hósdagur 27. september 2018síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. SEPTEMBER 2018
SOSIALURIN 112
25
Komandi partur
Í komandi parti er enn ein lýsing av skyldfólki hjá Glyvrasnikkaranum, sum høvdu
samband til New Zealand saman við seinna parti av frásøgnini hjá Knud Lambaa.
“Jólaaftan í Tyne Dock”
Í 1945 lat Knud Lambaa prenta eina lítla bók, sum bara var
17 síður. Hon er um hansara sjólív undir 1. heimsbardaga,
sum saktans kann hava verið líkt tí hjá skipsfelaginum Peter
Jacob hjá Glyvrasnikkaranum. Tað sigur nakað um Knud
Lambaa hvussu serligur hann var, at bókin varð innbundin
og ryggur og horn á bókini er garvað føroyskt seyðaskinn.
Fyrsti partur av bókini verður tikin við í hesum partinum.
T
AÐ VAR JÓAAFTAN 1919
Í TYNE DOCK UMBORÐ
Á
DAMPARANUM
Arkansas, sum á vegn
um til Amerika var farin inn har
fyri at taka bunkarkol.
Afturi í kahúttini sótu offis
erarnir – júst lidnir við at fáa sær
døgurða – og drukku kaffi.
Skiparin, sum hevði givið
henda døgurða av tí, at tað var
jólaaftan, hevði bjóðað sigarir,
meðan hann sjálvur hevði fest sær
í pípuna, og nú sat hann breiður og
birgur fyri borðsendanum.
“Ja,” segði hann, “vit hava allir
roynt, hvussu tað var at sigla undir
krígnum.
Òtti fyri minum
og kavbátum
Nætur í svøvnloysi og ótta fyri
minum. Dagar á sama hátt fyri
undirvatnsbátum.
Tygum minnast ta ferðina, vit
vóru við í Avanti í Norðsjónum.
Tað var á heysti 1916. Tá mundu
vit verið niðurskotnir,” segði hann
við triðja stýrimann. Stýrimað
urin, ein ungur maður, smíltist
og segði: “Jú, tað var ringt tá. Teir
á undirvatnsbátinum vóru júst
ikki tað, vit kalla fyri fólkaligir. At
hugsa sær til, at teir skutu eftir
bátinum, tá vit høvdu verið um
borð hjá teimum við skipspapp
írunum.
Barometrið var fallið nógv, áðr
enn vit fóru frá borði, og tað sá út
til óveður, sum tað so ofta er um
hasar leiðir ta ársins tíð. Vindurin
vaks, og var tað nú ein sannur
stormur av útnyrðingi við grovum
heglingsælingi.
Vit róðu frá undirvatnsbátinum
strevandi beint upp ímóti stormin
um og tí krøppu havaldu, umborð
aftur á Avanti, ið lá langt uppi í lu.
Kanónkúlan frá undirvatns
bátinum rakti alduna tætt aftan
fyri bakstavnin um stýriborð. Sjó
froyðurin stóð inn í bátin, snaraði
honum á, so havbylgjan breyt inn
yvir bógvin í hitt borðið.
Báturin nærum fyltist og fleyt
nú á lufttangunum. Tríggjar pøsir
vóru í bátinum, og tríggir mans
fingu í stundini ordrar at leggja
árarnar inn og oysa, tveir mans úr
bakborði og ein úr stýriborði. Hinir
máttu royna at halda bátinum upp
ímóti veðrinum.
Vit fingu oyst hann, - komu
umborð aftur, - men tað var ikki
meira, enn vit vinnu fram.
Jú, tað vóru krígsmenn!”
Triði maskinmeistarin legði
uppí: “Eg lá á einum flaka í meira
enn eitt samdøgur. Tá helt eg fyri
meg sjálvan, at varð eg bjargaður
hesa ferð, so fór eg neyvan aftur
út at sigla.
Eg var bjargaður av einum
fiskibáti úr Esbjerg.
Tveir mánaðar seinni fór eg
avstað aftur sum mekanikari við
Herzongin Cecilie, tit kenna hana,
ta 4000 tons stóru fýramastraðu
barkina, til Melbourne.”
Hovmeistarin svølgdi roykin
niður og hostaði, “Hví fóru tygum
avstað aftur?” spurdi hann.
“Gentan hevði narra meg,” svar
aði maskinmeistarin stillisliga aft
ur.
“Tað er tann gamla søga,” segði
skiparin.
“Eg var eitt ørindi uppi í South
Shields seinnapartin í dag,” segði
triði stýrimaður. “Har gekk eg í
mínum egnu tonkum. Mjørki var og
eitt sindur av regni, gøtulyktirnar
gløddu uppi í mjørkanum sum
slóknandi gløður. Eg hugsaði um,
hvussu til stóð heima. Nú var tað
um ta tíðina, at kirkjuklokkurnar
fóru at ringja; og ljósini í tí lítlu
kirkjuni vóru tendrað. Eg sá fyri
mær kirkjufólki, ung og gomul,
fara í kirkju. Tey gomlu langliga
gangandi, sum taldu tey sporini.
Tey ungu heldur løtt á fóti – tey
hava eisini longri veg at fara á lívs
leiðini.
Hetta var so livandi, at tað var
ikki sørt, at mær fór at leingjast
heim.
Tá steðgaði ein maður knapp
liga frammanfyri mær. Hann
segði: “Hoyr, eru tygum ikki báts
maðurin, ið sigldi við mær umborð
á Fleetwing, tá ið veraldarbardag
in brast á í 1914, og vit vórðu int
erneraðir í Harburg?”
Eg steðgaði á, hugdi eina løtu.
“Nei, men Captain Colvin, at vit
skuldi hittast her!”
“Ja, tað var stuttligt,” segði
Captain Colvin, “og hvat gera tyg
um nú?”
“Eg eri stýrimaður á Arkansas,
ið liggur niðri í Tyne Dock. Vit eru
komnir inn fyri at taka bunkarkol
á veg til Amerika.”
Vita tygum nakað um fyrsta
stýrimann, sum var við Fleewing
tá?” spurdi eg.
“Fyrsti stýrimaður,” segði hann,
“hann er skipari á Indian Pearl, teir
eru í Amerika nú.”
“Men,” sigur hann “hvussu var
tað við hasi ferðini, hann var við
tygum í Hamburg, tá ið vit vórðu
interneraðir í Hamburg?”
Vit tosaðu um hetta, og nú skal
eg siga tykkum frá tí ferðini:
Tað var ólavsøkudag 1914, at vit
komu við Fleeting til Hamburg.
Damparin var eingilskur og eisini
meginparturin av manningini utt
an tveir Týskarar, ein Amerikanari,
ein Svenskari og eg.
Sum kunnugt hevði Týskland
sent Russlandi krígsboð tann 1.
August um kvøldið.
Tann 2 august, ið var mána
dagur, vórðu Týskararnir tiknir í
land. Teir vóru ungir, høvdu siglt
við fremmandaskipum og arbeitt
í øðrum verðinspørtum í fleiri ár
og roynt at sleppa sær undan týsk
ari hertænastu. Teir gramdu seg
og vóru óttafullir fyri tí, sum nú
kundi henda.
Tann dagin var eg uppi á Jung
fernstieg í Hamburg. Tað var nógv
fólk í gøtuni. Har í múgvuni gekk
ein høgur, prúður og vælklæddur
maður.
Ikki lukkuligt at
vera russari
“Russari!” rópti ein.
Í somu løtu vóru fleiri á kropp
inum á honum, bardu hann niður,
slógu og sparkaðu hann, til politiið
kom og tók hann frá teimum.
Á sporvognunum var trokan
av fólki tann dagin. Har vóru
herklæddir, vápnaðir menn við
ringjandi sporum og glitrandi
korðum.
Har skygdi av blonkum knøpp
um og akslabondum. Andlitini
vóru nakað uppøst. Eyguni lýstu
av eldhuga. Nú skuldi Týskland
vísa verðini, hvat tað var at fara
í hernað.
Har vóru eisini hvønndags
klødd. Tey vóru meira tigandi,
fleiri bleik og gramd, summi við
tárum í eygunum – helst tey, sum
komu frá jarnbreytarstøðini, har
tey høvdu sagt manni, soni, pápa
ella beiggja farvæl.
Ein mamma, sum hevði verið
og fylgt tveimum synum sínum
avstað, segði: “Kríggj er neyð og
sorg. Vit fara at ganga gjøgnum
trongar tíðir. Tað hevur verið
fryktandi fyri, at kríggj fór at
koma. Spurningurin hevur bara
verið nær. Okk ja,” suffaði hon,
“og nú er tað yvir okkum. – Synir
mínir eru officerslærdir, so teir
koma kanska ikki í fremsta lið
alt fyri eitt. Eg vóni, at Gud tann
almektigi vil senda teir heim aftur
í øllum góðum.”
Har vóru nøkur, sum royndu at
vera birg; men tað var mest uttaná.
Eg sá ein ungan mann rysta við
høvdinum og siga: “Meine arme
Mutter!” – Mín neyðars mamma.
Heilt aftur til 1920 hevði Peter
Jacob hjá Glyvrasnikkaranum
samband við Einar Mohr.
Í nærum 100 år hevur hetta kortið til Einar Mohr ligið
ósent í New Zealandi. Endiliga er tað framkomið.
Søgan hjá Knud Lambaa er úr Tyne Dock, sum er á myndini
Úr bókini hjá Knud Lambaa. Teksturin er ”Grindin verður skifti”. Stóru
hvítu húsini hinumegin vágna er Nólsoyarstova, sum Knud átti.