Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. oktober 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. oktober 2018 · Nr. 114 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK MERKISDAGAR Gudstænastur 7. oktober 2018 Eiði: kl. 12 messa Emil Olsen. Broytt kirkjutíð: Frá næsta sunnudegi verður farið í kirkju kl. 12 á Eiði, við Norðskála og í Funningi. Vesturkirkjan kl. 11.00: Derhard Jógvansson. Konfirmatión. Argja kirkja kl. 11.00: Bergur Debes Joensen. Sunnudagsskúli er undir gudstænastuni. Kirkjubøar kirkja kl. 11.00: Ann Dahl Hansen. Konfirmatión. Skála kirkja kl. 11: Símun Persson Jacobsen Christianskirkjan kl11 Marjun Lómaklett Árnafjørður kl.11 Hanus á Gørðum altarg. Gøtu kirkja. kl 11.00.Konfir­ma­tíons­ gudstænasta. Ovi Brim Fríðrikskirkjan kl 11.00. Lestur. Tvøroyrar kirkja kl. 11, konfirmatión, Jónsvein Bech. Porkeri 12.00: Jens Mortan Mortensen Hvalba 16.00: Jens Mortan Mortensen Hoyvík kl. 11, konfirmatión, Marjun Bæk Rituvíkar kirkja kl. 11, familjugudstænasta, Meinhard Bjartalíð Hvannasunds kirkja, Jákup Erlingsson Petersen, kl. 12.00. Altargongd. Viðareiðis kirkja, lestur, kl. 12.00. Skálavíkar kirkja, kl. 12.00, Havstein Klein. Altargongd. --- Frelsunarherinum í Vági Týsdagin kl 09.30 "Orðið á borðið" Mikudagin kl 20 Heimaforbundið, fyri allar kvinnur! Fríggjadagin kl 09.30 "Orðið á borðið" á Hamragarði Øll eru hjartaliga vælkomin! Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum Týsdagin 2. okt. kl. 19:30 Bøn og bíbliutími Hósdagin 4. okt. kl. 19:30 Streingjakórið venur Fríggjadagin 5. okt. kl. 21:00 Ungdómsmøti Sunnudagin 7. okt. kl. 17:00 Møti, Hilmar Højgaard talar Evni: Ábraham, Ísak og Jákup Banaansing Verið hjartaliga vælkomin Adventistakirkjan Leygardagin 6. oktober 2018 Kl. 10 Bíbliugransking: Edvard Andersen Kl. 11 Sabbatsgudstænasta: Sjónband Vestmanna Missiónshús Sunnudagin 7. okt., kl. 18.00 møti við monnum úr Kollafirði. Øll eru vælkomin. Soli Deo Gloria Hōsdagin kl. 20.00 ungdómsmøti við Ungum úr Oasuni Sunnudagin kl. 17.00 bøn Sunnudagin kl. 18.00 møti Pensionistafelagið í Havn. Mikudagin 3. oktober kl. 19,00 verður hugnaløta við burturluting. NB! Havi pakka við! Mikudagin 10. oktober kl. 19,00 verður fundur í pensioistafelagnum í Havn. Á fundinum tosar Ingrid S. Henriksen um evnið: Føroyska arbeiðsloysis- skipanin -- Hví og hvussu hon var til ? Øll áhuga eru vælkomin. Fundirnir eru í húsinum hjá Havnar Arbeiðarafelag. Inngongd frá Bøkjarabrekku. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldi kl.20, Awake við Ingibjørn Royðutoft Sunnudagin kl. 11, Morgunmøti við Búgva Olsen. Barnamøti kl. 11. Sunnukvøldi kl. 19:30, Á SANGANNA VEINGJUM www.keldan.fo Oasan Sunnumorgunum kl 11. Elsa Østergaard, Og Hjørdis syngur Sjómannskvinnuringurin á Argjum Vit koma saman mánakvøldið 8 okt. Kl 20 allar kvinnur vælkomnar. Sands missiónshús kl. 18.00, møti við Sverra Steinhólm, sjúkrahúspresti. Evnið: Tá ið vit missa ein kæran. Drekkamuður verður aftaná. Øll eru vælkomin. TILTØK TØKK Eg takki hjartaliga øllum tykkum, ið gjørdu mær 80 ára føðingardagin so góðan og minniligan. Takk tit, sum stílaðu fyri, og tit mongu, sum komu í føðingardag. Takk fyri talur, blómur, gávur, tónleik og gott prát. Við kvøðu Steinmund Klakstein Hans Joensen Formaður fyri Havnar Framburðsfelag​ Havnar Framburðsfelag tek­ ur fult undir við upp­skoti­ num hjá fólka­flokki­num um at gera út­gjald­ið hjá sam­ halds­fasta skatta­frítt. Tað lík­ist ongum, at pen­sion­istar verða dupult­skatt­að­ir. Tað er at skatta skatta­peng­ar! Við uppskotinum hjá fólka­flokkinum fáa pen­ sion­istar 2000 kr. meira um mánaðin. Tað er gott, og unni eg teimum tað væl. Sjálvandi skulu vit fara væl við okkara eldru borgarum. Men tað er heilt ófatiligt at síggja reaksjónirnar hjá javn­aðarflokkinum, tjóðveldi og framsókn. Undir fyrstu við­gerð hótti løgmaður, Aksel V. Johannesen, við bæði ein­ um og øðrum, meðan mín góði vinur, Pauli T. Petersen, ting­maður fyri tjóðveldi, fór sera illa við uppskotinum hjá fólkaflokkinum? At sam­ gongan ikki so frægt sum vísir uppskotunum hjá and­ støðuni ans, er óhugna­ligt! Tað er heldur einki, ið bendir á, at upp­skot­ið fær nakra vælvild frá for­kvinnu­ ni í fíggjar­nevndini, Ruth Vang, løgtingskvinnu, fyri fram­sókn. Hon gjørdi greitt á Facebook, at hon hevur ong­ar ætlanir um at geva pen­sion­ istunum 2000 kr. meira um mánaðin.  Sostatt tvíheldur sosialistiska samgongan um, at pensionstarnir standa eft­ ir við sviðusoð. Havnar Framburðsfelag tekur fult undir við upp­ skoti­num hjá fólkflokkinum, ið ger, at pensionistar fáa 2000 kr. meira um mánaðin. Tað hava teir so sanniliga uppi­borið. Tað er týðiligt, at fyri sosialistisku flokkarnar er samhaldsfasti til fyri at skaffa landskassanum peng­ ar. Heri Mohr Fyri bert fáum árum síðani fall nú 185 ára gamli Før­oya Sparikassi í klørnar á fólki við óútrokniligum egin­ leikum og primitivari fatan av, hvussu lógir og reglur um pen­ing og ognir í varðveitslu skuldu handfarast og um­ sitast. Tað tók hesum fólkum 10 ár at forkoma og jarðleggja Før­oya Sparikassa og renna hann skammiliga í søguna. Hes­ir somu vitloysingar høvdu fleiri ferðir broytt navn­ið á sparikassanum til eitt satt konglomerat av nøvnum – loksins til eitt barnsligt, fjákut navn, har tað ikki var vanligt at navn­ geva við lýsingarorði. Føroya Sparikassi – stovn­ að­ur 1832 sum Færø Amts Sparekasse, navna­broytt­ur av spari­kassa­nevnd­ini við Jens Koch sum nevnd­ar­for­ manni (dómari í 1965-1972) – var um okkara leiðir eins høgt í metum sum Bank of Eng­land í stóru verð. Vanliga kallaður »Old Lady.« Føroya Sparikassi var okkara »Old Lady.« Skammiliga varð hon flens­að og tveitt í dýki. Leivdirnar eru har enn, og aktørar í Tinganesi, á Konga­ brún­ni og Yviri við Strond sutla í dýkinum sum dunnur í hylum. Fyri minni enn einum ári síðani varð ein nýggjur stjóri settur at umsita toftirnar av Før­oya Sparikassa. Hesin stjórin er nú rendur til hús. Nær gevast vit við at sutla í runudýkinum? Tá ið tað verður væl og virði­liga sópað og ruddað burtur. Fyrst tá, fyrstani tá! Jenis av Rana formaður Miðfloksins Ein viðmerking til av­mynstr­ aða lands­stýris­mannin í m.a. tunnilsmálum. Uppskotið um tunnil til Famjin, sum í morgin verð­ ur lagt fyri Løgtingið, hev­ ur als onki við tunnilin til Hvalbiar at gera! Talan er um eina verklagslóg, sum fer at geva tunnilstoyminum møgu­leika at byrja arbeiði sítt, á júst sama hátt sum ætlan­in var, áðrenn skiparin rým­di av brúnni. So at siga, at uppskot okkara fer at forða Hvalbiartunnlinum, er bein­leiðis ósatt. Øll vit, sum leggja uppskotið fram, eru fegin um og eiga part av æru­ ni fyri, at hesin tunnil skjótt gerst veruleiki. Eini góð ráð, far ikki í verju­støðu, kom heldur og tak hond í við okkum, sum royna at gera tað liviligt runt vakra land okkara. Vit ynskja, sum onkur so væl hevur orðað tað, at allir føroyingar fáa lut í væl­ferð­ ini, uttan mun til á hvørjari sam­felagsrók tú búleikast, ella hvar í landinum tú býr! Sjálvandi skulu pensionistar fáa 2000 kr. meira um mánaðin Føroya Sparikassi Eitt er at rýma av brúnni – men av órøttum at skuldseta onnur er lítið virðiligt!