mánadagur 1. oktober 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. oktober 2018 · Nr. 113
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Føroyska kvinnulandsliðið hevði sínar fyrstu venjingar saman við Ágústi Jóhanssyni
um vikuskiftið. Nýggi landsliðsvenjarin er bjartskygdur um møguleikarnar hjá
landsliðnum, men fer at krevja nógv av leikarunum fyri at røkka málunum
HONDBÓLTUR
Sjúrður Hildarson Hoydal
Eftir fyrstu venjingina saman við
føroyska kvinnulandsliðnum rósar
nýggi venjarin úr Íslandi, Ágúst
Jóhansson, landsliðshópinum fyri
eina góða venjing. Men hann ger
samstundis greitt, at nógv er at
arbeiða við og at hann fer at krevja
nógv av hvørjum leikara.
Venjarin er sera nøgdur við at
leikararnir eru ídnir og vísa virkis
hugin, ið fer at krevjast í tí arbeið
num, ið Ágúst Jóhansson er settur
til; At flyta føroyska kvinnulands
liðið upp á næsta stigið.
Har er nógv at arbeiða við
Ágúst Jóhansson hevur eisini starv
sum venjari hjá Váli í bestu ís
lendsku deildini, so hetta er fyrsta
høvið at vera við leikarunum í høll
ini.
Men úr Íslandi hevur venjarin
fylgt við og hugt eftir bæði sein
astu landsdystunum og fyrstu um
førunum í landskappingini á video.
So hann hevur eina greiða fatan
av støðinum, ið føroyskur hond
bóltur er á.
-Støðið sveiggjar nakað, og vit
skulu fyrst og fremst arbeiða við at
gera tað støðugt ger Ágúst Jóhans
son greitt.
-Óansæð um liðið eitur Føroyar,
Svøriki ella Danmark, so hevur tú
sum venjari altíð okkurt at arbeiða
við, sigur nýggi venjarin og greiðir
nærri frá sjálvum verkinum, ið
hann nú skal undir:
-Tað snýr seg um hjá okkum at
arbeiða effektivt, brúka venjingar
nar væl og knýta sambandi millum
leikararnar á vøllinum og venjarar
nar.
Um vikuskiftið hevur landsliðið
fimm venjingar, so tað snýr seg um
at fáa nógv burturúr upp á stutta tíð.
Hesar
dagarnar
skulu
landsliðskvinnurnar
læra
um
hondbóltsáskoðanina hjá venjara
num, hvat hann fer at krevja av
leikarunum í verju og álopi og
hvørjar
spælskipanir
venjarin
ynskir at liðið skal nýta.
Agi er umráðandi
Og Ágúst Jóhansson hevur eisini
longu lagt eina ætlan um hvussu
liðið skal spæla.
-Fyrst og fremst fari eg at leggja
dent á, at vit duga at spæla við
einari flatari verju, sigur venjarin
og heldur fram:
-Harafturat vilja vit arbeiða við
einum meira skipaðum og agaføst
um álopsspælið, ið er grundarlagið
fyri at einstaklingaavrik kunnu
eydnast. Tað er sera umráðandi
at teknisku villurnar fækka sum
skjótast, tí at tær eru alt ov nógvar í
løtuni, staðfestir landsliðsvenjarin.
Ágúst Jóhansson sigur seg
sjálvan vera sera agafastan og skip
aðan, og hann krevur hetta sama av
leikarunum.
-Tað er umráðandi at liðið hevur
eina greiða og skilagóða ætlan, tá ið
vit spæla móti teimum stóru tjóð
unum, og tá er agin umráðandi,
men eisini hugurin og gleðin skal
vera til staðar á og uttanfyri vøllin,
sigur íslendingurin.
Tær størru hóndbóltstjóðirnar
spæla nevnliga við einari hægri
leikferð enn Føroyar gera í løtuni.
Tí er tað ein avbjóðing hjá liðnum
at bæði venja seg við hesa ferð, men
kanska enn týdningarmeiri, at duga
at taka tamarhaldið á leikferðini í
dystinum.
-Nýggja spælskipanin fer sjálv
andi at royna eftir skjótálops
møguleikum, men tá ið hesir ikki
eru til staðar, so er umráðandi at
vit duga at seta ferðina niður. Yvir
“EG DROYMI
UM EM OG HM”
Venjaratoymið á landsliðnum. Frá vinstru: Kári Garðarsson, Sophus Dal-Christiansen og Ágúst Jóhansson