týsdagur 2. oktober 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 3. oktober 2018 · Nr. 114
FÓTBÓLTUR
FÓTBÓLTUR
Súkkling:
Tróndur Arge
Í hesari vikuni verður kappast
um
føroyska
meistaraheitið
í
súkkling.
Kappast
verður
um
trý
meistaraheiti.
Býarkoyring,
einkultstartur og landavegsúkk
ling. Hetta eru somu kappingar,
sum kappast verður á á Oyggja
leikunum.
Kappast verður í døgunum frá
4. til 6. oktobur. Hóskvøldið verður
kappast í býarkoyring, og kappast
verður mitt í Havn.
Friggjadagin verður kappast í
einkultstarti, har málið er á Sorn
felli. Leygarmorgun verður kappast
í landavegsúkkling, har málið er við
bilasøluna hjá Wenzel.
Torkil er við
Torkil Veyhe er óiva okkara sterk
asti súkklari. Hann gjørdist trí
faldur FM-vinnari í fjør, og er tí
favorittur til at gerast føroya
meistari aftur í ár.
Torkil Veyhe, sum súkklar fulla
tíð í Danmark, verður við aftur í ár,
men hóskvøldið luttekur hann ikki,
tí verður tað meiri spennandi hvør
vinnur býarkoyringina.
Dávur Magnussen luttók eisini
í fjør, men tá var formurin langt
frá hvat hann er í dag. Dávur koyr
ur í bestu donsku deildini, og er
tí eitt gott boð uppá ein vinnara.
Helgi Winther Olsen var væl við
til býarkoyringina í fjør. Tað hevði
heilt vist blivið til eitt silvur, um
hann ikki punkteraði.
Eisini Helgi Winther Olsen telist
millum sterkastu súkklararnar í
Føroyum, og eisini hann er eitt gott
boð uppá ein FM-vinnara í býar
koyring, ella Criterium.
Vit kenna flest øll Helga frá fim
leiki og fjallasúkkling, men Helgi
hevur ambitiónir um at vinna
sær pláss á føroyska súkklulands
liðnum, ið skal luttaka á Oyggja
leikum komandi summar. Slagið
hóskvøldið fer tí at standa millum
Helga og Dávur.
Býarkoyring
FM-kappingin í kriterium verður
hildin í miðbýnum í Tórshavn hós
kvøldið 4. oktobur. Kappinging fer
fram á einum stuttum ringi á 0,6
kilometrar mitt í Havn, og hevur
bæði sving og brekkur í sær. Tey,
ið luttóku í fjør, eru øll samd um,
at hetta er ein serstakur kjansur at
súkkla mitt í Havnini. Kappingin
byrjar klokkan 18.30.
Einkultstartur
FM-kappingin í einkultstarti er
aftur í ár nakað heilt fyri seg. Súkkl
að verður frá Effostøðini í Kolla
fjarðadali niðan á Sornfelli. Hetta
verður fríggjakvøldið 5. oktobur.
Teinurin er kendur frá Top Run og
er 9,5 kilometrar langur. Talan er
um 600 hæddarmetrar.
Vinnarar í fjør vóru ávikavist
Birita Poulsen og Torkil Veyhe.
Hesi eru favorittar at vinna einkult
startin aftur í ár, men aðrir stóðu
seg væl í fjør og aðir hava ment seg
nógv.
Vit kunnu aftur nevna Dávur,
men eisini Jan Hjaltalin hevur
vant miðvíst fram móti kappingini
í ár. Hann gjørdist nummar fýra í
fjør, bert eitt sekund eftir bronsu
vinnaran. Jan Hjaltalin er stinnur
tá tað gongur uppeftir, og rutan
fríggjadagin er ein long mótbrekka
– akkurát nakað fyri ein, ið dámar
væl at kappast í fjøllum. Kappingin
byrjar klokkan 17.
Landavegssúkklin
FM-kappingin í landavegsúkkling
verður í ár hildin á Streymoynni. Í
fjør bleiv kappast í Eysturoynni, tá
súkklað varð kring Agnið. Ætlanin
var at koyra sama tein í ár, men
vegna vegarbeiði á Toftum er kapp
ingin flutt. Ístaðin verður nú koyrt
á teininum millum Akranesgøtu í
Havn og Gomlurætt. Startur og mál
verður við Wenzel á Akranesgøtu.
Hesin teinur er 15 kilometrar
langur. Opin bólkur koyrur teinin
seks ferð, meðan unglingar, kvinnur
og motionistar koyra teinin fýra
ferð. Tað vil siga ávikavist 90 og 60
kilometrar.
Í fjør gjørdust Birita Poulsen
og Torkil Veyhe FM-vinnarar.
Hjá monnum er Torkil favorittur,
men spennandi veður um Dávur
Magnussen og Helgi Winther Olsen
megna at geva Torkil kapping.
Kappingin byrjar klokkan 11.
trondur@sosialurin.fo
Stórfavoritturin, Torkil Veyhe, verður við í tveimum av
trimum kappingum, sum verða um vikuskiftið. Kappast
verður í býarkoyring, einkultstarti og landavegssúkkling
FM Í LANDAVEG
SÚKKLING