Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. oktober 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 3. oktober 2018 · Nr. 114 TØKK Vit vilja av hjarta takka øllum, sum vístu samkenslu, umsorgan og hjálpsemi, tá okkara høgt elskaða kona, mamma, omma, verðmóðir og sytur. Anna Sofía Eysturoy f.27.august 1963 d. 1. juni 2018 So brádliga bleiv tikin frá okkum. Tøkk øll tit sum ringdu, sendu heilsanir og vitjaðu, bæði á Ríkissjúkrahúsinum, Sjúklingahotellinum og heima í Poul Juelsgøtu. Ein serlig tøkk til Sonju Klein, prest. Stóra tøkk øll tit, sum á ymiskan hátt hjálpti við jarðarferðuni og ervinum. Tøkk til øll tykkum sum komu til jarðarferðina, og tøkk fyri blómur og kransar. Vegna avvarandi Erling, Páll, Gunnar Rasmus, Barbara, Jónatan og Bartal TØKK Hervið takka vit hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaða pápi, verpápi, abbi og bróður Hanus undir Leitinum 17 juni 1940 – 28 november 2017 andaðist og varð jarðaður. Takk til J. Reinert prest, kirkjutænarar, sangarar, gravarar og øll tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Takk fyri heilsanir, blómur, kransar og gávur til húsavíkar kirkju. Tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara síðsta hvíldarstað. Familjunar vegna Joel, Kristina og Jallgrím við familjum TØKK Hjartans tøkk til øll tykkum, ið sýndu samkenslu, tá góði maður mín, pápi, abbi og langabbi okkara, doyði og varð jarðaður Kaj Christiansen Kaj hjá Klokkaranum f. 25.aug. 1926 d. 25.aug. 2018 Tøkk til Sonju Klein, prest, kirkjutænarar, sangarar og gravara. Tøkk fyri vitjanir, heilsanir, bakstur, blómur og tit, ið komu at fylgja og til ervið. Serstøk tøkk verður send starvsfólkunum í Heilsu- og umsorganartænastuni og á Tjarnagarði fyri umsorgan og røkt. Familjuna vegna Kristianna TØKK Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá elskaða mamma mín og vermamma Sigrid Jacobsen Vágur andaðist og varð jarðað. Tøkk til prestarnar Patrik de Neergaard og Ólav Rasmusen, fyri góð og troystarrík orð í kappellinum og í Vágs kirkju. Tøkk til degn, klokkara, organist, sangarar og gravarar. Tøkk til starvsfólkini á Hamragarði, fyri kærleika og umsorgan tit vístu henni, ta tíð hon var hjá tykkum. Ein hjartans tøkk til øll starvsfólkini á Suðuroyar Sjúkrahúsi, fyri kærleikan og umsorgan ið tit vístu henni. Tøkk til tykkum øll, ið hjálptu til, til jarðarferðina og ervið. Tøkk til tykkum, sum mintust hana við blómum, kransum og gávum til Hamragarð. Tøkk til øll tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Jónfríð og Tummas www.danstein.fo Gravsteinar og blómubeð Danstein Vit gravera nýggj nøvn og væla um skriftina á gomlum gravsteinum. Tel 21 75 12 • Myndafaldari verður sendur um alt landið • Skjót avgreiðsla • Mynd av tí ynskta steininum verður gjørd áðrenn bílegging • Vitja framsýning okkara við Løkin 2, Runavík Tel. 35 36 37 / 299 000 solsetur@solsetur.fo · solsetur.fo Kistur í Suðuroy: Eilif Dimon tel. 26 66 15 Vit hjálpa við øllum í sambandi við jarðarferðina Ring og hoyr nærri á 21 86 90 - 31 16 90 www.kistur.fo Vit levera um alt landið. KISTUR - HANS JACOBSEN FØROYSKAR KISTUR Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo