Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. november 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 223 - 20. november 2004 Nr. 223 - 20. november 2004 21 Speditiónsfelagið Faroe Express er vorðin royndarstað fyri nýggju teldutøku tollgreiðsluni, sum ætlanin er at seta í verk. Royndartíðin er tríggjar mánar TOLLGREIÐSLA Edvard Joensen Lagt verður upp til, at toll- greiðslan av vørum, sum fluttar verða inn í landið, skal avgreiðast heima hjá kundanum sjálvum ella av flutningsfelagnum, sum flytir vøruna fyri brúkaran. Nýggja skipanin er gjørd fyri at lætta um arbeiðið hjá Toll & Skattstovu Føroya, sigur Paul Kragesteen, leið- ari á Faroe Express. – Men tað gevur so okk- um meira arbeiði, sigur hann. Ti nú skulu vit, um- framt tað vanliga arbeiðið, vit hava gjørt, eisini gera arbeiðið, sum Toll & Skatt- stovan fyrr plagdi at gera við tollgreiðslu. Tað fer ivaleyst at krevja meira fólk, heldur Paul Krage- steen. Fyribils er Faroe Express við í eini fyrireikingarætlan upp á tríggjar mánar, greiðir hann frá. Hesa tíðina skulu tey nýta til saman við Toll & Skatt- stovuni og Elektron, sum mennir skipanina, at finna fram til, um møguligir feilir eru við skipanini. Tað eru altíð ymsar meiningar um nakað, sum nýtt er. Paul Kregesteen sigur, at honum dámdi fult so væl gomlu skipanina, har farið varð til Toll & Skattstovuna at avgreiða pappírini. Tí tá varð vanliga beinanvegin uppdagað, um eitthvørt var skeivt í av- greiðsluni. Nú fer tað, eftir hansara meting, at taka nógv longri tíð at finna fram til rættingar, og tað er altið keðiligt at koma aftur um aftur langt aftan á, at ein avgreiðsla er farin fram. Møguligt fútaforboð móti bátahylinum á Válinum er útsett í tvær vikur, meðan rætturin kannar viðurskiftini BÁTAHYLUR Arbeiðið upp á bátahylin, sum Kvívíkar Kommuna er farin undir á Válinum, liggur fyribils stilt í tvær vikur. Vestmanna Kommuna hevði biðið um fótaforboð móti arbeiðinum, og rættar- fundur var ásettur til hós- dagin. Men fútarætturin kom ikki til nakra greiða niður- støðu og útsetti avgerðina í tvær vikur. Meðan fútarætturin situr er so avgjørt, at arbeiðast skal ikki víðari við báta- hylinum. Sostatt er friður á Válinum í hvussu er tvær vikur fram. ej Nýggja bygdarráð- ið í Sørvági fer at halda fram at ar- beiða við tí, sum er í gongd. Nýggi borgarstjórin ætlar at fara varliga avstað og ikki tyngja búskapin KOMMUNUTÍÐINDI Edvard Joensen Sørvági: Nýggja bygd- arráðið í Sørvági fer at byggja á herðarnar á tí gamla, sigur nývaldi borgarstjórin, Jákup Suni Lauritsen. Hann sigur, at tað eru ikki ætlanir um at fara undir nakað nýtt stórmál í løtuni. Kommunan er farin undir at byggja ein stór- an dagstovn, sum fer at taka meginpartin av fíggjarætlanini komandi tvey árini ella so. Um- framt eru vegir at halda, og onkrar útstykkingar mugu eisini gerast. Tosað hevur verið um, at havnarlagið skal byggjast út. Haldast skal fram við at fríðka bygd- ina, sigur hann, so har er nokk at brúka pengar til, um ikki verður farið beinleiðis undir nakað nýtt stórmál. Eitt mál, sum nógv hevur verið tosað um í Sørvági seinnu tíðina, er at byggja eitt mentan- arhús í bygdini. Ymsar ætlanir hava verið nevndar, og upp undir kommunuvalið kom rættiligt lív í aftur tað tosið. Men sum skilst á nýggja borgarstjóranum verður tað ikki tað fyrsta, sum hann ætlar at fara undir. Hann metir ta verkætlanina so mikið stóra og tunga fíggjar- liga, at hon má bíða eitt sindur, til annað, sum longu er farið undir, er liðugt, sigur hann. Nývalda bygdarráðið í Sørvági valdi á fundi týskvøldið borgartjóra og varaborgarstjóra fyri komandi valskeið. Onn- ur val vóru ikki. Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri, sigur, at væntandi fer bygdarráð- ið í næstu viku at skipa seg við nevndum og øðrum álitisstørvum, sum fólk skal veljast í. Hann væntar ikki, at talan fer at verða um meiriluta og minniluta, men vónar at fáa eitt breitt samstarv millum a l l a r bygdarráðslimirnar. Halda fram við tí verandi Jákup Suni Lauritsen, komandi borgarstjóri í Sørvági, var sjálvur annar, saman við Eriki Davidsen, varaborgarstjóra, afturvaldur í bygdarráðið. Allir hinir fimm bygdarráðslimirnir í Sørvági vórðu skiftir út. Fráfarandi borgarstjórin stillaði ikki uppaftur Friður meðan rætturin situr Bátahylurin á Válinum er vorðin stríðsmál millum grannakommunurnar Kvívík og Vestmanna Mynd: Jens Kristian Vang Teldutøk tollgreiðsla Hósdagin var farið undir at royndarkoyra nýggju tøkniligu tollingarskipanina Mynd: Jens Kristian Vang Svimjihøllin í Havn steingir allan de- sember mánað or- sakað av tí árliga eftirlitinum. Í ár steingir hon tó eina viku longri, tí bæði kavingar og kapp- ingarhylurin skulu tømast – umframt annað umvælingar- arbeiði, sum skal gerast UMVÆLING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Frá 2. desember til 2. jan- uar verður svimjihøllin í Havn stongd. Hetta hevur vakt ónøgd millum tey mongu, ið vanliga nýta høllina nógv. Heri á Lava, leiðari, sig- ur, at tað eru altíð fólk, ið eru ónøgd, men hann sigur, at har er onki annað at gera enn at lata høllina aftur, meðan eftirlitið og umvæl- ingarnar fara fram. – Í ár steingja vit tó eina viku longri, og tað kemst av, at vit í fjør varnaðust, at ventilarnir millum kaving- arhylin og kappingarhylin leka, og tískil kunnu vit ikki bara tøma annan hylin í senn, greiðir hann frá. Tí skulu báðir hyljarnir tømast nú fyri at ventilarnir kunnu skiftast út. Heri sigur, at tað er nakað, sum tekur tíð. Ein hylur kann ikki tømast ov skjótt, tí trýstið á botnin er so mikið nógv, at um tað gongur ov skjótt fyri seg, kann botn- urin leypa upp. – Vit tosa jú um túsund tons av vatni, so tú kanst ætla, at tað har er nógv trýst, sigur hann. Orsøkin til, at høllin steingir júst hesa ársins tíð er, at tað vísir seg at vera minst av fólki í desember mánaði. – Høvdu vit havt líka gott summar í Føroyum sum í Danmark, so kundu vit stongt um summarið, með- an fólkið svam á stron- dunum, men tað hava vit jú ikki. Og um summarið hevur tað víst seg at vera allarmest fólk, sigur Heri á Lava. Aðrar umvælingar Tað er ikki bara hyljarnir, sum skulu eftirkannast og ventilarnir skiftast. Millum annað skulu sandfiltrini, sum halda vatnið í hyljun- um reint, eisini kannast. Heri sigur, at tey hava varnast, at har er okkurt galið við teimum, so tá nú hyljarnir verða tømdir, er tað so líkatil at taka tað við. Øll lásini á teimum 200 skápunum í høllini skulu eisini skiftast út, og alt hetta er arbeiði, sum tekur tíð. Hyljarnir skulu fyllast aftur. Vatnleidningurin inn í høllina er ikki so stórur, so tað ber ikki til at fylla teir skjótari, sum er. Hartil skulu øll túsund tonsini av vatni hitast upp aftur til tey vanligu 26 stigini, og tað tekur eisini sína tíð. – Sostatt er tekur alt hetta tíð, og vit mugu steingja høllina ímeðan, sigur Heri á Lava. Svimjihøllin í Havn er nú 22 ára gomul, og er tað sami aldur, sum tann gamli hylurin var. – Vit hava altíð roynt at viðlíkahildið høllina sum best. Og ongantíð hesi 22 árini havi eg verðið noydd- ur at lýst, at svimjihøllin í Havn er stongd vegna tekniskt brek. Tað sigur ikki so lítið um tað við- líkahald, sum starvsfólkini gera, heldur Heri á Lava. Hann samanber tað við skip og bátar. Teir skulu javnan á beding, og tað skal svimjihøllin í Havn eisini, sigur Heri á Lava, leiðari. Svimjihøllin í Havn stongd í ein mánað Svimjihøllin í Havn letur vanliga aftur í einar tríggjar vikur í desember/januar mánaði, men í ár verður hon stongd ein heilan mánað, millum annað tí at bæði kavingar- og kappingarhylurin skulu tømast Tríggir finalistar við hvør sínum stíli hittast leygarkvøld- ið til finaluna í singer/songwriter 2004 SINGER/ SONGWRITER Tíðindaskriv Leygarkvøldið verður finalan í singer/song writer 2004. Tríggir lut- takarar hava vunnið seg í finaluna, men tað tyk- ist at vera ógvuliga tor- ført at peika á nakran greiðan favorit. Kappingin hevur í ár hilnast framúr væl. Fyriskipararnir Hafnia og Heineken er ógvuliga væl nøgdir við tiltakið og serliga tann áhuga, ið fólk hava víst tiltakin- um. Ein orsøkum til, at stig vóru tikin til at fáa kappingina upp á beinini var at geva føroyskum tónleikarum ein møgu- leika at framføra og gera karmarnar áhugaverdar fyri bæði luttakarar og áhoyrarar. Roknað verð- ur við einari stúgvandi fullari Hafina Lounge leygarkvøldið kl. 22. Ógvuliga ymiskir Luttakararnir leygar- kvøldið eru ógvuliga ymiskir og fjøllbroyttir. Yngsti luttakarin er Jóannes Lamhauge. Hann er 18 ára gamal og nokk best kendur frá leikluti sínum sum Jósef í sangleikinum Jósef og ótrúliga litfagra dreyma- kotið. Jóannes vísti í sínum innleiðandi um- fari, at hann dugir annað enn at spæla Jósef. Hansara sangir eru týðuliga merktir av, at tað býr nakað aftan fyri orðini. Í innleiðandi um- farinum spældi hann fyri tað nógva kærleikssang- ir, sum fólk tóku sera væl ímóti. Kári Páll Nolsøe er elsti og helst eisini, í tónleikahøpi, tann minst kendi luttakarin leygar- kvøldið. Hann meldaði seg til stuttleika til kapp- ingina, og tað vísti seg eisini at vera ein gløgg avgerð. Kári Páll Nolsøe dugdi framúr væl at undirhalda áhoyrarnum í sínum innleiðandi um- fari. Onkur hevði hug at kalla hann ein lítlan Hanus Johansen og ein stóran entertainer. Hvat av hesum er rætt ella skeivt, kunnu fólk sjálvi taka støðu til leygar- kvøldið. Kári Páll og Jóannes vunnu seg í finaluna í innleiðandi umfarinum fyri einari viku síðani. Rókur Jakobsen hevur bíðað eitt sindur longri eftir finaluni. Hann vann sannførandi fyrsta inn- leiðandi umfari. Hann vísti sínar væl kendu dygdir sum sangari við einari frálíkari fram- førslu. Leygarkvøldið er mótstøðan ein onnur enn í innleiðandi umfarin- um, og tað verður spennandi at vita, hvørj- um dómarunum fara at dáma best. Rókur hevur gjørt eina lítla broyting í mun til innleiðandi um- farið, men stílurin verð- ur mestur tann sami. Studiodagar Sum áður nevnt er tað rættiliga trupult at siga, hvør kann hugsast at fara vinna leygarkvøld- ið. Tað kann í øllum førum loysa seg hjá vinnaranum at venja dúgliga undan finaluni. Vinnarin fær nevnliga tveir upptøkudagar í Útvarpi Føroya og gávu- kort frá Hotel Hafnia. Hetta kom sera væl við hjá vinnaranum í fjør, Kristleif Zachariassen, sum fyri kortum gav sína fyrstu fløgu út. Hvussu leikur fer fáa vit at síggja leygar- kvøldið kl. 22. Spennandi singer/ songwriter finala VIÐURKENNING tíðindaskriv Musikklærarafelag Føroya hevur avgjørt at lata eina viðurkenning til persón/ persónar, virki ella feløg, ið hava gjørt eitthvørt muna- gott fyri musikkskúlan. Vónandi verður hon latin á hvørjum ári. Nevndin kann avgera ikki at lata viður- kenning. Í ár hevur nevndin av- gjørt at lata viðurkenning- ina til Bergur Debes Joen- sen, Vár Berghamar Jacob- sen og Maud Wang Han- sen. Hetta fyri arbeiðið tey tóku á seg í samband við innsavnan av undirskriftum til frama fyri eykajáttan til Føroya Musikkskúla. Foreldur og avvarðandi hava eisini stóra tøkk uppi- borna fyri megnar inn- savningararbeiði um alt landið. Men hesi trý tóku á seg stóru uppgávuna, at fáa allar undirskriftirnar saml- aðar inn, taldar upp, og at handa politikkarunum tær. Maud Wang Hansen skrivaði eisini eitt sera gott og persónligt lesarabræv. Hon greiddi m.a. frá, hvørja gleði hon hevði fingið av at spæla á eitt ljóðføri, og av tónleiki sum heild. Og at hon ynskti at henda gleðin skuldi falla so nógvum menniskjum sum gjørligt í lut. Fyri sítt persónliga og sera viðkomandi lesara- bræv, fær Maud Wang Hansen eina peningagávu á 2.000 kr., og fyri samskip- anina av undirskriftainns- avningina fáa øll trý ein prýðislut frá Musikklær- arafelag Føroya. Viðurkenning Musikklærarafelag Føroya Vár B. Jacobsen, Maud W. Hansen og Bergur D. Joensen vórðu tey fyrstu, sum fingu Viðurkenning Musikklærarafelag Føroya Rókur Jacobsen vann sannførandi í fyrsta umfarinum av singer/songwriter kappingini C M Y K 21 20