Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 1. oktober 2018 · Nr. 113 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 høvur er tað umráðandi at velja møguleikarnar rætt og at liðið lærir hvør ferð hóskar seg best í ymsu støðunum, sigur venjarin av­ gjørdur. Royndur venjari fyri øðrvísi avbjóðing Ágúst Jóhansson hevur eisini roynd­ir við at spæla móti størri tjóð­um. Tær fáast sjálvsagt, tá ið ein venur íslendska landsliðið eins og Ágúst Jóhansson gjørdi í fimm ár. Hesa tíðina rakk íslendska kvinnu­landsliðið stórum úrslitum og var við til bæði EM og HM. Men venjarin er tó greiður um at hetta er ein øðrvísi avbjóðing enn hann hevur verið vanur við. Tó kennir hann serliga stríðsviljan aftur frá síni tí sum íslendskur lands­liðsvenjari. -Føroyingar líkjast íslendingum í so máta, heldur venjarin fyri. Venjarin hevur eisini stórar ætlan­ir fyri landsliðið, og kennir at føroyska hondbóltssamfelagið hevur tað sama. -Eg veit at hetta landsliðið kann flytast, og eftir at eg kom á fyrsta fundin við HSF, kendi eg bein­an­ vegin, at øll kring landsliðið eru sera arbeiðssom og hava stórar ætlan­ir um at taka landsliðið næsta fetið fram. Leikararnir hava eisini tað framasøknið, ið skal til, og leikara­ grundarlagið er yvirhøvur gott sambært venjaranum. -Vit hava fleiri heilt ungar leikar­ ar niður í 17 og 18 ára aldur. Tað er ikki ofta at har eru so nógvar ungar á einum landsliðið. Men har er góð blanding í bólkinum, og tær royndu duga væl at taka ábyrgd, heldur venjarin um hópin hjá sær Hugsar bæði langt og stórt Men menningin, ið landsliðið nú skal undir, fer at taka sína tíð. Ágúst Jóhansson hevur eisini skriv­ að sáttmála fyri trý ár, og hann avsannar ikki at hann kundi verið longri enn tað. -Eg hugsi langt og eg gleði meg at síggja hvar vit eru um trý ár. Tað fer at taka sína tíð, men um vit fáa góð venjingarskeið og einar tíggju ella 12 dystir um árið írokn­að vinardystir, so ivist eg ikki í at vit fara at flyta okkum langt, sigur venjarin, ið trívist sera væl í samstarvinum við HSF og venjara­toymið hjá sær. Í venjaratoyminum eru millum annað Sophus Dal-Christiansen, hjálpar­venjari og Heri Ziska, krops­ligur venjari. Umframt teir er íslendingurin Kári Garðarsson, ið Ágúst Jóhansson leingi hevur sam­starvað við, settur sum mál­ verju­venjari. Hetta er toymið, ið skal hjálpa Ágústi Jóhanssyni at fáa ætlanirnar við landsliðnum at eydnast. Og ætlanirnar eru ikki varnar: -Dreymurin er at føra Føroyar fram til eitt HM ella EM endaspæl. Eg veit at tað krevur stórt arbeiði, men eg vænti at leikararnir eru til reiðar at fara undir hetta verkið, eg kenni á mær at eg havi eitt gott venjara­ toymi umframt at skipanin rundan um landsliðið er sera góð, stað­festir ein íðin landsliðsvenjari at enda. HONDBÓLTUR Sjúrður Hildarson Hoydal Í Hoyvík var endurtøka av seinastu finalunum um Føroya­ meistaraheitið á skránni, og tað vóru silvurvinnararnir, ið fingu hevnd. Allan dystin á tamb tóktust neista­menn kvikari, hvassari og neyvari enn hoyvíkingar, ið tókt­ ust nakað tungir. Endin var ein greiður sigur upp á 25-19 til Neist­ an. Stóru leikararnir hjá Neistanum vóru Tróndur Kragesteen, ið hevði eina ørgrynnu av fríspælingum til við­leikarar og Nicholas Satchwell, ið forðaði fyri at H71 fekk bóltin í netið, tá ið teir hendingaferð komu til møguleikar. Tað bøtti lítið hjá hoyvíkingum at Peter Krog var við fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið. Stór­ skjútt­in vísti seg væl fram í løt­um, bæði í verju og álopi, men yvir­ høvur hevði hann trupulleikar við neyvleikanum, eins og hinir hoyvík­ingarnir. Úrslitið hevur við sær at Neistin hevur vunnið øll seks stig­ini eftir tríggjar dystir og ligg­ ur á odda í deildini, meðan H71 liggur millum tey niðastu við bert tveimum stigum. Javnleikur í Kollafirði Í Kollafirði spældu KÍF og Kyndil javnt. Í teimum fyrstu umførunum hava hesi bæði liðini vunnið sær stig við sterkum verjum og framúr málverjuavrikum, og so var eisini hesaferð. Dysturin endaði 21-21 eftir at bæði liðini høvdu sera trupult við at skjóta mál. Hetta var eisini støðan tá ið fimm minuttir restaðu í, og liðini megnaðu ikki at skjóta fleiri mál, hóast Kyndil hevði ein møguleika við brotskasti. Team Klaksvík fekk fyrsta sigurin Í Klaksvík vann Team Klaksvík fyrsta sigurin hetta kappingarárið, tá ið liðið í sínum fjórða dysti fekk bast StÍF. Álopið hjá Team Klaks­ vík var sera gott fyrstu hálvuna, har ið liðið fekk heili 18 mál. Í sein­ na hálvleiki var StÍF nær við at taka klaksvíkingar aftur, men teir hildu høvdið kalt og fingu fyrsta sigurin í lag seinastu løtuna. Øll vinna á øllum Úrslitini bera brá av at kappingin er sera jøvn í ár og at úrslitini ikki geva ábendingar um hvussu lið­ini eru fyri. KÍF vinnur á H71, ið vinnur á Kyndli, ið vinnur á Team Klaksvík, ið vinnur á StÍF, ið vinnur á KÍF. Men ongin tykist vinna á Neistanum í løtuni, ið tykjast sum sterkasta og best fyri­ reikaða liðið hesi fyrstu um­før­ini. Tað er ov tíðliga at gera niður­ støður, men heldur henda gongdin fram, so verður stórur spenningur um hvør sleppur í hálvfinalurnar í bæði steypa- og landskapping. H71-venjarin: Vit skulu spæla eitt nýtt lið saman Hóast H71 hevur fingið eina trupla byrjan, so er Sonni Larsen, venjari, ikki stúrin um støðuna. -Vit eru eitt ungt lið, og tað fer at taka nakað av tíð at fáa samanspælið at rigga. Vit síggja eisini at Neistin vísti seg royndari enn vit í nógvum støðum. Eg eri ikki stúrin, men spælið skal sjálv­ andi betrast, sigur venjarin stutt eftir dystarlok, og greiðir víðari frá, at tað var trupult móti einum so góðum málverja sum Nicholas Satchwell hendan dystin. Nú eru tvær vikur til næsta dyst­in, og Sonni Larsen greiðir frá, at hópurin skal venja álopsspælið hjá sær, og royna at fáa betri rút­mu í spælið, sum hann tekur til. Hann leggur dent á at liðið er broytt munandi síðani seinasta kapp­ingarár, og har er nógv at arbeiða við fyri at fáa liðið spælt saman. -Tað er umráðandi at vit ikki taka synd í okkum sjálvum. Vit skulu í arbeiðshandskarnar fyri at koma inn aftur í kappingina, sigur venjarin. Hoyvíkingarnir vóru ofta nevndir sum favorittar undan kapp­ingini, men Sonni Larsen greiðir frá at málið er fyrst og fremst at enda millum fýra tey fremstu. Tí venur liðið øgiliga tungt í løtuni, eftirsum at liðið hev­ur ásannað, at tað er seinni í kapp­ingar­árinum at teir avgerandi dystir­nir vera leiktir. Hetta er ein av orsøkunum til at liðið eisini sær tungt út á vøllinum í løtuni heldur Sonni Larsen, og tekur til at tann tindurin, ið liðið skal røkka seinni, vón­andi gerst tað hægri við hesi íløguni í kropsligu venjingina. Neistavenjarin: Vit skulu framvegis menna okkum Jeppe Borch, neistavenjari er, sum vera man, sera nøgdur við trý tey fyrstu umførini. Neistin liggur á odda í deildini við fullum stigatali. -Vit fáa ikki gjørt tað nógv betur, tá ið vit hugsa um úrslitini, sigur venjarin hjá Neistanum, men leggur eisini dent á at kappingin er júst byrjað, og at nógv kann broytast. -Vit hava framvegis nógv, ið skal mennast. Sjálvandi eru vit sera væl nøgd við úrslitini, men vit hugsa enn mest um menningina í mun til úrs­litini, staðfestir Neistavenjarin og ger greitt at enn er nógv at arbeiða við til venjingarnar. Venjarin ásannar at Neistin sá út til at vera betur fyri í flestu pørt­um av spælinum, men hann er sam­stundis ikki í iva um at H71 fer at reisa seg aftur. Hann mælir til at minnast at kappingin enn er ung og heldur fyri at H71 fer heilt vist at gera størri mótstøðu næstu ferð lið­ini hittast. Men avrikið í dag var undir øll­um umstøðum væl frægari hjá Neistanum enn hjá H71, og Jeppe Borch greiðir frá at hann er ser­ stak­liga nøgdur við verjuspælið saman við málverjanum. -Vit hildu okkara avtalur júst sum vit skuldu og vit fáa tær bjarg­ ingarnar, ið vit gjarna vildu hava um­framt nakrar afturat, sigur venj­arin og sipar til at Nicholas Satch­well stóð ein sera góðan dyst í Neistamálinum -Tá alt hetta eydnast, so sæst tað eisini aftur á úrslitinum, sigur Jeppe Borch at enda. NEISTIN ER Á ODDA Sunnudagin var aftur fult umfar á skránni í Okkaradeildini, ið er fremsta mansdeildin í hondbólti. Eftir at liðini hava leikt tríggjar og fýra dystir hava øll liðini roynt at vunnið, og eitt lið hevur fult stigatal. Eftir at neistamenn sunnudagin vunnu greitt á H71, eru teir á odda í kappingini og fremsti favorittur í eini annars sera tættari kapping H71-Neistin 19- 25 (11-16) H71: Peter Krogh 5, Vilhelm Poulsen 4, Bergur Ákason 2, Pætur Thomsen 2, Leivur Mortensen 2, Brandur Halgirsson 1, Hans Kári Hansen 1, Niklas Hanusarson 1, Ári Dam 1 Neistin: Rasmus Søby 5, Tróndur Kragesteen 5, Høgni Zachariassen 5, Karl Martin Olsen 4, Rune Olsen 2, Herbjørn Lava 2, Torkil Hentze 1, Pætur Mikkjalsson 1 KÍF - Kyndil 21- 21 (11-12) KÍF: Atli L. Hammer 6, Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Borko Cupara 4, Poul F. Egholm 4, Niklas Reginsson 1, Teitur Joensen 1 Kyndil: Tróndur Wardum 5, Bartal K. Olsen 4, Høgni K. Olsen 4, Rógvi Dal-Christiansen 3, Hjalti M. Jacobsen 2, Jóni G. Viderø 1, Tummas P. Hanusarson 1, Rókur Akralíð 1 Team Klaksík – StÍF 30-27 (18-14) Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 8, Christoffer Madsen 7, Vilhelm Vilhelmsen 4, Jens Pauli Mohr 3, Finnur Hansson 3, Einar Dam 2, Beinir Johanessen 1, Petur Martin Eliassen 1, Hørður Sigtórsson 1 StÍF: Pætur Ó. Barclay 7, Martin Danielsen 5, Pætur Johansen 4, Ivan Mrdalo 3, Djóni J. Petersen 3, Jóannes A. Prestá 3, Hendrikur Hansen 2 Okkaradeildin: Okkaradeildin støðan LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 Neistin 3 72 57 15 6 2 VÍF 3 81 67 14 5 3 Kyndil 4 91 78 13 4 4 KÍF 4 92 92 0 3 5 StÍF 3 75 78 -3 2 6 H71 3 59 74 -15 2 7 Team Klaksvík 4 91 115 -24 2