Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-27, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. september 2018síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. SEPTEMEBER 2018 SOSIALURIN 112 31 at tryggja sær plássið í Evropa til komandi kappingarár, meðan gestir­nir spæla fyri lívinum í deild­ ini. NSÍ hevur trý leikbann, so helst fáa nakrir spælarar møguleikan, sum hava sitið uttanfyri seinastu dyst­ir­nar. Gestirnir stríddust manniliga miku­kvøldið í Gundadali, men tað var lítil broddur í álopsspælarinum, fyrr enn Ken Fagerberg og Sonny Jakob­sen komu á vøllin. Tá NSÍ nú eisini hevur havt frí í vikuni, so bendir nógv á ein heima­ sigur. SOSIALURIN TIPPAR: 3-0 KÍ-AB Sunnudagin klokkan 15 KÍ er uttan lyklaspælarar á mið­ vølli­num, tá argjamenn koma á vitjan sunnudagin. Bæði Semir Hadzi­bulic og Jákup B. Anderasen hava leikbann, meðan gestirnir av Argj­um hava allar mans klárar. KÍ er nú a triðja plássi, eftir at B36 vann útsetta dystin móti 07 Vest­ur mikukvøldið. Á Argjum er lagið ikki so gott, eftir at AB tapti fyri 07 Vestur í botngýsaranum. -Tað er eitt vónbrot, at vita av­ rika so væl móti Suðringum, men ikki eru til reiðar til dystin móti 07 Vestur. Eg haldi eisini, at vit blíva snýttir fyri brotsspark í tí dysti­num, men eg eri mest argur um, at vit ikki skora upp á okkara møgu­leikar, og um at vit ikki eru til reið­ar, sigur Sorin Anghel, venjari hjá AB. Hann leggur afturat, at júst hesin dysturin verður torførur, men at AB í teimum seinastu trim­ um dystunum hevur møguleika at fáa stig. Teir eru ímóti Víkingi og Skála á heimavølli, meðan seinasti dyst­urin er á Eiði móti EB/Streymi. SOSIALURIN TIPPAR: 3-1 Víkingur-B36 Sunnudagin klokkan 15 Hetta er einasti topp fimm dyst­ ur­in, sum er á skránni hetta viku­ skift­ið. Í Víkingi eru teir kroytir at vinna, tí tað eru fimm stig upp til NSÍ, sum í løtuni situr á fjórða og seinasta Evropa-plássinum. Vík­ ing­ur er uttan Atla Gregersen, sum fekk sítt 9. gula kort sunnudagin. Fyri B36 er Odmar Færø ikki tøkur, eftir eina minni skurðviðgerð í nøsini. Hann væntar at venja við longu mánadagin aftur. B36 er í eini góðari gongd í løtu­ ni, men brúka fleiri ungar spælar­ar. Tá vit so írokna, at B36 eisini spældi miku­kvøldið, so er ein møguleiki fyri, at tað gevur Víkingi ein lítlan fyri­mun. SOSIALURIN TIPPAR: 2-2 Suðringar-Skála Sunnudagin klokkan 15 Hetta er dysturin um sætta plássið. Suðringar eru við, men so skulu teir eisini vinna hendan dystin, tí Skála eru fýra stig frammanfyri. Heim­liðið er nakað skert, tí Búi Egils­son hevur leikbann, meðan Skála hevur alt fólkið klárt. Suðringar fingu ein flottan javn­ leik móti NSÍ í farna umfari, men Skála vísti eisini tenn í Sarpugerði, har teir fingu javnleik. Skála kann í stóran mun liva við javnleikinum. SOSIALURIN TIPPAR: 2-2 Ikki við: Árni Frederiksberg (leikbann), Jens Joensen (leikbann), Bárður J. Hansen (leikbann) Við aftur: Jákup Johansen (lærkrikin) Ikki við: Búi Egilsson (leikbann, 4 gul), Teitur K. Mortensen (lærkrikin, restina av árinum) Ivasamur: Heri E. Kjærbo (vøddaskaði) Ikki við: Atli Gregersen (leikbann, 9 gul), Heðin Hansen VÍKINGUR SKÁLA NSÍ 07 VESTUR Ikki við: Charlie Machell (leikbann) Ivasamir: Ken Fagerberg, Ndende Adama 24. umfar í Betri deildini menn: Sunnudagin 30. septembur KÍ – AB (15.00) EB/Streymur – HB (15.00) Víkingur – B36 (15.00) Beinleiðis á FM1 NSÍ – 07 Vestur (15.00) Beinleiðis á FM1 Suðringar – Skála (15.00) TB/FCS/ROYN Betri deildin støðan menn NR. LIÐ D V J T MÁL S 1. HB 23 20 1 2 49-16 (+33) 61 2. B36 23 14 4 5 50-28 (+22) 46 3. KÍ 23 14 3 6 39-18 (+21) 45 4. NSÍ 23 13 4 6 48-21 (+27) 43 5. Víkingur 23 11 5 7 37-30 (+7) 38 6. SKÁLA 23 7 5 11 25-32 (-7) 26 7. TB/FCS/Royn 23 6 4 13 23-37 (-14) 22 8. EB/Streymur 23 4 8 11 25-41 (-16) 20 9. 07 Vestur 23 4 1 18 22-58 (-36) 13 10. AB 23 3 3 17 11-48 (-37) Tað gekk, sum tað varð roknað við, tá ið B36 og 07 Vestur miku­ kvøldið avgreiddu dystin, sum hevur verið útsettur, síðani B36 á ólavsøku var á ferð til euro­pe­ iska avbjóðing. B36 vann 2-0, og harvið er árstalsfelagið næst­ fremst. B36 hevur ikki tapt tíggju tær seinastu ferðir­nar í landskappingini og steypa­ finaluni. Tvær ferðir er tað end­að við javnleiki, og í hinum dyst­unum hevur B36 vunnið fulla úrtøku. Tað tók sína tíð, áðrenn B36 megn­aði at staðfesta sigurin. Michal Przybylski legði B36 fram­um, tá ið tað restaðu sjey minutt­ir av fyrra hálvleiki. Sein­na málið skoraði Erlendur Magnus­son lítla løtu undan leik­loki eftir óbeinleiðis fríspark í 07 Vestur brotsteiginum. Tá ið støðan var 1-0, var tað spenn­ingur um úrslitið. Tíðliga í sein­na hálvleiki vórðu bæði Ken Fager­berg og Sonny Jakobsen skiftir inn í 07 Vestur álopið. Tað bar størri tyngd og brodd við sær, og tað bar spentar støður í báð­um endum við sær, tí 07 Vest­ur spenti álopsbogan. Tó eydnaðist tað ikki hjá 07 Vestur at spæla seg til góð­ ar málmøguleikar. Tað var mest sum bara í sambandi við deyðbóltsstøður, at vandi kend­ ist vera á ferð. B36 hevði fleiri góðar møgu­ leikar. Silas Eyðbjørnsson stóð seg væl í 07 Vestur málinum og bjargaði væl, bæði á strikuni og í luftini. Tá ið Erlendur Magnus­ son lítla løtu undan leikloki økti til 2-0, kendist tað vera stórur lætti í B36 leguni. Úrslitið ber við sær, at B36 nú hev­ur 46 stig – eitt stig fleiri enn KÍ og trý stig fleiri enn NSÍ. 07 Vestur er á níggjunda plássi við trettan stigum - eitt stig fleiri enn AB sum er aftast. JOANNES@SOSIALURIN.FO B36 fer frá sigri og til sigur B36 - 07 Vestur 2-0 (1-0) 1-0: Michal Przybylski 36. 2-0: Erlendur Magnusson 89. Dómari: Eiler Rasmussen B36: Rói Hentze Mørk - Ragnar Samuelsen, Hugin Samuelsen, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard - Eli Falkvard Nielsen, Erlendur Magnusson - Gilli Samuelsen (Hannes Agnarsson, 60.), Michal Przybylski, Benjamin Heinesen (Kaimar Saag, 69.) - Meinhard E. Olsen (Andrias H. Eriksen, 85.) Gult kort: Ragnar Samuelsen Venjari: Jákup á Borg 07 Vestur: Silas Eyðbjørnsson - Jákup Sveinbjørn Olsen, Dann Fróðason, Martin Tausen, Asbjørn Heðinsson - Høgni Egilstoft Nielsen, Ndende Adama Guéye (Jóannis á Steig, 75.) - Teitur Olsen (Ken Fagerberg, 61.), Sølvi Egilsson, Janus Svabo Samuelsen - Hørður Ingi Egilson (Sonny Jakobsen, 61.) Gult kort: Martin Tausen Venjari: Sigtór Petersen