mánadagur 1. oktober 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 1. oktober 2018 · Nr. 113
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Fuglfirðingar fagnaðu leygardagin
sínum monnum, sum longu høvdu
tryggjað sær uppflyting og við
3-0 heimasigri ímóti KÍ mest sum
tryggjaðu sær gullkrónurnar.
Øll málini vórðu skorað í fyrra
hálvleiki. Veteranarnir Dánjal á
Lakjuni og Jan Ó. Ellingsgaard (2)
skoraðu málini. Teir vita, at tað
verður heilt øðrvísi næsta ár, tá ið
ÍF fer at spæla í bestu deildini, enn
tað hevur verið í ár, og enn tað var
leygardagin ímóti illa mannaðum KÍ
liði.
Superveteranurin Allan Joensen
var á vøllinum, superveteranurin
Heðin á Lakjuni var á beinkinum, og
Helgi Simonsen og Uni Gregersen
vóru fyri fyrstu ferð í ár á næstbesta
KÍ liðnum.
Ætlanin
var,
at
miðvallar
stríðsmaðurin Tórur Justesen skuldi
spæla á besta liðnum ímóti AB, men
hann varð skaddur í vikuni og var tí
als ikki á vøllinum.
Átta av teimum fyrstu ellivu hjá
ÍF leygardagin hava spælt nógv í
bestu deildini.
B68 roknistykkið
Toftamenn eru fýra stig frá upp
flytingarplássi. Onkur heldur, at
felagið er við at koma sær í upp
flytingarvanda, men venjarin og
spælararnir og leiðslan arbeiða
miðvíst fyri, at tað skal eydnast at
flyta upp.
Leygardagin gekk tað, sum teir í
B68 høvdu vónað. Skála fór til hús
við 3-0 tapi. Á dómaraseðlinum, sum
vit plaga at fylgja, eru málskjúttarnir
ikki rættir. Tað var 17 ára gamli Bárður
Ólavsson Jensen (og ikki veteranurin
Jonleif Højgaard), sum setti hol á.
Tað var Otto Reinert Petersen, sum
tíðliga í seinna hálvleiki økti til 2-0.
Á dómaraseðlinum stendur Petur í
Túni Petersen at hava skorað til 2-0.
Soleiðis var tað ikki, og Petur eigur
framvegis á at skora fyrsta málið fyri
besta B68 liðið.
Albert Róin Johannesen staðfesti
3-0 sigurin. Tað eru teir í B68 samdir
við dómaran um.
At KÍ tapti í Fuglafirði passaði væl
í líkningina hjá B68. Nú er KÍ, sum
leingi var topplið, á triðja plássi, og
nú er KÍ liðið, sum toftamenn eftir
øllum at døma skulu taka í royndini
at vinna uppflyting.
Um tað skal eydnast, so skal B68
vinna allar tríggjar dystirnar, og so
skal KÍ missa stig í einum øðrum
dysti enn ímóti B68.
Sunnudagin skal B68 til Klaks
víkar. Toftamenn skulu vinna ímóti
KÍ, á heimavølli ímóti B71 og á útivølli
ímóti Víkingi. Víkingur vann í vár 5-1
á heimavølli ímóti B68, og B68 vann
í summar 5-0 á heimavølli ímóti
Víkingi.
Umframt ímóti B68 skal KÍ spæla
á heimavølli ímóti Suðringum og í
Gundadali ímóti HB. Fyrr í ár hevur
KÍ vunnið 9-0 á heimavølli ímóti
Suðringum, meðan Suðringar vunnu
2-1 á heimavølli ímóti KÍ. Seinni varð
úrslitið broytt til 3-0 KÍ sigur, tí
heimaliðið hevði spælara á liðnum,
ið ikki hevði loyvi at spæla.
Toftamenn rokna við, at KÍ fer
at vinna ímóti Suðringum, meðan
tað verður torførari í Gundadali
ímóti HB. Tá ið klaksvíkingar vóru
í høvuðsstaðnum 18. mars, fóru teir
norðuraftur við 2-1 sigri, og teir vun
nu eisini 2-1, tá ið HB 12. mai var í
Klaksvík. Síðstu tíðina er KÍ liðið
nógv viknað, meðan HB liðið tykist
hava somu styrki, sum tað leingi
hevur havt.
Giza Hoyvík hongur í
Suðringar eru fluttir niður. Eftir
at Giza Hoyvík leingi hevur verið
í heilt trongum skóm, so eru tað
nú tvey onnur lið, sum kappast við
Giza Hoyvík um at sleppa undan
niðurflyting.
Eftir sigrar tvær tær seinastu
ferðirnar – á Sandi og leygardagin á
heimavølli ímóti Suðringum – hevur
Giza Hoyvík nú møguleika at sleppa
undan niðurflyting.
Sunnudagin skal Giza Hoyvík
spæla á Skála. Tað eru tvey stig frá
Skála og aftur til Giza Hoyvík, sum
við sigri fer at lyfta seg framum
Skála. Umframt ímóti Giza Hoyvík
skal Skála spæla ímóti Víkingi (h) og
Suðringum (ú).
B71 hevur burturúr fimm teimum
síðstu
dystunum
bara
vunnið
eitt stig. Leygardagin fór NSÍ um
Skopunarfjørð við 2-1 sigri. Andri
Benjaminsen og Magnus H. Olsen,
sum vaks upp í B71, skoraðu NSÍ
málini, og veteranurin Tummas Pauli
Olsen minkaði átta minuttir undan
steðginum um munin.
B71 bíðar stór mótstøða í trimum
teimum síðstu umførunum: HB (ú),
B68 (ú) og ÍF (h).
Næstbesta liðið hjá Víkingi plagar
at eiga heimavøll uppi á Brekku
í Leirvík. Leygardagin var liðið á
heimavølli í Sarpugerði, har tað var
heilt friðarligt. Tað endaði málleyst
ímóti teimum næstbestu hjá HB.
ÍF – KÍ 3-0 (3-0)
1-0: Dánjal á Lakjuni 12.
2-0: Jan Ó. Ellingsgaard 18.
3-0: Jan Ó. Ellingsgaard 32.
Víkingur – HB 0-0
B68 – Skála 3-0 (1-0)
1-0: Bárður Ólavsson Jensen 9.
2-0: Otto Reinert Petersen 52.
3-0: Albert Róin Johannesen 75.
Giza Hoyvík –
Suðringar 2-0 (0-0)
1-0: Leivur Holm Joensen 57.
2-0: sjálvmál 65.
B71 – NSÍ 1-2 (1-2)
0-1: Andri Benjaminsen 7.
0-2: Magnus H. Olsen 18.
1-2: Tummas Pauli Olsen 37.
25. umfar
Sunnudagin 7. oktober
KÍ – B68
NSÍ – ÍF
Skála – Giza Hoyvík
HB – B71
Suðringar – Víkingur
Máltindurin
Jan Ó. Ellingsgaard ÍF
20
Steffan Løkin
NSÍ
15
Tijani Mohammed
B71
13
FÓTBÓLTUR
Toftamenn rokna sannlíkindini vera stór
fyri, at tað skal eydnast at flyta upp, hóast
tað resta fýra stig, nú trý umfør eru eftir
1. DEILD:
ROKNI
STYKKIÐ
HJÁ B68
GONGUR
UPP
1. deild støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
ÍF
24
18
3
3
83
34
+49
57
2
NSÍ II
24
15
4
5
75
32
+43
49
3
KÍ II
24
15
4
5
58
28
+30
49
4
B68
24
14
3
7
55
33
+22
45
5
Víkingur II
24
10
3
11
34
43
-9
33
6
HB II
24
8
5
11
44
37
+7
29
7
Skála II
24
7
4
13
38
54
-16
25
8
B71
24
8
1
15
41
61
-20
25
9
Giza Hoyvík
24
6
5
13
31
43
-12
23
10 TB/FCS/Royn II
24
1
4
19
16
110 -94
7