hósdagur 27. september 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. SEPTEMBER 2018
SOSIALURIN 112
21
í so ringum standi, at vandi er fyri
bæði at tað ríður undan vegnum,
og at grót ríður á vegin og at tað
tískil ikki verður koyrandi eftir
honum í longri tíð. Hesin vandin
er væl minni á Fámjinsvegnum,
men har er tað hinvegin veðrið,
sum er tann størsti vandin, soleiðis
at tað er ikki koyrandi, tá ið veðrið
er ringt.
Tí er niðurstøðan hjá Lands
verki, at tað er munandi meiri
átrokandi at gera tunnil til Dals
enn tað er at gera tunnil til Fámjins.
– Á Dalsvegnum er bæði vandi
fyri at tað ríður undan vegnum, og
oman á vegin, og tað eru vandar,
bilførarar ikki kunnu verja seg fyri,
sigur Landsverk.
At gera ábøtur á Dalsvegin og
at breiðka hann, er bæði dýrt og
umfatandi, tí hann liggur í bratt
lendi meginpartin av strekkinum.
Hinvegin verður ein tunnil
til Dals 2,2 kilometrar langur og
hann er teknaður. Menn enn er
endalig støða ikki tikin til, hvar
tunnilin skal koma út í Dali, um
tað skal vera niðri í bygdini, ella við
landsvegin beint oman fyri bygd
ina. Tað eru fáir hundrað metrar av
vegi báðumegin tunnilin.
Ein stór avbjóðing
Landsverk sigur, at størsta av
bjóðingin er at fáa greiði á, hvat skal
gerast við grótið úr Dalstunlinum.
Tað ávirkar eisini prísin, tí kanska
skal grótið koyrast langt.
Landsverk sigur, at grótið kann
brúkast til at gera ábøtur á vegirnar
eystan fyri á Sandoy, men so skal
peningur eisini játtast til tað.
– Sandoyartunnilin hevur sama
trupulleika, og tunnilsfelagið hevur
longu gjørt avtalu um at fylla grót í
tey grótbrot á Sandoynni.
Landsverk sigur, at tað hevði
kostað 45-55 milliónir at gjørt
ábøtur á Dalsvegin, men ein Dals
tunnil kostar 70-90 milliónir. Veg
urin kostar 200.000 krónur at
halda um árið og tunnilin kostar
1,4 milliónir um árið.
Tað fer at taka fýra ár at gera
Dalstunnilin. Sjálvur tunnilin
tekur try ár at bora og so tekur
tað eitt ár at gera hann lidnan. Og
Landsverk mælir til at arbeiðið
byrjar næsta ár, so at tað verður
liðugt í 2022.
Talar fyri at gera
Fámjin fyrst
Hinvegin staðfestur Landsverk
samstundis, at tað er sumt sum
talar fyri, at ein tunnil til Fámjins
skal vera tann fyrsti tunnilin, tað
nýggja tunlasjakkið hjá Landsverki
skal fara undir.
– Tað er lættari at gera tunnil til
Fámjins enn til Dals. Tunlasjakkið
er nýtt og Landsverk skal menna
førleikan at gera tunlar aftur.
Samstundis liggur Fámjinstunnilin
í óbygdum, men Dalstunnilin er í
bygum øki, tí bæði tunnilsmunnin
í Húsavík og í Dali, eru tætt við hús,
og hetta kann gera spreingiarbeiðið,
og annað arbeiðið, tvørligt.
Samstundis hevur Landsverk
verkstað í Ørðavík, har tunnils
maskinurnar kunnu verða hildnar
og umvældar, umframt at tað allar
helst verður lættari at sleppa av við
grótið, enn tað er at sleppa av við
gróti frá Dalstunlinum.
Tað hevur fyrr verið tosað um,
at Fámjinstunnilin verður 800
metrar langur, men har er fjallið so
ringt at bora í, at hann má flytast
longur niður.
Sostatt verður nú arbeitt við
einum tunli, sum er 1.200 metrar, og
so skulu 500 metrar av vegi gerastt
fámjinsmegin og 600 metrar skulu
gerast ørðavíkarmegin.
Samstundis er ætlanin er at
byrja at gera arbeiðsvegin til
tunnilsmunnan í heyst.
Landsverk sigur, at verða ábøt
ur gjørdar á verandi veg, fer tað at
kosta 40-45 milliónir, og tunnilin
kostar 40 – 60 milliónir.
Sostatt er tað ikki tann stóri
munurin á kostnaðinum at gera
ábøtur á vegin, og at gera ein tunn
il, men ein tunnil er væl dýrari at
halda.
Vegurin kostar nevniliga
200.000 krónur um árið at halda
og tunnilin kostar 900.000 krónur.
Verður tunnilin gjørdur, kann
grótið úr honum brúkast til ábøtur
á vegirnar har um vegir.
Ein fyrimunur við at gera ábøt
ur á vegin, heldur enn at gera tunn
il, er, at ábøturnar á vegin kunnu
gerast í smáum.
Hinvegin tekur tað trý ár at gera
tunnilin, men tað er treytað av, at
játtan er til arbeiðið alla tíðina.
Boringin tekur tvey ár, og so skal
tað seinasta árið brúkast til at gera
hann heilt lidnan.
Hinvegin er niðurstøðan hjá
Landsverki, at verður arbeiðið at
gera Dalstunnilin, boðið út, fer
hann at kosta 50 – 100 prosent
meir.
Annars sigur Landsverk, at
verða tunlarnir bodnir út, verða
teir nógv dýrari, kanska eini 50 –
100 prosent dýrari.
Armgarð Steinhólm, leiðari á
deildini fyri infrakervi á Lands
verki, sigur, at orsøkin til tað, er,
at Landsverk kann gera tunlarnar
fyri kostprís, tí hann skal ikki hava
vinning av arbeiðnum. Harafturat
verður bara arbeitt í vanligari tíð,
við einum avmarkaðum tali á fólki.
Lítil munur á
Annars er lítil munur munur á, nær
tað ber til at fara undir tunlarnar.
Yvirfriðingarnevndin hevur
fund um Fámjinstunnilin í dag, og
Armgarð Steinhólm sigur, verður
ætlanin góðtikin, kann farast und
ir arbeiðsvegin í næstum. Arbeiðs
vegurin er 600 metrar og tað tekur
einar tveir mánaðir at gera hann.
– Síðani kann farast undir at
innrætta byggiplássið, fáa streym,
vatn, og annað til vegar, og gongst
alt væl, ber til at skjóta fyrsta
skotið í sjálvum Fámjinstunlinum
fyrst í komandi ári.
Hinvegin var arbeiðið at fyri
reika Dalstunnilin komið nakað
áleiðis í vár, og onkur loyvir eru
fingin til vegar. Eitt nú hava forn
frøðimyndugleikarnir góðkent
verkætlanina í vár, sigur deildar
leiðarin fyri infrakervið.
Verða fyrireikingarnar tiknar
upp aftur nú, kunnu tær vera lidn
ar um ársskiftið, ella tíðliga næsta
ár. Armgarð Steinhólm sigur, at
tað, sum serliga manglar, er at
náttúrufriðingarmyndugleikan at
góðkenna ætlanina.
Tá ið alt tað er avgreitt, skal ar
beiðsvegur gerast og í sambandi við
Dalstunnilin er hann heldur styttri
enn arbeiðsvegurin í sambandi
við Fámjinstunnilin. Talan er um
einar 150 metrar av vegi, og teir
kunnu gerast, samstundis sum ar
beiðsplássið verður innrættað.
– Tilsamans tekur tað umleið
ein mánað tilsamans og sostatt
kann fyrsta skotið í Dalstunlinum
latast av tíðliga næsta ár, kanska í
februar ella í mars, sigur hon.
20 milliónir um árið
Tá ið Landsverk sigur, at tað tekur
trý ár at gera Fámjinstunnilin upp
á 1200 metrar, og fýra ár at gera
Dalstunnilin upp á 2200 metrar,
ljóðar tað sum rættiliga long tíð.
– Tunnilsliðið hjá Landsverki
skal bara arbeiða í einum sjakki,
og sostatt verður bara arbeitt í
vanligari arbeiðstíð, sigur Armgarð
Steinhólm.
– Tá ið frítíð og feria er talt við,
verður mett, at liðið klárar at bora
750 metrar av tunli um árið. Hetta
svarar til 60 – 65 metrar um mán
aðin, men fortreytin fyri tí er, at
játtanin til arbeiðið er 20 milliónir
um árið.
Sostatt tekur tað tvey ár at
spreingja Famjinstunnilin og eitt
ár afturat at asfaltera og gera tunn
ilin heilt lidnan.
Somuleiðis tekur tað eini trý ár
at spreingja Dalstunnilin, tí hann
er ein kilometur longri. Harafturat
tekur tað eisini eitt ár at asfaltera
hann og at gera hann heilt lidnan.
Annars kann viðmerkjast, at
Henrik Old, landsstýrismaður í
samferðslumálum, hevur upplýst
fyri Løgtinginum, at tað eru bara
sjey milliónir settar av til tunla
sjakkið á Fíggjarlógini fyri næsta
ár. Og verður játtanin ikki hægri
enn tað, fer tað at taka tríggjar
ferðir so langa tíð at gera tunlarnar.
Verður játtanin
ikki hægri enn
tað, fer tað at
taka tríggjar
ferðir so langa
tíð at gera
tunlarnar
Tað eru nakrir
fáir dagar um
árið, at tað ikki
er koyrandi
Á Dalsvegnum
er bæði vandi
fyri at tað ríður
undan vegnum,
og oman á vegin
Her sæst, hvussu tunnilin til Dals fer at liggja. Hann verður 2200 metrar
og Landsverk heldur, at tað er átrokandi at gera hann