Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 1. oktober 2018 · Nr. 113 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Sonni Ragnar Nattestad fekk fyrstu minuttirnar fyri AC Horsens á hesum sinni, og hann var við til at kúgvenda hóttandi tapi til óvæntaðan sigur á Brøndby FÓTBÓLTUR Tveir føroyingar vóru á vøllinum á Brøndby Stadion í gjár, tá ið AC Horsens vann óvæntaðan 2-1-sigur á Brøndby og klintraði upp á eitt fimta pláss. Hallur Hansson byrjaði inni, og Sonni Ragnar Nattestad kom inn frá byrjan í seinna hálvleiki og fekk harvið sínar fyrstu minuttir hetta annað uppihaldið hann er í felagnum. Sonni Ragnar Nattestad kom inn, tá ið Brøndby var á odda 1-0, men AC Horsens kúgvendi dystinum – eisini hjálpt av at Brøndby-málverjin, Benjamin Bellot, fekk reytt kort. Hetta var triðja tapið á rað hjá Brøndby, sum er nummar sjey og í kreppu. Triðja dystin á rað og fimtu ferð av seinastu seks dystunum var føroyski málrevurin, Finnur Justinus­sen, á blettinum hjá Næst­ved, sum í gjár taptu 4-2 fyri Nykøbing FC. Hann var enn­tá á blettinum tvær ferðir og skeyt bæði málini hjá Næstved, sum nú er nummar seks, tó við sama stigatali sum nummar fýra, og einans tvey stig frá triðja plássi­ num í næstbestu donsku deild­ini. Finnur Justinussen hevur skotið níggju mál fyrstu 11 dystir­nar og er nummar tvey á topp­skjútta­ listanum. Martin Koch Helsted hjá HB Køge hevur skotði 10 mál. Íslendska landskappingin endaði leygardagin, og har gjørd­ist – við føroyskum brillum – spenn­ ingur til tað allarsíðsta um sein­ asta plássið, ið gevur atgongd til evropeiskan fótbólt, og tíverri fyri føroyingarnar í FH, Gunnar Niel­sen, Brand Hendriksson og Jákup Thomsen, so stóð FH eftir við svartaperi og bleiv nummar fimm, einans málmun verri enn KR á fjórða plássi. FH vann annars síðsta dystin 1-0 á Stjørnuni við máli frá Brandi Henrikssyni, men tað var altso ikki nóg mikið til at sleppa út í Evropa at spæla næsta kappingarár. Eisini Kaj Leo í Bartalsstovu kom á máltalvuna, tá ið ÍBV vann sannførandi 5-2-sigur tá ið teir í seinasta leikumfarinum vitjaðu René Shaki Joensen og liðfelagarnar í Grindavík. Kaj Leo í Bartalsstovu skeyt 4-2-málið og var sambært íslendskum miðlum millum sjónligastu menninar á vøllinum. ÍBV endaði nummar seks, meðan Grindavík endaði nummar 10 av 12 liðum. Sáttmálin hjá Kaj Leo í Bartalsstovu við ÍBV gongur út á nýggjárinum, og sambært fotbolti. net, so eru sannlíkindi fyri at hann skiftir til meistararnar í Vali. HONDBÓLTUR Jóhan á Plógv Hansen og Bjerr­ing­ bro-Silkeborg vunnu týdn­ing­ar­ miklan sigur í Champions League, tá ið teir leygarkvøldið vunnu 35-32 á útivølli ímóti portugisiska Sporting CP, ið er mett at vera tað liðið, sum teir donsku skulu kappast við um at sleppa víðari úr bólkaspælinum. Bjerringbro- Silke­borg fekk eina dreymabyrjan og dró tíðliga frá við nógvum mál­ um. Hálvleiksstøðan var 19-14 til Bjerringbro-Silkeborg. Jóhan á Plógv Hansen, sum hevur verið sera væl upplagdur seinastu dystirnar, skeyt hesaferð seks mál. Dagsins leikari var annars tann høgi Nikolaj Markussen við níggju málum. Føroyingar eru framvegis við í oddinum í næstbestu donsku hond­bóltsdeildini, har TM Tønder við Niklasi Simonsen sum ein av málverjununum er nummar eitt við fullum stigatali, átta stig fyri fýra dystir, eftir at teir hetta vikuskiftið vunnu 37-27-stórsigur á Randers. HØJ, har Jónas G. Djurhuus spælir, fekk 29-29-javnleik ímóti Ajax København og er nummar fýra, meðan Eirikur Simonsen skeyt tvey mál, tá ið Frederikshavn FI fekk ársins fyrsta sigur við 32-28-sigri á HC Odense. Sonni Ragnar fekk dreymabyrjan Tróndur Arge Fyrsta kappingin hetta kapp­ingar­ árið varð spæld í høllini í Trongis­ vági í gjár, har 34 spælarar vóru møttir at spæla 1. Grand Prix-um­ far av einari røð av seks. Kapp­ing­ ar­nar verða spældar í Tórshavn og í Trongisvági fram til í apríl, tá ið enda­bresturin í heimligu kapp­ ingini, FM, verður spælt. Grand Prix er skipað á tann hátt, at tvey tey fremstu í hvørjum bólki flyta upp, meðan tvey tey aftastu flyta niður. Tá ið seks kappingar eru spældar verður ein samlaður vinn­ari funnin – tó er krav at spæl­ arin hevur verið við í minst fimm av seks kappingum. Borðtennnis: Úrslit frá fyrstu kappingini Kappingarárið í borðtennis byrjaði í gjár við spennandi Grand Prix- umfari í høllini í Trongisvági Bólkur A Nr.1 Pætur Albinus, TÓR Nr.2 Sveinur M. Nolsøe, TÓR Nr.3 Knútur Jóannesarson, TÓR Nr.4 Kai Roest, TBF Nr.5 Rói Hjaltason, TÓR Nr.6 Helgi Ólavson, TBF Nr.7 Høgni Heinason, TÓR Bólkur B Nr.1 Vagnur Nolsøe, TBF Nr.2 Elinborg Nygaard, TBF Nr.3 Tórur E. Eliasen, TÓR Nr.4 Sólja Djurhuus, TÓR Nr.5 Aron F. Knudsen, TÓR Nr.6 Julian F. Knudsen, TÓR Nr.7 Maria Albinus, TBF Nr.8 Hjalgrím Højgaard, TBF Bólkur C Nr.1 Anja Wongwai, TBF Nr.2 Britt Michelsen, TBF Nr.3 Beinta Dalfoss, TBF Nr.4 Marin Elisabeth Poulsen, Royn Nr.5 Hanna Højgaard, TBF Nr.6 Victoria Debes, TBF Bólkur D Nr.1 John Bærendsen, TBF Nr.2 Jósvá Højgaard, TBF Nr.3 Elias Petersen, TÓR Nr.4 Bartal Klettheyggj, TÓR Nr.5 Pætur Frederiksen, TÓR Nr.6 Reimar Garðshamar, TBF Nr.7 Baldrian R. Nolsøe, TBF Bólkur E Nr.1 Símun Øster, TBF Nr.2 Gabriel Johannesen, TBF Nr.3 Lias Arnason, TBF Nr.4 Ólavur Hammer, TBF Nr.5 Tobias Garðshamar, TBF Nr.6 Jón Ragnarson, TBF Úrslit, 1. GP-umfar: