Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. september 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. SEPTEMEBER 2018 SOSIALURIN 112 23 PÆTUR HJALMAR EVENSSON #1 Tjóðskaparkenslan í tær kemur fram Tú byrjar spakuliga at leggja merki til, hvussu deiligt tað egentliga er í Før­oy­um, og hvussu stoltur tú ert av at vera føroyingur. Tú gongur til hvørja ræstkjøtaveitslu, sum er, og tá høvi er at dansa føroyskan dans, ert tú fyrstur á staðnum - sjálvt um tú ongantíð gjørdi hetta í Føroyum. Tá danir spyrja um Føroyar, ert tú skjót/ur at rósa føroysku mentan­ ini, forsvara grindadrápi og vísa teimum sangir av Eivør og Teiti við vón um, at tey fara at joina fjeppara­skaran.  #2 Tú saknar ókeypis bussarnar í Havn Er tað nakað, sum er strævið í Dan­ mark, so er tað at ferðast í skund­ miklu ferðsluni. Tað kostar tað hvíta út úr eygunum at taka metro, tok og buss hvønn dag, og seink­ing­ ar stressa teg bara enn meira. Tá er tann ókeypis bussleiðin í Havn saknað. Harafturímóti er Danmark para­dís fyri súkklistar, og tí hevur tú eisini keypt tær eina bíliga súkklu, sum tú hvønn dag stúrir fyri verður stolin.  #3   Mann er betri vinir í Danmark enn í Føroyum Tað er lætt at møta føroyskum kenn­ing­um í Danmark. Óansæð um tað er í Aalborg, Århus ella Keyp­mannahavn, so møtir mann fólki, mann kennir úr Føroyum. Tú heilsar knappliga uppá før­oy­ingar í Danmark, sum tú kanska annars ikki plagar at heilsa uppá í Før­oy­ um. Og tá tú gongur á gongu­gøtuni og hoyrir onkran tosa føroyskt, vend­ir tú tær hvørja ferð og sigur við tann, tú fylgist við: "hygg, ein før­oy­ingur!".  #4   Danir vilja læra føroyskt Sum føroyingur í Danmark upplivir mann altíð ein serligan áhuga frá donskum vinfólki, starvs- ella lestrar­felagum at hoyra teg tosa før­oyskt. "Sig noget på færøsk!" er tað óbroytiliga niðurlagið, tú fært slett eftir tær hvørja ferð. Tú kenn­ ir eisini til at skula úttala títt før­ oyska navn á føroyskum, og um tað er eitt serføroyskt navn við einum R’i í, læra tey tað ongantíð. Men har er altíð ein, sum skarar framúr við út­talu­ni. #5 “Kanst tú MobilePay’a mær hasar 6 krónurnar?” At danir ganga høgt uppí sínar út­reiðsl­ur, er tað eingin ivi um. Mobile­Pay er ein hin mest brúkta app­in í Danmark, har mann lætt­ liga kann senda pengar til hvønn ann­an. Danir vilja øgiliga gjarna hava pengarnar at samsvara og kunnu saktans finna uppá at biðja teg MobilePay’a sær 6 krónur fyri ein deildan øl-sixpack fyri seks fólk. Her plaga føroyingar ofta bara at leggja út og bjóða. Í ekstremum før­um vilja tey hava 1 krónu eyka fyri pant. Gjaldir tú ikki tær fáu krónur­nar beinanvegin, minna tey teg á tað uttan skomm næstu ferð, tit hittast. #6   Túrurin oman á Borgerservice  Puha. Hetta er nakað, øll skulu ígjøg­num, tá tey hava fingið bú­ stað. Oman á Borgerservice at út­ fylla pappírir, standa í kø og eisini orðna NemID, sum altíð skal bera 100 trupulleikar við sær. Um tú ert ein drongur, kennir tú eisini til stríðið um at sleppa frá at møta upp til “Forsvarets Dag” hjá danska herði­num. #7 Føroyska tíðin Okkara forhold til tíð er ikki tað sama sum hjá dønum. Vit eru meira “lala”, meðan danir ganga høgt uppí at vera stundisligir. Vit møta gjarna upp til eitt sosialt tiltak ein tíma eft­ir, tað er byrjað. Men tá eru vit ei­si­ni tey einastu, ið møta so seint, og danirnir standa spyrjandi um seinu uppmøtingina, tí teir vóru har longu eitt korter áðrenn. Snýr tað seg um undirvísing, arbeiði ella fundir, eru vit altíð á staðnum hægst tríggjar minuttir, áðrenn tað byrj­ar. #8 Tú tekur føroyska málið við tær Í Føroyum hevur danisman og anglisis­man leingi trokað seg inn í før­oyska málið, sum tað eru deildar mein­ingar um. Men føroyingar hava ofta lyndi til sjálvir at sníkja føroy­ismur við sær til Danmarkar. - Kan du rette mig æblerne? Siga vit við døgurðaborðið, og danirnir hyggja við undrandi eygum eftir okk­um, tí har eru eingi súrepli á borðinum. “Kan du række mig kartofler­ne”, eigur tað at vera. - Mit tandcreme er oppe, kunnu vit finna uppá at siga, tá tann­krem­ ið er uppi. Tað ljóðar fyri danir púra absurt at kalla tandpasta fyri eitt krem. Krem koyrir mann á húðina, ikki á tenninar. Og uppi hvar? Tað sama við feittstiftini. Bein­leiðis føroyska umsetingin verður til fedtstift, sjálvt um tað í Danmark kallast læbepomade. “En stift… med fedt?”, hugsa danir – men tað er jú í roynd og veru tað, ein feittstift er… Hevur tú onkuntíð roynt at spælt smart/ur við einum orðafelli, og so hevur tað yvirhøvur ikki riggað til samanhangin? “Det er ikke bare bare!” ljóðar væl á før­ oysk­um, men um tú sigur hetta við ein dana, hyggur hann bara eftir tær og sigur “hvad?”. Tað sama við “Det er det, som er” og “Vil du have en kaffemund?” – hetta gevur onga mein­ing á donskum. PATURE@SOSIALURIN.FO Kanska tú júst ert flutt/ur til Danmarkar, ella tú flutti fyri nógvum árum síðani. Óansæð so eru tað summi ting, sum tú óivað hevur lagt til merkis, tá tú flutti til Danmarkar fyri fyrstu ferð. Har eru nakrir mentanarmunir og nakrar málsligar avbjóðingar í Danmark, sum kunnu arga og minna teg á, at tú ert føroyingur. Her eru 8 ting, tú møguliga leggur merki til, tá tú flytir niður til Danmarkar fyri fyrstu ferð 8 ting tú leggur merki til tá tú flytir til Danmarkar