týsdagur 2. oktober 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 3. oktober 2018 · Nr. 114
TÍÐINDI
míni nærmastu og fingið
teirra stuðul, ringdi eg aftur
og takkaði ja, sigur Martin
Restorff.
Næsta stigið verður nú at
fáa ta venjing, ið Hilton krev
ur av sínum leiðarum. Tað
merkir, at Martin Restorff
í næstum fer av landi
num á ferð kring heimin at
eygleiða og læra, hvørji krøv
Hilton-samtakið setir sínum
starvsfólkum og gistingar
húsum. Men nýggi stjórin
lovar, at tað er eitt, ið ikki
verður broytt.
- Eg fari at halda fram við
sama stílinum, sum eg tori
at siga hevur eyðkent Haf
nia og Restorff-familjuna
– nevniliga nærlagni og
tænastusinni. Tað skal síggj
ast aftur í nýggja gisting
arhúsinum, og nú verður
tað so tvinnað saman við
hollu vitanini hjá Hilton-
samtakinum, sigur Martin
Restorff.
Hóast Martin Restorff nú
skal aftur á skúlabonk, so
er hann spentur uppá, hvat
framtíðin hevur at bjóða.
- Tá vit seldu Hafnia í
2005, fór eg úr ferðavinnuni,
men eg havi saknað hana
líka síðani. Tað er har eg havi
fingið mína móðurmjólk.
Men nú eri eg klárur aftur
og til reiðar at smíða, meðan
jarnið er heitt. Eg kann ikki
lata
hendan
møguleikan
fara frá mær, sigur Martin
Restorff.
Nýtt heim
Hotel Hafnia var í stóran
mun næsta heimið hjá Mart
in Restorff, tá hann vaks upp
í Havnini í 80-unum. Har
lærdi hann nógv, ið hann
metir, hann kann brúka í
nýggja starvinum.
- Eg eri uppvaksin við
tænastusinni frá barnsbeini.
Sum barn bar eg viðførið hjá
gestunum og fekk tips fyri
tað. Ella manglaði eg eina
20-krónu, so fór eg oman á
Hafnia, har pápi setti meg at
samla sigarettstubbar upp
ella feia tún. Hafnia var eitt
heim fyri meg, og eg vænti,
at Hilton verður mítt nýggja
heim, sigur Martin Restorff.
Tí
var
stuðulin
frá
familjuni eisini týdningar
mikil at fáa upp á pláss, áðr
enn Martin Restorff tók við
sum stjóri í Hilton Garden
Inn Faroe Islands.
- Kona mín Olga Restorff
er mín størsti stuðul í hesum.
Uttan hana og børnini ber
hetta ikki til. Hon hevur
givið mær sín fullan stuðul,
sigur Martin Restorff.
Ein annar familjulimur,
ið Marin Restorff ráðførdi
seg við, var pápin Johan
Restorff, sum í mong ár var
stjóri í Hotel Hafnia og so
statt kennir betri til vinnuna
enn tey flestu.
- Pápi hevur altíð verið
vinurin, ið eg kann tosa
við alt um. So hann hevur
vitað um hetta alla tíðina
og ráðgivið mær allan vegin.
Hann er eisini heilt uppi at
koyra nú og ynskir mær alt
tað besta. Hann veit, at eg eri
skaptur til hetta, og at eg eri
gjørdur klárur til hetta, síðan
eg var smádrongur, sigur
Martin Restorff.
Risastórt samtak
Talan er um ein veruliga risan
innan gistingarhúsvinnuna,
ið ger innrás í føroyska
marknaðin, tá Hilton Garden
Inn letur upp fyrsta gisting
arhúsið í Føroyum í 2020.
Hilton Garden Inn er
partur av fyritøkuni Hilton
Worldwide
Holdings
Inc.
Fyritøkan eigur 5.200 ognir
við
856.000
kømurum
í
105 londum kring heimin.
Móðurfelagið eigur 14 dóttur
feløg, harav Hilton Garden
Inn er eitt teirra.
Dótturfelagið
Hilton
Garden Inn sá dagsins ljós
síðsti í 80-unum og hevur í
dag 720 gistingarhús í lond
um sum Argentina, Saudi
arabia, Turkalandi, Kenja, Ír
landi, Stóra Bretlandi, Italia
og Póllandi.
Fyri Martin Restorff, sum
er uppvaksin í einum sjálv
støðugum gistingarhúsi, ið
hoyrdi til familjuna, verður
talan um eina nýggja avbjóð
ing. Men hann sær nógvar
møguleikar í at vera partur
av eini størri heild.
- Tað kann ikki blíva betri
enn at koma inn í eitt sam
tak, ið virkar. Tey hava um
leið 100 milliónir kundar um
allan heim, so hetta er ein
fyritøka, ið longu hevur upp
funnið tann djúpa tallerkin.
Teir hava gjørt tey mistøk,
ið eru, og hava lúka tey út.
Tað skal tryggja, at vit ikki
endurtaka
somu
mistøk,
sigur Martin Restorff.
Nýggi stjórin vísir eisini
á, at nýggja gistingarhúsið
uttan iva kann geva eitt
nýtt íkast til føroysku ferða
vinnuna. Samtakið hevur
nevniliga eitt sterkt netverk
kring allan heim, ið hann
vónar kann lokka ferðafólk
úr
fjarskotnum
londum
henda vegin.
- Nógv er broytt, síðan
eg arbeiddi í Hafnia. Hetta
er eitt heilt annað land.
Tú sært matstovurnar og
ferðsluna í býnum. Býurin
yður av lívi nú. Verður hugt
eftir teimum ferðafólkum,
ið vitja, so eru tey flestu úr
Evropa. Hilton-samtakið er
sterkt í Asia og USA, og hetta
er ein møguleiki at fáa fleiri
fólk úr hesum pørtum av
heiminum til Føroyar, sigur
Martin Restorff.
Eftir ætlan letur Hilton
Garden Inn Faroe Islands
dyrnar upp á sumri 2020.
hallur@sosialurin.fo
- Eg fari
at halda
fram við
sama stíli
num, sum
eg tori at
siga hev
ur eyðkent
Hafnia og
Restorff-
familjuna
– nevniliga
nærlagni og
tænastu
sinni.