Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. oktober 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. oktober 2018 · Nr. 114 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Hallur av Rana Tað var ikki spart upp á tey stóru nøvnini, tá Atlantic Air­ways og trygg­ingar­felagið LÍV í síðstu viku kunn­ gjørdu nýggjan stjóra og navnabroyting á nýggja gist­ ing­ar­húsinum, sum í hesum døg­um verður bygt við Stara­ vegin í høvuðsstaðnum. Tað verður nevniliga eitt av gomlu eftirnøvnunum inn­an føroyska ferðavinnu, ið skal standa á odda, nú Atlantic Airways og LÍV kasta seg inn í gist­ing­ar­hús­vinnuna. Hósdagin bleiv kunngjørt, at tað verð­ur Martin Restorff, ið verður stjóri í nýggja gist­ing­ ar­húsi­num. Martin Restorff hevur áður verið stjóri í Hotel Hafnia og er sonur fyrr­ verandi hotellstjóran Johan Re­storff. Sostatt er hann triðja ættarlið av monnum í Restorff-familjuni, ið verður hotell­stjóri. Tað var nevniliga abbi Martin Restorff, Christ­ ian Restorff, sum í 1950 stovn­aði Hotel Hafnia á Áar­ veg­num, ið bjóðaði fyrstu gest­unum á gátt í 1951. Samstundis var eisini kunn­gjørt, at nýggja gisting­ ar­húsið - sum til tá hevði navn­ið Hotel Atlantic – bleiv ein partur av heimskenda Hil­ton-samtakinum, og nú eit­ur Hilton Garden Inn Faroe Islands. Vendir heim Í ár eru 13 ár síðani, at familj­ an Restorff seldi Hotel Haf­ nia. Talan var um lívs­verk­ ið hjá familjuni, har fleiri Restorff-ættarlið høvdu havt sína dagligu gongd í meiri enn eina hálva øld. Martin Restorff gjørdist so­ statt seinasti persónurin í familjuni, ið stóð á odda fyri kenda gistingarhúsinum í hjarta­num í Havn. Sølan merkti kortini ikki eitt endaligt farvæl hjá allari familjuni við ferða­vinnu­ ni. Beiggi Martin Restorff er navnframi Jan Restorff, sum er leiðari á mat­stov­ uni Søllerød Kro, ið seinastu 11 árini hevur havt eina Michelin-stjørnu. Hó­ast Jan ikki er kokkur, verður hann mettur at vera ein av teimum heilt stóru per­són­unum innan danska mat­stovu­vinn­ u­na, meðan systkina­barn­ið Rósa Maria Restorff er F&B leið­ari í Hotel Hafnia. Sjálvur hevur Martin Restorff brúkt tey flestu ár­ini, síðan Hafnia var selt, í Betri- samtakinum, har hann hevur verið leiðari innan tænastu­ økið. Sostatt hevur yrkis­ leiðin ligið tætt upp at gist­ing­ arhúsvirksemi, men nú hann 1. januar tekur við starvi­num sum stjóri fyri Hil­ton Garden Inn Faroe Is­lands, lýsir hann tað sum at koma heim. - Hóast tað eru 13 ár síðani, familjan seldi Hotel Hafnia, so hevur mítt hjarta alla tíð­ina verið í ferðavinnuni. Eg havi aldrin klára at slept vinnu­ni, men havi ferðast nógv og eygleitt, hvussu man rekur gistingarhús aðra­stað­ ni. Nú eg sleppi inn aftur í vinnuna, kann tað ikki lýsast øðrvísi enn ein dreymur, ið er vorðin veruleiki, sigur Martin Restorff. Brenni fyri hesum Tað var Niels Mortensen, nevnd­ar­formaður í Atlantic Air­ways, ið vendi sær til Martin Restorff og spurdi, um hann hevði áhuga fyri at gerast stjóri í nýggja gist­ing­ ar­húsinum. - Eg mátti sjálvandi hug­ sa um tilboðið, áðrenn eg tók av. Men tað var einki at ivast í, at eg brendi fyri hes­ um, so tá eg hevði tosað við - Eg eri uppvaksin við tænastusinni frá barnsbeini. Sum barn bar eg viðførið hjá gestunum og fekk tips fyri tað. Ella manglaði eg eina 20-krónu, so fór eg oman á Hafnia, har pápi setti meg at samla sigarettstubbar upp ella feia tún. Hafnia var eitt heim fyri meg, og eg vænti, at Hilton verður mítt nýggja heim. Tað sigur Martin Restorff, sum verður stjóri í Hilton Garden Inn Faroe Islands RESTORFF VENDIR HEIM - Hóast tað eru 13 ár síðani, familjan seldi Hotel Hafnia, so hevur mítt hjarta alla tíðina verið í ferðavinnuni. Eg havi aldrin klára at slept vinnuni, men havi ferðast nógv og eygleitt, hvussu man rekur gistingarhús aðrastaðni. Nú eg sleppi inn aftur í vinnuna, kann tað ikki lýsast øðrvísi enn ein dreymur, ið er vorðin veruleiki