Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 1. oktober 2018 · Nr. 113 TÍÐINDI hin var blivin so vánalig. So segði Kim “Amariel - vi tager på Christianshavn i morgen, og så køber vi en ny cykel”, fortelur Amariel og hermir eftir røddini hjá Kim Larsen. Dagin eftir fara teir so í súkkluhandilin. Har spyr súkkluhandlarin, um Kim Larsen er komin eftir sínari súkklu. - “Nej, ikke mig. Trolden fra Færøerne skal have den”, segði Kim. Tá eg so fór at gjalda, sigur hann, at hatta vildi hann sleppa at orðna, fortelur Amariel Norðoy, sum hevur havt súkkluna líka síðan. Sendi demobond til Føroya Amariel Norðoy hevur eina rúgvu av kasettubondum frá fyrr av, tá hann og Kim Larsen plagdu at taka upp í studionum á Rørholmsgade. Her hevði klaksvíkingurin ofta sum uppgávu at trýsta á bandupptakaran, tá Kim Larsen tók demoløg upp. Danski tónasmiðurin hevði álit á føroyska listamanninum, og tað kom meira enn so fyri, at Kim leyp yvir í atelierið hjá Amariel fyri at fortelja honum um nýggj hugskot til sangir. Hetta helt eisini fram, tá Amariel í eitt tíðarskeið búði í Føroyum. - Hann sendi onkuntíð demobond upp til Føroya til mín og spurdi meg, hvat eg helt um tað. Eg minnist einaferð, tá vóru eg og Robert McBirnie í bili á veg til Hósvíkar. Tá fortelji eg honum, at eg havi eitt demoband av Kim Larsen í lummanum. Hann bleiv púra ovfarin og vildi ikki trúgva tí fyrst, men so løgdu vit tað á. M.a. var “De smukke unge mennesker” á júst hesum bandinum, minnist Amariel Norðoy. Bleiv tættur við mammu Kim Kim Larsen lovaði Amariel Norðoy heilt tætt at sær, og klaksvíkingurin gjørdist sera góður vinur við bæði mammu og beiggja hansara. Amariel og mamman høvdu hitst nakrar fáar ferðir, tá Kim Larsen ein dagin ringdi til Føroya til Amariel. - “Amariel. Min mor skal til Færøerne, du må tage dig af hende.” So kom hon til Føroya, og hon var ein nakað so fantastisk dama. Hon var lynandi intelligent, og vit bæði blivu so ólukksáliga góð vinfólk, fortelur Amariel Norðoy. Mamma Kim Larsen, sum æt Eva, var fleiri ferðir í Føroyum eftir hesa ferð, og vinabandið millum hana og Amariel bleiv bara sterkari. Klaksvíkingurin var altíð vælkomin heima hjá Evu í Kerteminde, og hann minnist serliga væl aftur á 70 ára føðingardag hennara. - Tað var ein fantastiskur føðingardagur, og eg minnist, at hon fekk 70 rósur frá Kim. Eg helt, tað hevði verið nokk við 50, tí hon fór nokk ikki at telja tær allíkavæl. Men Kim segði, at hon skuldi hava akkurát 70 rósur, flennir Amariel. Skrivaði ein sang um Ova - Ein dagin setur Kim seg niður. So sigur hann, at hann hevur gjørt nakað til mín. Hann tók guitaran fram og byrjaði at spæla, greiðir Amariel frá og tekur eitt gamalt kasettuband fram. Hann setur tað í sítt anlegg, og úr hátalaranum kemur gittarljóð og røddin hjá Kim Larsen: - “O, O, Ove-ro… og det store hav. Fra Torshavn helt ned til kongens København…. Han var en mand. En sømand fra det grønne med fuglefjeld og dybe sø. Der hvor de danser til musik af fortabte spillemænd – måske var han selv en af dem”. Kim Larsen kendi og var óvanliga hugtikin av Ova Joensen, sum róði úr Føroyum til Danmarkar. Ove Joensen og Amariel Norðoy báðir vóru góðir vinmenn, og tí gav Kim Larsen honum hendan sangin, sum Amariel goymir sum reyðagull í dag. Sangurin varð ongantíð útgivin, og Amariel eigur einastu upptøkuna av sanginum á sínum kasettu­ bandi. At fara ímóti streyminum Amariel Norðoy heldur tað er týdningarmikið at tora at fara ímóti streyminum og ikki bara gera tað, sum hini halda vera best. Hann sigur, at um hann hevði gjørt, sum hini søgdu, so hevði hann ikki verið komin hartil, hann sum listamaður er í dag. Tað sama við Kim Larsen og Ova Joensen, sum um nakrir gingu ímóti streyminum og gjørdu tað, fólk hildu vera ómøguligt. Listamaðurin úr Klaksvík kallar teir báðar fyri kemparar. - Mann skal duga streymforholdini fyri at koma fram. Mann skal ikki bara fara tann vegin, sum hini siga. Um mann ger, sum hini siga, so kemur mann ongantíð fram. Um mann ikki er ein fightari her í lívinum, so kemur mann ongan veg. Mann skal fighta og fighta, sigur hann við knýttum neva í luftini. - Mann skal fighta, líka sum Ove Joensen og Kim Larsen. Teir báðir vóru fightarar, sigur Amariel Norðoy. Ein heilsan og tekning frá Kim Larsen til Amariel GIRNAR KIM