mánadagur 1. oktober 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. oktober 2018 · Nr. 113
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
ANNIKA HOYDAL OG KIM LARSEN FRAMFØRDU SAMAN
Kim tordi ikki at kyssa Anniku
Í 1990 spældu Annika Hoydal
og Kim Larsen saman á palli í
Danmark. Kim Larsen og Erik
Clausen høvdu skrivað sangleikin,
Kielgasten, har Annika Hoydal
var millum leikararnar. Annika
Hoydal, sum Kim Larsen bara
plagdi at kalla “Hoydal”, fortelur
soleiðis:
- Undir arbeiðinum við leikinum
fann eg út av, hvussu smæðin og
kensluborin maðurin var, hóast
lótirnar vóru tann “harðkóðaði”
maðurin.
Vit trý Erik, Kim og eg prátaðu
aur og fram um ein koss, sum
Kim skuldi geva mær í leikinum.
Men hvørja ferð, hann skuldi
gera tað á palli, leyp hann kossin
um og hugdi uppá leikstjóran, og
segði: “Og her er det så, jeg kysser
Hoydal.”
Tíðin gekk, og tað bleiv ringari
og ringari hjá honum at tora at
kyssa meg.
So einaferð vóru vit til “6
dagesløb” saman í KB-høllini.
Vit sótu síð um síð og fylgdu
súkklunum, sum fuku runt og
runt undir okkum.
Knappliga letur í Kim: “Du
Hoydal?”
“Ja”, svaraði eg.
Kim: “Der hvor jeg skal kysse
dig, ikke?”
“Ja”, segði eg.
Kim: “Har du noget imod det?
“Nei”, svaraði eg og segði, at
eg var sjónleikari, og tá tað stóð
í leikritinum, gjørdi eg sjálvandi
tað, sum stóð.
Kim: ”OK, så gør jeg det i
morgen!”
Dagurin kom. Kim var ikki
sjónleikari. Hann visti ikki, at mann
ikki kyssir ordiliga á palli, so hann
gjørdi soleiðis, sum hann helt, mann
gjørdi og legði doyðin í kossin. Eg
bleiv so paff, at eg gloymdi, hvat eg
skuldi siga beint aaná.
Tað endaði við, hann tók kossin
burturúr leikinum.
- Kim var av fiastu fólkum,
tordi tú at kenna hann og tordi
ikki taka lótinar í álvara.
Myndir: Páll Hellu
Stu aaná Gasolin hildu
uppat at spæla saman í 1978,
kom Kim Larsen til Føroya
at spæla tvær konsertir í
læraraskúlahøllini í Havn.
Kim Larsen hevði júst roynt
eydnuna í USA, sum ikki
gekk so væl, og tá hann
kom til Føroya, var fyrsta
solo-útgáva
hansara
á
trappunum.
Tá
hevði
hann
enn
ikki
fingið
tað
stóra
gjøgnumbrotið í Føroyum
sum
soloartistur,
men
fyrireikararnir satsaðu uppá,
at føroyingar fóru at taka
væl ímóti honum kortini.
Gav fulla konsert
fyri 32 fólkum
- Tað vísti seg, at vit vóru
alt ov tíðliga uppá tað.
Populariteturin
hjá
Kim
Larsen var ikki komin til
Føroya tá, sjálvt um hann
var ræðuliga populerur í
Danmark. Har komu bara
eini 32 fólk at lurta eir
honum tað fyrra kvøldið,
greiðir Petur Olivar í Hoyvík,
sum skipaði fyri konsertini,
frá.
Men hóast so fá fólk
møu upp, so spældi Kim
Larsen við fullari skrúvu
saman við makkara sínum,
sum um har vóru 1.000 fólk.
Hea hugtók Petur Olivar,
sum ikki forstóð, hvussu
ei so stórt navn hevði
motivatión og áhuga at
spæla fyri so fáum fólkum, tá
hann akkurát tað sama hevði
kunnað takkað nei og farið
avstað fyri at satsa uppá ei
betri gig.
- So spurdi eg hann aaná,
hvussu tað hekk saman, at
hann kundi spæla soleiðis
fyri so lítlari áskoðara¦øld.
Hann segði: “Um tað so bara
var ein áskoðari, so hevði eg
givið fulla konsert. Soleiðis
eri eg, og soleiðis vil eg gera
tað”, minnist Petur Olivar
aur á.
Bjóðaði ungdómum
ókeypis til konsert
Fyrireikararnir
hildu
tað
vera bæði synd og pínligt, at
áhugin at hoyra Kim Larsen
visti seg at vera so lítil í
Føroyum. Teir ásannaðu, at
teir høvdu rakt við síðuna av
viðvíkjandi time’ingini, men
pengarnir vórðu betaldir, so
har var einki at bíða eir:
okkurt go og
serstakt skuldi
koma burturúr
hesari bók ing-
ini.
Tí
vórðu
næm ing ar bjóð-
aðir til ókeyp-
is
kon sert
kvøldið
e ir,
so at sal ur in
fyltist.
- Eg hugs-
aði go er, lat
okkum
fáa
okkurt
burt-
ur úr - og so
bjóð aðu
vit
Studenta skúla-
num, Lærara skúlanum og
fleiri til eina ókeypis konsert
við Kim Larsen. Vit kundu
heldur havt gron, tí tað ikki
riggaði, men í staðin fingu øll
okkurt go burturúr hesum.
Tað var dýrt, men eg havi
ongantíð angrað nakað við
hasum, fortelur Petur Olivar
í Hoyvík og leggur arat, at
tað var ein minnilig og lívlig
konsert, har fleiri løg, sum
seinni blivu stór hi, vóru at
hoyra.
Tá Kim Larsen spældi
í Lærara skúlanum
Av tí at so fá fólk møttu upp til fyrru konsertina, valdu
fyrireikararnir at bjóða til ókeypis konsert kvøldið eftir
Føroyskir
tón leikarar
minnast
Kim Larsen
Signar í Homrum um Kim Larsen:
- Fyrst og fremst haldi eg, at eg fari at minnast
Kim Larsen, sum ein mann, sum var fullkomiliga
óimponeraður av síni framgongd, og sum
ongantíð misti sambandið við sínar røtur. Ein
góður gammeldags rebel without a cause.
Ei, sum hevur se seg fast, er, at hann
einaferð segði, at mann skal vera takksamur fyri,
at fólk tíma at lurta eir tær. Tað er í hvussu er
nakað, ið eg haldi, at eg havi tikið við mær. Tað
er absolu ikki nøkur sjálvfylgja.
Framvegis, tá eg hoyri Papirsklip, sum annars
verður roknaður sum ein av teimum meira
"cheasy" sangunum, fái eg tár í eyguni. Sangurin
er í øllum sínum einfaldni so fantastiska sterkur
og nemandi.
Sjálvsagt havi eg fleiri av hansara sangum á
skránni, tá eg eri úti og trubadurist. This is my
life, Jutlandia, Havaje, og Kvinde min eru nakrir,
sum altíð eru við.
Eyðun Nolsøe um Kim Larsen:
- Tónleikurin hjá Kim Larsen hevur fylgt mær
sum ei ljóðspor gjøgnum lívið. Gandakendar
løtur í hansara flógvu nærveru. Nakrar ferð havi
eg sæð hann live, og einaferð í fyrndini hitaðu
vit upp fyri hann í høllini á Hálsi. Tað var ei
minniligt upplivilsi. Seinastu ferð, eg hii hann,
var aaná framførsluna á Summarfestivalinum
í 2013, tá hann noktaði at geva dórini ein
autograf. Soleiðis var hann eisini, grumpy old
man. Men hjartað hevði hann á ræa stað, altíð
solidariskur og friðarsøkjandi.
Nakað hann ikki orkaði fyri var forboð og
formyndarí - takk fyri tað Kim! Hansara ótrúligi
sangskaur fer at liva víðari í mong æarlið og
eigur ei serligt pláss í mínum hjarta eisini.