Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2018síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 1. oktober 2018 · Nr. 113 Vilmund Jacobsen Heystið er komið, og skurð­ fjøllini verða skjótt gingin. Van­ligt er, at menn fletta heima­seyð, veðrar, ær og onkur lomb, áðrenn farið verður í haga eftir skurði­ num. Eins og undanfarin ár eru tað aftur í ár fólk og fyri­tøkur kring landið, sum taka ímóti seyðaskinnum til salt­ingar. Tey, sum taka ímóti og salta, lata pengar ella fóð­ ur fyri lambsskinnini, og vanligt er at rokna, at tann, sum kemur við lambs­skinn­ um, fær ein sekk av seyða­ fóðuri fyri hvørji 5,5 lambs­ skinn, sum verða latin. Í staðin fyri at lata seyða­ skinnini enda í ovninum hjá brenni­støð­unum, hava bønd­ur og fólk annars, sum eiga og fletta seyð, møgu­ leikan at fáa nakað burtur úr hesi rávøru. Antin í peningi ella sum vøru. Hjá IRF, Inter­kommu­na­ lu Brenni­støðini á Hagaleiti í Leirvík, verður mælt til ikki at lata seyðaskinnini bren­na. - Nakað av tí, sum dálkar mest við brenning, er seyða­ skinn. Av hesi orsøk verður heitt á fólk um at lata skinnini til endurnýtslu hjá góð­kendum móttakarum, sigur IRF. Hagreiðingin Skulu skinnini hagreiðast og saltast, er neyðugt at fylgja einari tilráðing um, hvussu rá­vøran skal viðfarast. Neyðugt er eisini, at djóra­lækni sær tøkuseyðin, og tí skal boðast frá í góðari tíð, nær farið verður á fjall. Mælt verður til, at sagt verður frá dagin fyri – og í sein­asta lagi sama morgun, sum farið verður. Tá seyðurin verður flett­ ur, skulu beinini skerast upp. Eins og beinini, skal halin eisini skerast upp. Tað hevur avgerandi týdn­ing, at skinnið er kalt, áðr­enn tað verður lagt í rúgvu, tí annars rotnar tað og spillist eftir bara nøkrum tím­um. Mælt verður til, at roð­ið vendir upp í einar 15 minutt­ ir, og síðan skal tað aftur venda niður, tí annars skort­ nar roðið. ­ ­ VÁGUR: Seinastu vikurnar hevur verið arbeitt við at gera eitt 10.000 fermetra stórt økið innast á Oyrunum í Vági klárt til Bakkafrost, sum skal gera stórar aliringar á økinum. Aliringarnir verða 200 metrar í ummát og 63 metrar í tvørmát. Heystfagnaður, sum er eitt heyst­ gildi á Eiði, verður aftur í ár, og hesaferð verður tiltakið í døgunum, 18.-21. oktober Vilmund Jacobsen Á skránni verður eitt nú seyða­sýning, flettikappiing, fyri­lestrar og barnatiltøk við støði í føroyskari seyða­ m­entan. - Hetta er tíðin, sum føroyingar flestir gleða seg til, og hetta er tíðin, tá skurðfjøllini verða gingin. Á Eiði vísa tey á, at seyðaprát, fjallgonga og fletting seta sín dám á heystartíðina, og seyðurin fer eisini at seta sín dám á tiltakið á Eiði. - Hetta er Føroya bygdasligasta tiltak, eitt rimmar heystgildi. Bryggjan á Eiði hevur í áratíggir verið karmar um bygdarlívið, og nú er ljós í neystunum aftur. Á Heystfagnaðinum verða ymiskar kappingar, eitt nú hespukapping, rullupylsu-og kjøt­pylsu­ kapp­ing, søl­u­fram­sýningar, fyrilestrar og verkstaðir til børn og ung. - Seyðurin og alt, ið fæst burtur úr seyði, verður sett í miðdepilin, siga tey á Eiði. Stórir risar í Nesi Vilmund Jacobsen Michael Bertholdsen í Nesi í Hvalba hevur kanska flett størstu veðrar í Føroyum nakrantíð. Um vikuskiftið fletti hann tveir trævetur veðrar, sum vigaðu ávikavist 142 og 140 pund. Hetta er fyrstu ferð, at hann hevur havt trý ára gamlar veðrar, og hesir vórðu brúktir sum brundar, bæði í fjør og fyrraári. - Tá eg setti teir við eftir brundstíðina síðsta vetur, setti eg mær fyri at vita, hvussu stórir teir kundu blíva. Teir fingu turt hoyggj og kraftfóður tvær ferðir um dagin, meðan teir vóru inni, og síðan teir fóru út tíðliga í summar, hava teir eisini fingið nógv kraftfóður. Michael Bertholdsen leggur aftrat, at veðrarnir ikki bara vóru stórir, men so sanniliga eisini feitir. Bygdasligt tiltak Væl verður saltað. Lambsskinnini fáa eini trý pottamál við salti, og ærs-og veðraskinni eini fýra ella fimm Skinnið er garvað í Stóru Dímun, har tey sum best royna at gagnnýta tilfeingið á garðinum Heldur í salt enn upp í royk Tey, sum taka ímóti seyðaskinnum og salta, lata pengar ella fóður fyri lambsskinnini. Men, neyðugt er at fylgja vegleiðing um, hvussu skinnini skulu viðfarast eftir fletting, og áðrenn tey fara í salt Á Eplafestivalinum leygardagin vóru turr lambstjógv til sølu fyri 600 krónur tjógvið. Stuttligt er at síggja, at tey, ið fáast við kríatúr og grøði, kunnu fáa eitt oyra burtur úr landbúnaði. Seyðurin og alt, ið fæst burtur úr seyði, verður í miðdeplinum á Heystfagnaðinum. Mynd: Signar M. Mørkøre