Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. oktober 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. oktober 2018 · Nr. 114 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Vilmund Jacobsen Ein sólríkan heystardag her­ fyri, tá Sosialurin var ein túr á forvitnisliga økinum hjá Føroya Grótvirki, komu vit í prát við annan av Tausen- brøðrunum, sum eiga og reka virkið í Skopun. Í túninum rokaðist Heini Tau­sen við seyðaull, og tá vit spurdu, hvat hann tókst við, var hann sum altíð klárur at greiða frá. - Jú, eg leggi seyðaull út at turka, sigur hann brosandi. Genialt hugskot Á Føroya Grótvirki eru teir komnir við tí frálíka hug­skoti at brúka føroysku seyða­ullina, sum annars hevði verið koyrd burtur, til at pakka tær vørur í, sum virk­ið framleiðir. - Arbeiðsgongdin at gera ullina klára er eitt sindur drúgv, men vit gera alt sjálv­ ir, bæði vaska, turka og tøva. Men, vit halda, at hetta er eitt gott endamál, sum eisini eisi­ ni tænir okkara náttúru, og tí gera vit hetta hugagóðir, sigur Heini Tausen. Hann vísir á, at síðan teir fóru at brúka ullina at pakka og stúva við, brúka teir samstundis væl minni av plasti. Minni bobluplast Føroya Grótvirki brúkar eina rúgvu av ull. - Vit skaffa okkum ullina, og síðan vaska, turka og tøva vit hana sjálvir, soleiðis at hon er egnað sum pakkitilfar. Heini Tausen sigur, at áður brúktu teir eina rúgvu av bobluplasti til at stúva við – ikki minst, tá gávulutir av ymisk­um slag skulu sendast. - Men, nú er ullin blivin ein partur av vøruni og sam­ leikanum hjá Føroya Grót­ virki, og fólk hava verið sera posi­tiv og hava tikið væl ímóti hesum hugskoti, sigur hann. Náttúrudálking Náttúrudálking er nógv fram­mi í tíðini, og bara fyri stutt­ari tíð síðan var altjóða rudd­ing­ar­dagur, har eisini Føroy­ar luttóku. - Vit vilja gera okkara til, at náttúran verður reinari, og vit vilja eisini minka um nøgd­ina av plasti í okkara virk­semi. Eg haldi, at vit øll eiga at fegnast um og vera errin av øllum, sum minkar um nýtsluna av plasti í náttúru­ni. Heini Tausen leggur aftr­ at, at teir hava fingið nógvar posi­tiv­ar afturmeldingar, síðan teir fóru at pakka gávu­lutir og annað við seyða­ull, sum eisini riggar sera væl til endamálið. FØROYA GRÓTVIRKIÐ PAKKAR VØRUR INN Í SEYÐAULL - Fólk hava verið sera positiv og hava tikið væl ímóti hesum hugskoti hjá okkum, sigur Heini Tausen Teir eru kreativir, Tausen-brøðurnir, sum eiga og reka Føroya Grótvirki í Skopun Ullin er vælegnað til pakking av gávulutum, sum verða sendir kring landið Føroysk seyðaull liggur til turkingar. Fyrst er ullin vaskað, og síðan verður hon turkað og tøvd