leygardagur 20. november 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 223 - 20. november 2004
Nr. 223 - 20. november 2004
33
UMMÆLI
Kim Simonsen
Nick Cave megnar ikki at
halda støðið sum á gomlu
plátunum. Cave ger í dag
tónleik um kærleika uttan at
hava nakað at siga, eftir er bert
ljóðið av gomlum hjartasorg-
um, ið hann enn ber í barmi.
Tað ljóðar sum ein klisje, men
Cave er í dag alt ov eydnurík-
ur, hann er endaður sum ein
croonari, ein annar Elvis, ið
endaði við at syngja opera.
Tað er eitt kent tema innan alla
list, at listafólk eru noydd at
velja millum listina ella lívið.
Tey, sum velja listina velja ofta
kaos og genialitet, hini velja
lívið og venda listini lívið. Cave
hevur verið eitt kaosmenniskja í
meiri enn tjúgu ár, hann var í
góð tjúgu ár misnýtari av heroin.
Tað var hesi árini hann skrivaði
teir bestu sangirnar, ið hann
framførdi við bólkinum "The
Bad Seeds". Nú hevur hann
fingið konu, børn og er trúgv-
andi. Hetta er gott fyri menniskja
Cave, men listamaðurin hevur
minni og minni at siga. Sama
søgan er galdani fyri David
Bowie, ið gjørdi sínar bestu
plátur í 1970inum og 1980inum,
tá hann livdi eitt garvilt lív og
ikki sá dagsins ljós í eini tjúgu
ár.
Mr. Sadness
Hvat er ein hjartasorg uttan Nick
Cavesa svørtu myrkoygdu gomlu
balladur: "I Let Love In", "West
Country Girl", "People Ain´t No
Good", "Sad Waters", "Love
Letter" og "Far From Me" - hetta
eru kærleikssangir, ið byrja har
sum: "gátufulli longsulin í sálini,
og í kensluni at okkara lív í
hugaheimi okkara er íblásturin
og har harmasangurin nørist fyri
kærleikssangin" hevur Cave sakt.
Og víðari, at: "Kærleikssangurin
er føddur inn í ein heim merktan
av tí óskynsama, tí absurda, tí
burturhugaða, tí melankolska,
trásetta og svaka". Cave er tó
viknaður í seinastuni, er for
eyðnuríkur helst. Fyrra plátan
"Nocturama" er ikki so góð,
meðan "The Boatmans Call" enn
er klassikarin.
Frá punk til blues og gospel
Fyrimyndirnar hjá Nick Cave er
serliga portugisisk yrking,
latínamerikanskt pathos og
Gamla Testamenti. Stundum er
hann erkvisin, eymur, hveppin,
alskin og sárur. Næstu løtuna
lammiterar, garterar hann og
leikar í sum eitt svakt í sym-
bolskum og mytiskum undir-
gangsbrølum. Røturnar hjá Cave
er upprunaliga punktónleikurin,
ið hann royndi seg við í áttati-
árunum við orkestrinum The
Birthday Party.
Hetta er so hin 13. plátan hjá
Nick Cave sum solistur. Fá hava
sum hann dugað at skriva um
vakra og myrka kærleikan.
Hansara privatlív er notoriskt
kent. Seinastu 25 árini hevur
hann livað eitt vilt og destruktivt
lív. Men nú í nøkur ár hevur
hann hildið seg frá narkotika.
Hann er giftur, eigur børn og er
róligari enn fyrr. Eitt enskt
tónleikablað spáddi, at Nick
Cave fór at vera hin næsti
rokktónleikarin, ið endaði í
grøvini. Hansara misnýtsla var
so umfatandi, at bert Keith
Richards úr Rolling Stones og
Iggy Pop, hava verið so langt úti
uttan at doyggja.
Cave er ein myrk útgáva av
Bob Dylan, ein villmaður í mun
til Neil Young. Av og á er hann
eins originalur og Van Morrison.
Hin vegin skrivar Dylan betri
tekstir, Young ger betri løg og
Van Morrison syngur fleiri ferðir
betri enn Cave. Tom Waits er
nógv betur enn Cave í nærum
øllum, fyri ikki at tosa um
Leonard Cohen, ið er nógv meiri
originalir enn Cave, serligani
sum yrkjari.
Sangir um morð, undir-
gang og sorg
Miðskeiðis í nítiárunum gjørdist
Cave heimskendur við sínum
myrku og melankolsku balladum,
um farnan kærleika, longsul,
deyða og sorg. Serliga: "Murder
Ballads" plátan frá 1996 var eitt
kommersielt frambrot fyri
australska sangaran. Cave treivst
tó ikki við hesum breiða fólks-
liga undanvindi. Næsta plátan
var ikki so væl dámd á t.d. MTV,
men tað kom at vera hendan,
kallað "The Boatmans Call" frá
1997, ið skapti virðing fyri Cave
sum listamanni. Her vóru vakrir
sangir sum "Lime Tree Arbor",
"Far from me" og "People Ain´t
No Good". Eini tvey ár eftir hetta
gjørdi hann eina serliga útgávu
av hesum songum kallað "The
Secret Life of the Life Song", har
hann samstundis hevði eina hug-
leiðing um kærleikssangin, um
list, melankoli og hjartasorg.
Cave hevur seinastu árini funnið
okkurt serligt, ið vit sóu aftur í
2001 á plátuni: "No More Shall
We Part", ið meiri var ein hálov-
an av trúfesti og kærleikanum.
Heild ella spjaðing - líst
ella lívið
At tosa um "heild" ella "spjað-
ing" er á ein hátt moralskt,
kanska entá moralistiskt. Ónd
list, svørt list, fólkamorð,
fremmandagerðing, sjálvmorð,
eksistensielt samanbrot hevur
verið ein fastur fylgisveinur í
list, ið hevur haft mín áhuga.
Filmar, musikkur og alt mær
dámar og fáist við fylgir hesum
æstetikki. Modernað fotolist er
t.d. melankolsk. Tað er ein stór
tristessa í gomlum fotoalbumm-
um, ið eingin kennist við. Hetta
er momento mori. Skal eg úttala
meg moralskt, metandi og
vurderandi um modernismuan, er
tað so, at tá hon er myrkast,
vemmeligast, svartast, syrgi-
ligast, mest spjødd og vanda-
mikil og desperat, at hon vil siga
tað sum er av størstum týðningi
og er vakrast- tá elskar hon mest
einstaklingin. Cave var einaferð
ein partur av hesi hugmynd hjá
mær, men á nýggju plártunum
ljóðar Cave enn sum vit kenna
hann, av og á við stillum klaver-
balladunum, har sjelloin og
melankoliin bløðir niður eftir
vegginum, men tekstirnir hava
ikki sama harða, gotiska,
grumma og ræðuliga lyndi yvir
sær, meiri er tað sum ein
tómleiki hevur yvirtikið, sum í
allari symbolismu og seinroman-
tikki. Kærleikssangirnir eru
heldur ikki longur so syndarligir
ella merktir av vanlukku og tí
tragiska. Hesir vanta sorgar-
leikin, syndarligar lagnur og
vanlukkustandin, ið kærleikin
manar fram. Trúðfasti Cave
tilhangarin vantar kanska júst
hetta. Cave hevur funnið frið og
er endaður við einum tryggum
lívsgrundarlagi í einum kaotisk-
um heimi, sum ein vernd og eitt
skjól móti øllum tí ósikra og
ótrygga.
Bargeld er farin og Cave
er keðiligur
Bólkurin "The Bad Seeds" er
samansettur av fólkum sum Mick
Harvey, ið er eitt slag av kapel-
meistara. Hetta er fyrsta plátan
har guitaristurin frá "Einstürz-
ende Neubautens" Blixa Bargeld
ikki er við meiri.
Cave hevur altíð verið ein
romantisk sál, ein myrkur melan-
kolikari og ein sonn hetja fyri
allar gothic fans. Hann er
ávirkaður av blues, av gospel og
av tónleiki frá Suðurstatunum í
USA, sum Blind Lemon Jeffer-
son, John Lee Hooker, Johnny
Cash og Elvis Presley. Sjálvandi
er Cave áhugaður í at skriva seg
inní tónleikasøguna undir liðini á
Dylan, Cash og Cohen, men eg
haldi ikki at hann hevur formatið
longur.
Seinni árini haldi eg at Cave er
versnaður. Síðani plátuna
"Nocturama" haldi eg at hann
hevur einki at skriva um. Honum
vantar at vera nívdur av sorg,
hann sigur beinleiðis á einum
sangi, at hann hevur einki at
siga: "There She Goes, My
Beautiful World (…) Me, I'm
lying here with nothing in my
ears. Me, I'm lying here for what
seems years. I'm just lying on my
bed with nothing in my head.
Send that stuff on down to me."
Onkrir sangir eru tó vakir,
sjálvt um nærum eingin tekstur
er áhugaverdur. Cave syngur
saman við London Community
Gospel Choir, ið ger sangirnar til
gospel.
Hetta er ein hin vánaligasta
plátan hjá Cave. Hann hevur ikki
bert einki at siga, hann hevur
útgivið eina dupulta plátu av "eg
havi einki at siga" sangum. Cave
skuldi bíðað nøkur ár og útgivið
eini tveir av hesum sangunum á
einari plátu, ið taldi eini sjey
sangir. Tað er eingin ivi um at
Cave er í kreppu í hesum døgum.
Nick Cave: "Abbatoir
Blues/The Lyre of Orpheus".
Lýrin hjá Orfeus
– Nick Cave útgivið eina vánaliga dupulta plátu
"She moves among the sparrows
And she walks across the sea
She moves among the flowers
And she moves something deep indise of me (…)"
"Nature Boy"
TINGHELLUANALYSA
Bogi Eliassen
Nú fór hann, hesin skelvandi,
rópandi stríðsmaðurin. Í einari
tilgongd, sum allýsti bæði makt-
spæl og pengagreði hjá teim
nærmastu, fór hesin uppreistar-
maðurin, terroristurin, nobel-
friðarheiðurslønarvinnarin og
ikki minst milliarderurin. Alla
mína tíð hevur hann verið ein av
høvuðspersónunum í tí altíð kók-
andi Miðeystri. Av mótstøðu-
monnum skírdur yvirgangsmað-
ur, av viðhaldsfólki frælsisstríðs-
maður.
Vit hava seinastu nógvu árini,
hoyrt og sæð nógv tíðindi um
Ísrael og Palestina, men hvat
snýr bardagin seg veruliga um?
Søgan
Palestina var eitt bretskt hjáland
til endan av 2. heimsbardaga.
Millum 1. og 2. heimsbardaga
gjørdist Palestina eitt sonevnt
protektorat, sum uttan tíðarætlan
skuldi mennast til fullveldi. Tá
búðu ikki so nógvir jødar í land-
inum. Søgur siga, at Bretland
dag um dag gjørdi óformligar
avtalur við bæði palestinar og
jødar, um hvør skuldi hava
landið. Soleiðis stríddust báðir
partar bæði við vápnum og sam-
ráðingum um at vinna sær rættin
til landið. Eftir hetta var eitt stórt
sirkus, sendinevndir fyri báðar
partar ferðaðust kring allan
knøttin fyri at vinna stuðul frá
heimsins londum, fyri at fáa tey í
sín part og góðkenna teirra stjórn
sum tann suverena fyri táverandi
Palestina, núverandi Ísrael,
skuldi fáa sítt fullveldi. Ein held-
ur løgin partur av hesi søgu
stendur nærhendis Cuzco í Peru.
Har stendur ein kristusstand-
mynd, eftirgjørd tí í Rio, ið sigst
at verða givin av kristnu pale-
stinunum, sum vóru eina diplo-
matiska ferð í Peru, til tess at fáa
Peru at stuðla teim at vinna
landið.
Borgarakríggj var millum part-
arnar upp undir 2. heimsbardaga.
Bretland royndi at finna eina
semju, við býta landið upp í
jødiskt Ísrael og Palestina.
Aftaná hart trýst og yvirgang frá
serliga jødunum, bað Bretland
beint aftaná 2. heimsbardaga ST
koma upp í leikin, sum síðan
gjørdi eitt uppskot, sum minti
um tað bretska. Hetta gav jødun-
um 56% av landinum. Henda
loysnin elvdi til borgarakríggj,
og kanska øll tey kríggini Ísrael
hevði við grannalondini. Endin
var, at Ísrael samanumtikið kom
best frá øllum orrustunum.
Samvitskubit
Ein orsøk til at jødarnir fingu so
góðan stuðul, var at aftaná 2,
heimsbardaga lá Evropa í
skeljasori, flestu lond, íbúgvar
sum leiðarar, høvdu nívandi
samvitskubit av jødahatrinum,
týningunum og forfylgingini, ið
helst var sterk langt uttan fyri
tann týska aksan eisini. Helst tí
var tað ein perfekt skriviborðs-
loysn at geva jødunum lovaða
landið aftur. Soleiðis kundu
evropeisku londini linna sítt
samvitskubit, sleppa av við jød-
arnar og síggja út sum góðdðr,
við at geva plágaða fólkinum
lovaða landið aftur. Gloymt var
bara, at har búðu fólk. Endin var
at jødarnir vunnu, og Ísrael sá
dagsins ljós. Evropa fekk sam-
vitskulætta, og slapp sær av við
stórstu orsøkina til xenofobi,
nemliga jødarnar. Onkuntíð
hevur ein hug at spyrja seg
sjálvan, um muslimar bert eru
komnir í teirra stað.
Umstøðurnar kring skapanina
av tí modernaða Ísrael, lýsa væl
tað altjóða politiska spælið og
tað sum oftani fyriferst, dupult-
spælið. Øll orrustan byrjaði við
tí bretska diplomatiska dupult-
spælinum, at gera eina avtalu við
báðar partar, sum síðan hevur
gjørt tað ógjørligt, at finna ein
millumloysn. Millumloysnin
gerst ikki lættari av, at partar av
báðum pørtum hava sum høvuðs-
mál at leggja hin í oyði. Hetta
hava við sæð nærum dagliga við
orðingum frá Hamas og m.a.
ortodoxum og jødiskum búsetum
í palestinsku økinum.
Friður?
Men hvat nú Arafat er farin?
Ymsar eru metingarnar og oftani
hevur ljóðað, at m.a. USA kravdi
at fáa Arafat frá, fyri at fara
undir at arbeiði við eini loysn
uppá henda trupulleikan. Og
hví? Arafat sat helst ov leingi við
valdið. Kanska var hann persón-
liga ímyndin av mótstøðuni,
persónliga ímyndin av rættinum
til at vera ein palestinentisk tjóð.
Hann var stríðsmaðurin, sum
fyrst við yvirgangi og síðan við
politikki royndi at skapa henda
grundpall. Men hann var eisini
ein valdsgreðingur, sum eina-
helst setti líka nógvar pengar á
bók, sum hann læt fara víðari til
sítt egna fátæka fólk, hetta av
játtanum, onnur lond góvu pale-
stinensisku tjóðini í neyð- og
menningarhjálp.
Møguliga er tað rætt, sum
onkur vil vera við, at nú Arafat
er burtur, er møguleiki at sam-
ráðast um eina friðaliga loysn.
Men er Sharon nakað frægari
enn Arafat?
Eitt er vist, tað letur nakrar
møguleikar upp. Deyði Arafats
letur eisini tað spælið upp at taka
maktina eftir Arafat. Tí kann tað
eins væl syndra tað palestinens-
iska sjálvstðri. Bert fyri at taka
nýggjari dømir úr heimssøguni,
var okkum sagt, at við at seta
Talebanar frá kundi eitt demo-
krati setast inn; við at seta Sad-
dam frá, skuldi verið lag á manni
at fingið eina demokratiska
stjórn har. Sjálvandi kemur ein
ráður kampur um vald í kjala-
vørrinum á slíkum, og tað at
Arafat doyði soleiðis, ger ikki
hesa innanhýsis orrustu minni.
Umframt at sundurlaga Palestina
kann hetta stríðið elva til frak-
tiónir av yvirgangsbólkum, sum
eingin kann stðra, og sum so-
leiðis við yvirgangi kunnu leggja
eina og hvørja friðarætlan í grús.
Hinvegin skulu vit minnast til, at
allar friðarætlanir, sum USA er
við í, verða trðstar av, at jødarnir
í USA hava stóra ávirkan, tí teir
bæði politiskt og fíggjarliga eru
sterkir. Hetta er eitt dømi um, at
uttanríkispolitikkur partvís
verður stýrdur av innanlendis-
politikki. Sama sæst m.a. í USA
mótvegis Kuba. Fáur ivast í at
Kuba fyri langari tíð síðani hevði
verið eitt praktkapitalistiskt
liberalparadís, um USA tók sínar
forðingar av. Hetta vilja
kubanarnir í útlegd í Florida
ikki vita av. Teir ynskja eina
harða kós og teir hava stórt vald
sum valbólkur í Miami, umframt
at Kuba hevur verið ein takksom
fíggindamynd hjá USA at hava.
Valdsspælið
Fyri at venda aftur til Palestina,
standa vit í eini støðu har eingin
veit hvat henda kann. Kappingin
um at taka við valdinum eftir
Arafat og hvør fær valdið, er
avgerðandi fyri um veruligar
samráðingar verða og eftir
hvørjum leisti. Samstundis er tað
avgerandi, um hesin kampurin
fragmenterar Palestina ella ikki.
Landið liggur í einum ófriðalig-
um øki, har vandi javnan er fyri
samanbrestum. Hinvegin so
roynir ES at lata seg upp fyri
samstarvi við hesi øki, gomlu
italsku handilsøkini, sum verða
við sonevndi upprunaavtaluni
fyri Evropa og Miðalhavið, sum
Føroyar eisini verða partur av í
næstum.
At hyggja at Ísrael við stjórn-
málaeygum er løgið. Nógv orka
hevur verið løgd í at byggja upp
eina perfekta valskipan, soleiðis
at øll eru umboðaði. Men hetta
hevur ikki hjálpt, tá t.d. prísurin
fyri vatn í palestinentisku økjun-
um til tíðir hevur verið fleiri
ferðir størri enn í jødiskum
økjum. Valskipanin hevur ikki
megnað at fáa jødar og palestinar
at liva friðaliga saman í sátt og
semju.
Tað er givið, at ein partur av
orrustuni snðr seg um atgongd til
vatn. Fær Palestina tey søguligu
økini, gerst Ísrael illa fyri hesum
viðvíkjandi. Tað er eisini givið,
at týdningarmestu altjóða aktør-
arnir arbeiða fram ímóti at
Palestina fer frá at verða eitt
heimastðri til eitt fullveldi.
Ein ætlan at loysa henda
trupulleikan krevur, at atlit verða
tikin fyri tí standi heimastýrið
Palestina er í. Ringa støðan er
bæði orsakað av stríðnum við
Ísrael, teim vánaligu korunum,
men eisini tí umfatandi mutrin-
um í teirra fyrisiting. Ísrael
hevur í kríggjunum, sum hava
verið aftaná 2. heimsbardaga,
vunnið sær landaøkir og vil ikki
uttan víðari lata alt frá sær aftur.
Neyvan fæst friður í lag, fyrrenn
semja fæst um, hvussu palestinar
fáa sín stat. Hetta krevur at
ísraelittar kenna seg tryggar, og
kemur ikki um víðgongdir partar
av t.d. PLO halda áfram við
sjálvmorðsbumbum
Støðan var eins og steðgað upp
við Arafat. Søguligi møguleikin
við Oslo semjuni fór, tá Rabin
bleiv skotin og aftaná tað var tað
eins og Arafat ikki hevði dirvi
til, sum statsmaður, at seta seg út
um ósemjurnar í baklandinum.
Hinvegin helt hann saman um
Palestina og hevur sitið so mikið
leingi við valdi, at kampurin um
at taka við eftir hann, kann
gerast so harður, at tað skaðar
Palestina álvarsliga. Og var
Arafat ein yvirgangsmaður?
Hann brúkti yvirgang fyri søkina
Palestina. Ein dani sum bumbaði
týsk tok undir 2. heimsbardaga,
var hann yvirgangsmaður og var
fransmaðurin sum hersetingar-
valdið í sínum hersetta landi tað?
Arafat var ein stríðsmaður.
Hann er helst størsta orsøkin til
at Palestina hevur heimastýrið,
og onkursvegna gerst eitt full-
veldi. Men hann egnaði seg best
til tað harða stríði, tá stríði skifti
frá vápnum til orð og taktiskan
politik, var styrkin ikki tann
sama. Deyði Arafats kann gera,
at fastlæstar støður verða royndar
av nýggjum, tí nðggj fólk skulu
samráðast og hava ikki læst seg
fastan í diplomatiskum orða-
dráttum og ultimatum. Livst so
spyrst.
Arafat og Palestina
– Arafat var ein stríðsmaður. Hann er helst størsta
orsøkin til at Palestina hevur heimastýrið, og onkurs-
vegna gerst eitt fullveldi. Men hann egnaði seg best til
tað harða stríði, tá stríði skifti frá vápnum til orð og
taktiskan politik, var styrkin ikki tann sama. Deyði
Arafats kann gera, at fastlæstar støður verða royndar
av nýggjum, tí nýggj fólk skulu samráðast og hava ikki
læst seg fastan í diplomatiskum orðadráttum og
ultimatum skrivar Bogi Eliasen, í Tinghelluanalysuni
C
M
Y
K
33
32