Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. september 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. SEPTEMBER 2018 SOSIALURIN 112 20 Vandamiklir vegir Landsverk hevur sagt sína hugsan um, hví tað er neyðugt at taka tunnilin til Dals, framum tunnilin til Fámjins. Men tað er eisini ymiskt, ið talar fyri at Fámjinstunnilin verður tann fyrsti ÁKI BERTHOLDSEN T að er munandi meiri átrokandi at gera tunnil til Dals, enn tað er at gera tunnil til Fámjins. Tað sig­ur Landsverk, sum er ráð­gevari hjá politiska myndug­ leik­anum á tekniska økinum og á sam­ferðslu­økinum. Nú Landsverk hevur fingið eitt sjakk at gera tunlar til smábygdur, hevur politisk ósemja tikið seg upp um, hvør tunnil skal gerast fyrst, tann til Fámjins, ella tann til Dals. Í hesum sambandi hevur sam­ ferðslumálaráðið heitt á Lands­ verk um at siga sína hugsan um spurn­ingin. Og hjá Landsverki er eingin ivi um, at tunnil til Dals eigur at verða gjørdur fyrst. Landsverk ásannar, at Fámjins­ vegurin er brattur og liggur høgt uppi í fjøllunum, og á sjálvum skarð­inum er hann 280 metrar yvir sjón­um. – Har er sera vindhart og har legst eisini kavi. Men á einum parti av vegnum ríður grót oman á veg­ in, men talan er í flestu førum um smá­grót, sigur Landsverk. Landsverk vísir á, við ársbyrjan í ár búðu 79 fólk í Fámjin og í 2011 koyrdu 159 bilar eftir Fámjins­vegn­ um um dagin. – Á Fámjinsvegnum er tað veðrið, sum er tann stóri trupulleikin og tí vandanum kunnu bilførarar verja teg fyri, serliga nú ein veðurstøð boðar frá um koyrilíkindini á tí ring­asta strekkinum. – Tað eru nakrir fáir dagar um árið, at tað ikki er koyrandi fyri veðrið, men tað kunnu bilførarar leggja upp fyri, tí veðurstøðin hjá Landsverki sigur frá, hvussu veðrið er. Yvirhøvur mælir Landsverk frá at gera tunnil til Fámjins. Ístaðin mæl­ir hann til at tryggja vegin og at gera aðrar ábøtur. Men verður politisk avgerð kort­ini tikin um at gera tunnil til Famj­ins, mælir Landsverk til at hann ikki verður gjørdur, fyrrenn tunnil til Dals, og til Tjørnuvíkar, eru gjørdir fyrst. Í hesum sambandi vísti Hen­ rik Old, landsstýrismaður í sam­ ferðslu­málum, á, at hann hevur fingið upplýst frá Landsverki, at síð­ani í januar í fjør er tað hent heili 40 ferðir, at Bygdaleiðir ikki fingu koyrt til Fámjins fyri vindi og kava. Men tað er bara hent eina ferð, at rutan til Dals er avlýst, og tað bar tí at Teistin ikki sigldi, ikki tí at tað ikki var koyrandi eftir vegnum. Munandi meiri átrokandi Hinvegin staðfestur Landsverk eis­ ini, at vegurin til Dals er smalur og eitt langt strekki liggur hann á eini rók, har tað er steyrrætt í havið í niðara borði, og eisini høgt upp fyri í ovara borði. Somuleiðis eru trupulleikar av at tað ríður undan vegnum og av at grót loypur oman á vegin úr erva. – Ein partur av Dalsvegnum eru KUNNU IKKI VERJA SEG FYRI VANDANUM Tað er sumt sum talar fyri, at ein tunnil til Fámjins skal verða tann fyrsti tunnilin Her sæst, hvussu ætlanin er at leggja Fámjinstunnilin, verður avgerð tikin um at gera hann. Hann verður 1200 metrar, og tað er sumt sum talar fyri at, hann skal vera tann fyrsti tunnilin hjá Landsverki