leygardagur 20. november 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 223 - 20. november 2004
Nr. 223 - 20. november 2004
31
løgum við køldum sjógvi, sum
minka um ferðina, til teir hava
regulerað hana við at pumpa
meira bensin út úr tanganum.
Ljóskastarar eru settir á húsið,
og meðan teir lata seg søkka
niður í dýpið, lata teir ljóskastar-
arnar javnan senda einsamallar
strálur út í bølamyrka sjógvin.
Teir fara fram við heilum
"skýggum" av plankton, og
Jacques heldur fyri, at hetta
minnir um kavaflykrur, sum fara
øvutan veg.
Spakuliga snýkir kuldin frá
kalda sjónum seg inn í húsið, og
teir báðir menninir byrja so
smátt at gerast kaldir. Búnarnir
gjørdust vátir, tá ið teir fóru
umborð á bátin. Teir avgera at
skifta klæðir, men hetta er ikki
nøkur løtt uppgáva í tronga
rúminum.
…
Eftir at Jacques Piccard saman
við pápa sínum hevði gjørt
nakrar væleydnaðar royndir við
Trieste, fekk amerikanski flotin
áhuga fyri kavbátinum. Í 1958
keypti flotin bátin og bjóðaði
Jacques starv sum konsulentur.
Samstundis verður gjørt av at
styrkja alla konstruktiónina,
soleiðis at hon kann tola velduga
trýstið í djúpastu veitum á
havinum.
Nýggja húsið verður bygt av
Krupps í Týsklandi.
Øll konstruktiónin verður
roynd á amerikansku støðini í
San Diego, áðrenn kavbáturin
verður fluttur til oynna, Guam,
har amerikumenn hava eina av
sínum kyrrahavsstøðum, sum
liggur nakrar hundrað kilometrar
frá Marianerveitini og Challeng-
erdýpinum.
Tá ið amerikanski admiral-
urin, Ralph James, vitjar her-
flotastøðina, vísir Don Walsh
honum sjálvsagt styrktu útgáv-
una av Trieste. Ralph spyr,
hvussu tað ber til, at húsið er so
væl sett saman, og at kantarnir
við samansetingini eru so slættir
og síggjast so lítið. Tá ið Don
fortelir Ralph, at stykkini, húsið
er sett saman av, eru límað
saman, sigur admiralurin: "Her í
flotanum líma vit ikki skipini
saman…"
Don fær til uppgávu at útvega
sær og starvsfelaganum grønt
ljós fyri kanningarferðini niður á
heimsins størsta dýpið.
Hann fer yvir til Washington,
har hann verður sendur frá eini
skrivstovu til aðra. Eingin í flota-
leiðsluni torir at taka ábyrgd fyri
hesi vandafullu kanningarferð.
At enda gevur ovasti leiðarin í
amerikanska herflotanum,
admiralurin Arleigh Burke, grøn
ljós. Hann góðkennir ætlanina,
men leggur samstundis dent á, at
ferðin skal fremjast í loyndum og
ikki almannakunngerast framm-
anundan. Einki má leka út, fyrr
enn ferðin er liðug. Verður
rannsóknin eitt fiasko, fer hon at
geva herflotanum ringa umtalu,
væntar admiralurin og vísir til
tær fyrstu royndirnar úti í rúmd-
ini um somu tíð.
Teir fyrstu satelittarnir vóru
sendir í ringrás um jørðina, og
tey fyrstu djórini vóru send á
stutta ferð út í rúmdina. Men
miseydnaðu royndirnar eru eisini
fleiri, og um allan heimin eru
rúmdarævintýrini hjá USA um
hetta mundið til láturs.
…
Ætlanin við Trieste fær heitið,
Nekton, og á Guam-oynni í
Kyrrahavinum arbeiðir eitt lið
við 14 monnum í loyndum við at
fyrireika avgerandi ferðina.
Tann 15. november 1959 er
tíðin komin til enn eina roynd.
Jacques Piccard og Andy
Rechnitzer, fara næstan 6.000
metrar niður í Kyrrahavið og seta
samstundis eitt nýtt heimsmet.
Jólafrítíðin um ársskiftið,
1959/1960, verður nýtt til venj-
ingar, soleiðis at tann krevjandi
kanningarferðin, sum liggur fyri
framman, kann seta seg í rygg-
mergin.
Í januar 1960 setir manningin
á Trieste enn eitt nýtt heimsmet,
tá ið teir fara niður á 7.500 metra
dýpi.
Tvær vikur seinni er mann-
ingin til reiðar at fara niður á
heimsins størsta dýpi.
Trieste er í vánaligum líkind-
um sleipaður av flotastøðini á
Guam-oynni og liggur nú klárur
á leiðini við Challengerdýpið.
Í Washington hevur ovasta
leiðsla herflotans fingið kaldar
føtur. Teir senda eitt fjarrit til
Don Walsh við orðunum:
"Gjøgnumførið ikki ætlanina".
Men tá ið eitt av skipunum, sum
við eru, fær fjarritið, nevniliga
herskipið, Lewis, eru Piccard og
Walsh longu farnir umborð á
Trieste. Skiparin á Lewis svarar
høfliga aftur, at hann skal bera
boðini víðari so skjótt sum
gjørligt. Hann goymir fjarritið
burtur, og ikki fyrr enn fleiri ár
seinni frættir Don Walsh um tað.
…
Niður gjøgnum dýpið gongur alt
eftir ætlan.
Piccard og Walsh stýra ferðini
niðureftir. Stívliga 6.000 metrar
niðri, byrjar ferðin niður í sjálva
Marianerveitina, og ferðin niður
eftir verður minkað niður í 0,3
metrar um sekundið.
Um middagsleitið eru teir
niðri á 10.000 metra dýpi.
Á ekkoloddinum kunnu teir nú
hóma botnin, men knappliga
ljóðar ein hvøllur brestur. Alt
skelvir, og teir ána ikki, hvat er
hent. Teir kanna øll tól, men
síggja einki óvanligt. Eftir nakrar
nervapirrandi minuttir, halda teir
fram við ferðini.
Klokkan 13.06 lendir Trieste
friðarliga á botninum í
Challengerdýpinum. Eitt sindur
av ljósum dusti kemur upp av
botninum. Skjótt legst dustið
aftur, og ígjøgnum eitt lítið, men
tummatjúkt kúgvaeyga úr pleksi-
glasi síggja teir til sína stóru
undran ein flatfisk!
Eingin serfrøðingur hevði tá
hildið tað verið møguligt, at
nakað livandi fanst á slíkum dýpi
– bæði tí, at har er eingin ilt og
tí, at trýstið á einum so stórum
dýpi er meira enn 1000 atmo-
sferur ella næstan 200.000 tons!
…
Í tjúgu minuttir steðga Piccard
og Walsh á botninum í
Challengerdýpinum. Í hesum
tíðarbili gera teir báðir vísinda-
ligar mátingar. Somuleiðis kanna
teir orsøkina til hvølla brestin og
ristingarnar á vegnum niðureftir.
Orsøkin til hendingina vísir seg
at vera, at ein rútur í einum
forkamari til sjálvt húsið er
klovin – helst tí, at stálið hevur
givið seg av velduga trýstinum.
Klokkan 13.26 sleppa teir
nøkrum stálloddum, og sum ein
áminning um stuttu vitjanina
detta loddini niður á botnin, har
tey vera liggjandi.
So hvørt, sum Trieste lætnar,
byrjar spakuliga ferðin uppeftir
aftur. Ferðin gongur uttan
trupulleikar, og klokkan 16.56
kemur Trieste undan aftur
vatnskorpuni.
Løtu seinni kemur fyrst
Jacques Piccard og síðan Don
Walsh grulvandi út ígjøgnum
lúkuna. Báðir eru teir ísakaldir,
men annars væl fyri.
Don Walsh kallar dagin "ein
arbeiðsdagur sum allir aðrir",
men noyðist tó at viðganga, at
hendan ferðin hevur gjørt teir
báðar heimskendar.
Sum ein staðfesting av hesum
degnum, verður næsta dagin ein
lítil kassi við amerikanskum
fløggum søktur á leiðini, har
ferðin hjá teimum báðum byrj-
aði. Kassin søkkur skjótt og
liggur væntandi sum eitt minni á
botninum í Challengerdýpinum í
dag. Men tað veit eingin við
vissu, tí eingin hevur higartil
gjørt Piccard og Walsh bragdið
eftir.
…
Eftir kanningarferðina verður
Trieste kannaður, og nú vísir tað
seg, at húsið er trýst so mikið
saman, at tvørmátið er minkað
ein sentimetur. Hetta er ein av
orsøkunum til, at Jacques
Piccard og Don Walsh fáa nokt-
andi svar, tá teir nakrar mánaðir
seinni ætla sær at endurtaka
kanningarferðina.
Piccard heldur eftir hetta fram
at kanna ymisk dýpir, meðan
Walsh granskar polarøkini. Í
Antarktis verður ein heil fjalla-
keta uppkallað eftir Don Walsh.
Á HAVSINS DÝPI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Kelda: Illustrueret Videnskab
Dýpdarmátarin vísir 260 metrar,
og uttan fyri tann lítla rútin
hevur myrkur lagt seg yvir tann
lítla bátin, Trieste, sum minnir
mest um ein lítlan kavbát. Løtu
seinni eru teir niðri á 500 metra
dýpi, og nú er bølamyrkt. Bert í
lítla húsinum er veikt ljós,
soleiðis at teir báðir menninir
kunnu halda eyguni við tólunum.
Trieste er bygdur til at tola tað
velduga stóra trýstið, sum er
niðri í djúphavinum. Málið hjá
Jacques Piccard og Don Walsh er
ein ferð niður í djúpasta hav, sum
finst undir vatnskorpuni,
nevniliga niður í Challenger-
dýpið í Marianerveitini eystan
fyri Filipinsku oyggjarnar
Her er dýpið meira enn 11
kilometrar!
Aftanfyri 17 sentimetra tjúkku
stálveggirnar í Trieste sita sveis-
iski djúphavsgranskarin, Jacques
Piccard og amerikanski flota-
yvirmaðurin, Don Walsh. Húsið,
teir sita í, er slakar tveir fermet-
rar stórt, og har rúmast eisini út-
gerðin, sum Trieste hevur.
Tað er sunnudagur, 23. januar
1960. Leiðin ber niður í
Marianerveitina í Kyrrahavinum.
Níggju ár frammanundan
hevur eitt bretskt kanningarskip
funnið hetta dýpið, sum teir
góvu navnið, Challengerdýpið.
Teir staðfestu, at talan er um eina
smala veit við røttum fjallasíðum
báðumegin.
Um somu tíð, sum bretar gera
sínar kanningar, er pápi Jacques
Piccard, Auguste Piccard, í holt
við at tekna djúphavsbátin,
Trieste. Saman gera faðir og
sonur fleiri royndir við bátinum.
Piccard-familjan í Sveits
hevur ævintýrhug í blóðinum og
eftir at hava sett eitt met fyri og
annað eftir í ballónflúgving, hava
teir nú vent eygunum móti djúp-
havinum, sum um hetta mundið
lítið og einki er kannað.
Auguste hevur funnið út av, at
til ber at fara niður í dýpið eftir
somu prinsippum, sum tú fert
uppeftir í eini ballón: Tú skalt
bert hava ein stóran tanga, sum
svarar til ballónina, og hesin
tangi skal kunna regulerast, so-
leiðis at til ber at flyta kavbátin
upp og niður ígjøgnum sjógvin.
Umborð á Trieste er tangin
fyltur við bensini, sum er lættari
enn sjógvur. Tá ið báturin skal á
djúpri vatn, verður ein partur av
bensininum slept úr tanganum,
og sjógvur verður tikin inn í
staðin.
Lítla húsið hongur undir
tanganum, eins og gondolin
hongur undir eini ballón. Í
tveimum rúmum í stóra tangan-
um liggja tilsamans 16 tons av
barlast, sum eru lodd úr stáli.
Hesi hanga føst við elektro-
magnetum, sum Jacques Piccard
og Don Walsh kunnu loysa við at
bróta av streymin, sum heldur
loddini upp á pláss. Soleiðis
kunnu ævintýrararnir – júst sum
skiparin á ballónini kann blaka
sandsekkir fyri borð - geva kav-
bátinum neyðugu uppdriftina ella
seta ferðina móti havsins dýpi
niður.
…
Ferðin byrjar klokkan 8.23 um
morgunin, og ferðin niður í
dýpið er umleið ein metur um
sekundið. Men tað er ikki heilt
so einfalt at stýra ferðini. Á veg-
num niðureftir møta teir fleiri
Piccard og Walsh: Ferðin niður á størsta dýpi jarðarinnar
Tað er trongligt í tí lítla
húsinum, sum Jacques
Piccard og Don Walsh
mugu deila við ein hóp
av útgerð. Trýstið á
serbygda bátin –
"kavbátin" Trieste,
kunnu vit siga - er
øgiligt, og tað veksur
fyri hvønn metur, sum
báturin søkkur longur
og longur niður í tað 11
kilometra djúpa havið.
Longu nú eru teir á
djúpri vatni, enn nakað
annað menniskja áður
hevur verið…
Tað er alda í sjónum, tá ið "kavbáturin", Trieste, verður sleipaður út á leiðina við Challengerdýpið - beint áðrenn tann 11 kilometra langa ferðin niður
móti havsins botni byrjar
Sunnudagin, 23. januar 1960, lendir Trieste á botninum í Challengerdýpinum. Við hesum hava menniskju fyrstu ferð verið niðri á djúpasta bletti
jarðarinnar
Ikki fyrr enn kanningarferðin var liðug, frætti almenningurin um hana. Jacques og Don gjørdust
hetjur og amerikanski forsetin, Eisenhower, bjóðaði teimum í Hvítu Húsini í Washington
C
M
Y
K
31
30