mánadagur 1. oktober 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. oktober 2018 · Nr. 113
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- Mong halda tað er eitt slakt. Tað er tað ikki. Tey, sum halda tað, eru tey, sum einki vita um boksing,
sigur Martin Meng frá Tórshavn Boksing, ið fegnast um at boksing er við at fáa fótin fyri seg í Føroyum
BOKSING
Pætur Albinus
Nevaleikur, kanska betur kent sum
boksing, er við at fáa fótin fyri seg
í Føroyum. Hesin ítrótturin, sum
gongur undir fyri at vera heldur
harðrendur, byrjaði sítt egna lív her
á landi á vári 2016, tá ið Tórshavn
Boksing varð sett á stovn. Eftir
at hava húsast í Vælveru, Eystur
skúlanum og í leigaðum hølum
hjá Bilrøkt, so flutti lítla nýggja
høvuðsstaðarfelagið inn í kjallaran
í nýggju høllini á Hálsi í februar í ár.
- Tað lætnaði hjá okkum, sigur
ein av oddamonnunum í Tórshavn
Boksing, Martin Meng, um kenslu
na at flyta inn í nýggj hølir.
- Frammanundan vistu vit ikki
um vit vóru keypt ella seld. Vit
leigaðu okkum inn hjá Bilrøkt fyri
egnar pengar, men tað er greitt, at
tað bara røkkur til eitt vist, sigur
hann.
Martin Meng, ið er dani og er
uppvaksin við boksing í familjuni,
sigur, at tað er sera umráðandi við
føstum rømmum. Nú vita teir í
felagnum, at tað er her teir skulu
vera framyvir, og tað hevur latið
dyrnar upp fyri nýggjum møgu
leikum.
- Nú kunnu vit aftur hugsavna
okkum um at mennast sum felag,
sigur Martin Meng.
Tórshavn Boksing skipar fyri
venjing tríggjar ferðir um vikuna,
og tað eru gott og væl 30 til venjing
hvørjaferð. Limatalið liggur ímill
um 60 og 70, men felagið arbeiðir
støðugt við at røkka longri út.
Tað er undirtøka fyri at hava eitt
motiónslið, men tað er avmarkað
við arbeiðsorku á venjarasíðuni, so
í løtuni leitar felagið eftir einum
instruktøri at standa á odda fyri
motiónsliðum.
Eisini verður arbeitt við at fáa
boksing at røkka í aðrar endar í
landinum, og dreymurin er at feløg
verða sett á stovn eitt nú í Klaksvík,
í Suðuroy og í Vágum.
- Fólk síggja hvussu langt vit eru
nádd í Tórshavn upp á so stutta tíð,
og tað snýr seg um at finna hesar
tvær-tríggjar eldsálirnar, ið vilja
byrja feløgini. Tað er kanska tungt
at byrja við, men so kemur tað á
glið, sigur Martin Meng, ið tosar av
egnum royndum.
Fordómarnir
Boksing hevur umdømi sum ein
ógvusligur ítróttur, men Martin
Meng
heldur,
at
fordómarnir
stundum eru óneyðuga ógvusligir.
- Tey hava eina mynd av einum
slakti, har fólk bara boksa garrvilt
eftir hvørjum øðrum, heldur Mart
in.
- Soleiðis er tað ikki, undirstrikar
hann.
- Fólk, sum ikki eru glað fyri
boksing, eru gjarna tey, sum ikki
vita nakað um reglur í boksing og
hvussu nógv ein skal ígjøgnum
áðrenn ein yvirhøvur sleppur í
ein ring at boksa av álvara, sigur
Martin Meng og vísir á, at boksarar
fáa drúgva frálæru í eitt nú at sláa,
verja seg og flyta seg umframt
at teir skulu hava læknakanning
og boksipass áðrenn teir
sleppa í ein ring.
- Men tá alt tað so er
sagt, so er hetta ikki
nakar dansur. Hetta
er ein kontaktsportur,
og tað kunnu henda
skaðar. Tað er tó ikki
stórt øðrvísi enn í
øðrum ítróttum, har
íðkarar
kunnu
slíta
liðbandið, bróta fótin og so
víðari, sigur Martin Meng og
undirstrikar, at teir skaðar, sum
henda í boksing, einamest henda í
elituni, og at teir uppstanda tá ið
annar boksarin hevur gjørt ein feil.
- Tað er bara at koma í høllina og
síggja hvussu tað fyrigongur. Eing
in, sum hevur verið her, hevur nak
að ringt at siga um boksing. Heldur
ikki foreldur og onnur, sum eru
framvið, sigur Martin.
Fína vitjan
Herfyri hevði Tórshavn Boksing
vitjan av týska boksifelagnum,
Boxing Industry, har ein av monn
unum, Sebastian Tlatlik, er fyrr
verandi fulltíðar boksari, og nú
tekur sær av at skipa fyri dystum
– ein sokallaður promoter. Týska
boksifelagið vendi sær sjálvt til tað
føroyska, og ætlanin er at fáa eitt
samstarv í lag, har føroysku betur
kunnu menna seg.
Týskararnir koma aftur til
Føroya í januar, og so er ætlanin
at føroyingar eisini so skjótt sum
møguligt fara til Týsklands at
venja.
Martin Meng hevur ein
dreym um at onkur føroyingur
gerst
professionellur
boksari,
men hann sigur tó, at tað kann
taka upp til fleiri ár at 'uppbyggja'
ein boksara, sum hann nevnir tað.
Hann heldur, at tær smærru
einstaklingaítróttargreinarnar
í
Føroyum hava góðar møguleikar
fyri at skapa góð úrslit uttanlands,
og nevnir hann eitt nú Pál Joensen,
sum sjálvur vann seg upp á toppin
og fekk egna svimjihøll, meðan aðr
ar ítróttargreinar, eitt nú fótbóltur,
í so máta hava tað lættari.
- Populeru ítróttargreinarnar
fáa nógvar ferðir meira í stuðli enn
tær smáu, men úrslitini eru lutfals
liga vánalig, heldur Martin Meng.
Virksemið í Tórshavn Boksing
heldur fram. Komandi vikuskifti
kemur professionelli danski boks
arin, 19 ára gamli Oliver Meng, til
Føroya at hava venjingarlegu við
føroyskum boksarum, har teknisk
v e n j i n g
verður
ovast
á breddanum. Oliver er sonur
systkinabarn Martin. Hann eitur
Morten og hevur nógv ára royndir
sum venjari. Morten og Oliver eru
á sama liði sum teir kendu Brian
Nielsen og Mogens Palle. Nevnast
kann, at hálvføroyska Sarah Mah
foud eisini boksar við hesum lið
num.
Seinni í oktobur fara 14 fólk
úr Tórshavn Boksing til breddar
stevnu í Helsinge í Danmark. Talan
er um tríggjar venjarar og 11 boks
arar, sum skulu boksa diplomdystir.
Longri frammi í framtíðini er eitt
nú danska byrjunarmeistaraheitið
í apríl.
- Har er málið at vinna heila
fratið, sigur Martin Meng at enda.
albinus@sosialurin.fo
Boksing stríðist við fordómar