leygardagur 20. november 2004síða 19
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 223 - 20. november 2004
Kavin liggur alt vikuskiftið
Børnini fegnast, og
bilførarar stúra, nú
nógvur kavin er niðu-
rkomin. Veðurmaður-
in á Sosialinum rokn-
ar við, at kavin verður
liggjandi alt viku-
skiftið
KAVI
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Mitt í vikuni fór tað at kava
fyri fyrstu ferð í vetur. Tað
er ligið langt út árið, og nú
hevði kavin bíðað nóg
leingi.
Seinastu
dagarnar
er
meira kavi niðurkomin, og
tað var, sum tað plagar at
vera, tá fyrsti kavin legst.
Bilførarar koma illa fyri,
nógv ferðsluóhapp vóru, og
løgreglan í høvuðsstaðnum
noyddist at ávara bilførarar
um hálu vegirnar.
Bilverkstøðini hava havt
úr at gera við skifta dekk á
bilum, so teir verða betur
fyri at standa seg – ella
koyra – í kavanum.
Meðan bilførar og nógv
vaksin stúra og fyrireika seg
sum frægast til kavan, so eru
tað eisini tey, sum bara
leypa út í tað – børnini.
Fyrsti kavin er eisini nak-
að serligt hjá teimum – alt-
so, serliga stuttligur. Kava-
draktir, blóðreyðir kjálkar,
kavabløk, sletur og skiir
hoyra til hesa ársins tíð, og
tað verður góður møguleiki
at njóta kavan um viku-
skiftið
Kavin liggur
Veðurmaðurin á Sosialin-
um roknar við, at kavin fer
at liggja tað mesta av viku-
skiftið. Fríggjadagin kavaði
framvegis, og tað var kalt.
Leygardagin verður fram-
vegis frost.
Petur Skeel Jacobsen sig-
ur í síni forsøgn, at leygar-
dagin verður lot til andøvs-
gul av norði, seinnapartin
fleyr av ymsum ættum. Tað
var turt og sólglottar, og
hitin verður beint niðanfyri
frostmarkið.
Líkt er tí til, at leygar-
dagurin verður ein góður
kavadagur – ein av teimum
stillu og vøkru.
Tá ið tað líður út á sunnu-
dagin er líkt til, at vend
kemur í. Veðurmaðurin
roknar við, at tað fyrra-
partin verður yvirhøvur
turt,
men
seinnapartin
veksur hann vindin, og tá
fer eisini at regna. Hitin
kemur upp í fýra til sjey
hitastig, og so klárar kavin
ikki at standa ímóti.
Bæði mánadagin og týs-
dagin roknar veðurmaðurin
við fleiri hitastigum, og tí
er tað um vikuskiftið, at
kavin í fyrstu skal njótast.
Jóla-
oljuting
Jólatingið hjá Olju-
tinginum verður
hildið hóskvøldið,
komandi á Hotel
Føroyum
OLJUTING
tíðindaskriv
Heitið
hesaferð
er
»Leikluturin hjá olju-
vinnuni
á
framtíðar
orkumarknaðinum«
Olav Fjell, fyrrverandi
forstjóri hjá Statoil, hug-
leiðir um leiklutin hjá
oljuvinnuni á framtíðar
alheims
orkumarkn-
aðinum. M.a. fer hann at
koma inn á týdningin av
olju í mun til alternativar
orkukeldur.
Nevndin í Oljutingin-
um er sera fegin um at
kunna bjóða limunum í
Oljutinginum møguleik-
an at hoyra ein persón
við royndunum hjá Olav
Fjell røða um framtíðar
leiklutin hjá olju.
Olav Fjell hevur drúgvar
royndir innan vinnu- og
bankavirksemi, og hev-
ur í longri tíð verið ein
av týdningarmestu per-
sónunum innan norskt
vinnulív. Størvini ið
hann hevur havt eru:
• 2003- Stjóri í First
Securities, íløgubanki.
Starvið fevnir m.a. um
høvuðsábyrgdina av at
menna sambondini og
tænasturnar hjá felagn-
um mótvegis tí almenna
og teim størstu norður-
lendsku feløgunum inn-
an strategiska og fíggj-
arliga ráðgeving.
• 1999-2003 Forstjóri í
Statoil. Í hesum tíðar-
skeiði menti Statoil seg
nógv og víðkaði um virk-
semið útum Noreg (m.a.
Kaspiska
havinum,
Norður- og Vesturafrika
og Venezuela). Umleið
40% av teimum uml.
19.000 starvsfólkunum
arbeiða nú uttanfyri Nor-
eg. Somuleiðis varð part-
ur av Statoil einskildur í
hesum tíðarskeiði.
• 1995-1999 Stjóri í
Postbanken, 4. størsti
banki í Noregi
• 1987-1995 Leiðandi
størv í Bergen Bank og
Den Norske Bank
• 1975-1987 Fíggjar-
stjóri
í
Kongsberg
Våpenfabrikk
Olav Fjell er 53 ára gam-
al, hevur útbúgving inn-
an búskap frá ‘Norwegi-
an School of Economics
and Business Admin-
istration’ í Bergen.
Politistøðin í Havn fekk
fyrradagin ikki færri enn
12
fráboðanir
um
ferðsluóhapp. Í tí eina
førinum vórðu tvey fólk
flutt á Landssjúkrahúsið.
Vakthavandi
á
politistøðini í Havn sigur,
at
av
teimum
12
óhappunum, sum løgreglan
í
Havn
hevði
fingið
fráboðan um, vóru eini 8 til
10 av teimum á Kaldbaks-
vegnum.
Beint fyri klokkan fýra fór
ein bilur av Kaldbaks-
vegnum, og tvey fólk, sum
vóru í bilinum, vóru flutt á
sjúkrahúsið.
Bilførarin
breyt annan armin. Bilurin
fór heilt illa.
Í flestu førum standast
óhappini av, at ferðin er ov
høg eftir umstøðunum, ella
at bilarnir eru ov illa
skøddir.
Fyrrapartin í gjár hevði
løgreglan ikki fingið nakra
fráboðan um ferðsluóhapp,
men á poltiistøðini vóru tey
tó vitandi um fleiri bilar, ið
vóru farnir útav, og tí
høvdu sett seg í samband
við sløkkiliðið fyri at fáa
hjálp at fáa bilin togaðan
upp aftur.
tn
Nógv ferðsluóhapp í hálkuni
Børnini stórtrívast í kavanum, og í høvuðsstaðnum ber eisini til at finna øki, har tað kann sletast og skreiðast
Mynd: Jens Kristian Vang
Kavin veður liggjandi til seinnapartin sunnudagin, roknar veðurmaðurin á Sosialinum við
Mynd: Jens Kristian Vang
Royndi Frem venj-
arin, Ebbe Skovdahl,
fer eisini næsta hálvt
triðja árið at hava
ábyrgdina av Føroya
felagnum í Valby
ÚTISETA VENJARI
Jóannes Hansen
Venjarin hjá Jón Róa
Jacobsen
og
Gunnari
Nielsen fer eisini næstu
árini at verða Ebbe Skov-
dahl. Í tíðindaskrivi hós-
dagin seinnapartin boðaði
1. deildarfelagið frá, at
felagið og Ebbe Skovdahl
hava skrivað undir sam-
starvsavtalu inntil á sumri
í 2007.
Ebbe Skovdahl hevur
verið í Frem síðani síðsta
vár. Hann kom til felagið,
tá ið fyrrverandi venjarin
Ole Mørch fekk sekkin.
Í Danmark er Ebbe
Skovdahl ein av mest
vinnandi venjarunum, og
hann verður mettur at
vera ein tann royndasti og
eisini ein tann besti venj-
arin. Skovdahl hevur sýnt
Jón Róa Jacobsen sera
stórt álit. Hann sigur seg
rokna føroyska miðverjan
sum ein av lyklaspælarun-
um á liðnum. Málverjin
Gunnar Nielsen er eisini
partur av besta liðnum.
Hann er eykamálverji, og
hann bíðar framvegis eftir
at fáa møguleikan á besta
liðnum.
Eingin í Frem ynskir at
fjala yvir, at stóra málið
hjá teimum er at endur-
vinna plássið í bestu
deildini. Í løtuni er Frem
væl fyri. Tað er vetrar-
steðgur í næstbestu deild-
ini, og Frem er næst-
frremst.
Skovdahl
heldur fram
Ísrael vann í Nicosia
og hevur framvegis
góðan møguleika at
røkka HM enda-
spælinum fyri fyrstu
ferð nakrantíð
HM
UNDANKAPPING
Jóannes Hansen
Sæð við føroyskum eyg-
um hevði tað serligan
áhuga, tá ið Kypros
mikukvøldið hevði vitjan
av Ísrael í HM undan-
kappingini. Grannaupp-
gerðin av á sama leikvøll-
inum í Nicosia, har Før-
oyar og Kypros í oktober
spældu 2-2.
Ísrael legði seg á odda í
1. hálvleiki, men í síðstu
løtu undan steðginum
javnaði heimaliðið. Í 2.
hálvleiki trýsti Kypros
góða løtu fyri at fáa sig-
ursmálið. Tá ið tað restaði
eitt korter fingu teir so
góðan møguleika, sum
tað ber til. Men ísraelski
málverjin bjargaði framúr
væl, tá ið Kypros hevði
møguleikan upp á brots-
spark. Í síðstu løtu fekk
Ísrael sigursmálið, og tað
var næstan eingin endi á,
so fegnir vóru teir.
Í HM undankappingar-
bólki 4 er Ísrael heilt væl
fyri. Teir vunnu í septem-
ber heimadystin móti
Ísrael 2-1. Saman við Ír-
landi og Fraklandi er
Ísrael á odda í bólkinum
við átta stigum. Harvið er
framvegis góður møgu-
leiki fyri, at Ísrael fyri
fyrstu ferð nakrantíð skal
røkka í HM endaspælið,
sum í 2006 verður í Týsk-
landi.
Sveis hevur fimm stig,
og Kypros og Føroyar
hava eitt stig í part.
Næsta ár skulu Ísrael og
Føroyar spæla tvær ferðir,
og Kypros, sum eins og
Føroyar bara hevur fingið
eina stigið í 2-2 javnleik-
inum
móti
Føroyum,
skulu hittast eina ferð.
Føroyar taka ímóti Kypros
17. august, og Ísrael skal
vitja í Føroyum 7. sep-
tember. 8. oktober skulu
føroyingar spæla í Ísrael.
Kypros kiksaði
Nr. 223 • leygardagur • 20. november 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Spenningur í
grannauppgerð
Hoyvíkingar vilja
reisa seg eftir tapið
seinast, men skal
Neistin gera nakað
sum helst í ár, so
mugu teir ígongd nú
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Seks dystir skulu leikast í
bestu hondbóltsrøðunum,
og eru teir allir á skránni
sunnudagin.
Hjá kvinnunum tykist
ikki vera stórvegis ivi um,
hvat av liðunum er favoritt-
ur at taka stigini hesaferð.
Tey trý, Søljan, VB og
Stjørnan eru øll greiðir fav-
orittar, tá tey hitta ávíkavist
StÍF, VÍF og Kyndil. Eisini
hóast dysturin hjá Søljuni
er á útivølli.
H71 skal uppaftur
Hjá
monnunum
tykist
spenningurin vera størstur í
Havnini, har H71 vitjar
Neistan.
Hoyvíkingar hava fyri tað
nógva verið heilt frammi í
oddinum,
men
seinasta
vikuskiftið mistu teir eitt
fet, tá teir máttu lúta fyri
KÍF. Tí eru ráðini ikki til at
kiksa hesaferð. Tað eru tey
tó heldur ikki hjá Neistan-
um. Hóast spælið hjá liðn-
um er batnað nakað, so er
enn langt upp til vónirnar,
sum vórðu settar undan
kappingini, og skal liðið
hava nakran møguleika at
klintra uppeftir, so er tað
helst nú, at stigini skulu
koma.
Og so er spurningurin,
um KÍF annað vikuskiftið á
rað kann koppa einum
oddaliði. Hesaferð eru tað
vestmenningar, sum vitjað,
og so er spurningurin, um
Kollfirðingar bara vórðu
undirmettir av H71 seinast,
ella um liðið veruliga ætlar
at blanda seg millum ovaru
liðini í ár. Fyrra dystin
millum liðini var bara eitt
mál á muni.
Seinasti dysturin er á
Skála, har púrasta upp-
steðgaða StÍF tekur ímóti
Kyndli, sum ivaleyst vil
aftur upp móti oddinum.
Hetta líkist í øllum førum
einum tryggum útisigri,
men
strandingar
skulu
nokk framvegis ikki av-
skrivast heilt.
Talan var ongantíð um stór-
vegis ivamál í Vestmanna
mikukvøldið, tá kvinnurnar
hjá VÍF og StÍF tókust.
Hóast VÍF í løtuni ikki
hevur eitt lið, sum kann
sammetast við tað, ið und-
anfarnu árini hevur vunnið
so nógv, so slapp StÍF ong-
antíð veruliga framat í
kvøld. Bara níggju mál
gjørdist talan um tilsamans,
og av hesum vórðu tey
fimm skotin við brotskasti.
-jm
Bæði kvinnur og
menn hjá Mjølni
skulu á útivølli royna
seg móti liðum, sum
royna at ota seg upp
móti oddinum
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Higartil í ár hava menninir
hjá Mjølni verið mest sum
einaráðandi í kappingini.
Enn hava teir tó ikki leikt
útidystirnar móti teimum
liðum, sum royna at fylgja
við í oddinum, og fyrsti av
hesum dystum verður hetta
vikuskiftið.
Leygardagin
vitjar
Mjølnir nevnliga hjá Fleyr,
og her vil havnarliðið helst
gera nógv, til tess at leggja
forðingar fyri oddaliðnum.
Í hinum dystinum í
mansdeildini skal SÍ á
vitjan hjá Fram. Tann dyst-
urin skuldi ikki givið sør-
vingum stórvegis trupul-
leikar.
Óstøðug Dráttur-avrik
Hjá kvinnunum verða sum
vant tríggir dystir á skránni.
Oddaliðið úr Klaksvik
skal hesaferð á vitjan hjá
Drátti, ið hevur verið sera
svingandi hetta kappingar-
árið. Seinast var tó um repp-
ið, at tær tóku alt í Trongis-
vági, og kunnu tær finna
spælið frá teimum báðum
fyrstu settunum fram til hesa
uppgerðina, so skal Mjølnir
so avgjørt ikki rokna við
nøkrum løttum dysti.
Í Hoyvíkarhøllini ætlar
KÍF sær ivaleyst øll stigini,
tá tær taka ímóti SÍ, og
sunnudagin verður so sein-
asti dysturin, tá TB enn
einaferð skal royna seg á
heimavølli. Hesaferð móti
ÍF.
Truplir dystir
til oddalilðini
VÍF-StÍF 24-9 (11-3):
Málfátækur
stórsigur
VÍF-StÍF 24-9 (11-3)
Málskjúttar
VÍF: Ioana Rápa 7(2), Annfríða Helgadóttir 4,
Eyðritt Andreasen 4(1), Alis Høghamar 3, Tórunn
Jónólvsdóttir 3, Linda Johannesen 2, Kirstin
Helgadóttir 1
StÍF: Sunfríð B. Jacobsen 5(4), Rebekka Justinussen
2, Rósa Johansen 1, Poula D. Olsen 1
Brotskøst: VÍF 6, StÍF 10
Útvísingar: VÍF 2, StÍF 5
Dómarar: Brandur Johansen & Heri Petersen
FAKTA UM DYSTIN
C
M
Y
K
37
36