hósdagur 27. september 2018síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. SEPTEMBER 2018
SOSIALURIN 112
24
Óli Jacobsen
Siðsøga
Óli Jacobsen
6. partur
B
ernhard,kallaður Bernie,
sonur Peter Jacob hjá
Glyvrasnikkaranum,
doyði í 2002. Tað vóru
vøkur minningarorð um henda
hálva føroyingin, sum ikki gloymdi
sínar røtur hinumegin knøttin.
Millum annaðvarð sagt um hann:
Tað eru fá fólk, sum hava havt so
stóra ávirkan á nærsamfelagið
sum Bernhard Hansen.
Hesin undangongumaðurin og
fyrrverandi skúlastjórin doyði 23
mai, 82 ára gamal.
Hr. Hansen fór úr skúlanum í
Wellington 14 ára gamal, so hann
kundi hjálpa til at stuðla familju
síni. Hann arbeiddi bæði sum
ørindadrongur, fjarritari, post
maður og ravmagnsverkfrøðing
ur, inntil hann var innkallaður í
herin, har hann tænti undir seinna
heimsbardaga.
Bernhard spældi saxofon í
ymiskum dansibólkum í Welling
ton. Í Italia, har hann tænti í eini
herdeild, bleiv hann leiðari fyri
tónleikatiltøkum ætlaðum her
monnum. Hann tænti eisini í
Kyrrahavinum, norður Afrika og
Miðeystri.
Bernhard giftist við skúlalær
aranum Joan McKechnie, sum
hann hitti, tá ið hann var í hernað
arvenjing. Elsti sonur teirra varð
føddur deyvur, og tí flutti familj
an eftir kríggið til Sumner, ein lítil
býur í New Zealandi, har tey vóru
nærri einum deyvaskúla.
Bernhard arbeiddi í einum
vøruhúsi í Christchurch, men
lat seinni upp sín egna handil í
Sumner.
Gjørdist lærari
Tá tíðirnar blivu harðar í 1950
tók hann eitt skeið í undirvísing.
Síðani arbeiddi hann tey næstu
32 árini sum lærari og skúlastjóri
í ymiskum fólkaskúlum í Christ
church og har á leiðina.
Í 1965 fekk hann bachelorprógv
frá Canterbury University, har
hann hevði lisið hálva tíð. Hann
legði frá sær við eftirløn sum
skúlastjóri í Spreydon School í
1983.
Hann kundi vera nakað bonsk
ur, men sambært einum vini blivu
sjónarmiðini hjá honum mjúkari
við tíðini, men hansara hjartað
var altíð hjá teimum veiku í sam
felagnum.
Vildi ávirka politikk
uttani frá
Pápi Bernhard, Peter Jacob, starv
aðist sum sjómaður og havnar
arbeiðari, og hann var ein íðin
fakfelagslimur. Hetta kann hava
havt ávirkan á, at Bernhard tíðliga
fekk áhuga fyri politikki. Hansara
uppvøkstur gjørdi, at hann bleiv
ógvuliga vinstrahallur
Hann var fleiri ferðir biðin um
at stilla upp í politikki, men hann
valdi heldur at arbeiða óheft av
nøkrum politiskum flokki. Hann
vildi heldur gera sín ávirkan
galdandi uttan fyri politisku
skipanina. Tá ið hann legði frá sær,
var hann limur í ikki færri enn 28
nevndum.
Bernhard tænti borgarafelagn
um í Sumner í fleiri ár, og í fleiri
umførum sum formaður. Hann
var ein av kreftunum, sum fekk
eitt fyrrverandi býráðshús um
bygt til eitt bygdarhús.
Hann var roknaður sum ein
undangongumaður fyri býin.
Eisini var hann ein íðin forsprák
ari fyri útjaðaran og fyri um
hvørvisvernd, sum kanska var
fremsta hjartamál hjá honum.
Hann kom tí ofta í stríð við m.a.
byggimeistarar.
Fyri hetta var hann eisini heiðr
aður av býráðnum og borgmeist
aranum í heimbýnum.
Bernhard var ein lesandi og
vitandi maður. Hann kundi broyta
meiningina hjá fólkum við log
ikki, blídligum atburði og einum
breiðum smíli.
Hann skrivaði nógv lesarabrøv
til tíðindabløð og skrivaði eisini
brøv til býráðslimir, har hann
segði sína hugsan um aktuell mál.
Borgarstjórin Garry Moore hevur
sagt, at bæði hann og framman
undan sitandi borgarstjórar
høvdu fingið fingið fleiri hundrað
brøv frá Bernhardi.
Tað varð sagt um Bernhard, at
hann var sera neyvur í tí, hann
gjørdi, og tað var ótrúligt, hvussu
væl hann kundi bera fram síni
sjónarmið.
Hann elskaði náttúru, og hann
var ein íðin fjakkari. Eisini var
hann stoltur av sínum víkinga
uppruna í Føroyum. Her fann
hann skyldfólk í fleiri ættarliðum,
og hann kendi eitt tætt tilknýti til
Føroyar. Hann skrivaði eina grein
í einum blaði í New Zealandi um
stokkastovuna í Kirkjubø, og hann
kendi seg sum ein rættan víking.
Í “Bláu Bók” um
gitnar persónar
At Bernhard hevur verið ein týdn
ingarmikil persónur sæst eisini av,
at hann er umrøddur í New Zea
land Who’s Who. Her er umrøða
av fólki, sum hava gjørt meira fyri
samfelagið enn tey hava verið
goldin fyri.
Her fær Bernhard eina drúgva
umrøðu, har nevnd verða øll tey
øki, har hann var virkin. Her verða
eisini nevnd øll tey heiðursmerki,
hann hevur fingið fyri síni avrik á
ymiskum økjum.
Eisini fekk hann drúgva um
røðu í “The New Zealand Roll og
Honour”, sum er um tey, menn og
kvinnur, sum hava barst fyri føði
landið.
Føroyingar kunnu saktans eis
ini vera stoltir av hesum hálva før
oyinginum.
Sonur hansara, Peter, lýsir
pápa sín sum ein strangan, men
umsorganarfullan pápa, sum gav
synunum eina góða barlast, og ein
sum altíð var klárur við eini hjálp
andi hond.
Samskifti við
Einar Mohr
Umframt tey nevndu í undanfarn
um pørtum, so hevði Peter Jacob
eisini samband við Einar Mohr.
Tað eru ábendingar um, at teir
hava arbeitt saman á posthúsinum
saman við C.C. Danielsen.
Í savninum hjá Peter Jacob í
New Zealandi eru fleiri áhuga
verdar myndir frá Einar Mohr, har
hann hevur skrivað frágreiðing
aftanfyri á myndini. Hetta er frá
umleið 1920. Tíverri eru hesar
myndir blivnar so kámar, at tær
síggjast illa. À eini mynd skrivar
Einar: “Eg sjálvur við “recieving
table” á tí tráðleysu telegraf
støðni,” har Einar arbeiddi í mong
ár. Aðrar myndir eru av kanónun
um á Skansanum og av Amtmans
borgini.
Í skjalasavninum liggur eisini
eitt kort við myndum frá Peter
Jacob til Einar, sum av eini ella aðr
ari orsøk ongantíð er sent avstað.
Peter Jacob hjá Glyvrasnikkaranum fekk ein son. Hann kom millum
annað í “Bláu Bók” um kendar persónar í New Zealandi
ABBASONURIN FEKK HÆGSTA
HEIÐUR Í NEW ZEALANDI
Glyvrasnikkarin:
Bernhard og Joan við synunum. Standandi v.f.
Michael og Peter, sum hevur útvegað tilfarið
til hesa røð. Millum foreldrini situr David.
Bernhard stutt áðrenn hann legði
frá sær. Tá hann legði frá sær
var hann limur í 28 nevndum.