Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 Mánadagur 1. oktober 2018 · Nr. 113 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI SÍÐA 11 Fíggjar­ lóg næst­ an 7 mia TÍÐIND SÍÐA 9 Soleiðis gongur at fiska Fríggjadagin legði Kristina Háfoss fram fíggjarlógaruppskotið, sum fer at merkja politiska kjakið næstu dag­ar­nar. Og sum altíð, so fegnast lands­ stýr­is­fólkið við ábyrgd av fíggj­ar­ lóg­ini saman við restini av sam­gong­ u­ni um, at tað hevur gingist so væl, sum tey halda, at tað hevur, með­an and­støð­an heklar uppskotið nið­ur í sand og øsku við at vísa á all­ar feil­ir og man­i­pulatiónir. Formaður Fólkafloksins er púra grei­ð­ur í síni niðurstøðu, sum hann frá­boðaði longu á tíðindafundinum fríggj­a­morgunin: – Fíggjarlógin fyri næsta ár er eitt smink­að lasafar, segði Jørgen Nicl­a­ sen, sum er sann­førdur um at út­ reiðsl­ur­nar á fíggjarlógini eru nógv størri enn samgongan vil við­ganga. Eisini sigur hann, at sam­gong­an hev­ur for­rokn­að seg, tá tey vænta hækkandi inntøkur av til­feing­is­ gjøld­um, samstundis sum vit vita, at kvot­ur­nar minka. – Skal samgongan fáa væntaðu inn­tøku­r­nar av tilfeingisgjaldi, mugu tey hækk­ast munandi – og so er lið­ugt við fiskivinnu her á landi, segði hann. Bárður Nielsen segði, at fleiri góð ting vóru í fíggjarlógaruppskotinum, men hann festi seg við, at nú verður stað­fest, at bú­skap­ar­vøkst­ur­in sær út til at flata út. Hann vísti á, at úrs­ lit­ið er fallandi og er 300 milliónir krón­ur lægri enn árið fyri, og at sam­ gong­an roynir at fyri­gykla ein ann­an veruleika við at økja um út­reiðsl­ur­ nar. Hann segði eisini, at vit merkja, at tað er valár, og at samgongan tí fer at keypa sær atkvøður, og tað kostar, segði hann. Tí tað vísir seg at kosta umleið 20 milliónir krónur fyri hvønn tinglim, sum samgongan fer at keypa sær, segði hann. Jenis av Rana kallar uppskotið eitt øgi­ligt reyp, og hann heldur tað vera stóra skomm, at samgongan set­ir full­veld­i hægri enn tað at geva fólk­ið tak yvir høvdið, og hægri enn at senda sjúklingar utt­an­lands at fáa hjálp. Hann heldur, at tað er ein himm­a­l­rópandi andsøgn í­millum reyp­ið hjá samgonguni um, hvussu væl tað gongur í Føroyum, og so neyð­ar­róp­ini, hann hoyrir frá fólki, sum ikki fáa tak yvir høvdið, og frá sjúk­l­ing­um, sum ikki verða sendir utt­an­lands til serviðgerð, tí tað mangl­ar pengar. Og tað hóast tíð­ir­ nar eru góðar. Retorikkurin er ikki øðrvísi, enn hann plagar at vera. Tað er langt í­mill­um rósandi orðini tvørtur um sam­gongu og andstøðu. So fáa vit at síggja, um skuldsetingar um man­i­ pul­a­tión kunnu enda við eini breið­ ari semju um eina fíggjarlóg. Men so væl skínir sólin valla í Føroyum. SO ÓSAMD SUM GJØRLIGT Tórshavar kommuna boðar nú frá, at tað aftur verður tíðaravmarkað parkering í miðbýnum í Havn leygardag. Soleiðis var eisini fyrr. Tá skipanin við sonuparkering varð sett í gildi fyri umleið 40 árum síðani var skipanin eisini galdandi leygardag fyrrapart. Hetta varð seinni broytt, og í mong ár hava havnarfólk kunnað parkerað so leingi tey hava viljað í miðbýnum leygardag. Men hetta verður nú boyrt, sigur Tórshavnar kommuna. – Orsakað av, at tað er trup­ult at finna tøkar park­ er­ings­bás­ar í hand­ils­gøt­ u­num í miðbýnum í Havn leyg­a­r­morgn­ar, verða nú flestu park­er­ings­bás­ar­nir í miðbýnum við tíð­ar­av­mark­ ing­ini 30 minuttir eisini um­ fataðir av tíðaravmarking frá kl. 10 til 14 leygardagar. Parkeringskeltini síggja út sum víst omanfyri. Gøturnar, sum eru umfataðar av tíðaravmarking leygardag eru: Tíðaravmarkað parkering í Havn leygardag Tá fíggjarlógin verður løgd fram dyrka tey ósemjurnar Eitt bil Brátt valdar friður, og av er hæsað alt. Kanska var tað ein sigur, tað lag, tú hevði valt?! Gloymd og forfjónað sirkusgentan treður dans, steðgar á – missir tónan – eina løtu uttan ans. :,:Eitt bil, eitt bil valdar friður. Eitt bil, eitt bil hjá tær:,: Kim Larsen Martin Næs týddi Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Martin Næs týddi »Om lidt« hjá Kim Larsen fyri nøkrum ár­um síðani. Hetta er fyrstu ferð, at føroyska týðindin er á prenti Eyka aðalfundur verður í Skjótisamband Føroya týdagin tann 23. oktober 2018 kl. 19:00. Á skrá eru lógarbroytingarnar, og ásetan av limagjaldið í Skjótisambandið Føroya. Eyka aðalfundur