Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. oktober 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 3. oktober 2018 · Nr. 114 NØVN Tú kensluríki bróður mín Hví bleiv so svár tann lagna tín? Hví svann tann ungdómsgleðin brátt? Og lívið bleiv alt meira grátt? Títt fríska unga sinnalag Tann stuttleiki tú altíð sá Títt lætta lyndi hitandi Og var tað altíð smittandi So gløggur innan mangt og hvat Teknikk, fysikk, etikk, moral Tú lívsins kjarna vildi sjá Ei hetta var so lætt at ná Moderna tíð, ei góð hon er Nógv stress og stýrd av klokkuverð Og dagur, vika, mánaði fer Til arbeið’ uttan týdning er Her samdur tú við Kierkegaard At skund, tað er ei nakað vert Hví er tað, at vit renna so? Tí tankar tá ei finna ró Virði okkar’, kvinnur og menn Hvat vilja vit her í hesi verð? Mammon at dyrka vert tað ei er Á fjølbroytnu jørð mangt annað er Tann síðsti drekkamuður fór Tað síðsta prátið fari er Bert eftir eru tár so mong Tá myrkrið seg leggur um mína song Tú góði, trúfasti bróður mín Tann saknur so stórur er til tín Eitt hol so stórt í hjarta mítt Er skapt av missin av lyndið títt Systir tín, Gunhild Minningarorð um Jón Isfeldt, ið fórst 23. september 2018 Starvsmannafelagið Føroyar hava higartil verið eftir­bátur í Norðurlondum, tá umræður almenna lóg­ gávu, sum setur for­boð fyri mis­muni á arbeiðs­mark­naði­ num. Føroyar hava lóg, sum bannar mismuni mill­um menn og kvinnur, men vit ikki nakra generella mis­ mun­ar­lóg, sum bannar mis­ mu­ni á arbeiðs­mark­naði­ num av øðrum grund­um, sum t.d. kynsligari sann­før­ ing, rasu, húðaliti, átrún­aði, trúgv, politiskari áskoð­an, aldri, breki ella tjóð­skap­ar­ ligum, sosialum ella fólka­ eyð­kenniligum upp­runa. Slíka lóggávu hava fleiri onnur lond havt leingi. Og nú fáa vit kanska eina líknandi generella lógarfesta verju móti mismuni í Føroyum eisini.   Ráðið tekur málið upp Millum lógaruppskotini, sum landsstýrið fráboðaði á ólav­søku er nevniliga eitt lógar­uppskot um at banna mis­muni og trygg­ja javn­ við­gerð á arbeiðs­mark­naði­ num. Hetta gongur fram av løglistanum, sum fylgdi við frágreiðing løgmans á ólav­ søku. Samferðslumálaráð, sum varar av málsøkinum, hevur longu sett gongd á ar­beið­ið. Fyrsta stigið var at manna ein fylgibólk, sum skal vera við til at gera upp­skotið. Í fylgibólkinum sita umboð fyri partarnar á arbeiðs­ mark­naðinum, MEGD og Javn­støðu­nevndina. Útgangsstøði er upp­ skotið hjá Sonju Jógvans­ dótt­ir, uttanflokka ting­ kvinu. Hon hevur tvær ferðir roynt seg við uppskoti um at banna mismuni og at tryggja javnviðgerð á arbeiðs­mark­ naði­num. Seinna royndin var í vár, tá ið uppskotið fall við triðju viðgerð. Um tað verður eitt uppskot eftir júst sama leisti, er tó ikki endaliga av­ gjørt.   Starvsmannafelagið fegnast Starvsmannafelagið hev­ur tikið undir við, at vit fáa eina almenna lóg móti mismuni á føroyska arbeiðs­mark­naði­ num, so at starvsfólk fáa líka góða verju móti mismuni sum í fleiri  øðrum londum. Ein lóg móti mismuni var eitt av kjarnumálum felagsins upp til løgtingsvalið 2015. Felagið metir, at ein slík lóg millum annað fer at vera eitt stórt framstig fyri fólk, sum bera brek á arbeiðs­ mark­naðinum. Hett­ar vísa royndirnar aðra­staðni. Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, fegn­ast tí um, at tað nú røkist fyri, at landsstýrið fer at koma við einum lógaruppskoti, sum bannar mismuni á arbeiðs­mark­ naði­num. Hann vísir millum annað á, at javn­støðu­lógin ikki røkk­ur til at forða mis­ muni á arbeiðs­mark­naðinum generelt, tí lógin er avmarkað til javnstøðu millum kvinnur og menn. - Nýggja lógin fer at leggja ítøkiligar skyldur á arbeiðs­plássini, sum eitt nú fara at geva betri verju í upp­sagnar­málum, tá fólk gerast langtíðarsjúk, sigur for­mað­urin í Starvs­manna­ felag­num. Ein mismunarlóg fer eisini at byrgja upp fyri vandanum fyri aldursmismuni, t.d. at starvs­fólk verða vald út eftir aldri, tá ið uppsagnir skulu fremjast. Eisini kann ein slík lóg fáa týdning, nú nógvir útlendingar koma til Føroya at arbeiða, hevur Starvsmannafelagið víst á. Fakfeløg stuðla Onnur feløg taka eisini undir við at vit fáa eina generella lóg móti mismuni á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Í sam­ bandi við, at uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir, varð lagt fyri Løgtingið í fjør, vórðu fakfelagsformenn og -kvinnur spurd, hvat tey hildu um uppskotið. Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðara­ felag, segði, at tað er harðliga tiltrongt at fáa samtykt eina lóg, sum bannar mismuni og tryggjar javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum. Hann vísti millum annað á, at tað eitt nú í sambandi við happ­ing kann vera torført at sleppa víðari við málum, tí vit ikki hava fingið ásett lógarfest rættindi á økinum. Eisini formaðurin í Peda­ gog­felagnum, Jógv­an Phil­ brow, segði seg fegn­ast um upp­skotið. Tað sama gjørdi Óluva í Gong, forkvinna í Felag­num Føroyskir Sjúkra­ røktarfrøðingar. - Tú kanst á ongan hátt vera ósamdur í, at starvsfólk fáa ein lógartryggjaðan rætt móti mismuni og happing á arbeiðsplássinum. Hinvegin kann tað møguliga vera trupult at handhevja allar lut­ir. Eitt nú tá ræður um fólk, sum bera brek, vísti Óluva í Gong á. Forkvinnan hjá sjúkra­ røktar­frøðingunum helt tað vera umráðandi at eftirmeta lógina, tá hon hevur verið í gildi í eina tíð, so hon fær rætta virknaðin. Góð móttøka í tinginum Útlitini fyri at eitt lógar­upp­ skot um bann móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum verður samtykt eru nógv betri, nú Samferðslumálaráðið hevur tikið málið upp. Tá uppskotið frá Sonju Jógvansdóttir varð fyri í tinginum í vár, fekk tað góða móttøku frá fram­søgu­ fólk­unum í fleiri flokkum. Kortini funnist summi at dygdini í lógaruppskotinum og fleiri søgdu seg dáma betri, at eitt slíkt uppskot kom frá landsstýrismanninum í arbeiðs­marknaðarmálum. Tey mettu, at uppskotið tá hevði verið neyvari og betri gjøgnumarbeitt. Og líkt er til at fólk í sam­gonguni hava hoyrt hendan boðskap, tí nú hev­ur Samferðslumálaráðið loft­að bóltinum og hevur sett sær fyri, at gera eitt lógar­upp­ skot, sum hevur til enda­mál, at verja starvsfólk á arbeiðs­ marknaðinum móti mis­ muni. Lógarfest bann móti mismuni er á veg LÓGARUPPSKOT Samferðslumálaráðið tekur nú táttin upp eftir Sonju Jógvansdóttir, tingkvinnu. Eitt lógaruppskot um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum er í umbúna í Samferðslumálaráðnum. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu vera við til at manna ein fylgibólk