Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 1. oktober 2018 · Nr. 113 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... t Nær fara vit at hugsa um veðrið? Hetta er tíðin, tá nógvir fótbóltsdystir verða spældir í ringum veðrið. Tað er tað sama, tá fótbóltskappingin verður sett í gongd í mars mánaði. Tá er mangan talan um frost og kulda, meðan tað um hesa ársins tíð mangan er talan um nógvan vind. Hetta upplivdu vit millum annað um vikuskiftið, tá umfør vóru í bæði Betri deildini og 1. deild hjá monnum. Fleiri hildu fyri, at dysturin í Gøtu millum Víking og B36, ikki skuldi verið spældur. Tað er so nógvur vindur, at tú kanst lættliga vísa á, at tað ávirkar spælið nógv. Í seinna hálvleiki tosar dómarin við spælararnar, men trupulleikin er tá, at annað liðið hevur spælt í mótvindinum. Tá so støðan er 1-1, so fert tú ikki at geva hinum liðnum frípass, fyri at sleppa undan hvassa mótvindinum, hóast tað ikki altíð er ein fyrimunur. Eg má siga sum er, at eg havi eitt sindur ilt við tankanum um, at vit skulu koppa kappingini á, sum fyrr er lagt fram. Tað merkir, at vit finna FM-vinnarin í juni, og byrja eitt nýtt kappingarár í juli. Eg skilji væl hugskotið, tí so verða størstu og týdningarmiklastu dystirnir spælir í góðum veðrið. Eg havi tó hug at finnast at staðsetingini og umstøðunum til fleiri av leikvøllunum. Eitt nú í Gøtu stendur eitt hús, sum ikki lívir fyri vindin. Aðrastaðni verður einki gjørt fyri, at skapa umstøður kring vøllin, sum gera tað lættari at spæla fótbólt ein størri part av árinum. Nógvir fótbóltsvøllir liggja eisini í dalum og á fløtum, tí lendið er slætt, men tað er ein orsøk til tað. Vindur! Eg haldi at tað er ein trupuleliki, at vit enn tann dag í dag staðseta fótbóltsvøllir, uttan at hugsa nóg nógv um vind. Tað ber ikki til, at spæla fótbólt í vindi. Eg eri ikki altíð fyri reglugerð, og kann kvalast av UEFA og skrivstovuveldinum, men kanska skal UEFA og FSF áseta ávísar reglugerðir fyri staðseting, nú tað eru so nógvir pengar í fótbólti? trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge – Tórsvøllur Tað kom ongin kanin úr hatti­num, tá Lars Olsen út­tók landsliðið til UEFA Nations League dystirnar móti Aserbadjan og Kosovo. Sum In.fo skrivaði í gjár, so hevur Sølvi Vatn­hamar givið avboð, eftir at hann bleiv skaddur í lands­kapp­ ingardystinum móti B36 í gjár. Annars líkist liðið nógv tí, sum spældi móti Malta og Kosovo í september. Í hansara stað er komin Pól Jóhannus Justinussen. Har í millum eru afturval til Jógvan Róa Davidsen, Magnus Egilsson, Alex Mellem­gaard og Heina Vatns­dal, meðan U21-spælar­ ar­nir ikki verða úttikinir. trondur@sosialurin.fo Landsliðið úttikið: Málverjar: Gunnar Nielsen, FH (ICE) Teitur Matras Gestsson, HB Kristian Joensen, KÍ Verjan: Atli Gregersen, Víkingur Odmar Færø, B36 Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN) Jógvan Rói Davidsen, HB Sonni R. Nattestad, AC Horsens (DEN) Alex Mellemgaard, B36 Heini Vatnsdal, BK Fremad Amager (DEN) Gunnar Vatnhamar, Víkingur Magnus Egilsson, HB Miðvallarar: Kaj Leo í Batrtalsstovu, ÍBV (ICE) Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (NOR) Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE) Tróndur Jensen, HB Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Hallur Hansson, AC Horsens (DEN) Brandur Hendriksson Olsen, FH (ICE) Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR) Áleyparar: Finnur Justinussen, Næstved BK (DEN) Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld (GER) Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Hópurin: Lars Olsen hevur úttikið landsliðið til UEFA Nations League dystirnar móti Aserbadjan og Kosovo, sum verða á Tórsvølli 11. oktober og 14. oktober Lars heldur seg til teir somu Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð Skráin: Føroyar – Aserbadjan á Tórsvølli hósdagin 11. oktober kl. 19:45 Føroyar – Kosovo á Tórsvølli sunnudagin 14. oktober kl. 17:00 UEFA Nations League: Deild D – Bólkur 3 1. Kosovo 4 stig 2. Føroyar 3 stig 3. Aserbadjan 2 stig 4. Malta 1 stig