leygardagur 20. november 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 223 - 20. november 2004
Nr. 223 - 20. november 2004
25
DANI Á TINDINUM
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin
Myndir: Danmark Radio
Fyrst í áttatiárunum kemur ein
klæntrasligur smádrongur úr
Silkeborg til Føroya at vitja
ommuna og abban í Norðragøtu.
Hetta er á fyrsta sinni, at Simon
er í Føroyum, og hann er, sum
vera mann, spentur at uppliva
fjarskotnu oyggjarnar í Norður-
atlantshavi. Á vitjanini í Føroy-
um sleppur Simon at royna seg
til útróðrar og er eisini við í
klipping. Á ferðini er hann
kortini mest hugtikin av, hvussu
stórir allir bilarnir eru í Føroy-
um, tí vegirnir eru nógv smalari
enn í Danmark.
Smádrongurin, sum vitjaði
ommuna og abban í Gøtu, er nú
blivin vaksin. Eftir lokið stu-
dentsprógv í Silkeborg, eitt
háskúlaupphald, eitt rend til Los
Angeles, eina miseydnaða roynd
á universitetinum í Århus og eina
nærum fullførda journalistút-
búgving hevur 29 ára gamli
danin, Simon Kvamm, veruliga
nátt tindin í 2004.
Sjálvur triði er hann partur av
sera vælumtóktu sendirøðini,
Drengene fra Angora, sum
verður víst á DR2 og á SvF
hvørt mikukvøld. Innan tónleika-
heimin er hann heldur ikki heilt
eiðasørur. Simon er frontmaður í
danska rockbólkinum, Nephew,
sum stóran part av árinum hevur
verið ovast á tónleikatindinum í
Danmark.
Okkara sjónvarp
Satiriska skemtirøðin, Drengene
fra Angora, hevur verið at sæð á
Danmark Radio í eitt gott ár. Teir
tríggir Esben Pretzman, Rune
Tolsgaard og Simon Kvamm eru
høvuðleikararnir í skemtirøðini,
sum í løtuni er best umtókta
sendirøðin hjá teimum ungu í
Danmark.
Reyði tráðurin í sendingum er
rættiliga svart – og til tíðir
rættiliga langt úti – skemt. Teir
tríggir eru ikki bangnir fyri at
bróta mørk, og halda seg ikki
aftur at gera gjøldur burturúr
álvarsomum tingum.
Fleiri og fleiri fólk setast við
skíggjan hvørt fríggjakvøld, og
herfyri sóu yvir 300.000 fólk
sendingina, og tað er met. Í
Føroyum er sendirøðin eisini
vælumtókt, og tað er serliga
yngra ættarliðið, sum hevur tikið
donsku skemtisendingina til sín.
Vit hava spurt Simon Kvamm,
hvat hugskotið aftanfyri væl um-
tóktu sendirøðina er.
– Vit vildu gera eina sending,
sum vit sjálvir hildu vera
stuttliga at hyggja eftir. Vit eru
allir tríggir nakrir fittir fýrar, og
vit hildu allir, at tað manglaði
eitt sindur av sympatiskum og
fjálgum skemtí í sjónvarpinum.
Hann leggur afturat, at Dreng-
ene fra Angora er eitt mótspæl til
meira hørðu skemtibylgjuna,
sum er ógvuliga væl umtókt
kring heimin.
– Bæði JackAss og Stand up
skemt er rættiliga ósympatiskt og
óndsinnað, og sum oftast hevur
eittans endamál: At heingja ávís
fólk út. Heldur enn at flenna eftir
fólki, vilja vit flenna við fólki.
Okkara konsept er meira fjøl-
broytt enn bara tað at vera grovur
og óndsinnaður. Tak eitt nú
persónarnar, Henning Primdahl
og Baune. Teir eru báðir nakrir
idiotar, men tú fært kortini eina
ávísa sympati við teimum, og
júst sympatiin vilja vit hava
fram, sigur hann
Simon er ikki heilt óvæntað
ógvuliga fegin um, at sendirøðin
er blivin so væl umtókt í Dan-
mark.
– Tað er feitt, at fólk er komin
í okkara heim í Angora. Tá tað
upprunaliga er ein sending, sum
er gjørd við tí fyri eyga, at vit
sjálvir skuldu tíma at hyggja at
henni, ger tað enn betri, tí tað
merkir at sjónvarpsmagurin hjá
fólki er við at gerast betri, vísir
Simon Kvamm á.
Úr veruliga lívinum
Uppkastið til Drengene fra
Angora er bygd um nakrar fastar
tættir og nakrar smáar sketjur.
Flestu persónarnir ganga aftur
viku eftir viku, og eitt felagseyð-
kenni er, at nærum allir persón-
arnir í hvør sínum lagi eru marg-
háttiligir og løgnir.
Úr rúgvuni kann nevnast Kåre,
sum ikki kann sigast at hava
serliga stórt orðaval. Tað einasta
hann gongur runt og sigur er "Ja
nemlig ja" og "Der er ingen
problem".
Spurdur, hvar hugskotini til
margháttligu persónarnar í sendi-
røðini stava frá, svarar Simon
Kvamm, at flestu persónarnir eru
fólk, sum teir kenna frá sínum
egna gerandisdegi.
– Flest øll fólk kenna persón-
arnar aftur. Bobby á súkklulið-
num er sjálvsagt nørdurin, sum
sat á fremsta beinki í skúlanum,
og sum ikki hevur roynt tað stóra
lívinum. Rune er uppvaksin á
bygd í Jútlandi, og har kemur
Kåre frá. Eins og Kåre, so vóru
fleiri persónar í hesari lítlari
bygd, sum ikki dugdu at siga
fleiri enn fimm setningar.
Henning Primdahl er sjálvsagt
tann kjekkaði maðurin, sum
kortini er nokso kiksaður. Pim er
ein tekniseriupersónur, sum
eingin kennir, og tað er eisini
endamálið við honum. Ein
persónur í røðini skuldi vera
fullkomiliga í øðrviti, og tað
endaði við at vera Pim. Baune er
ein typa, sum eg kenni úr
Silkeborg os. fr. fortelur Simon.
Ein fastur táttur í sendingun-
um hevur verið súkkluliðið
"Team Easy On", sum millum
annað var við til súkklukapp-
ingina Tour de France í summar.
Spurdur, hvat endamálið var við
hesum tátti, sum fleiri meta vera
tann stuttligasta í Drengene fra
Angora, svarar Simon Kvamm:
– Upprunaliga høvdu vit av-
gjørt, at ein dokusoap skuldi
vera fast við í sendingini. Vit
komu eisini skjótt eftir, at tað
skuldi vera ein fyritøka, sum
skuldi vera langt út. Tað varð tí
til eitt súkklulið, sum fekk
navnið Team Easy On, sum jú er
eitt hítumerki. Vit tríggir halda at
súkkluheimurin er komiskur, tí
tú ert nærum ein trælur, sum
slítir seg upp. Vit skilja snøgt
sagt ikki at nakar tímur at vera
súkklari, tí tað er eitt reint
helviti.
Halda fram
Høvuðsmenninir í Angora, Sim-
on Kvamm, Espen Pretzman og
Rune Tolsgaard hava havt eitt
tætt samstarv seinnu árini. Esben
og Rune vóru upprunaliga við í
barnasjónvarpinum á DR, meðan
Simon var handan leiktjøldini í
skemtirøðini, Banjos Likørstue,
sum var send á DR fyri nøkrum
árum síðan.
Tað var í samband við sendi-
røðina, Rockerne, at Espen,
Rune og Simon fyrstu ferð
spældu saman. Í komandi viku
verður seinasti partur av
Drengene fra Angora sýndur,
men teir tríggir hava kortini
ongar ætlanir um sleppa
samstarvinum.
– Vit rigga ótrúliga væl saman
og vit eru samdir um at halda
fram við at samstarva og menna
okkum saman. Orsøkin til, at vit
gevast við Angora er, at okkum
vantar nýggjan íblástur, tí tað er
einki dulsmál, at tað hevur verið
ómetaliga strævið at gjørt send-
ingarnar. Nú vilja vit royna okk-
urt nýtt, og okkurt sum hevur
nýggjar og spennandi avbjóð-
ingar við sær, sigur Simon
Kvamm.
Nephew
Tað er ikki bert innan danskt
sjónvarp, at Simon Kvamm
hevur gjørt vart við seg í ár. Um-
framt at vera sjónvarpsstjørna er
hann eisini limur í danska rock
bólkinum, Nephew, sum eru
millum best umtóktu bólkararnir
í Danmark í løtuni. Bólkurin
hevur í ár havt fleir sangir á
hittlistunum, og herfyri var lagið,
superliga, á ovast rók á donsku
hittlistunum.
Nephew byrjaði í 1996, og
limirnar høvdu stórar ætlanir,
men eftir nøkur ár mistu limirnir
spæligleðina. Spæligleðin kom
kortini aftur, men limirnar
gjørdu kortini av at taka tað
meira róligt.
Hóast bólkurin er millum best
umtóktu bólkar í løtuni, so kallar
Simon ikki bólkin fyri annað enn
eitt síðuprojekt. Spurdur um teir
hava ætlanir um at fáa gjøgnum-
brot uttanlands, svarar Simon, at
ætlanin er at royna, men tað
verður tónleikurin sjálvur, sum
skal gera arbeiðið.
– Tað skal ikki misskiljast so,
at vit ikki taka tónleikin í álvara,
men vit eru samdir um, at vit
allir skulu gera annað, enn bara
spæla tónleik. Herfyri vóru vit á
Nordic Music Awards, og tá
lagaði tað seg so, at okkara bass-
spælari, sum eisini er lækni,
hevði vakt á sjúkrahúsinum, og
tískil kundi hann ikki møta, og
tað vísir bara, at vit hava annað
enn bara tónleikin, sigur Simon
Kvamm.
tá Olof Palme varð skotin?
Johan Mortensen,
tíðindamaður:
– Eg var heima við hús. Eg
hevði júst lagt meg, tá telefonin
ringdi. Hugsaði við mær sjálv-
um, at okkurt mundi vera á vási,
tá telefonin ringdi so seint. Í
hinum endanum var ein starvs-
felagi í útvarpinum, sum var
staddur í Norðurlandahúsinum.
Táverandi stjórin í húsinum,
Karen Flodstrøm, sum var
fyrrverandi sosialdemokratiskur
politikari í Svøríki hevði júst
fingið boðini um, at Olof Palme
var skotin.
Eg bleiv púra skelkaður og
hugsaði, at tað kundi ikki passa, at slíkt hendi í Svøríki. Tað
tyktiskt onkursvegna so nær við okkum í Føroyum. Eg hevði
eisini heilsað upp á hann og tosað við hann nakrar fáar mánaðir
frammanundan.
Vit høvdu gestir, og eg mátti vakja tey við boðunum. Vit fóru
so øll upp og settust at tosa um hetta. Vit royndu eisini at lurta
eftir bæði norska, svenska og danska útvarpinum, men tað var
ikki komið fram tá. So mikið tíðliga frættu vit tað.
Vit vóru heilt illa við av hesum, og tað var ein skelkur, tí tað
skerst ikki burtur, at Olof Palme var stórur - ikki bara í
grannalondum okkara, men í heimspolitikki. Eisini var hann
ein fyrimynd hjá okkum ungu sosialistum tá.
Heidi Petersen,
løgtingskvinna:
– Eg var heima. Hoyrdi um
morðið í útvarpinum um morg-
unin. Eg gekk heima í barsil við
okkara næsta barni tá. Tað, sum
eg serliga kann minnast, er, at
tíðin frammanundan var nógv
merkt av álopum og yvirgangi av
ymsum slagi ymsastaðni í verð-
ini. Men við morðinum á Olof
Palme var tað, sum at tað var
komið til okkara part av heim-
inum. Tað tyktiskt heilt óveru-
ligt, at nakað kundi henda so
nær við hjá okkum, tí í mínum hugaheimi tá, var tað ein heilt
onnur verð, har yvirgangur og líknandi álop komu fyri. So tann
dagin varð tað greitt, at nú var tað eisini komið til okkum.
Øll tosaðu um tað, og tað ávirkaði helst allar føroyingar á ein
ella annan hátt. Hann var jú ein partur av heimssamfelagnum.
Vit lurtaðu allan dagin eftir útvarpinum, og seinni um kvøldið
fingu vit jú myndir inn í stovuna gjøgnum sjónvarpið. So á
onkursvegna hevur tað helst eisini gjørt sítt til, at man varð so
mikið nógv ávirkaður av tilburðinum.
Olof Palme var ein verðinsmaður. Eg minnist hann sum ein
statsmann, sum hugdi nógv longri enn bara til Skandinavia.
Hann hevði ein heilt serligan status sum heimspolitikari.
Fjálgt skemt úr Angora
– Nógv av skemtinum,
sum verður víst í sjón-
varpinum nú á døgum,
er bæði ósympatiskt og
óndsinnað, og tað hevur
ofta bara eitt endamál:
At heingja ávís fólk út.
Vit eru tríggir fittir fýrar,
og vit hildu allir, at tað
manglaði eitt sindur av
sympatiskum og fjálgum
skemti í sjónvarpinum,
sigur Simon Kvamm um
hugskotið at gera
skemtirøðina Drengene
fra Angora
Her eru teir tríggir Kåre, Henrik Solgaard og Simon avmyndaðir á hotelrúminum, sum er karmurin um
sendingina, Drengene fra Angora
C
M
Y
K
25
24