leygardagur 20. november 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 223 - 20. november 2004
Nr. 223 - 20. november 2004
27
FAMILJUDEILDIN
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Maria Olsen
Útsýnið úr vindeyganum er
óvanliga vakurt, og inni kennist
stovan hugnalig og heimlig.
Beint nú er íbúðin tóm, men um
nakrar dagar flytur ein familja
við børnum inn. Her skulu tey
búgva og húsast fyribils í 3
mánaðir, kanska longri, alt eftir
hvussu tað gongst teimum at
læra at liva saman sum familja.
Heima hevur tað ikki gingið nóg
væl, og tí hava tey valt at koma
her á familjudeildina á Barna-
heiminum í Havn, har tey standa
til reiðar at stuðla og hjálpa, so
eisini hesi foreldrini og teirra
børn kunnu gera dreymin um ta
góðu familjuna til veruleika.
Gamal trupulleiki
– Vit gleða okkum at hitta
familjuna, sum skjótt flytur inn.
Tað er altíð spennandi at fáa eina
nýggja familju inn, tí ongin av
teimum er líka. Í so máta eru
familjurnar, sum koma her, ikki
øðrvísi enn aðrar, sigur Hallbjørg
Lamhauge, leiðari á Familju-
deildini á Barnaheiminum.
Seinastu tvey árini hevur hon
verið tann, sum tekur ímóti, tá
enn ein føroysk familja hevur
tikið av tilboðnum um at fáa
hjálp á Familjudeildini, so at tey
kunnu koma at trívast saman.
Orsøkirnar til, at tey hava tørv á
hjálp, kunnu vera líka ymiskar,
sum familjurnar eru, men felags
fyri tær flestu er, at tey vaksnu
kenna tað trupult at megna upp-
gávuna sum foreldur. Tí er
barnaverndin í flestu førum
komin inn í myndina og hevur
mælt teimum til at fara á
Familjudeildina, har tey í eitt
styttri ella longri tíðarskeið
kunnu búgva og fáa stuðul og
hjálp frá røttu fakfólkunum.
– At ein familja hevur ilt við at
trívast saman er jú ikki nakar
nýggjur trupulleiki. Tað nýggja
er heldur, at barnið er komið so
nógv í fokus seinastu árini, og
børnini eru sum oftast tey fyrstu
at vísa tekin um, at okkurt er í
familjuni, sum tað ikki eigur at
vera. Eisini hava vit øll fráboð-
anarskyldu, um vit varnast, at
okkurt er galið, umframt at bæði
pedagogar, lærarar, heilsusjúkra-
systrar og onnur hava góðar
førleikar til at halda eyga við,
um eitt barn trívist, sum tað skal.
Soleiðis eru trupulleikarnir
lættari at fáa eyga á, enn teir
vóru fyrr í tíðini. Tíbetur, tí tað
gevur okkum møguleika, at seta
so tíðliga inn við hjálpini, sum til
ber, greiðir Hallbjørg frá.
Ein lætti
Tilboðið um at koma á familju-
deildina er bara ein av fleiri
møguleikum, barnaverndin hevur
at bjóða eini familju, sum ikki
sjálv megnar at loysa trupulleik-
arnar longur. Onkuntíð kunnu tó
treytir setast við, sum gera, at
familjan kennir seg noydda at
taka av. Í slíkum førum kann tað
taka nógva tíð og orku at fáa
familjuna at skilja, at hetta nokk
er tann besta loysnin. Men í
flestu førum eydnast tað sum frá
líður at skapa tað góða samband-
ið millum familjuna og starvs-
fólkini, sum skal til, fyri at tey í
felag kunnu fara undir at betra
um samveruna í familjuni.
– Trupla støðan, sum familjan
er í, tá hon kemur her, er jú ikki
íkomin frá einum degi til annan.
Tey allarflestu hava vitað leingi,
at okkurt er galið, men tey hava
kanska ikki rættiliga vita hví, og
hvat tey sjálvi kunnu gera fyri at
skapa ein góðan trivna í familj-
uni. Tí kennist tað oftast, sum
ein stórur lætti fyri tey at koma
her og umsíðir fáa sett orð á
trupulleikarnar og síggja, at tað
ber til at fáa hjálp og ikki minst,
at tey ikki eru tey einastu, sum
hava familjutrupulleikar, sigur
Hallbjørg og sipar til, at tað sum
oftast búgva 3 familjur á deildini
í senn.
Børnini bera eyðkennini
Eitt uppihald á familjudeildini er
ein serstakur møguleiki at fáa
eina góða heildarmynd av teim-
um trupulleikum, sum afturvend-
andi kunnu stinga seg upp í eini
familju, greiðir Hallbjørg frá.
Samanborið við barnaverndirnar,
sum ofta bert hava einstakar vitj-
anir í heiminum at meta út frá,
so hava starvsfólkini her á deild-
ini møguleika at fylgja við í
gerandisdegnum hjá familjuni
hvønn dag í í minsta lagi 3 mán-
aðir, ofta longri. Ígjøgnum eyg-
leiðing og samrøður ger starvs-
fólkið sær eina mynd av, hvørjar
støður familjan hevur ilt við at
handfara og hava møguleika at
traðka til, tá støðan uppstendur,
so hjálpin kann verða so konkret
og viðkomandi, sum til ber.
– At ein familja mistrívist
kemst oftast av, at tey hava ilt við
at tosa saman uppá ein mennandi
máta, ella tí foreldrini ikki rætti-
liga duga at seta sín egna tørv til
viks, fyri at vera nakað fyri
børnini. Ofta hevur gerandisdag-
urin hjá familjuni verið sera
óskipaður, har tey til dømis hava
vent upp og niður uppá nátt og
dag, umframt at sovorðið sum
máltíðir og at gera skúlating,
sum helst skal hava sítt fasta
pláss í eini familju við børnum,
er farið út av lagi. Børn trívast
best í einum skipaðum gerandis-
degi, har tey vita frammanundan,
hvat skal henda og nær, og tí
verða tey serliga rakt av teimum
óskipaðu og tilvildarligu umstøð-
unum, tey liva í. Og tí verða tað
ofta tey, sum bera eyðkennini,
sum vísa, at øll familjan hevur
tað trupult, sigur Hallbjørg.
– Ein sovorðin familja er ofta
komin inn í eitt mynstur, har øll
hava fingið ein keðiligan leiklut.
Tey eru kanska læst fast eini
oyðileggjandi ringrás, sum tað
ofta krevur heilt grundleggjandi
broytingar at koma úr aftur. Eitt
tað fyrsta, vit gera, er tí at royna
at skipa gerandisdagin av nýggj-
um saman við familjuni, greiðir
Hallbjørg frá.
Finn tað góða
Øll vilja børnum sínum tað
besta. Eisini tey, sum koma her á
deildina, sigur Hallbjørg avgjørd.
Hennara royndir vísa, at tað
oftast gevur tey bestu úrslitini,
um tú fokuserar uppá tað posi-
tiva, sum sjálvandi altíð er at
hóma onkustaðni, og stimbrar
familjuna til at halda á við tí, í
staðin fyri bara at finna feilir og
peika á tann óhepna atburðin.
– Ein týðandi liður í okkara
ráðgeving er at taka samveruna í
familjuni upp á sjónband og so
aftaná eygleiða tað, sum hendir,
saman við familjuni. Hetta er
tann sokallaði Marte Meo
arbeiðshátturin, sum gongur út
uppá, at ráðgeva út frá teimum
støðum í samskiftinum, sum
eydnast væl, seta orð á tað og
stimbra til endurtaka hendan
mátan at vera saman framyvir.
Tankin er, at vit øll hava tað í
okkum, sum skal til, fyri at
skapa eitt positivt samskifti við
hvønn annan. Vit vita bara ikki
altíð, hvussu vit skulu gera og
duga tí ikki nóg væl at gera tað
til ein vana, greiðir Hallbjørg frá.
Ein annar liður í ráðgevingini
er, at starvsfólkini hvørt kvøld
skriva dagbók, sum síðani verður
lisin saman við familjuni. Dag-
bókin er eitt slag av samandrátti
av tí, sum er hent í familjuni
gjøgnum dagin og er tí eitt gott
høvi at tosa um, hví tað gekk,
sum tað gekk, ella rudda ymsar
misskiljingar av vegnum.
– Bæði starvsfólk og familj-
urnar eru serliga glað fyri dag-
bókina, tí hon er við til at skapa
álit og tryggleika, og tí hon
gevur familjuni møguleika at
vísa á, at tey kanska als ikki hava
lagt tað sama í eina hending,
sum starvsfólkini. Tað kann so
aftur vera við til at skapa eitt
gott prát um, hví vit fata ting
ymiskt, sigur Hallbjørg.
Ongin uppskrift
– Eitt tað mest týðandi í hesum
arbeiðinum er, at tú ikki kroystir
tínar egnu sannføringar og lidnar
loysnir niður yvir familjuna, tú
skalt vegleiða. Tað finst ongin
endalig uppskrift uppá, hvussu
ein familja skal uppføra seg, og
eg havi ikki enn hitt nakra væl-
virkandi familju, sum ikki eisini
kennir til trupulleikar, sigur
Hallbjørg. Hon leggur afturat, at
tað ger tað ikki lættari hjá nøkr-
um av okkum, allatíðina at síggja
hesar glansmyndirnar av eydnu-
ríkum familjum í til dømis sjón-
varpslýsingum, so tú næstan fært
ringa samvitsku, bara tú letur eitt
øvut orð fella.
– Vit eiga eisini at ansa eftir, at
vit ikki verða ov skjót til at gera
av, hvat er "tað besta" at gera
saman við børnunum. Eitt lítið
dømi er, at her hjá okkum er tað
mest sum ein viðtikin semja um,
at nakað av tí besta, tú kanst
gera, er at lesa søgu fyri børnun-
um, tá tey fara í song. Eg ivist
ikki í, at hetta er ein góð og
stimbrandi løta fyri tey flestu,
men vit skulu líka minnast til, at
ein stórur partur av heiminum als
onki kennir til hetta. Teirra børn
fara neyvan kedd í song hvørt
kvøld av teirri orsøk, so sjálv-
andi finnast tað aðrir, minst líka
góðir mátar at siga góðanátt
uppá, sigur Hallbjørg.
Sosialur arvur?
Hallbjørg heldur tað bera illa til
at siga nakað generelt um, hví
samveran í summum familjum
gerst so trupul, at foreldur og
børn til endan ikki megna at liva
saman í gerandisdegnum uttan
mistrivna. Men felags fyri okk-
um øll er, at vit á onkran hátt
altíð taka tað við okkum víðari,
sum vit hava fingið við heimaní-
frá. Vit gera okkum øll tankar
um, hvat var gott og minni gott,
hvat vit sjálvi fegin vilja geva
okkara egnu børnum, og hvat vit
allarhelst vilja spara tey fyri.
Men tíverri hendir onkuntíð tað
beint øvuta, so at vit uttan at vita
av tí, bera okkum at móti okkara
børnum, júst á tann hátt, vit ikki
ætlaðu. Ofta er hetta ein atburð-
ur, sum er so rótgrógvin í okkum
frá uppvøkstrinum, at hann
spøkir aftur, uttan at vit varnast
tað. Á ein løgnan hátt kann hetta
skapa eitt slag av tryggleika, tí
vit jú eru von við og kenna okk-
um heima í støðuni. Hinvegin,
um eitt menniskja ongantíð
hevur kent til umsorgan og ein
positivan máta at tosa saman, har
øll vórðu vird sum menniskju, so
hava tey ofta heldur ikki hesar
førleikar í sær at brúka og geva
víðari.
– Sæð uppá hendan mátan,
snýr hetta seg í summum førum
kanska um sosialan arv, uttan at
hetta skal skiljast sum ein
lagnudómur, sum tað ikki ber til
at broyta. Við teimum røttu am-
boðunum og góðum samrøðum
trúgva vit øllum førum uppá, at
tað ber til at bróta tann sosiala
arvin, so hann ikki verður førdur
víðari í næsta ættarliðnum. So
sjálvt um trupulleikarnir longu
hava stungið seg upp, tá vit møta
familjunum, so hevur okkara
arbeiði vónandi eisini eina fyri-
byrgjandi ávirkan, sigur leiðarin
á familjudeildini.
Geva familjudreyminum ein kjans afturat
- Trupla støðan, sum familjan er í, tá hon
kemur her, er jú ikki íkomin eftir einum
degi. Tey allarflestu hava vitað leingi, at
okkurt er galið, og tí kennist tað oftast,
sum ein stórur lætti fyri tey, tá tey síggja, at
tað ber til at fáa hjálp, sigur Hallbjørg
Lamhauge, leiðari á Familjudeildini á
Barnaheiminum
• Deildin varð sett á stovn í 2002
• Tað er barnaverndin, sum mælir familjum til uppihaldið á
Familjudeildini
• Familjurnar kunnu vera foreldur ella støk við børnum, barnakonur
ella kvinnur, sum júst hava átt.
• Vanliga varar uppihaldið 3-6 mánaðir - tó onkuntíð longri.
• Pláss er fyri 3 familjum, sum búgva í hvør síni íbúð á deildini.
• Familjurnar hava sjálvar ábyrgdina av sínum børnum, máltíðum og
vanliga húsarhaldi.Tó eta familjurnar døgurða saman 4 ferðir um
vikuna.
• Familjurnar hava skyldu til at taka lut í tí frálæru og tiltøkum, sum
deildin skipar fyri.
• Í vikuskiftunum kunnu familjurnar fara heim, um tær ynskja tað.
Leiðari á deildini er Hallbjørg Lamhauge, sosialráðgevi og
familjuráðgevi
Fakta um Familjudeildina
Hallbjørg Lamhauge, leiðari,
gleðir seg til at taka ímóti eini
nýggjari familju, sum næstu 3
mánaðirnar skal húsast í hesi
íbúðini á Familjudeildini á
Barnaheiminum
C
M
Y
K
27
26