mánadagur 1. oktober 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 1. oktober 2018 · Nr. 113
TÍÐINDI
Árni Gregersen
Sambært viðmerkingunum
hjá fíggjarmálaráðnum til
fíggjarlógaruppskotið fyri
2010, so er rakstrarvøksturin
á fíggjarlógini 2,6 prosent.
Framskrivingarnar
í
sjálvari fíggjarlógini eru 1,3
prosent, lønarvøksturin eitt
prosent og jækkaða inn
gjaldið til Samhaldsfasta
0,3 prosent.
Í viðmerkingunum verð
ur sagt, at hetta eru broyt
ingarnar í mun til fíggjar
árið í ár.
Í viðmeringunum sigur
Kristina Háfoss, landsstýris
kvinna við fíggjarmálum, at
hetta er ein lágur vøkstur,
serliga tá ið hugsað verður
um at fólkavøksturin er so
stórur sum hann er.
Landsstýriskvinnan vísir
eisini á, at skuld landsins
minkar. Hon sigur, at eitt
lán uppá 1,1 milljard krónur
skal endnurfíggjast, men at
ætlanin at sleppa undan at
læna somu upphædd aftur,
men heldur at niðurskriva
skuldina í hesum sambandi.
Frá 2016 til 2019 hevur
avlopið hjá landskassanum
verið 1,4 mill. Hetta er mun
andi betri enn í árunum frá
2008 til 2015, tá ið landskass
in hevði eitt hall uppá tríggj
ar milljardir krónur.
Landsstýriskvinnan
nýtir eisini høvi til í við
merkingunum til fíggjar
lógaruppskotið at vísa á
hvat hendan samgongan
hevur gjørt seinastu trý ár
ini.
- Í 2016 varð ein skatta
lætti til lág- og miðallønt
settur í verk, og fólkapen
sjónistar fingu meira at liva
fyri fíggjarliga. Samstundis
varð eitt meira hóskandi
tøkugjald lagt á alivinnuna
og
tilfeingisgjøldini
í
fiskivinnuni tillagað, sigur
landsstýriskvinnan.
-Tey við lægstu fyri
tíðarpensjón
fingu
ein
trivaligan
skattalætta
í
2017, og í 2018 fingu allir
fyritíðarpensjónistar
ein
skattalætta
á
1.000
kr.
mánaðarliga. Í 2019 fáa allir
pensjónistar minst 1.000 kr.
meira at liva fyri um mán
aðin, eftir skatt, í mun til
ársbyrjan 2018.
-Eisini stakir uppihaldar
ar,
smábarnafamiljur
og
lesandi hava fingið mun
andi fíggjarligan styrk við
familjuískoyti, hægri barna
frádrátti og betringum í
lestrarstuðli. Harumframt
er tíðarskeiðið við útgjaldi
úr Barsilsskipanini longt
munandi, leggur honn aftur
at.
Vinnukarmarnir
Fyri at tryggja meira var
andi
og
tíðarhóskandi
karmar um alivinnuna – og
at vit framhaldandi fara at
hava eina lívfrøðiliga burð
ardygga og kappingarføra
alivinnu – bleiv alilógin dag
førd í vár.
Eisini eru munandi átøk
gjørd fyri at tryggja menn
ing av ferðavinnuni.
Filmshús er latið upp, og
fyri at stuðla undir menning
av føroysku filmsvinnuni, er
eisini sett í verk ein aftur
beringarskipan til films
framleiðslur
í
Føroyum.
Verkætlanin Talgildu Føroy
ar fer at hava við sær fleiri
og betri tænastur bæði til
vinnu og borgarar, umframt
eina sterkari og meira kapp
ingarføra KT-vinnu.
Landsstýriskvinnan boð
aði frá – uttan at siga heilt
hvussu – at landsstýrið er
á veg við einum bústaðar
pakka.
-Landsstýrið
arbeiðir
við einum ”bústaðarpakka”,
ið skal fáa til vega fleiri
bústaðir og soleiðis minka
um trotið á bústøðum, ið
serliga stóri fólkavøksturin
seinastu árini hevur havt
við sær.
-Bústaðarpakkin verður
lagdur alment fram ein av
komandi døgunum. Eitt av
átøkunum í komandi bú
staðarpakkanum er sent til
almenna hoyring, har mælt
verður til, at leiguinntøka
verður skattafrí í teimum
førum, tá leigað verður út
til bústað í longri tíðar
skeið – tó við einum há
marki á 150.000 kr. árliga.
Endamálið er at økja um
útboðið av bústøðum til
langtíðarútleigan,
sigur
Kristina Háfoss, landsstýris
kvinna.
Andstøðan
Andstøðuleiðararnir nevn
du, at har er fleiri góð átøk
nevnd í uppskotinum, men
teir ivast í um tølini eru rætt
og sambærilig við onnur tøl.
Jørgen
Niclasen,
for
maður í Fólkalfokkinum,
heldur, at talan er um
eitt sminka lasafar, með
an Bárður á Steig Nielsen,
formaður í Sambandsflokk
urin, heldur, at vøksturin er
munandi størri enn tað, sum
landsstýriskvinnan sigur.
Henis av Rana, formað
ur í Miðflokkinum, sigur,
at orðini hjá landsstýris
kvinnuni eru í andstøðu
til tey neyðarróp vit hoyra,
millum annað úr heilsu
verkinum.
-Tað er so langt millum
orð og gerningar, sigur for
maðurin í Miðflokkinum.
Fíggjarlógin javnvigar við
næstan sjey milljardum
Inntøkurnar næsta ár eru metta til góðar 6,8 milljardir
krónur – útreiðslurnar til góðar seks milljardir
umframt íløgur á umleið 400 milljónir krónur
Sjálvt um makredlkvotan minkar nógv, so er roknað við vøkstri í almennu inntøkunum
Jenis av Rana, Miðflokkurin, heldur at
langt er millum orð og gerðir
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum,
kallaði uppskotið fyri eitt sminka lasafar