mánadagur 1. oktober 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. oktober 2018 · Nr. 113
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Pætur Hjalmar Evensson
Kim Larsen var ímyndin av
donskum tónleiki og ljóðið
av Danmark. Eyðkenda rødd
in hjá dananum hevur litað
og inspirerað norðurlenskan
tónleik síðan 1969, og hann
hevur um nakar megnað at
savnað fólk í øllum aldurs
bólkum saman um sín tón
leik.
Fólkakæra tjóðarskaldið
doyði sunnudagin 30. sep
tember, 72 ára gamal. Hann
doyði av krabbameini og var
saman við familjuni í síni
síðstu tíð.
Hann
var
útbúgvin
lærari,
men
yrkisleiðin
frammanfyri talvuna helt
bara í eitt hávt ár. Tí í 1969
sá
rokkbólkurin
Gasolin
dagsins ljós, sum seinni vísti
seg at blíva millum allar
størstu donsku rokkbólkar
nar yvirhøvur. Í 1978 valdu
limirnir í bólkinum at fara
hvør sín veg, og árið eftir gav
Kim Larsen sína fyrstu solo
útgávu út.
Fyri
føroyingar
hevur
Kim Larsen havt nógv at siga,
og hann hevur altíð verið
nógv at hoyrt í føroysku
útvarpsrásunum.
Hann
hevur verið í Føroyum fleiri
ferðir, og til konsertirnar
hava føroyingar í hópatali
flokkast til konsertirnar fyri
at hoyra virðismetta danan
við teimum nógvu hittunum.
Í Sosialinum hitta vit
Amariel Norðoy, sum var
vinmaður við Kim Larsen,
og eisini hoyra vit onkrar
aðrar frágreiðingar um Kim
Larsen.
pature@sosialurin.fo
Vit minnast fólkakæra
danska sangaran, sum doyði
sunnudagin, 72 ára gamal
Pætur Hjalmar Evensson
- Ein stórur kunstnari er
farin. Kim Larsen var eitt
gott, skapandi og gevandi
menniskja. Eg síggi hann
líka, sum eg síggi Grundtvig,
Ingemann
og
Benny
Andersen. Hann var eitt
stórskald og ein skapari av
Guds náði.
Soleiðis
sigur
føroyski
listamaðurin, Amariel Norðoy
um sín góða vin, Kim Larsen,
sum nú er farin. Amariel
Norðoy situr í sínari gráu
føroysku troyggju í íbúð
sínari í Keypmannahavn, sum
er væl prýdd við málningum í
øllum støddum á veggunum,
og hann er til reiðar at fortelja
um sítt tætta vinalag við Kim
Larsen.
Millum listamannin og
tjóðarskaldið
birtist
eitt
heilt serligt vinalag, meðan
Amariel gekk á kongaliga
Kunstakademinum
í
Keypmannahavn
síðst
í
70’unum. Teir møttust fyrstu
ferð á einum vertshúsi,
sum
lá
við
síðuna
av
akademinum, har Amariel
las. Í vertshúsinum, sum er
vekk í dag, fullu teir í prát
um Føroyar, list og annað,
og tað bleiv byrjanin til
eitt sterkt og langt vinalag
millum tveir javnaldrar.
Risti sangir úr ermuni
Kim Larsen búði síðst í
70’unum á Rørholmsgade,
har hann eisini hevði sítt
studio. Nakað yvirav hevði
Amariel Norðoy sítt atelier,
og teir báðir dugdu væl at
hugna sær saman. Um tað
snúði seg um eitt prát, ein
býtúr, ein súkklutúr ella
eitthvørt, so var tað stutt
at ganga yvirum til hvønn
annan.
- Tá eg kom yvir í studioið
hjá honum, plagdu vit at
sita og hugna okkum. Hann
plagdi at hava guitaran
frammi,
og
eg
minnist,
hvussu hann risti nýggjar
sangir úr ermuni, akkurát
sum um hann hevði dugað
sangirnar altíð. Tað vóru
bæði álvarslig og tvætlut løg,
minnist Amariel Norðoy og
flennir, tá hann hugsar um
fjákutu vísurnar, Kim Larsen
spontant plagdi at yrkja.
- Vit høvdu tað so stuttligt
saman, sigur hann.
Kim elskaði at vera til
Kim Larsen er kendur fyri at
vera ein fólksins maður, sum
tordi at siga sína meining
uttan at síggja seg sjálvan
betri enn nakran annan.
Hetta var eisini júst soleiðis,
Amariel kendi hann.
- Hann var ikki ein maður,
sum setti seg sjálvan uppá
nakran
pedestal.
Beinini
vóru altíð plantað heilt niðri
á jørðini.
Listamaðurin úr Klaksvík
minnist, hvussu tað lýsti úr
Kim Larsen, at hann elskaði
sítt yrki og elskaði at geva
fólki nakað gjøgnum sín
tónleik og sína nærveru.
- Lívið hjá honum var
sangur og tónleikur. Hann
elskaði at vera til, og hann
elskaði at vera til staðar, har
hann var. At síggja fólkið
hava
tað
gott
framman
fyri sær á pallinum, dámdi
honum. Hetta er tí, hann
elskaði at geva, og at geva
var nakað, sum eyðkendi
hann,
fortelur
Amariel
Norðoy, meðan hann fær
sær ein bita við skerpikjøti,
sum hann júst hevur skorið
av einum tjógvi, hann hevur
havt hangandi á altanini hjá
sær.
Amariel hevur eina
serliga súkklu
Í garðinum hjá Amariel
stendur ein gomul svørt
súkkla, sum hevur eina heilt
serliga søgu. Hendan súkklan
hevur eitt sentimentalt virði
sum fáar aðrar - serliga fyri
Amariel Norðoy, tí hesa
fekk hann nevniliga frá Kim
Larsen í 1987.
- Eg fortaldi einaferð
Kim, at eg ætlaði at keypa
mær eina nýggja súkklu, tí
AMARIEL NORÐOY OG KIM LARSEN VÓRU GÓÐIR VINMENN
- Vit høvdu
tað so stutt
ligt saman
Danska tjóðarskaldið heitti ofta á vinmannin,
Amariel Norðoy, fyri at hoyra hansara
meining um nýggju løgini hjá sær
Amariel Norðoy við súkkluni, sum hann fekk frá Kim Larsen í 1987
TAKK FYRI SAN