Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-27, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. september 2018síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. SEPTEMEBER 2018 SOSIALURIN 112 30 TRÓNDUR ARGE F ult umfar verður sunnu­ dag­in klokkan 15. Ein dyst­ ur er í topp fimm, meðan annars er ilt at fáa eyga á spenn­ingin í føroysku kappingini í løtuni. Í botninum stríðast AB og 07 Vestur fyri at sleppa undan niður­f­lytingini, men bæði hava tor­ førar uppgávur á útivølli. HB er longu FM-vinnari, meðan Vík­ingur av álvara skal spenna seg út, um teir skulu røkka Evropa til kom­andi kappingarár. Hetta er eisini tíðin, har feløgini byrjar at fyrireika seg til komandi kapp­ingarár. Nógvar leysasøgur eru, meðan aðrar søgurnar verða stað­festar. Heðin gevst í EB/Streymi Heðin Askham heldur ikki fram sum venjari hjá EB/Streymi eftir hetta kappingarárið. Tað eru part­ ar­nir blivnir samdir um, eftir at gongd­in hevur verið minni góð sein­astu tíðina. - Eg gevist í EB/Streymi. Tað er eitt sindur av tíð síðan, at eg tók tað avgerðina og gevist fyribils við fót­bóltinum í eina tíð. Vit hava av­ rik­að illa í ár, og eg havi ikki fingið tað at rigga, sum eg ætlaði, sigur Heðin Askham. Hann sigur seg hava fingið boð­ini frá nevndini eisini, sum nú leitar eftir nýggjum venjara. Heðin Askham vil tó ikki avskriva, at hann verður at síggja aftur í fót­ bólti­num. - Tú veist hvussu tað er í fót­ bólti. Tú kanst ongantíð siga ongan­tíð, men vit hava eina av­ bjóð­ing í føroyskum fótbólti, har venjara­lønin ikki svarar til eitt full­tíðarstarv. Tá tú so hevur eitt fulltíðarstarv við síðuna av, so verður hvør dagur fult bookaður, sigur Heðin Askham, um av­bjóð­ ing­ar­nar at verða venjari í Betri deild­ini í dag. Hann ásannar eisini, at hann ikki hevur fingið nokk burturúr hópi­num hjá EB/Streymi í hesum kapp­ingarárinum. - Eg havi ikki fingið tað at rigga, sum eg ætlaði undan kapp­ingar­árinum. Tað er einki ilt millum part­arnar. Hópurin er intaktur og vit fara nú at royna at yvirliva sum best restina av hesum kapp­ingar­árinum, sigur Heðin Askham. Hann tók við sum venjari í EB/Streymi á øðrum sinni í 2017. Undan tí, var hann venjari hjá felag­num frá 2009 til 2012, har krún­an á verkinum var FM í 2012. Væntandi verða tað Jákup Martin Joensen og Tummas Erling Djur­huus, sum taka við starvinum kom­andi kappingarár. EB/Streymur-HB Sunnudagin klokkan 15 Tað torført at finna spenningin í hes­um dystinum. EB/Streymur er so gott sum bjargað í deildini, meðan HB tryggjaði sær FM-heitið í Klaksvík í farna umfari. Bæði lið­ ini eru skerd, har HB hevur fleiri leik­bann, meðan EB/Streymur hevur fleiri skaðar. Hjá heimaliðnum er greitt at venj­arin ikki heldur fram, meðan tað er greitt at venjarin hjá HB nevni­liga heldur fram. Tað kundi bent á, at í HB verður onkur spæl­ari, sum sleppur at royna seg við tí fyri eyga, at mennast til komandi kapp­ingarár. Í Sundalagnum eru nógvir skað­ar, men verjuparturin sær út at verða væl mannaður, har allir mans eru tøkir. Tá so HB er uttan topp­skjúttan Adrian Justinussen, so er ein møguleiki fyri, at málini verða færri enn vanligt. SOSIALURIN TIPPAR: 1-2 NSÍ-07 Vestur Sunnudagin klokkan 15 Heim­liðið stríðst framvegis við Ivasamur: Bjarki Nielsen (fóturin) Við aftur: Árni G. Olsen (leikbann), Bjarni Skála (leikbann) Ikki við: Róaldur Jakobsen (fótur, langtíðarskaddur), Lukasz Cieslewicz (knæ, langtíðarskaddur), Jónas Tór Næs (ryggur, langtíðarskaddur), Odmar Færø (skurðviðgjørdur, 1-2 vikur) Ikki við: Arnbjørn T. Hansen, Rói H. Olsen, Leif Niclasen, Aksel B. Danielsen, Arnar Dam (burturstaddur) Ivasamir: Marni Djurhuus og Pætur Petersen Við aftur: Ragnar B. Danielsen (leikbann) Ikki við: Dan í Soylu (leikbann, 7 gul), Adrian Justinussen (leikbann, 4 gul), Jógvan Rói Davidsen (leikbann, 4 gul), Sebastian Pingel (knæið, langtíðarskaddur) Ivasamir: Magnus Egilsson (fóturin), Tróndur Jensen (lærið) Ikki við: Jákup B. Andreasen (eikbann), Semir Hadzibulic (leikbann), Ísak Simonsen (eikbann), Hákun Edmundsson (langtíðarskaddur) Ivasamur: Deni Pavlovic, Hjalgrím Elttør LIÐ TÍÐINDI B36 KÍ HB AB EB/STREYMUR Upptakt 24. umfar: FÓTBÓLTUR: Upptakt 24. umfar EB/Streymur skal hava nýggjan venjara, meðan spenningurin ikki er so nógvur, eftir at FM-heitið bleiv avgjørt í farna umfari VENJARAR­ BROYTINGAR, GITINGAR OG LÍTIL SPENNINGUR