Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. november 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 223 - 20. november 2004 Nr. 223 - 20. november 2004 29 Lýs teg sjálvan við trimum orðum: – Hmm... ja, fjølbroytt og ehm... erlig og snarsint! Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast: – Eg brúki nokk so ofta fastar vend- ingar, so sum..»nei tvætl« og »fínasta slag«... Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? – Samlaðu heildini. Ikki nakað serligt soleiðis, haldi eg, men bert manninum yvirhøvur Hvussu langa tíð nýtir tú at gera teg kláran um morgunin? – Eg nýti einar 15- 20 minuttir uppá meg sjálva. Men so havi eg tvey børn, ið taka sína tíð um morgunin. Við teim- um kemur tað nokk upp á ein góðan tíma. Hvat stressar teg? – Telefonir! Og fólk, sum gera avtalur og síðani bróta tær. Tey lova, koma ikki allíkavæl og so fær man allar umsjiln- ingarnar dagin eftir... Tað stressar m e g Hvat gleðir teg? – Børnini! Men eisini humor á arbeiðs- plássinum. Tað, at man ikki tekur lívið alt for tungt, tað gleðir meg í gerandisdegnum. Nær feldi tú seinast eitt tár? – Tað var tá eg hoyrdi um gísla- tøkuna í Belsan. Um øll skúlabørnini har. Tað gjørdi meg virkuliga kedda! Nær smakkaði tú tær seinast á, ella vart í vertskapi? – Tað var fyri um- leið tveimum vikum síðani, tá eg var í einum góðum brúd- leypi. Hvat var seinasta ynski, sum tú varð uppfylt? – Tað var í dag, tá eg fekk at vita, at stjórastarvið til Tjóðpall Føroya kemur í tann lønar- flokk, sum eg vildi hava tað. So nú fara vit at søkja eftir stjóra... Hvat er besta uppfinning? Hví? – Ja, so er tað tað, hvussu specifikkur man skal vera... Eg haldi, at uppvaski- maskinan er ein fantastisk uppfinn- ing, tí eg orki ikki fyri at vaska upp, haha... Nær flutti tú heimaní- frá, saman við hvørjum? – Tá eg var 18 ár flutti eg saman við honum, sum nú er maðurin hjá mær. Vit fluttu í eina íbúð í Klaksvík. Hvat hevur tú í lummunum beint nú? – Einki! Nú valið er yvirstaðið er tað bert ein kommuna, ið ikki fekk kvinnuligan býráðslim. Hvør kommuna var tað? – Uha... Ja, hvar var tað... Jú, var tað ikki í Runavík? Jú púra beint! Runavík er einasta býráð uttan konufólk. Títt besta heimaráð? – Tað er at koyra eitt lítið sindur av hunangi í, sum tað síðsta, tá tú gert sós ella sterkan mat. Tað líkasum rundar av og ger tað ordiliga lekkurt. Hvør skal næstu ferð setast í bláa stólin? – Tað skal Jóannes Djurhuus. Hann er granskari, semings- maður og sprelli- maður. Ein ótrúliga samansettur persónur, sum eg kundi hugsað mær at sæð næstu ferð. Annika Sølvará • 35 ár • Setursskrivari SAMRØÐA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Sum ein partur av sínari førleika- menning fór Barbara á Tjaldra- fløtti til Íslands herfyri at arbeiða í íslendska forsætismálaráðnum. Uppgávan var greið framman- undan. Hon skuldi royna at seta seg inn í tað sama, sum hon til dagligt sjálv fæst við á løgmans- skrivstovuni í Tinganesi. Hetta við at embætisfólk úr føroysku miðfyrisitingini kunnu fara til arbeiðis í tí íslendsku kom í lag gjøgnum eina avtalu, sum Anfinn Kallsberg, táverandi løgmaður gjørdi við táverandi íslendska forsætisráðharran, Dávid Oddson. Líknandi arbeiðshættir Barbara kannaði millum annað uppgávurnar hjá íslendska for- sætisráðharranum og samanbar við uppgávur løgmans. Hon sigur, at í prinsippinum er talan um líknandi rytmur í húsinum. – Íslendski forsætisráðharrin heldur til dømis eisini røðu, tá Altingið kemur saman, og hann heldur eisini eina nýggjársrøðu, greiðir Barbara frá og leggur afturat, at arbeiðshátturin í íslendsku miðfyrisitingini líkist nógv honum í Føroyum. Barbara nevnir onkrar munir millum til dømis hvørji málsøki liggja í íslendska forsætismála- ráðnum í mun til løgmans-em- bætinum í Føroyum. Eitt av málsøkjunum er búskaparstýring, sum forsætisráðharrin í Íslandi umsitur. – Hvørjaferð okkurt snúði seg um búskap, so var tað forsætis- ráðharrin, sum úttalaði seg, greiðir Barbara frá. Somuleiðis samskipaði hann alt, sum hevði nakað við KT- vinnuna at gera, strategiir av ymsum slagi, og í samstarvi við onnur Norðurlond er forsætis- málaráðið við til at skipa fyri ráðstevnum. – Hatta málsøkið verður um- sitið av Vinnumálaráðnum í Før- oyum, sigur Barbara og heldur fram, at í og við at Ísland hevur fullveldi, hava tey uttanríkisráð- harra. Eitt málsøki, sum í Føroy- um verður umsitið av løgmanni. Løgmansfundir Barbara heldur, at tað eru nøkur viðurskifti, ið virka betur í før- oysku miðfyrisitingini enn í tí íslendsku. – Fyrireikingin í sambandi við stjórnarfundir í Føroyum er betri fyriskipað enn í Íslandi. Lands- stýrismenninir fáa alt tilfarið nakrar dagar undan einum fundi, og harvið eru teir betri kunnaðir um málini hjá hvørjum øðrum, sigur Barbara á Tjaldrafløtti. Hon greiðir frá, at í 2000 byrj- aði táverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg at hava fundir við hvønn landsstýrismannin sær. Saman við aðalstjóra, løgmans- stjóranum og einum skrivara vóru hesir sokallaðu løgmans- fundirnir hildnir. – Jóannes Eidesgaard, løgmað- ur hevur valt at styrkja um sam- skipandi uppgávuna, og eg dugdi ikki at síggja nakað líknandi í Íslandi. Men hinvegin hava íslendarar eitt nógv størri floks- apparat aftan fyri flokkarnar og hartil eru bert tveir flokkar í samgongu. So tað er ongin ivi um, at tað politiska er betur samskipað har enn í Føroyum, sigur Barbara. Lógarásett miðfyrisiting Eitt annað, sum Barbara gav sær nógv far um í Íslandi er, at har er ásett við lóg, at miðfyrisitingin skal telja 13 aðalráð, meðan tað í Føroyum er meiri flótandi. Und- anfarna valskeið vóru níggju aðalráð, meðan tey í dag eru vorðin til sjey. – Orsøkin til, at tað er ásett við lóg, er søgulig. Tað var lítið skil á, áðrenn lógin kom. So hon varð sett í gildi fyri at fáa alt í fastar rammur, sigur Barbara á Tjaldra- fløtti. Ein aðalstjóri í íslendsku mið- fyrisitingini verður settur í fimm ár ísenn. Ein ráðharri hevur somuleiðis heimild til at taka ein ráðgevara við sær inn í ráðið at arbeiða. Ein sokallaðan "spin- doktara", sum aloftast fylgir sínum politikkara úr starvi í starv. Ein tílíkur hevur tað til uppgávu at bera vitan millum politikkaran og fyrisitingina – umframt at hann hevur eitt tætt samstarv við flokkin. Men ein tílíkur ráðgevi hevur ongar heim- ildir til at taka nakrar avgerðir ella nakað tílíkt. Sum dømi nevnir Barbara, tá skiftið millum íslendska uttan- ríkisráðharran og forsætisráð- harran fór fram. Tá var hon stødd í Íslandi. – Tá fóru fimm av 12 starvs- fólkum við honum í uttanríkis- ráðið at arbeiða. Politiski ráð- gevin sjálvandi. Men tað sum undraði meg var, at stjórnar- skrivarin og tvey onnur eisini valdu at fara. Harafturat bleiv aðalstjórin sendimaður í Týsk- landi, greiðir Barbara á Tjaldra- fløtti frá. Hon spurdi starvsfólkini í íslendsku miðfyrisitngini, hvussu lógarásetta fyrisitingin virkar. Har hildu tey flestu, at hon virkar væl, men at tað skjótt blívur ov stirvið. Tí hava aðastjórarnir í ís- lendsku fyrisitingini sett eitt arbeiði í gongd, har ein reglugerð um rokering av starvsfólkum verður gjørd. – Harvið kunnu starvsfólk í fyrisitingunum ogna sær eina breiðari vitan um tey ymsu polit- isku økini, og harvið hevði tað lætt munandi um samskiftið, heldur Barbara, sum ikki heldur, at tað átti at verið nakað bein í at sett eina tílíka rokeringsskipan í verk í føroysku miðfyrisitingini. – Tað hevði sikkurt verið eitt hol í í eina tíð, men eg dugi ikki at síggja, at tað hevði verið so øgiliga trupult, heldur Barbara. Hevði farið aftur Barbara arbeiddi í íslendska forsætismálaráðnum í ein mánað. Henni dámdi sera væl, og hon sigur, at hatta var ein upplagdur møguleiki til at víðka sjónar- ringin. - Eg fekk høvi at síggja, hvussu tey arbeiða aðrastaðni enn í Føroyum, sigur hon. Tað heldur hon, at ein kann læra nógv av, men samstundis heldur hon eisini, at hon sam- stundis fekk eyga á nøkur viðurskifti, sum veruliga virka væl í Føroyum. Hon hevði gjørt sær ein mál- setning, áðrenn hon fór. Men hon varnaðist mong onnur viður- skifti, sum hon ikki beinleiðis hevði givið sær far um áðrenn. Barbara heldur ikki, at ein mánaður var ov stutt. Maðurin og bæði børnini vóru við allan mánaðin. Tey búðu í einari íbúð mitt í Reykjavik, og børnini fóru í ein skúla. – Ein mánaður var ov stutt fyri tey at veruliga fáa vinir, men tað var akkurát passaligt til mína uppgávu. Men um eg skuldi til arbeiðis fyri tey í fyrisitingini, so haldi eg, at eitt heilt ár, hevði verið meiri passandi, sigur Barbara á Tjaldrafløtti, sum púra ivaleys játtar, tá hon verður spurd, um hon hevði tikið av eina aðru ferð, um høvi býðst. – Men so skuldi tað verið í einum øðrum landi, sjálvandi, sigur stjórin á Stjórnardeildini í Tinganesi, Barbara á Tjaldra- fløtti. Til arbeiðis í íslendska forsætismálaráðnum Herfyri var stjórin á Stjórnardeildini í Tinganesi, Barbara á Tjaldrafløtti, og arbeiddi í íslendska forsætismálaráðnum. Hennara uppgáva var at eygleiða og kanna, hvussu arbeitt verður har í mun til á løgmansskrivstovuni í Føroyum. Hon letur sera væl at og sigur ivaleys, at hon hevði gjørt tað umaftur til eina og hvørja tíð Barbara á Tjaldrafløtti er stjóri á Stjórnardeildini í Tinganesi. Herfyri var hon í íslendska forsætismálaráðnum og eygleiddi teirra arbeiðshættir, mannagongdir og umsiting Mynd: Jens K. Vang C M Y K 29 28