leygardagur 20. november 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 223 - 20. november 2004
Nr. 223 - 20. november 2004
35
TINGHELLUKLUMMAN
Finnbogi Ísakson
Tað kann tykjast eitt sindur
rangvørgt, at umboð fyri 60
stjórnir í heiminum fóru til
Egyptalands at fylgja Yasser
Arafat til gravar, samstundis
sum stjórnir í mongum av
hesum somu londum í viðmerk-
ingum til deyða hansara søgdu
seg hava vónir um, at nú fór at
bera betur til at fáa frið í lag í
Miðeystri. Tað var heldur ikki
bara onkur, sum fór at fylgja.
Úr Svøríki fór sjálvur forsætis-
ráðharrin Göran Persson, og úr
hinum norðurlondunum fóru
uttanríkisráðharrarnir. Úr teim-
um arabisku londunum fóru
landsins leiðarar ella næstu-
menn teirra.
Í fjølmiðlum um okkara leiðir
hevur Arafat verið umrøddur
sum yvirgangsmaðurin, ið
gjørdist statsmaður. Spurning-
urin er, um hetta er rætt.
Gjørdist hann nakrantíð stats-
maður? Ella var hann alla sína
tíð yvirgangsmaður, myndaliga
sæð ílatin diplomatfrakka?
Hann varð føddur í Kairo í
Egyptalandi 24. august 1926, og
har vaks hann eisini upp.
Foreldrini vóru palestinarar,
men hetta helt Arafat ikki vera
nóg góða trygd fyri, at palestin-
arar fóru at góðtaka hann sum
leiðara, og tí helt hann sjálvur
fast við, at hann var føddur í
Jerusalem 4. august hetta árið.
Hann gjørdist formaður í
Palestinska Studentafelagnum í
Kairo, og tað var ikki sørt av
einum avriki, tí hann kom frá
fátækrafólki, og hetta starv
plagdu annars studentar frá
múgvandi fólki at røkja. Hann
tók embætisprógv sum byggi-
verkfrøðingur.
Hann var við í fyrsta
ísraelska-arabiska krígnum í
1948. Eftir loknan lestur fór
hann saman við øðrum palestin-
arum til Kuwait, har teir stovn-
aðu yvirgangsfelagsskapin Al
Fatah. Teir hildu síðani til í
Sýrialandi, á Vestara Áarbakka
og í Libanon, haðani teir
framdu yvirgang móti Ísrael og
kravdu ein palestinskan stat.
Fleiri aðrir yvirgangsfelags-
skapir vórðu stovnaðir. Í 1968
vórðu allir samskipaðir í
Palestinsku Frælsisfylkingina
PLO við Yasser Arafat sum
leiðara. Umheimurin gjørdist
rættiliga varugur við bardagan
hjá palestinarum í 1972, tá
Svarti September framdi yvir-
gang móti ísraelsku ítrótta-
fólkunum á Olympisku Leik-
unum í München. 10 ísraelsk
ítróttafólk doyðu í atsóknini.
Nøkur ár seinni hevði Ísrael
ábyrgdina av einari atsókn, sum
ikki var minni óhugnalig.
Ísraelski verjumálaráðharrin
Ariel Sharon, sum hevur verið
ísraelskur forsætisráðharri
síðani 2001, gav í 1982 krist-
num falangistum loyvi at fara
inn í palestinsku flóttafólka-
legurnar Sabra og Chatila í
Beirut, har teir eirindaleyst
myrdu fleiri hundrað verjuleysar
menn, kvinnur og børn.
Nakað eftir atsóknina í
München fór Arafat at royna
seg á politiska/diplomatiska
økinum og fanst oftari og oftari
at yvirganginum. Men í 1990
forroknaði hann seg. Øðrvísi
enn flestu arabaralond fór hann
í part við Saddam Hussein og
vardi hansara innrás í Kuwait.
Eftir Flógvakríggið stóð Arafat
rættiliga einsamallur, men í
1993 fekk hann aftur góðan byr,
tá hann skrivaði undir Oslo-
avtaluna um eina friðartilgongd.
Longu árið eftir fingu hann,
ísraelski forsætisráðharrin
Rabin og uttanríkisráðharrin
Peres friðarløn Nobels.
Tað var heldur skjótt. Nú 10
ár aftaná er framvegis ongin
friður. Ein víðgongdur jødi
myrdi Rabin, og Arafat er
deyður. Shimon Peres er aftur
formaður í Arbeiðaraflokkinum,
sum er í andstøðu í tinginum
Knesset. Barak, sum gjørdist
forsætisráðharri eftir Rabin,
royndi - við Clinton forseta sum
millumgongumanni - at fáa frið
í lag, men einki spurdist burtur-
úr. Og síðani er harðskapurin
bara øktur - við palestinskum
sjálvmorðsbumbum og hevnd
frá ísralska herinum.
Øll ásanna, at Arafat var tann
sterki maðurin í Palestinsku
Økjunum. Hann læt ongan
annan, sum ikki kundi semjast
við hann, sleppa framat. Men
stýringin av økjunum hevur ikki
verið góð. Korrupsjónin hevur
florerað, samstundis sum
fátækradømið er ómetaliga
stórt, hóast peningur floymir ár
um ár frá hinum arabaralond-
unum til palestinarar. Summi
vilja vera við, at nógvir pengar
endaðu í lummanum hjá Arafat
sjálvum.
Stríð tók seg upp um henda
pening, longu meðan Arafat lá á
deyðastrá, skrivaði Tel Aviv-
tíðindakvinnan hjá Politiken,
Hanne Foighel. Tað var konan
Ruha Arafat, sum vildi vissa
sær og dóttrini Zahwa eina
trygga fíggjarliga framtíð.
Yasser Arafat hitti Suha, meðan
hann var í útlegd í Tunis í áttati-
árunum, eftir at ísraelsmenn,
sum høvdu hersett stóran part
av Libanon, høvdu rikið
palestinarar av landinum.
Suha var tó ikki saman við
honum hesi seinastu árini, tá
ísraelsmenn høvdu hann inni-
byrgdan í býnum Ramallah á
Vestara Áarbakka. Nú tá hann
legðist sjúkur, kom hon at vitja
hann, fyri fyrstu ferð í 4 ár.
Arafat varð fluttur á eitt hern-
aðarsjúkrahús uttan fyri Paris.
Mangar leysasøgur gingu um
sjúku hansara, og umboðsmenn
fyri palestinska sjálvstýrið
komu til Paris at kanna, hvussu
til stóð. Í fyrstani noktaði Ruha
teimum atgongd og segði, at teir
vildu jarða Arafat, áðrenn hann
var deyður. Men so slakaði hon
og loyvdi teimum inn.
Summar keldur vilja vera við,
at hon slakaði, tí hon fekk lyfti
um, at hon og Zahwa skuldu fáa
11-12 mió.kr. í eftirløn. Fíggjar-
liga ráðgevari hennara - og
sambúgvi tey seinastu árini,
sigst - libanesarin Rizk vann í
1999 eitt sakarmál móti Arafat
um meira enn 100 mió.kr.
Arafat er deyður, og tað
muga vit syrgja, søgdu ríkis-
leiðarar og politikarar úr heim-
sins londum fyri fáum døgum
síðani. Men friðarútlitini eru
betri, nú hann er deyður, søgdu
teir eisini. Ein løgin saman-
seting.
Kanska kemst tað av, at
nógvir leiðarar eru ikki heilt
ósamdir við ísraelsku stjórnina,
sum tey seinastu árini hevur
hildið fast við, at hon vildi ikki
samráðast við ein yvirgangs-
mann, tvs Arafat. Sjónvarpið
vísti fyri fáum døgum síðani
eina franska sending, har sjón-
varpsliðið var sloppið á fjøl-
mentan fund í Ramallah, har
Arafat talaði. Í røðuni mælti
hann ikki til frið, men eggjaði
palestinarum til at stríðast,
stríðast, stríðast til seinasta
blóðsdropa.
Tað man tó vera ivasamt, um
tað verður so nógv lættari at fáa
frið í lag, nú yvirgangsmaðurin
í diplomatfrakka er deyður.
Mangir eygleiðarar ivast í, um
Sharon vil hava frið ella stríðast
fyri einum Stórísrael. Víð-
gongdir flokkar í Knesset og
víðgongdir niðursetumenn vilja
heldur ikki slaka.
Og palestinsku megin fara
vist altíð at vera bólkar, sum als
ikki vilja góðkenna ísraelska
statin. So leingi hesir víð-
gongdu bólkar finnast báðu
megin kann í mesta lagi ein
ófriðarligur friður fáast í lag.
Yvirgangsmaður til evstu løtu
MIÐEYSTUR
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Deyði Arafat kann vera ein
nýggjur møguleiki fyri friði
millum palestinar og ísraelar.
Hetta heldur formaðurin í
felagnum Vinir Ísraels, Dánjal
Poulsen. Hann metir, at ein
nýggj vælvirkandi, demokratisk
palestinsk leiðsla kann fáa stóran
týdning fyri møguleikunum at
fáa frið í lag.
– Ein væl skipað palenstinsk
leiðsla, sum fyrst og fremst er
før fyri at skapa lóg og landaskil,
kann eisini vera við til at skapa
frið í Miðeystri. Vit hava góðar
vónir til at nýggja leiðslan fer at
virka fyri einum friðarsáttmála,
sigur Dánjal Poulsen.
– Tey seinastu fýra árini hava
verið merkt av nógvum yvir-
gangi móti tilvildarligum málum
í Ísrael, og tað kann ikki halda
fram, sigur Dánjal Poulsen.
Spurningur: Var Arafat so ein
forðan fyri at fáa frið í lag?
– Tað er ikki vist at Arafat
einsamallur var forðanin fyri
friðinum. Um tað vísir seg, at
tann nýggja palestinska leiðslan
hevur somu støðu sum hann, so
var tað ikki Arafat, ið var avger-
andi, sigur Dánjal Poulsen.
Felagið Vinir Ísraels hevur í
dag um eitthundrað limir. For-
maðurin sigur, at felagið hevur
tað grundsjónarmið, at jødarnir
hava rætt til landið Ísrael, við tað
at Gud lovaði Ábrahami hetta
økið til fólk sítt. Felagið metir
eisini, at bíblian staðfestir, at
jødarnir eru eitt serstakt, útvalt
fólk, sum er sera týdningarmikið
fyri allan heim. Føroyska vina-
felagið er langt frá tað einasta av
sínum slagi. Ì nógvum londum
eru ísraelsk vinafeløg.
– Høvuðstrupuleikin er at
palestinar so treyðugt vilja
góðtaka jødar og aðalmálið hjá
PLO er at beina fyri Ísrael.
- Hetta hava vit sæð við tað at
teir gera onki fyri at steðga
teimum víðgongdu bólkunum at
fremja yvirgang móti Ísrael.
Yvirgangsmaður
Sum tað eisini stendur at lesa
aðrastaðni á Tinghelluni, so eru
nógv ymisk orð nýtt at lýsa
Dánjal Poulsen, Felagið Vinir Ísraels í Føroyum:
Kanska friðaravtala, men neyvan full
semja millum jødar og palestinar
Ein nýggj palestinsk leiðsla kann koma væl við í
friðartilgongdini, heldur Dánjal Poulsen, sum heldur
at Yassir Arafat gjørdi onki fyri at steðga yvirganginum
móti Ísrael
Dánjal Poulsen, formaðurin
í felagnum Vinir Ísraels
Framhald á næsu síðu
Yassir Arafat. Dánjal Poulsen
heldur tað vera sera torført at
kalla Arafat fyri nakað annað
enn ein yvirgangsmann.
– Hann var yvirgangsmaður í
Fatha í 1964 tá hann stovnaði
PLO, og eg havi onki hoyrt um
at hann broytti sína støðu. Í
mínum hugaheimi var Arafat
yvirgangsmaður og als ikki stats-
maður ella diplomatur, sigur
Dánjal Poulsen.
Í sama viðfangi sigur Dánjal,
at Arafat tosaði við tveimum
tungum. Hann tosaði eitt á ensk-
um fyri vesturlendskum fjølmiðl-
um, og nakað heilt annað á
arabiskum, við sínar egnu.
Dánjal heldur ikki, at Arafat
gjørdi nakað fyri at finna semju
millum stríðandi partarnar.
– Í sambandi við friðarsamráð-
ingarnar við amerikanska for-
setanum á odda, í Camp David í
2000, fekk Arafat eitt óhoyrt
tilboð: Alt Gaza og næstan alt
Judea og Samaria (vestara áar-
bakka) men hann segði "nei
takk". Eg vænti at tað verður
seinur dagur at teir fáa eitt tílíkt
tilboð aftur. Hví segði hann nei
takk?: Jú, um hann segði ja takk,
so hevði hann samstundis góð-
tikið Ísrael, og tað bar honum
ikki til, sigur Dánjal Poulsen.
Torført at fáa frið
Sum áður nevnt heldur Dánjal
Poulsen tað vera sera trupult at
fáa semju í spurninginum um
landamørk, og hvar palestinar
skulu hýsast.
– Hetta er eitt mál, sum gong-
ur eini 4000 ár aftur í tíðina, og
tað verður ikki lætt at loysa. Eg
trúgvi ikki, at tað ber til at finna
fulla semju millum árabar og
jødar, men ein friðaravtala eigur
at bera til. Munurin millum part-
arnar er alt ov stórur, og tað býr
so nógv aftanfyri, sigur Dánjal
Poulsen.
Í analysuni aðrastaðni í Ting-
helluni verður ført fram, at tað
kunnu setast spurnartekin við,
um Sharon er rætti maðurin fyri
at fáa frið í lag í Miðeystri.
Dánjal Poulsen er av teirri
sannføring, at tað ikki er avger-
andi, hvør situr við ræði í Ísrael.
Ongin jødi vil av við land sítt.
– Eg trúgvi ikki, at tað er betri
at velja onkran annan heldur enn
Sharon. Hann er demokratiskt
valdur leiðari fyri landið, og vilja
ísraelar ikki hava hann sum
leiðara, so velja teir onkran
annan næstu ferð. Tað eigur
ongin uttan fyri Ísrael at blanda
seg uppí, sigur Dánjal Poulsen.
Eiga ongan stat
Ynski hjá palestinum er at fáa
sín egna stat. Stríðið hevur verið
langt og drúgt, og sum tað
stendur skrivað omanfyri, er tað
ikki líkt til, at tað verður nakar
happy end í bræði.
Spyrja vit formannin í Vinir
Ísraels, so hava palestinar als
ongi søgulig rættindi til nakran
stat burtur av Ísrael. Palestina
varð sundurbýtt millum árabar
og jødar í 1922. Arabiski part-
urin kallaðist Transjordania, og
har var gott pláss til allar palest-
inar ið ikki vildu búgva millum
jødarnar.
– Nú tosa øll um, at palestina-
árabar skulu hava sín egna stat,
men hvør skal geva teimum
hann, spyr Dánjal Poulsen.
Besta boðið upp á eitt
palestinskt landaøki til teirra
nýggja stat heldur Dánjal vera, at
Egyptaland gav teimum eitt øki.
Yassir Arafat var jú egypti, so tað
skuldi verið so líkatil.
– Palestinar fáa ikki bæði Gaza
og Vestara Áarbakka; tað ber
snøgt sagt ikki til. Heldur kundu
teir kanska fingið Gaza og ein
part av Sinai frá egyptum; men
árabar hava tíverri ikki rætt hond
frá síðu at hjálpa teirra egnu
brøðrum, sigur Dánjal Poulsen at
enda.
Forsetavalið í Ukraina í
morgin kann fáa
avgerandi ávirkan á
landsins framtíð og tess
viðurskifti við
Vesturheimin og
Russland. Tvey ólík
valevni stilla upp
VAL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tvær bumbur bresta á einum
marknaðartorgi. Eitt fólk fær
doyr, og trettan fáa skaða. Løtu
seinni tekur løgreglan fimm fólk
og kunnger, at tey uppi í einum
harkaliði hjá andstøðuni, og at
endamálið er at spilla myndug-
leikarnar út. Andstøðan vil vera
við, at tað eru myndugleikarnir,
sum hava lagt bumburnar. Stutt
eftir er valevnið hjá andstøðuni
um at lata lív orsakað av eitran,
og hann ivast ikki í, at myndug-
leikarnir hava skipað fyri. Val-
evnið hjá myndugleikunum má
eisini á sjúkrahús, tí onkur hevur
tveitt egg eftir honum.
Vit eru í forsetavalstríðnum í
Ukraina.
Leonid Kutsjma, forseti, hevur
kunngjørt, at hann leggur frá sær
eftir at hava sitið tvey valskeið,
og stríðið um at taka við eftir
hann er hart.
– Valstríðið er tað ljótasta, sum
vit hava sæð, síðani Sovjetsam-
veldið fór í upploysn. Tað sigur
ikki so lítið, tí undanfarnu val-
stríðini vóru avgjørt ikki vøkur,
sigur blaðstjórin Stepan Kurpil
við Aftenposten.
Tepur sigur
Fyrra valumfar var tann 31.
oktober. Andstøðupolitikarin
Viktor Jusjtskenko fekk 39,87
prosent av atkvøðunum, og
Viktor Janukovitsj, forsætisráð-
harri, sum er valevni hjá stjórn-
ini, fekk 39,32 prosent. Í morgin
skulu veljararnir so gera av, hvør
teirra skal verða forseti.
Úrslitið av fyrra valumfarinum
vísti týðiliga, at ukrainska fólkið
gongur í tveimum bólkum.
Janukovitsj hevur serliga lagt seg
eftir at fáa atkvøður frá tí
russiskt talandi partinum av
fólkinum har eysturi í landinum,
og hann vann eisini stórsigur har.
Tað hóvar stjórnini væl, tí hon
vil fegin hava tættari samband
við Russland og hevur enntá
skotið upp, at russiskt verður tað
almenna málið í Ukraina.
Tann nýskipanarhugaði og
Evropa-vinarligi Jusjtsjenko vil
hava Ukraina tættari ES, og hann
fekk stótra undirtøku fyri sínum
sjónarmiði har vesturi og har
norðuri í landinum.
– Var valið frítt og rættvíst,
hevði Jusjtsjenko vunnið greiðan
sigur, men myndugleikarnir gera
alt, sum gerast kann, fyri at hann
ikki skal vinna, sigur Stepan
Kurpil, blaðstjóri.
Svik
Evropeiski samstarvsfelagsskap-
urin OSCE, ES og USA høvdu
sent eygleiðarar til Ukraina at
fylgja við fyrra valumfarinum,
og teir vóru á einum máli um, at
myndugleikarnir høvdu svikað.
Eitt nú bleiv avdúkað, at í
summum valdømum vóru nógv
fleiri atkvøður enn veljarar.
Myndugleikarnir hava ræðið á
teimum flestu fjølmiðlunum, og
teir gera nógv burtur úr valevn-
inum hjá stjórnini, meðan and-
støðuvalevnið valla verður
umrøtt. Løgreglan ger eisini sítt
fyri at órógva andstøðuna við at
steðga veljarafundum og við at
órógva vinnulívsfólk, sum hava
valt at stuðla valevninum hjá
andstøðuni. Bløð, sum ikki eru
undir almennum ræði, verða
stongd, og í vikuni gingu tíðinda-
fólk hjá almenna sjónvarpinum
mótmælisgongu, tí tey vilja ikki
lýða boð frá stjórnini.
Framstig kortini
Hóast valsvik og ágang ímóti
andstøðuni heldur politiski
granskarin Vira Nanivska, at
viðurskiftini í Ukraina eru
frægari enn í nógvum av hinum
gomlu sovjetlýðveldunum.
– Eg eri púra samd við teim-
um, sum siga, at myndugleik-
arnir brúka allar hugsandi snildir,
fyri at teirra valevni skal vinna,
men kortini vísir hetta valið, at
demokratiið í Ukraina hevur gjøt
stór framstig, sigur hon við
Aftenposten. Vira Nanivska, sum
arbeiðir á politiska granskingar-
stovninum í Kiev, vísir á, at
landið hevur eina sterka og væl
skipaða andstøðu, og at and-
støðan er væl umboðað í
tjóðartinginum. Tann politiska
kappingin er verulig, sigur hon.
– Ukrainska demokratiið er at
líkna við ein næming, sum júst
er byrjaður í skúlanum. Vit eru
komin til tabellina, men tað fer
at taka sína tíð, áðrenn vit koma
til støddfrøðina, sigur Vira
Nanivska við Aftenposten.
Sambært Stepan Kurpil stúra
Leonid Kutsjma, forseti, og
hansara ríku vinmenn fyri at
missa síni serrættindi, kemur
andstøðan til valdið. Tey seinastu
árini er Ukraina vorðið meiri og
meiri avbyrgt orsakað av
politikkinum hjá forsetanum.
Hann verður lagdur undir valsvik
og korrupsjón, eins og hann
eisini er lagdur undir at hava
givið boð um at myrða ein
tíðidamann. Harafturat verður
Ukraina roknað sum eitt land,
har næstan ein og hvør kann
keypa sær alskyns vápn, bara ein
hevur pengar.
Eitt lagnuval
Framhald av s. 34
Viðhaldsfólk hjá andstøðuvalevninum Viktor Jusjtskenko ganga stuðulsgongu í høvuðsstaðnum Kiev
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
35
34