Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. oktober 2018 · Nr. 113 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Síðani 2012 hevur Víkingur verið fast inventar í europeisku kapp­ing­ unum. Í summar og síðsta summar var tað í meistarakappingini, og hini árini var tað í Europa Liguni. Næsta summar fara víkinga­ spælar­arnir at spenna frá og halda frí, tá ið landskappingin fer í summarfrí. HB fer at luttaka í meistara­kappingini fyri fyrstu ferð í fimm ár, og HB fer at taka lut í Europa eftir í tvey ár at hava hugt at, meðan Víkingur og hini liðini hava spælt í Europa. Hini liðini vera tey somu, sum vóru við í summar, og sum eisini vóru við í fjør. B36 er steypavinnari, og í gjár lagaðu úrslitini seg soleiðis, at tað eftir øllum at døma vera KÍ og NSÍ, sum saman við B36 fara at lut­ taka í Europa Liguni. Víkingur hevur 39 stig, og tað eru sjey stig og lakari málmunur fram til NSÍ, sum er á fjórða plássi. Í trimum teimum síðstu um­før­un­ um skal Víkingur spæla ímóti AB (ú), sum stríðist fyri lívinum, grannunum í NSÍ (h), og meistarunum í HB (ú), sum leygardagin 27. oktober fara at taka ímóti gullinum í Gundadali. NSÍ skal spæla ímóti EB/Streymi (ú), Víkingi (ú) og í síðsta umfari á heima­vølli ímóti KÍ. Á pappírinum ber tað til hjá Vík­ ingi at fáa NSÍ aftur. Men tað er einki, sum bendir á, at Víkingur í trim­um teimum síðstu umførunum fer at vinna átta stig fleiri enn NSÍ, hóast hesi bæði liðini eiga innanhýsis upp­ gerð í Sarpugerði. Botnurin Stóri ósvaraði spurningurin er, hvussu tað verður við niður­flyt­ ing­ini. ÍF hevur tryggjað sær pláss í bestu deildini. Harvið er tað greitt, at í hvussu so er eitt lið fer at flyta niður. Møguleikin hjá B68 at flyta upp er ikki minni eftir vikuskiftið, enn hann var undan vikuskiftinum. Men tað er ikki greitt enn, og tað verður ikki greitt fyrr enn á síðsta leik­degi, um tað verða eitt ella tvey lið, sum fara at flyta niður. Tað vera AB og 07 Vestur ella annað av hesum liðunum. Glotti í Klaksvík KÍ – AB 3-0 Tað var kalt, og tað sást á áskoðara­talinum, at fótbóltslagið í Klaks­vík ikki er, sum tað var fyrr í summ­ar. Sunnudagin 19. august vann KÍ 3-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Í gjár var úrslitið tað sama, tá ið AB var í Klaksvík. Ímillum hesar báðar 3-0 heima­ sigrarnar spældi KÍ tríggjar lands­ kap­p­ingardystir uttan at vinna. Úrtøkan var eitt stig og málmunurin 3-6. Sigurin í gjár kendist søtur. Við honum mest sum tryggjaði KÍ sær rætt at taka lut í Europa næsta summar, og liðið er aftur fremst í kapp­ingini um silvurkrónurnar, sum tvey tey seinastu árini eru endaðar í Klaks­vík. Og so var sigurin í gjár vunnin uttan fleiri av teimum, sum hava verið lyklaspælarar. 16 ára gamli Børge Petersen var í miðverjuni, 17 ára gamli Óli Eyðsteinsson Poulsen, sum var ein av málskjúttunum, var á vølli­num alla tíðina, og 16 ára gamli Jonn Johannesen varð skiftur inn. -Tað lætnaði, tá ið tað í fyrsta minutti eydnaðist at skora. Boris Dos­ljak legði innfyri úr høgru, og Páll A. Klettskarð stýrdi bóltin í málið. Boris og Páll áttu uppspælið, tá ið Óli Eyð­steinsson Poulsen skoraði, og tað var eftir, at Páll hevði sent bóltin á tvør­t­ræið, at Kristoffur Jakobsen økti til 3-0, greiðir Jóannes Bjartalíð frá. -Vindurin darvaði fótbólts­spæli­ num, men vit vunnu, og nú eru vit í støðu, sum ger, at vit triðja árið á rað kunnu vinna silvur. Tá ið gullið er farið, er silvur tað næsta, og vit ætla at enda væl og vinna silvur og vinna pláss í Europa, sigur Jóannes Bjarta­líð. AB liðformaðurin Heðin Stenberg harmast byrjanina: -Tað var so at siga 1-0, tá ið vit byrjaðu, og tað rakti okkum meint. Vit spældu okkum í fleiri góðar støð­ ur, og tað var fleiri ferðir tætt við, men sum so mangan so skoraðu vit ikki, meðan mótstøðumenninir vóru effektivir, sigur AB liðformaðurin. Metið er undir borðinum EB/Streymur – HB 0-3 Høgættin var køld í Hólmanum á Eiði, og vindurin órógvaði rættiliga nógv. HB legan var als ikki so stór, sum hon var í Klaksvík næstsíðsta sunnu­dag. Bara seks av teimum, sum í Klaks­ vík vóru millum teir fyrstu ellivu, vóru tað eisini ígjár. Avrikið var so­ leiðis, sum tað hevur verið síðani tíð­ liga í ár. HB hevur ikki tapt á útivølli í ár. Í gjár eydnaðist tað undan fríska loti­num at skora eitt mál, tá ið John Frederiksen stutt undan steðginum stútaði til 1-0, og ímóti lotinum hekk spælið betri saman. Tá skoraðu Niklas Kruse, sum er uppaldur í EB/ Streymi, og Ari Mohr Olsen, sum skor­aði fyri áttandu ferð. -Hetta var góð mynd av gongdini nógvu tær seinastu vikurnar. Tað fara tvey ella trý mál ígjøgnum hvørja ferð, vit hava fleiri møguleikar, men tað eydnast ikki at skora. Heldur ikki tá ið vit vunnu brotsspark, sigur Heðin Askham. Brotssparkið, sum hann sipar til, dømdi Jóhan Hendrik Ellefsen, tá ið støðan framvegis var málleysur javn­leikur. Ragnar B. Danielsen plagar at vera tryggur úr ellivu metrum. Teitur Matras Gestsson í HB málinum, sum í gjár var liðformaður, hevur ofta bjargað, tá ið mótstøðuliðini hava brots­spark, og tað gjørdi hann eisini ígjár. -Spælið var betri eftir steðgin, tá ið vit høvdu vindin ímóti. Hugaligt var tað hjá Niklas Kruse at skora, nú hann fekk møguleikan millum teir fyrstu ellivu, og sjálvsálitinum hjá Ara Mohr Olsen bilar einki. Stóri íblásturin hjá okkum er nú at taka stigametið, sum nú er fýra stig burt­ ur, sigur HB hjálparvenjarin Rasmus Nolsøe. Skora oftari enn hinir NSÍ – 07 Vestur 7-1 At NSÍ eigur nógvar skikkaðar spælar­ar, sum kappast um plássini á besta liðnum, varð undirstrikað við Løkin ígjár. Tølini siga, at tað bilaði einki, at fýra av teimum, sum hava verið fastir fúsir, ikki vóru tøkir. NSÍ hevði bóltin meir, og Fróði Ben­ja­minsen setti skjótt hol á, men spæl­býtið gav leingi ikki ábending um, at talan fór at verða um skrædl og 7-1 heimasigur. 07 Vestur hevði bæði Ken Fager­ berg og Sonny Jakobsen á toppinum. Tað var ábending um, at Sigtór Peter­ sen og hansara menn roknaðu við møgu­leikanum at fáa stig við sær vestur­aftur. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB: Nú liggja vit tungt i sjøen. Tó eru ikki allar súðir syftar. Vit taka ein alvorligan sluttspurt, og stinga stevnið framum 07Vestur. COYF. RÓGVI DAM EB/STREYMUR: Tá íð vit ikki skora uppá okkara kjansir, hvussi skal tað tá vera. HB 7 skot 3 mál og vit 15 skot og einki mál. Saman standa vit sterk KRISTIAN JOENSEN KÍ: Nú skal eitt undur til, um vit skulu missa europa cup plássi. Deiligt at síggja nógvar ungar lokalar leikarar a liðnum. JAN BOLSTAD ANTONIUSSEN NSÍ: Við fýra profilum uttanfyri, væntaði mann sær ein javnari dyst. Men hópurin er fullur av talentum. So mann kann ikki annað enn staðfesta at bonkurin er næstan líka sterkur, sum teir fyrstu 11. 7-1 var í minna lagi! Góðir, góðir, góðir! BJØRG OLSEN SKÁLA: Ikki nógv at skriva heim um í dag. Rótutur dystur, og vindurin fór við tí mesta. Eitt tað størsta upplivilsi var, at vit fingu eitt heglingsæl í seinna hálvleiki. Go Skála Víkingur misti í gjár eftir øllum at døma møguleikan næsta ár at vera við í Europa, har liðið hevur spælt øll árini síðani 2012 Betri-deildin: EUROPA­SPURNING­ URIN ER SVARAÐUR