Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 1. oktober 2018 · Nr. 113 Vita nú meira um Parkinson Vilmund Jacobsen Barnatalið í Sjóvar kommunu er nógv økt seinnu árini, og nú eru millum 125 og 130 børn í vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla á Strondum. Neyðugt hevur verið hjá kommununi at leigað seg inn í bygdahúsið á Strondum, har elsti árgangur í barnagarðinum – tey sum eru seks ára gomul – halda til. Nýggj vøggustova Sjóvar kommuna er í løtuni í samráðingum við donsku fyritøkuna, Scandi Byg, um ein nýggjan bygning, sum verður samansettur við modulum. - Bygningurin er teknaður, og ætlanin er, at hesin parturin, sum verður vøggustovuparturin, skal byggjast uppat Lítlafløtti. Vit ætla, at alt skal verða komið upp á pláss, áðrenn sáttmáli verður undirskrivaður, og í løtuni eru vit í dialogi um eitt nú hitaskipan, ventilatión, gólv og annað. Tað sigur borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Artur Johansen, sum leggur aftrat, at kommunan kortini einki fer at samtykkja, ei heldur undirskriva, fyrr enn alt er komið upp á pláss. - Vit ynskja ein heilan sáttmála, har alt er við, og vit vilja eisini, at tað verður føroysk arbeiðsmegi, ið kemur at grava út, planera, stoypa og seta upp. Umframt tríggjar stovur í nýggju vøggustovuni, har pláss verður fyri 12 børnum í hvørjari stovu, verða eisini felagsrúm og onnur høli í bygninginum. 10 miljónir Artur Johansen sigur, at vøggustovuparturin verður umleið 450 fermetrar tilsamans, og gongur tað soleiðis, sum vit hugsa okkum, kann nýggi stovnurin í besta lagi standa liðugur eftir summarfrítíðina næsta ár, sigur Artur Johansen. Væntandi er, at nýggja vøggustovan í Sjóvar kommunu fer at kosta 10 miljónir krónur. Samráðingar: Í síðstu viku gjørdu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag øðrumegin og Landsfelag Handverkaranna og Føroya Handverkarafelag hinumegin av at leingja sáttmálan í 24 tímar. Sáttmálin er longdur til á midnátt í kvøld. Soleiðis gongur at fiska Vilmund Jacobsen Fríggjadagin vóru bara tvey ísfiskalínuskip til fiskiskap. Annað skipið fiskar í íslendskum sjógvi, og hitt fiskar undir Føroyum. Helst koma bæði skipini inn at landa í endanum av hesi vikuni. - Restin av ísfiskalínuskipunum liggja við bryggju, men skipini fara helst út aftur at royna, tá veðrið batnar. Á Fiskamarknaði Føroya vistu tey fríggjadagin at siga, at øll frystilínuskipini eru til fiskiskap. - Trý skip fiska í Eysturgrønlandi, og tvey fiska undir Føroyum. Lagt verður aftrat, at streymurin verður hampiligur, og veðrið verður skiftandi. Roknað verður við, at nógvur útróður verður í hesi vikuni. Flestu partrolarapør fiska upsa, og skipini fáa eisini nakað av hvítum fiski. Skipini gera okkurt gott hálið inn ímillum. Tvey partrolarapør fiska framvegis makrel. Á Fiskamarknaði Føroya, har tey fríggjadagin gjørdu sínar metingar um tilfeingið hesa vikuna, væntaðu tey, at partrolararnir koma inn at landa, sum henda vikan gongur. Fríggjadagin var eingin djúpvatnstrolari á ísfiskaveiði. Tveir av teimum smáu trolbátunum vóru fiskiskap, og báðir fiskaðu tosk og hýsu. Fýra garnaskip fiska svartkalva, og væntandi er, at trý ella fýra skip koma inn at landa hesa vikuna. - Fiskiskapurin hjá garnaskipunum, sum fiska svartkalva, er brúkiligur, verður lagt aftrat.   Tað er ikki pláss longur fyri øllum børnunum í vøggustovu-og barnagarðinum Lítlafløtti á Strondum, tó at stovnurin fyri ikki so nógvum árum síðan nærmast var ov stórur Nýggj vøggustova á Strondum fyri 10 miljónir krónur Í Trøðum á Sandi varð fyrsta bensinpumpa í Sandoynni reist í 1955. Pumpan er endurreist sum ímynd av hugsjón, áræði og fyritakssemi hjá Miðstovuættini. Vilmund Jacobsen Skeiðið var fyri limum felag­ sins, og luttakarar vóru úr øllum landinum. Tað var danski fysioterapeuturin, Finn Egeberg Nielsen, sum undir­vísti í fleiri evnum við til­knýti til Parkinson-sjúku. Tá skeiðið var liðugt, fingu allir luttakararnir han­d­að prógv og reyða rósu, og tað var forkvinnan í Heilsuhjálparafelag Før­ oya, Mary Antonsdóttir, sum saman við Finn Ege­berg Niel­ sen handaði lut­takar­un­um prógvini. Tey, sum luttóku á skeið­ num og fingu prógv, vóru: Silvurlín Breiðaskarð, Sunniva Simonsen, Edith Holm í Trøðini, Fríðhild Wint­ her, Wilhelmina Magnus­sen, Marjun Peturs­dóttir Jensen, Ann Tausen, Ása Olsen, Maud Askham, Lydia Juul, Jacoba Torgunn Winther, Agnes McIntosh, Irdi Andreasen, Karolina Danielsen, Petra Haraldsen, Ann F. Obradovic, Kærnø Neshamar, Nelsi Sigurdsdóttir, Kirstin Djur­ huus, Jensina av Húsabrúgv, Svenn Martinsson, Ragnhild Ras­mussen, Estrid Simonsen, Judith Olsen, Apollonia Gunnar­stein Syderbø, Ann­ fríð Høgnesen, Poula Jørgen­ sen, Meta Dahl, Ingrid Nielsen og Mary Antonsdóttir. Heilsuhjálparafelag Føroya skipaði í síðstu viku fyri umfatandi skeiði um parkinsonssjúku