týsdagur 2. oktober 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. oktober 2018 · Nr. 114
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Vilmund Jacobsen
Tað munnu vera fá, sum ikki
vita, at ov høgt kolesteroltal,
royking, yvirvekt og ov høgt
blóðtrýst veksa um vandan
fyri at verða raktur av hjarta
æðrasjúku. Á hinari síðuni
hava flestu eisini hoyrt um
eitt ella fleiri fólk, sum hóast
serliga heilsugóðan lívshátt
kortini fingu ein blóðtøpp á
lutfalsliga ungum árum.
Men, hvussu kunnu vit
vita, um vit eru í vandabólki
num fyri at fáa ein blóðtøpp
- líkamikið, um vit liva sunt
ella ósunt?
Tú kanst fáa læknan hjá
tær at gera eina vandamet
ing, har atlit verður tikið til
royking, rørslu, vekt, koleste
roltal, blóðtrýst og møguliga
hjartaæðrasjúku í nærmæs
tu familjuni.
Men, eina slíka vanda
meting gevur serlæknin í
almennum heilivági og fyri
byrging, Stig Ekkert, ikki
nógv fyri. Hann vísir til eina
kanning frá 2012 á hjarta
deildunum á trimum jútsk
um sjúkrahúsum.
- Ein røð av sjúklingum,
sum vórðu innlagdir við
akuttum blóðtøppi í hjarta
num, fingu bert eina traditio
nella vandameting gjørda,
sigur hann.
Sambært Stig Ekkert vísti
kanningin, at heili 93 prosent
av teimum raktu høvdu farið
ígjøgnum vandametingina
uttan nevniverdar viðmerk
ingar.
- Kanningin vísir eins og
aðrar, at vanliga metingin
slett ikki er nóg mikið til tess
at finna fram til tey, sum eru
í vanda fyri at fáa ein blóð
tøpp, sigur serlæknin.
Skanning av
hálslívæðr
Eins og nakrir aðrir lækn
ar, mælir Stig Ekkert í
staðin til eina skanning
av hálslívæðrini, sum eftir
hansara tykki er nógv meira
effektiv og neyv.
Í mun til lívæðrarnar í
hjartanum og blóðæðrarnar
í heilanum, liggur hálslív
æðrin uttarlaga og er tí løtt
at skanna við ultraljóði.
- Hálslívæðrin gevur eina
góða mynd av, hvussu støðan
er við æðrunum aðrastaðni í
likaminum, eisini krúnulív
æðrini í hjartanum. Tí er ein
skanning av hálslívæðrini
eitt lættur háttur at avdúka,
hvørt talan er um æðrakálk
ing ella ei, heldur Stig Ekkert.
Serlæknin er sjálvur ein
av slóðbrótarunum innan
skanning av hálslívæðrini.
Hann hevur lært háttin í
USA og hevur roynt hann í
Danmark síðan ár 2008.
Í 2012 var Stig Ekkert mill
um tey, sum tóku stig til at
lata upp CardioLab. Hetta er
ein keta við privatum lækna
stovum, sum móti gjaldi
fremja nevndu skanningar.
Í dag rekur hann fyritøkuna,
CardioFit, sum eisini bjóðar
hesar skanningar.
Almenna heilsuverkið í
Danmark ger eisini skann
ingar av hálslívæðrum, men
tað eru bert sjúklingar, ið
antin hava havt blóðtøpp
ella hava fingið staðfest
hjartatrupulleikar,
ið
fáa
hesa skanning.
Skeiv raðfesting
Almenna
sjúkrahúsverkið
bjóðar ikki hesa skanning
til fólk sum annars eru frísk,
men sambært Stig Ekkert er
hetta ein skeiv raðfesting,
sæð út frá einum fíggjar
ligum og menniskjansligum
sjónarhorni.
Hann vísir á, at hjarta
æðrasjúkur
saman
við
krabbameini
hagfrøðiliga
sæð eru tveir teir størs
tu “drepararnir”, tá deyðs
orsøkir í Danmark verða
gjørdar upp í tølum. Fleiri
túsund danir doyggja hvørt
ár av blóðtøppi í hjartanum
ella heilanum, og eins mong
fáa varandi mein og missa
arbeiðsførleikan.
Nógv, sum verða rakt,
gerast lutvíst lammað ella
missa førleikan at tosa eftir
blóðtøpp í heilanum. Eins
mong fáa kroniskar hjarta
trupulleikar í kjalarvørri
num av einum blóðtøppi í
hjartanum.
Haraftrat kemur fíggjar
ligi
samanhangurin,
og
sambært Stig Ekkert kosta
hjartaæðrasjúkur samfelag
num umleið líka so nógvan
pening sum øll krabbameins
viðgerð tilsamans.
- Kunnu vit minka um
talið av álvarsomum blóð
tøppum, fer hetta at spara
samfelagnum fyri veldugar
upphæddir. Samstundis kun
nu vit beina burtur nógva
menniskjansliga líðing.
Serlæknin heldur, at út
reiðslurnar til eitt ókeypis
alment tilboð um skanning
av hálslívæðrini - eitt nú
sum screnning av øllum,
sum eru yvir 40 ár - høvdu
verið smáar í mun til tær út
reiðslur, sum samfelagið við
tíðini hevði spart.
Útseting av blóðtøppi
Ein skanning av hálslívæðr
ini bjargar í sær sjálvum
ongum
mannalívi.
Men,
sambært serlæknanum ber
til við hesi skanning at finna
tey fólk, sum líða av æðra
kálking, ið er orsøk til blóð
tøppar.
- Tað góða við skanning
er, at tað í stóran mun ber til
at peika út tey fólk, sum eini
10 til 20 ár úti í framtíðini
kunnu væntast at fáa blóð
tøpp, um tey halda fram við
verandi lívihátti.
Lívið og førleikin hjá
fleiri fólkum kann sambært
Stig Ekkert bjargast, um sett
verður inn við fyribyrging,
eitt nú við meira rørslu,
broyttum
kostvanum
og
møguligari viðger við heili
vági. At finna út av hóttandi
sjúkuni í góðari tíð er avgjørt
ein fyrimunur. Tó er ikki
sagt, at tað fer at lata seg
gera at rudda út blóðtøppar.
Men, við at finna fram til
teirra, sum eru í vandabólki,
ber sambært serlæknanum
til at skjóta út vandan fyri
einum møguligum blóðtøppi
í fleiri ár.
Læknar ikki samdir
Tað eru tó ymiskar meiningar
innan læknaheimin um hesi
viðurskifti - hvørt tað er
skilagott at skanna fólk, sum
ikki beinleiðis eru í vanda
bólki fyri møguliga at fáa ein
blóðtøpp.
Í fjør góvu Dansk Cardio
logisk Selskab, Dansk Neuro
logisk Selskab og Dansk Sel
skab for Almen Medicin, í
felag út eitt skriv, har tey
fráráddu fólki til sjálvi at
gjalda fyri eina skanning av
hálslívæðrini.
Hjartafelagið er samt í
hesi niðurstøðu, og sambært
granskingarstjóranum
hjá
felanum, Gunnar Gislason,
sum er yvirlækni og pro
fessari í hjartasjúkum, gevur
ein skanning ikki fólki nak
að, sum ein samrøða við
praktiserandi
lækna
ikki
kann geva.
- Tú skalt gera rættiliga
nógvar skanningar, áðrenn
tú finnur ein sjúkling, sum
er í øktum vanda fyri blóð
tøppi, og sum ikki hevði ver
ið “fangaður” av sínum egna
lækna, sigur Gunnar Gisla
son.
Kelda: www.helse.dk
KANN FYRIBYRGJA BLÓÐTØPPI
Nakrir læknar halda, at ein skanning av hálslívæðrini er
ein serstakur møguleiki at avdúka byrjandi æðrakálking.
Aðrir læknar hava ikki somu tiltrúgv til henda háttin
Fakta um
skanning av
hálslívæðr
Vilmund Jacobsen
Ein skanning av háls
lívæðrini tekur bert 10
til 20 minuttir. Hetta
gevur onga pínu og
hevur eingi hjáárin.
Við skanning sær
serútbúna
fólkið
tjúktina á æðraveggi
num sum vísir í hvønn
mun, tú ert rakt/-ur av
æðrakálking.
Tey flestu fáa í
ávísan mun æðrakálk
ing, sum tey eldast.
Skanning kann eisini
vísa, um onkur skón
situr innan í æðrunum.
Sita skónir í, kunnu
tær gerast vandamikl
ar, um tær ríva seg
leysar og gerast orsøk
til blóðtøpp.
Við hesum er tó ikki
sagt, at vanlig æðra
kálking ikki eisini er
vandamikil.
Kelda: www.helse.dk
- Skanning av hálslívæðrini gevur eina góða mynd av, hvussu støðan er við æðrunum aðrastaðni í likaminum, sigur serlæknin, Stig Ekkert