mánadagur 1. oktober 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. oktober 2018 · Nr. 113
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
Landsliðið er úttikið til
UEFA Nations League
dystirnar móti Aserba
djan og Kosovo. Bara
ein broyting frá seinast,
har Sølvi Vatnhamar
hevur givið avbooð.
HB er fýra stig frá at
taka metið hjá B36 frá
2011, tá teir vunnu
FM við 67 stigum. HB
vann 3-0 á EB/Streymi,
sum skal hava nýggjan
venjara, eftir at Heðin
Askham gevst eftir
hetta kappingarárið.
Í hondbóltinum er stað
festingin, at øll kunnu
vinna á øllum. Úrslitini
fyrstu umførini eru ikki
til at rokna út, men líkt
er til stóran spenning.
UEFA boðar frá, at
EM 2024 verður í
Týsklandi. Tvey lond
bjóðaðu seg fram.
Tey eru Týskland og
Turkaland.
Luka Modric verður
valdur til ársins spælara
av FIFA. Hann er tann
fyrsti í tíggju ár, at
vinna heitið frá Lionel
Messi og Cristiano
Ronaldo.
ÍF tryggjar fær fyrsta
plássið í 1.deild í
fótbólti, eftir at teir
vinna 3-0 á einum
skerdum KÍ-liðið. B68
livir enn í vónini, um at
flyta upp.
Flogbóltskappingarárið
er farið í gongd hetta
vikuskiftið.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Lars Olsen
Aldur: 2. feburar 1961
Yrki: Landsliðsvenjari
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. 2011
2. Kristian Johansen
3. Madeira
4. Kenja
5. 2010 og 2014
6. Olga Kristina Hansen
7. Homerun
8. Sigtór Petersen
Hetta er ein dokumentarur, sum
Canal + hevur gjørt um fyrr
verandi franska landsliðsspælar
an, Karin Benzema, sum í dag
spælir við Real Madrid. Hann
er ein umstríddur harri, eftir
at hann blandaði seg í eina sak
um pengakúging, har landsliðs
liðfelagi kom í trupulleikar, tí
onkur hevði myndir av honum,
har hann var saman við einari
kvinnu.
Sakin hevur við tíðini kostað
Karim Benzema plássið á franska
landsliðnum, har hann ikki er væl
lýddur millum leiðsluna.
Dokumentarurin
tykist
í
løtunum, sum ein seinasta roynd
at reinsa seg sjálvan. Til tíðir
minnir tað eitt sindur um doku
mentarin um Cristiano Ronaldo,
ið bara er ein sukursøt versión,
sum maðurin hevur um seg sjálv
an. Um tað ikki
var at Canal +
legði navn til, so
kundi tað verið
Karim Benzema,
sum fíggjaði ein
dokumentar um
seg sjálvan.
Hann
verður
í
dokumentar
inum
hálovaður
og tað er ongan
tíð
hann,
sum
hevur
skyldina.
Antin
er
hann misskiltur, ella er hevur
hann
einki
skeivt
gjørt.
Í
dokumentarinum koma eisini lið
felagir og onnur honum til hjálp
ar, meðan landsliðsvenjarin, sum
ikki hevur úttikið hann til HM
endaspælið, hevur noktað at lut
taka í dokumentarinum.
Tað hugaliga er, at tú sleppur
afturum, men tú situr eftir við
kensluni, at tú fær ikki ein mynd
við javnvág í. Tað er harmiligt, tá
vit nú eina ferð sleppa afturum.
Frakland vann HM, so avgerðin
var nokk ikki heilt so býtt hjá
franska landsliðsvenjaranum.
Hygg um: Tú vilt sleppa nærri
eini stóri stjørnu og hansara søgu
IKKI HYGGA: Um tú væntar ein
dokumentar, sum vinnur nakra
journalistiska viðursløn
HVUSSU
ER
AT
HYGGJA:
Myndir og brot frá dystum og
annað er í góðari dygd.
HVAT SIGUR TÚ: Hetta er ein
okey dokumentarur. Ert tú Real
Madrid fjeppari, so hygg endiliga.
1. B36 eigur verandi stigamet í Betrideildini hjá
monnum við 67 stigum. Hvat ár varð metið sett?
2. Hvør var formaður í Hondbóltssambandi Føroya
áðrenn núverandi forkvinnu, Gunn Ellefsen?
3. Á hvørjari kendari portugisiskari oyggj er Cristiano
Ronaldo føddur?
4. Fyri tveimum vikum síðani setti Eliud Kipchoge nýtt
heimsmet í marathon. Úr hvørjum landi er hann?
5. Nevn eitt av teimum tveimum árunum, ið Pál Joensen
hevur vunnið silvur í 1500m frí í EM á langgeil?
6. Hvør hevur verið liðskipari á kvinnulandsliðnum í
fótbólti seinastu tveir dystirnar?
7. Hvussu kallast tað í baseball, tá ið tú klárar at sláa
bóltin allan vegin av vøllinum?
8. Hvussu eitur fótbóltsvenjarin á myndini?
Hey Lars, tú hevur
úttikið hópin til Nations
League dystirnar og teir
flestu eru teir somu?
Ja, tað er ein blanding av at eg eri
nøgdur við spælararnar, og at vit
lata U21-spælararnar spæla við
U21-landsliðnum.
Onkur
teirra
kundi verið við her, men vit
lata teir í løtuni spæla við U21-
landsliðnum.
Sølvi Vatnhamarur
Víkingi er ikki við,
umhugsar tú Jóan Símun
Edmundsson á vongin?
Sølvi Vatnhamar bleiv skaddur
í dystinum hjá Víkingi í gjár, og
skal binda fri í tríggjar vikur.
Tí mugu vit síggja burtur frá
honum. Í hansara stað hava vit
úttikið Pól Jóhannus Justinussen
úr NSÍ. Í undanfarnu dystunum
hava vit flutt Jóan Símun, so tað
er ein møguleiki, nú tá Finnur
Justinussen skorar so nógv mál.
Hvussu sterkt er
Aserbadjan?
Eg havi sæð dystin hjá teimum
móti Kosovo, tá vit fyrireikaðu
okkum til dystin í Pristina. Vit hava
eisini havt ein mann úti at hugt
eftir teimum. Teir eru bólttryggir
og hava bóltin meiri enn Kosovo í tí
dystinum. Teir hava fleiri spælarar
úr teimum bestu feløgunum í
heimlandinum, umframt at teir
hava ein sterkan miðvøll, men eg
trúgvi upp á at vit kunnu vinna.
Sonni Ragnar Nattestad
hevur leikbann til dystin
móti Aserbadjan, hvør
kemur inn fyri hann?
Vit hava tríggjar góðar spælarar í
Odmar Færø, Rógva Baldvinsson,
sum eisini kann spæla á miðjuni,
og Heina Vatnsdal. Odmar Færø
hevur verið góður í fleiri ár í
føroyskum fótbólti.
Hvat lærdu vit av 2-0
tapinum í Kosovo?
Mín niðurstøða er, at vit hava ikki
yvirskot til at halda upp á bóltin.
Tá vit ikki klára at halda upp á
bóltin, so koma vit undir trýst í ein
stóran part av dystinum. Vit skulu
halda betri upp á bóltin og vit
skulu vinna dystirnar á heimavølli.
Eg vil gjarna senda ein tanka til Sølva
Vatnhamar, sum eg vanliga havi kamar
saman við
Atli Gregersen, liðskipari á landsliðnum, um
avboðið hjá liðfelagnum í Víkingi
Trupulleikarnir byrjaðu, tá Manchester
United koyrdi David Moyes eftir bara átta
mánaðir, tá fóru øll virðini
Gary Neville, fyrrverandi spælari og
viðmerkjari, um støðuna í Manchester United
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Dokumentarurin:
Le K Benzema