arbeiðið upp á nýggja Smyril var ikki meir enn tikið uppaftur í farnu viku, so var aftur galið. Nú er arbeiðið niðurlagt enn einaferð og støðan viðvíkjandi byggingini, er ógreið. Hetta er seinasta myndin av nýggja Smyrli. Hon varð tikin í september og síðani er ikki so nógv hent Samskip setti í september á stovn skrivstovu í Havn. Felagið hevur gjørt av at hækka tænastustøðið. Frá og við 13. desembur fara bingjuskipini Arnarfell og Helgafell at sigla vikuliga á Havn á veg millum Evropa og Reykjavík. Fyrsta skipið verður á Havnini tann 13. desember. Hetta verður gjørt fyri at hækka um tænastustøði, sum Samskip bjóða innflyt- arum og øðrum viðskifta- fólkum. Felagið fer undir vikuliga beinleiðis rutusigl- ing til Havnina frá Europa og Skandinavia. Soleiðis kann vøra, sum verður flutt um borð í skip hjá Sam- skipum fríggjadag í Aarhus verða í Føroyum tíðliga mánamorgun. Góðir seks mánaðir eru síðani Samskip fóru undir rutusigling til Klaksvíkar á leiðini til Bretlands og europeiska meginlandið. Skaftafell og Akrafell sigla á Klaksvík hvørja viku, og eru ongar broytingar ætlaðar á hesi rutusigling. -jm Arnarfell og Helgafell á Havnina hvørja viku Seinnapartin hósdag- in var hugnalig sam- koma í nýggja eldra- sambýlinum í Gøtu, sum hevur fingið navnið, Gøtubrá. Býl- ið er nú alment tikið í nýtslu, og fyribils eru trý fólk komin inn at búgva. Búfólkini verða 10 í tali, áðrenn langt um líður. Í kjall- arahæddini er gjørt klárt til seks fólk aftrat MÓTTØKA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var borgarstjórin í Gøtu kommunu, Haldóra Rang- hamar, sum handaði leiðar- anum fyri Heimarøktini í Eysturoy, Ásu Hanuson, lyklarnar til Gøtubrá, sum áðrenn langt um líður verð- ur býlið hjá 16 brúkarum undir bestu umstøðum, ið hugsast kunnu. Haldóra segði, at navnið "Gøtubrá" nú verður fel- agsheitið fyri bæði sam- býlið og dagtilhaldið. – Vit eru takksom fyri, at vit sluppu at brúka hetta navnið, og vit halda, at tað hóskar til stovnin. Borgarstjórin segði, at ein av teimum fyrstu av- gerðunum, sum sitandi bygdaráð í Gøtu tók, var at arbeiða víðari við ætlanini um at byggja eitt sambýli. Undanfarna bygdaráð hevði gjørt ávísar fyrireik- ingar og hevði eisini sett nakað av peningi av til endamálið. – Hetta var ein stór upp- gáva hjá eini kommunu at fara í holt við, men tað var eitt samt bygdaráð, sum stóð aftanfyri ætlanina. Tað var um várið í 2001, at Gøtu bygdaráð heitti á Teknistovuna við Gøtu- gjógv um at kanna, hvat best egnaða staðið í komm- ununi til eitt sambýlið var. – Vit ynsktu, at økið var so mikið stórt, at møgu- leikar eisini vóru kundu vera fyri øðrum alternativ- um til tey eldru. Tá ið saman um kom, varð mett, at hetta var best egnaða øk- ið. Hetta sambýlið er partur av eini størri verkætlan, sum vónandi so við og við kann verða førd út í lívið. Vit hugsa okkum, at her verða eldraíbúðir, og aðrir møguleikar kunnu eisini koma uppá tal. Haldóra helt, at økið, har heimið nú liggur, kann tykjast eitt sindur avsíðis, men í framtíðar útstykking- ar ætlanum verður vegur bygdur niðan hendanvegin, og tá verður einfaldari og lættari at koma niðan. Hon vísti á, at útsýnið úr sambýlinum er avbera gott, bæði inn á Varmakeldueið- ið, yvir til Gøtugjáar, Syðru- gøtu og heilt niðan á Gøtu- eiði. Sera gott útsýnið er eisini omaná havnaøkið, og hiðani kunnu tey eldru eyg- leiða skipini, sum koma og fara. Gott útsýnið er eisini yvir ítróttarøkið, har virk- semið hjá teimum ungu er. – Tá ið farast skuldi undir at byggja sambýlið, varð gjørt av at seta eina byggi- nevnd – og eisini hildu vit tað vera umráðandi at fáa tey, sum varða av einum slíkum sambýli, at vera við frá byrjan av. Umboð fyri brúkarar og starvsfólk vóru soleiðis tikin við uppá ráð, so innrættingin kundi ger- ast so góð sum gjørligt. Haldóra Ranghamar segði, at tað hevur verið ein stórur fyrimunur at kunna seg við køn fólk, og hetta hevur so sanniliga verið viðvirkandi til, at vit nú hava fingið eitt gott sam- býli. – Sum umboð fyri starvs- fólkið hevur Ása Hanuson, leiðari fyri Heimarøktini, luttikið, og Rigmor Thom- sen og Niclas Mikkelsen, sáli, hava umboðað brúkar- arnar. Tá ið Niclas doyði, kom Leif Pedersen í hans- ara stað. Vit vilja takka teimum fyri beinasemi, segðI borgarstjórin. Í bygginevndini hava sit- ið Oluffa Joensen, formað- ur, Steintór Jacobsen og Haldóra Ranghamar. Skriv- ari hevur verið Måns Pers- son. Ása Hanuson, sum tók ímóti lyklunum til nýggja eldrasambýlið, fegnaðist um, hvussu væl árið 2004 hevur hildnast á eldraøki- num í Eysturoy. – Hetta er triðja sam- býlið, sum verður tikið í nýtslu í oynni í ár, og har- umframt er heim latið upp fyri minnisveik, og sam- býlið á Eiði er útbygt við fimm búplássum aftrat. Hon segði, at nú árið 2004 er farið at halla, eru sambýlisplássini í øki 3 økt úr 25 uppí 61, umframt tey átta plássini, sum eru á heiminum fyri minnisveik. Ása Hanuson endaði við at siga, at spennandi verður nú at síggja, um næsta byggistig hjá kommun- unum verða eldraíbúðir. Gøtubrá – ein vala sambýli í Gøtu Nøkur av starvsfólkunum í nýggja sambýlinum í Gøtu Mynd: Vilmund Jacobsen Rúmligt er í Gøtubrá; her er vítt til veggja Mynd: Vilmund Jacobsen Tá ið sjálv hátíðarløtan var av, fóru fólk oman í kjallaran til væl dekkað borð Mynd: Vilmund Jacobsen Umstøðurnar í Gøtubrá eru tær bestu, ið hugsast kunnu Mynd: Vilmund Jacobsen Haldóra Ranghamar, borgarstjóri og Ása Hanuson, leiðari fyri Heimarøktini í Eysturoy Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 19 18