Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. september 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. SEPTEMEBER 2018 SOSIALURIN 112 22 ÁRNI GREGERSEN A vgerðin er tikin. Dalstunnilin skal gerast áðrenn tunnil til Famjins. Og avgerðin verður ikki broytt. Tað hevur skapt eitt sinur av pole­mikki og røring í politisku grýtuni, at løgmaður hevur meldað so greitt út, at av teimum smærru berg­holunum, verður tað fyrsta gjørt til Dals. Landsstýrismaðurin við sam­ ferðslu­málum, Hendrik Old, hevði annars boðað frá, at hann fór at geva Landsverki boð um fyrst at gera ein tunnil til Fámjins. Men veruleikin sær út til at vera, at landsstýrismanninum tørv­ar politiska uppbakking til at rað­festa, sum hann annars ætlaði. Samngan hevur eftir øllum at døma viðgjørt málið fyrr í ár og tað er stórur meirluti fyri at gera berg­ holið til Dals fyrst. Samgongan fyriheldur seg í stór­an mun til tað,sum Landsverk mælir til. Landsverk sigur, at vegurin til Dals er ein ógvuliga vanda­mikil farleið og at tað lætt kann henda, at vegurin rapar. Eitt annað, sum telir nógv er, at vegirnir, sum skulu gerast til Dals-tunnilin eru munandi stytri enn vegirnir til Fámjins-tunnilin. Mett verður tí, at farast kann undir vegirnar um einar tveir mánaðir og so kann farast undir at bora Dals- tunnilin longu í mars-apríl. Stendur fast Løgmaður hevur boðað frá, at tað verður hansara raðfesting, sum verður galdandi. Spurningurin er so bara um landsstýrismaðurin við sam­ferðslumálum fer at gera eftir boðum løgmans. Velir hann ikki at gera tað, so kann løgmaður taka málsøkið frá honum. Hann kann gera tað per­ ma­nent, men hann kann eisini taka málið, avgreiða tað politiskt og so lata landsstýrismanninum tað aftur. Um Hendrik Old fer at finna seg í hesum er ein annar spurn­ingur. Ein spurningur, sum lands­stýris­ maðurin helst vendir og snarar fyri at meta um, hvussu hann fer at standa í eygunum á suðringum, ger hann sum løgmaður krevur. Hann metir um, um tað er betri fyri hann at leggja sessin frá sær og kanska standa í einari betri støðu til eitt val. Meðan hetta fyrigongur seg í sam­gonguni, so arbeiðir andstøðan eisini. Eitt uppskot sigst vera á veg frá andstøðuni, sum ásetir, at tunnil fyrst skal gerast til Fámjins. Verður hetta samtykt í løgtingi­ num so kann tað broyta politisku støðuna, men vit mugu ikki gloyma, at eitt slíkt uppskot kann fáa ein langan veg gjøgnum skipanina. Og so er longu ferð sett á ar­ beiðið til Dals. Men í skrivandi stund er greditt, at tunnilin til Dals er raðfestur frammanfyri tunnilin til Fámjins. Samgongan er samd um hesa rað­festing, burtursæð frá lands­ stýris­manninum við sam­ferðslu­ málum. Suðuroyartingmennirnir Bjarni Hammer og Kristin Michelsen taka undir við raðfestingini hjá landsstýrismanninum, men mett verður, at kemur tað til skarp­ sker­ingar, so velja ting­menn­irnir sam­gongu­na framum at fylgja lands­stýris­manninum. Fíggjarlógin er gjørd, men har eru fleiri mál, sum enn ikki endaligt eru avgreidd í samgonguni. Hesi mál kunnu lættliga eisini ávirka hvat hendir við tunnlunum, um tað málið endar sum stríðsmál í Løg­tinginum. Men sum so ofta fyrr: hendan sam­gongan hevur havt fleiri mál, sum tað hevur verið buldrasligt uttan­um, men tá ið trýstast skal á atkvøðuknøttin, so fylgir sam­ gongan leiðsluni í samgonguni. GREINING: Landsstýrismaðurin við samferðslumálum sleppur ikki at raðfesta Fámjin frammanfyri Dal Løgmaður avgerð at Dals­ tunnilin skal gerast fyrst Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur skorið ígjøgnum og kann ikki bakka í málinum um tunlarnar Henrik Old, landsstýrismaður við samferðslumálum, hevur ikki enn meldað út um hann fer at fylgja boðunum frá løgmanni Bjarni Hammer (mynd) og Kristin Michelsen(mynd) eru teir einastu í samgonguni, sum fyribils hava váttað sín stuðul til landsstýrismannin við samferðslumálum