Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. oktober 2018 · Nr. 113 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Árni Gregersen Kristina Háqfoss, lands­ stýris­kvinna við fíggjar­mál­ um, var ógvuliga positiv, tá ið hon legði uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár fram. Men hon staðfesti, at nógv ferð er á búskapinum og at almennu íløgurnar eru nógvar: -Nógvar íløgur verða gjørdar í landinum og tørvur er á fleiri hondum í byggi­vinnuni serliga til bú­ staðar­bygging. Sam­felags­ búskaparliga verður mælt til, at tað almenna, t.v.s., bæði land og kommunur, gera færri byggiíløgur. -Til tess at frígeva orku til bústaðarbygging, og at fremja ein kon­junktur­mót­ ganga­ndi politikk velur lands­stýrið at drýggja nakrar størri byggiíløgur, ið krevja nógvar handverkarar, sum í løtuni ikki eru tøkir. Samanlagt er talan um um­ leið 80 mió. kr., ið settar eru av til byggiíløgur í 2018 og 2019, sum verða flutt­ar til 2020 og 2021, segði lands­ stýriskvinnan. Fyri at kyrra baklandið og fyri at vísa á, at íløgurnar, sum ikki verða gjørdar, ikki eru gloymdar, segðiu lands­ stýriskvinnan -Tó verður ávís upp­hædd sett av til allar byggi­íløg­ urnar, so haldast kann áfram at gera allar fyrireikingarnar lidnar. Hon segði eisini, at hetta verður gjørt fyri at skapa eitt meiraz javnt virksemi í landinum, fyri at lækka kost­naðarstøðið at geraa byggiíløgur og fyri at fáa fleiri handverkarahendur, sum so kunnu fara undir bústað­ar­bygging í staðin fyri. Landstýriskvinnan sigur, at hesar íløgur verða útsettar og ikki gjørdar næsta ár: • Tjóðleikhús í Tórshavn (Verk­lagslóg verður løgd fyri Løgtingið í 2018, fyrireikingarnar halda áfram, og farið verður undir at fáa til vega uttanhýsis fígging afturat landsins parti) • Høli til Sjóvinnustýrið í Vágum (Grundøki verður eftir ætlan keypt í 2018, og fyrireikingarnar halda áfram) • M i ð n á m s s k ú l i n í Kambsdali (Fyrireikingarnar halda áfram) • Eftirskúli í Suðuroy (Eftir ætlan verður farið í gongd eftirskúlatilboð á Tvøroyri á sumri 2019. Í fyrsta umfari í einum av verandi bygningum, til endalig loysn er funnin hvar eftirskúlin skal húsast í framtíðini) Hetta hevur sjálvandi eina ávir­kan á ferðina, men sam­ bært Búskaparráðnum, so er samlaðu ílø’gurnar nærri ­trim­um milljardum, so at ú­tseta 80 milljónir er bara ein dropi í øllum. Íløgurnar Hóast hildið verður eitt sindur aftur við beinleiðis íløg­un­um, so eru fleiri stórar verkætlanir í gongd. Í 2019 verða í høvuðsheitum hesar størri íløgur gjørdar: • Landssjúkrahúsið • Klaksvíkar sjúkrahús • Eysturoyartunnilin • Sandoyartunnilin • Hvalbiartunnilin • Dalstunnilin • Nýtt skip til farleiðir kring landið hjá Strandfaraskipum Landsins • Havrannsóknarskip • Talgildu Føroyar Harafturat eru nakrar íløgur, sum skuldu verði gjørdar í ár. Sum vegna sei nkingar verða gjørdar komandi ár. Har er talan um vardar bú­staðir og bústovnar, sum ikki eru farin í gongd. Eisini Húsarhaldsskúlin í Klaksvík er útsettur til næsta ár, um­ fram Ítróttarháskúlin í Vági. Framvegis full ferð á føroyska búskapinum Sjálvt um landsstýrið ætlar at útseta nakrar íæøgur, so monkar tað ikki serliga nógv um ferðina á búskapinum Havrannsóknarskip verður gjørt liðugt Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum