týsdagur 2. oktober 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 3. oktober 2018 · Nr. 114
TÍÐINDI
Árni Gregersen
GREINING: Hemrik Old hev
ur lagt frá sær sum lands
stýrismaður við samferðslu
málum.
Hetta kom á ongan hátt
óvart á ssamgonguleiðaran,
Aksel V. Johannesen. Løg
maður hevur í eina tíð verið
vitandi um, at landsstýris
maðurin úr Vági hevur um
hugsað sína støðu, hendi
tað, at Dalur bleiv raðfestur
framum Fámjin.
Hendan raðfestingin er
gjørd í samgonguni fyrr í ár
og sjálvt tað kom ikki óvart á.
Henrik Old hevur leingi
verið vitandi um, at hetta
fór at enda so, tí í við
merkingunum í álitininum
til fíggjarlógina, sum er
galdandi fyri í ár stendur, at
Dalur skal gerast áðrenn.
Sjálvt um tey innarlaga
í samgonguni hava kent til
hesi viðurskiftini, so er tað
ikki fyrr enn nú, at politiski
veruleikin er sjónligur fyri
øll.
Nýggjur landsstýrismað
ur skal tilnevnast til seinasta
partin av valskeiðnum, Hen
rik Old kemur aftur í tingið
í tingbólkin hjá flokkinum
og andstøðaqn sær ein góð
an møguleika at vinna sam
gonguni neisur.
Uppskot í dag
Á tingfundinum í dag verð
ur eitt uppskot lagt fram,
sum fer at raðfesta Fámjin
framum Dal. Bill Justinussen
og Jenis av Rana fara at leggja
uppskotið fram, men fleiri
onnur tingfólk og møguligir
flokkar fara eisini at standa
sum uppskotsstillarar.
Bill Justinussen sigur, at
tað er álvari í hesum upp
skotinum, tí andstøðan tekur
tað fyri góðar vørur, sum
landsstýrismaðurin
hevur
sagt, at tað er nógv skjótari
at gera tunnilin til Fámjins,
meðan so fyrireikinganar
kunnu gerast til Dals.
Men uppskotið fer ikki at
fáa undirtøku frá samgongu
ni.
Løgmaður hevur gjørt
púra greitt, at fara sam
gongufólk at atkvøða fyri
uppskotinum hjá andstøðuni
um at gera Fámjins-tunnilin
fyrst, so er samgongan rokin.
Løgmaður hevur sagt,
at hetta fer at fáa so stóra
ávirkan á arbeiðið hjá sam
gonguni, at henni verður ikki
lív lagað.
Fráfarni landsstýrismað
urin, Henrik Old, fer heldur
ikki at atkvøða fyri upp
skotinum. Tað hevur hann
sagt alment meira enn eina
ferð.
Sjálvt
um
hann
er
ósamdur við partar av sam
gonguni um raðfestingina,
og hevur lagt frá sær sum
landsstýrismaður,
so
fer
hann ikki at lata seg brúka í
einum politiskum spæli hjá
andstøðuni.
Hann hevur eisini sagt, at
so nógv er komið burturúr -
eisini í Suðuroynni – undir
hesi samgonguni, at sjálvt
ein ósemja um eitt berghol
er ikki nóg nógv til at yveita
alt fyri borð.
Greitt er, at sjálvt um
løgmaður hevur mist ein
landsstýrismann, so hevur
hann kortini ikki fingið ein
mótspælara í tingbólkinum.
Henrik Old heldur fram, sum
loyalur samgognulimur, um
boðandi Javnaðarflokkin við
Aksel V. Johannesen, sum
formanni.
Stutt til val
Løgmaður
hevurnógv
at
taka støðu til í løtuni. Hann
hevur sagt, at hann fer at
tilnevna ein nýggjan lands
stýrismann
beint
undan
heystfrítíðini
ella
beint
aftaná.
Hv ør tað verður, veit bert
løgmaður.
Men løgmaður skal eisini
gera upp við seg sjálvan, nær
hann skal skriva út nýval.
Hann hevur sjálvur áður
sagt, at tað ikki verður í
ár, men sjálvandi kunnu
politiskar rembingar gera at
tað verður neyðugt.
Gongur alt eftir ynski løg
mans, so fer hann væntandi
at skriva út nýval at vera
seinast í medi ella í juni.
Hendan samgongan kann
sita til 1.september næsta ár,
men flestu halda, at tað er
snildari og betri at hava væl
undan summarsteðginum,
so eitt nýtt Løgting av álvara
kann byrja at arbeiða, tá ið
tingið verður sett á ólavsøku
næsta ár.
Men hetta byggir alt á, um
tað fer at ganga sum vanligt,
nú fíggjarlógin fær fyrstu
viðgerð frá í dag í tinginum.
Løgmaður til reiðar at
gera neyðugar broytingar
Tað kom ikki óvart á løgmann, tá
ið Henrik Old valdi at siga seg úr
starvinum sum landsstýrismaður
Vegurin til Dals er ómetaliga ringur. Hann er vandamikil, tí er valt at gera hann fyrst
Aksel V. Johannesen, løgmaður, visti væl, at vandi var fyri,
at Henrik Old fór at leggja frá sær, sum landsstýrismaður
Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin,
fer saman við Jenis av Rana, at leggja uppskot
fram,sum raðfestir Fámjin frammanfyri Dal