Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. november 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 223 - 20. november 2004 Í hesum døgum fram- føra nakrir næmingar í framhaldsdeildini í Kommunuskúlanum ein stóran sangleik um skattaoynna. Meiri enn fimti fólk eru partur av leikin- um, sum verður fram- førdur fyri næming- um úr øðrum skúlum í Føroyum SANGLEIKUR Eydna Skaale Eydna@sosialurin.fo Tað er ein sjónliga móð Ingun Hentze, sum kemur at práta við meg eftir fram- førsluna av »Skattaoynni« í ovaru fimleikarhøllini í Kommunuskúlanum í Havn. Í dag hava tvær framførðslur verið, sum vara umleið hálvantriðja tíma hvør, so tað er einki at siga til, at møðin nú byrjar at gera vart við seg. Okkurt skal henda Ingun, sum er samskipari av leikinum, og sum tí eisini hevur høvuðsábyrgd- ina, greiðir frá, at tað heila byrjaði við, at Hanus Joensen, skúlastjóri í Ko m m u n u s k ú l a n u m , spurdi hana, um tað ikki hevði verið eitt gott hug- skot at farið at sett ein leik upp. – Tað botnaði í, at vit trongdu til, at okkurt annað og spennandi skuldi henda. Og so var tað var kanska eitt sindur inspirerað av sangleikinum um Jósef, sum eisini var heilt ótrúliga flottur, greiðir Ingun frá. Hon sigur, at hon hevði góðan hug at standa fyri verkætlanini, men hon setti eina treyt. Tað var, at tey, sum skuldu vera við, skuldu veruliga tíma tað. Tí ein slík verkætlan krevur so nógv, at um hugurin ikki er har, gerst tað sera tungt. – Beint eftir summarfrí- tíðina settu vit lýsingar upp, og bjóðaðu øllum, sum høvdu hug og sum gingu í framhaldsdeildini, at vera við í leikinum. Tá avtornaði, høvdu vit yvir 50 fólk við, so tað var ikki so galið, sigur Ingun. Seinast í august byrjaðu tey at venja. Tey vandu fyrst atskild, soleiðis, at tónleikararnir vandu fyri seg, dansararnir fyri seg, og ymsu senurnar vóru eisini vandar fyri seg. – Fyrstu tíðina var tað kanska nakað forvirrandi fyri leikararnar, tí tey fingu ikki alt leikritið. Tey høvdu bert avrit av tí partinum av leikinum, har tey sjálvi vóru við. So tað var torført fyri tey at síggja eina heild í tí. Tað var eisini ringt at fáa alt at passa saman, tá vit so vandu allan leikin ígjøgnum við øllum. So seint sum í fyrradagin tók tað okkum 8 tímar at koma ígjøgnum leikin. So tað hevur verið sera strævið til tíðir, sigur Ingun. Leikurin, sum er ein sangleikur, hevur bæði leikarar, dansarar, kór, blás- arar (kornettir, saxofonir, klarinettir o.a.) og eitt orkestur. So tað er ikki bara-bara at fáa alt at passa saman. Stór undirtøka Ásannast má, at undirtøkan fyri leikinum hevur verið framúr góð. Útselt er til so gott sum allar sýningar, og eykasýningin er eisini fult bookað. Skriv eru send út til allar skúlar í Føroyum um leikin. Um lærarar eru áhugaðir at koma við einum flokki, skulu teir melda til á skrivstovuni í Ko m m u n u s k ú l a n u m . Kostnaðurin er 20 kr. pr. Høvd, sum skal dekka tær útreiðslur, sum hava verið av at leiga ymiskan útbúna. – Eg satsaði eitt sindur, tí eg slóð tað stórt upp. Hugsað tær, um vit ikki vórðu klár til premieruna… Tað var eisini uppá eitt hangandi hár, at vit fingu samskipað alt. Vit hava vant og vant alt vikuskiftið, fyri at fáa tað at koyra, sum tað skal. Men nú eri eg eisini nøgd. Hetta er ikki Jósef, men tað var eg eisini greið yvir, at tað ikki fór at blíva. Hetta er ein fólka- skúli, og tey gera tað so gott sum tey kunna. Tað eru sjálvandi altíð ting, sum man kundi hugsað sær vóru eitt sindur betur, t.d. ljóðið, men tað gerst so ikki við, sigur Ingun. Tvey hundrað fólk sleppa inn í senn, og tær umleið 10 sýningarnar eru longu fult bookaðar. Ein eykasýning verður, men so mugu leik- ararnir fara aftur í skúla. Ingun sigur, at tað merkist, at næmingarnir eru frustr- eraðir, tí teir eftirhondini hava mist nógvar skúla- tímar. – Vit hava arbeitt í tím- unum, nakrar seinnapartar og eisini í vikuskiftinum. So tað er deiligt fyri okkum øll, at tað eisini er áhugi fyri at síggja leikin. Tað eru tó ikki bert sjón- og tónleikararnir, ið hava verið í sving. Leikurin hev- ur sanniliga eisini verið tvørfakligur. Handverks- breytin og sjóvinnubreytin hava gjørt rekvisittir, húsar- haldsbreytin er eisini inn- drigin, við tað, at tey fríggjdagin fara at gera døgverða til øll í leikinum og tey gjørdu kakur og kaffi til premieruna. Eisini nógvir lærarar hava verið við, m.a. við at gera búnar, pall og at skipa fyri dansin- um, sum er í leikinum. Eisini hava tey fingið hjálp frá MáF. – Eg visti, at tað ikki fór at vera Jósef, men eg vildi allíkavæl, at tað skuldi vera betri enn jólasjónleikurin, sum plagar at vera á hvørj- um ári. Og tað haldi eg eydnaðist, sigur Ingun at enda. Gull og blóð Nr. 223 • Vikuskiftið 20./21. november 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Arafat og Palestina Síða 33–35 BARNABÍBLIA Jóannes Hansen Nakrar Barnabíbliur eru komnar út á føroyskum, og at áhugin fyri sovorðnum bókum er stórur her á landi sæst aftur í, at fleiri teirra eru útseldar. Í vikuskiftinum varð enn ein føroysk smábarna Bíblia givin út. Hon er í myndum og við stuttum tekstum, sum stuðla undir myndirnar. Málbólkurin er 3-7 ára gomul børn. Litføgru og skemtingarsomu, livandi myndirnar tala á serligan hátt til børnini. Ætlanin er, at foreldur, ommur og abbar og onnur vaksin skulu lesa fyri teimum smáu. Allar søgurnar eru úr Bíbliuni, og tær eru skrivaðar á skemtingarsaman hátt fyri tey, sum eru ung av hjarta og sinni, verður sagt á baksíðuni. Forlagið Logos hevur givið út, Bókamið- sølan umsitur søluna, og bókin fæst kring landið. Síðutalið er 450, og hon kostar 180 krónur. Altjóða samstarv Richard Schwartson hevur um- sett bókina til føroyskt. Tað gjørdi hann í fjør. Britt Rasmus- sen og Inga Simonsen hava stuðlað og ráðgivið í tí málsliga, og Hestprent hevur sett føroyska tekstin og passa hann inn í upp- runaligu útgávuna. Søgan aftan fyri, hvussu útgávan er komin í lag, vísir, hvussu tað verður samstarvað kring allan heimin í sambandi við bókaútgávur og ikki minst, hvussu frammarlaga danir eru á hesum økinum. Richard greiðir soleiðis frá: – Í juli mánað í fjør kom eg á bókamessu í Orlando í Florida í samband við danska forlagið Scandinavia, sum eg altíð havi vitað um. Talan var um messu, sum legði serligan dent á kristil- igt tilfar. Danska forlagið hevur í mong ár givið bøkur og rit út á enskum. Teir duga ógvuliga væl at finna samstarvsfelagar og harvið at finna marknaðir fyri tí, sum teir fáast við. Serliga er tað stóri amerikanski marknaðurin, ið er áhugaverdur. Á messuni í Orlando tosaði eg við Scandi- navia fólkini um møguleikan at geva nýggju smábarna Bíbliuna hjá teimum út á føroyskum. Tað var leyst og liðugt. Síðani bókin kom út, hevur tað víst seg, at áhugin er stórur fyri henni. José Pérez Montero hevur teknað. Hann er ættaður úr og býr í Spania. Hann er altjóða kendur teknari, sum hevur tekn- að til fleiri enn 70 barnabøkur. Anne de Graaf hevur skrivað. Hon er ættað úr San Fransisco í USA, og seinastu tjúgu árini hevur hon búð í Írlandi og Hollandi. Nýggja føroyska barnabíblian er samprentað við somu útgávu á øðrum málum. Í summar varð hon útgivin í Danmark, og júst nú er hon prentað á portugis- iskum. Higartil er hon prentað í 180 túsund eintøkum og á ellivu málum: kinesiskum, eingilskum, sponskum, portugisikum, týsk- um, koreanskum, pólskum, ís- lendskum, donskum, føroyskum og eisini á afrikaans, sum mál, ið stvar frá hollendskum, og sum mentist millum tey hvítu í Suðurafrika og Namibia. Bókhandil og forlag Richard Schwartson hevur bara týtt eina bók frammanundan, at hann nú hevur týtt Bíbliuna til smærri børn. Í fjør týddi hann eina fyrstuhjálparbók, sum oljuvinnan stuðlaði útgávuni av. Richard sigur, at ætlanin er næsta ár at geva eina aðra Bíbliu út. Talan verður um bók frá sama forlagi, men sum er ætlað til skúlabørn. Forlagið Logos er knýtt at bókahandlinum Logos. Tað var í 1997, at Richard saman við konuni, Annu, læt upp kristiligan bókhandil í kjallaranum hjá verforeldrunum í J. Nolsøes gøtu í Havnini. Tað var serliga trupul- leikin á lagaligan og skjótan hátt at fáa fatur á tilfari frá ógvuliga stóra amerikanska bókamarkn- aðinum, tá ið tað snýr seg um kristiligt tilfar, sum var orsøkin til, at tey bæði fóru undir at hava bókhandil. Í fyrstuni gekk tað spakuliga, men nú eru vitjanirnar nógvar, og úrvalið er støðugt økt. Ikki bara eingilskt og føroyskt og ikki bara bøkur, men eisini tilfar á eitt nú skandinavisku málunum og fløgur og so mangt annað. Bókhandilin, sum nú altso eisini er vorðin til forlag, hevur eisini góða og fjøltáttaða heima- síðu, sum tað eisini ber til at bíleggja á. Hon eitur logos.fo Nýggj føroysk Bíblia til smábørn Talan er av álvara um altjóða samstarv í sambandi við Bíbliuna til smábørn, sum Richard Schwartson hevur umsett úr enskum. Hon er skrivað og teknað í Hollandi og Spania, Scandinavia forlagið í Keypmannahavn stendur fyri ensku útgávuni, sum serliga er rættað móti amerikanska marknaðinum, og bókin er prentað í Kina á nógvum málum Richard Schwartson hevur við umsetingini og útgávuni av nýggju Bíbliuni fyri smærri børn syrgt fyri, at Føroyar og føroyska málið nú eisini eiga lut í samstarvi, sum eitt nú fevnir um fleiri av stóru málunum í heiminum C M Y K 23 22