týsdagur 2. oktober 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. oktober 2018 · Nr. 114
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
DART
Starvsnevndin hjá ÍSF hevur játtað umsóknini hjá dartsambandinum um limaskap.
Limaskapurin kann gera, at dart í framtíðini verður ein størri ítróttargrein
Tróndur Arge
Føroyskir dartspælarar síggja í
flestu førum seg sjálvar sum ítrótt
arfólk. Í føroyska dart-umhvørvi
num hevur eina tíð verið tosað um,
at dart átti at verið partur av ÍSF,
eins og flestu av hinum ítróttar
greinunum eru tað. Síðsta vetur
vóru fundir við umsitingina hjá ÍSF
og í juni varð so formlig umsókn
send starvsnevndini hjá ÍSF við
umsókn um upptøku sum menn
ingarsamband undir ÍSF, skrivar
Dartsambandið í tíðindaskrivi.
Starvsnevndin hjá ÍSF játtaði
á fundi 30.08.2018 umsóknini um
limaskap. Á stovnandi aðalfundi
29.09.2018 var so seinasta stigið
tikið at skipað Dartsamband Før
oya sum menningarsamband undir
ÍSF. Á fundinum vórðu viðtøkur
samtyktar og nevnd vald, skrivar
Dartsambandið.
Dart drúgva søgu í Føroyum
Líka síðan 1990 hava dartkappingar
verið í Føroyum. Dart hevði stóra
framgongd í 90’unum og tá virk
semi var mest, vóru 14 dartfeløg,
eitt Dartsamband og fleiri 100
aktivir leikarar. Men mitt í 00 unum
dovnaði virksemi, og frá 2008 til
2011 vóru ongar kappingar.
Í 2011 byrjaði Havnar Dartfelag so
smátt aftur at skipa fyri kappingum
og í 2014 var aftur lív komið í fleiri
feløg kring landið. Ein fyribils nevnd
varð vald at samskipa kappingar
í einum ”Dartsambandi”, sum tó
ongantíð varð skipað reint formliga.
Nógvar kappingar
síðani 2014
Hóast viðurskiftini Dartsambandi
num reint formliga ikki komu uppá
pláss fyrr enn nú, so hava fólk ikki
ligið á latu síðuni hesi árini síðan
2014. Í dag eru seks virkin dartfeløg
kring landið og kappast verður á
ymiskan hátt frá september til mai.
Í liðkappingini eru 10 lið, ið
kappast yvir 4 vikuskifti. Hesi somu
vikuskiftini verður eisini kappast í
tvímansleiki. Harumframt eru sjey
umfør í kappingini í einmansleiki
og alt endar so við einum FM-degi
í apríl.
Umframt hesar kappingar skip
ar Havnar Dartfelag fyri 10 kapp
ingum í blandaðum tvímansleiki
og summi feløg skipa av sínum
eintingum fyri størri Open-kapp
ingum.
Luttaka nú eisini í
altjóða kapping
Á hvørjum ári eru dartspælarar
eisini og kappast í størri kappingum
í hinum Norðurlondunum og longu
komandi vikuskifti fara tríggir av
frægastu spælarunum til Íslands
at taka lut í PDC Nordic.
Við limaskapinum í ÍSF verða
viðurskiftini hjá føroyskum dart
vónandi
uppaftur
betri,
bæði
tá hugsað verður um einstaka
spælaran og dartfeløgini, eins og
rekruttering av nýggjum spælarum
og betri skipaðar venjingar eru
virkisøki, ið arbeiðast má við,
skrivar Dartsambandið at enda.
Remy vann fyrsta umfar
1. umfar í einstaklingakappingini
hevur verið um vikuskiftið. Ein av
FM-favorittunum, Remy Gaard
lykke, fór avstað við sigrinum.
Hann vann 6-4 í finaluni á Bergi
Kluftá.
Remy Gaardlykke vann í hálv
finaluni á Jan McIntosh, meðan
Bergur Kluftá vann á Hans Eivindi
Olsen. Hjá kvinnum vann Lýdia á
Smið finaluna á Birthe Sikivat.
Fyrsta umfar í tvímansleiki
og liðkappingini
Fyrsta umfar í tvímansleiki og
liðkappingini var miðskeiðis í
september. Tvífaldu føroyameist
arnir Jan McIntosh og Uni Árting
úr HDF, vunnu ársins fyrstu kapp
ing í tvímansleiki. Finalan var ein
endurtøka av FM-finaluni í 2017.
Jan og Uni vunnu 6-4 á Boga Isak
sen og Kristian Joensen úr KDF.
Nummar trý gjørdist Jan Erik
Fjallstein og Bergur Klúftá úr VDF
og Esmar Mikkelsen og Ólavur
Ellingsgaard úr Pílar og Skot. Fýra
tey bestu pørini gjøgnum árið
koma í hálvfinalurnar til FM, sum
verða á stóra finaludegnum.
Eisini var spælt fyrstu tvey um
førini í liðkappingini, har umboaðu
Esmar og Ólavur KDF 1 saman
við Hans Jacob Heinesen og Una
Heðinsson, har gjørdu teir bart
og vunnu sínar dystir, og liggja
nummar eitt í bólki eitt. Í bólki
tvey í liðkappingini vunnu HDF 1,
sum er manna av Jan og Una, Niels
Thomsen og Jógvan Hvíthamar,
sínar dystir, og liggja nummar eitt
har. Tvey tey bestu liðini í hvørjum
bólki koma í hálvfinalu.
trondur@sosialurin.fo
Støðan – Einstaklingar menn:
1.
Remy Gaardlykke D16
-
12 (Stig)
2.
Bergur Kluftá VDF
-
9
3.
Jan McIntosh HDF
-
7
3.
Hans Eivind Olsen Team Sandoy -
7
5.
Esmar Mikkelsen P&S
-
5
5.
Heri Kallsoy Team Sandoy
-
5
5.
Niels Thomsen HDF
-
5
5.
Jón Johansen VDF
-
5
Støðan – Einstaklingar kvinnur:
1.
Lýdia á Smið Kaldbak
-
8 (Stig)
2.
Birthe Sikivat ADF
-
6
3.
Liss á Fjallinum HDF
-
4
3.
Gunnbjørg Dam VDF
-
4
5.
Joan Edvør Thomasen VDF
-
2
5.
Vivian Andersen HDF
-
2
5.
Laila Neshamar Kaldbak
-
2
5.
Annika Joensen Team Sandoy
-
2
DART ER NÚ
PARTUR AV ÍSF
Nevndin í DSF, frá vinstru. Jens Albert Simonsen (VDF), Hans Eivind Olsen (Team Sandoy) og Kristian Joensen (KDF)
Mynd: Dartsambandið