hósdagur 4. oktober 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 115
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Fólkakæri danski
sangarin Kim Larsen
doyði sunnudagin,
72 ára gamal.
Henrik Old legði
mánadagin
frá sær sum
landsstýrismaður í
samferðslumálum.
Fámjinstunnilin
er tó framvegis
ein avbjóðing hjá
løgmanni, tí hósdagin
legði Kristin Michelsen
fram uppskot, saman
við andstøðuni, um at
gera Fámjinstunnilin.
Landsstýrið hevur
tó einans sett sjey
milliónir krónur
av til tunnilsgerð
næsta ár – í Dali.
Sunnukvøldið
varnaðust fólk, at
teldusníkar høvdu
lopið á nic.fo, eina
samfelagskritiska
KT-veiting, sambært
løgregluni.
Mikudagin boðaði
Atlantsflog frá, at
teir fara at leiga
eitt nýtt flogfar,
Airbus A320neo.
Fámjinstunnilin
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
av ferðafólkum
til Føroya vitja
í Mykinesi og
58% í Saksun
31%
Eitt berghol millum Ørðavík
og Fámjin í Suðuroy. Fámjin
er einasta bygd, sum vendur
vestureftir, og har koyrast
má um fjøll fyri at sleppa til í
Suðuroy.
Hendrik Old vil fegin sleppa at
gera ein tunnil úr Ørðavík til
Fámjins. Mánadagin legði hann
frá sær sum landsstýrismaður,
tí løgmaður noktaði honum at
gera meiri við hjartamálið hjá
sær, sum hann sjálvur segði.
Tað er ov galið,
at fólk ganga
hendur í Havn
so leingi.
Stívt andøvsgul upp í hvassan
vind av vestri, 10 til 15 m/s, sum
høkkar í ein útnyrðing og makar í
andøvsgul upp í ein strúk í vindi,
8 til 13 m/s. Ælaveður, møguliga
heglingur og tora, men eisini onkrir
sólglottar. Hitin millum 5 og 9 stig.
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind
av suðri, 10 til 15 m/s, sum hækkar
í ein útsynning og vestan og makar í
gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s.
Skýggjað og regn, men út á dagin
klárar í. Hitin millum 5 og 10 stig.
Lot til andøvsgul av norðri,
seinni ymsum ættum, 3 til 8
m/s. Sólglottar, men møguliga
okkurt æl. Um kvøldið øtlar
hann vindin í andøvsgul upp í
ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13
m/s. Hitin millum 5 og 8 stig.
5-10 m/s
8-13 m/s
Tað er ringt at vera landsstýriskvinna við
almannamálum.
Seinasta dømi er um ætlanirnar at gera
nakað við viðurskiftini á Eiragarði í Havn.
Eyðgunn Samuelsen, sum umsitir
málið, ætlaði at bøta um umstøðurnar,
har gomul psykisk sjúk fólk, nú búgva
umfram nøkur onnur.
Men ætlanin datt niðurfyri, helst tí
hetta ikki er serliga skilagott. Nú skal í
staðin fyri eitt nýtt heim byggjast.
Tá ið eg haldi tað er ringt hjá
landsstýriskvinnuni, so er tað tí, at
útmeldinganar frá teimum,s um hava
nakað við staðið at gera eru so ymiskar.
Eg hoyrdi eitt starvsfólk siga í
sjónvarpinum, at tað er ómetaliga keðiligt,
at stovnurin noyðist at flyta, haðani hann
er nú.
Nú liggur hann á økinum hjá
Landssjúkrahúsinum, so fer streymurin
kring landið, so hava tey kortini
neyðstreym.
Hinvegin hava fólk, sum varða av
teimum sum búgva á Eiragarði gjørt
vart við, at viðurskiftini eru als ikki
tíðarhóskandi í dag. Í dag eigur wc og bað
at hoyra til hvørt kamar, har fólk liva alt
sítt lív.
Úrslitið av øllum er, at nú skulu tey
bíða í fleiri ár, áðrenn nakar bati verður
gjørdur.
Ája!
At alt ikki riggar so væl á almenna
økinum sæst eisini, tá ið vit hyggja at
eldraøkinum, sum kommunurnar nú
umsita. Tær fingu pengar frá landinum
til rakstur, men í so at siga øllum
kommmunum er greitt, at ov lítið av
pengum flutti við.
Íløgurnar til eldraheim var ein
landspolitisk uppgáva, men tað er landið
sloppið undan.nú skulu kommunurnar
standa fyri hesum íløgum og fíggja tær.
Og so eitt afturat: eldraøkið var
lagt út til kommunurnar, sum fingu
útreiðslurnar, men hvussu mikið - um
nakað – var spart í miðfyrisitingini?
Sandoyggjin fekk meira pengar enn
hinar kommunurnar, tí oyggin er so lítil.
Nú vil Suðuroyggin eisini hava somu
skipan, tí har røkka pengarnir heldur
ikki til.
Har er heldur onki skil á. Bú- og
Heimatænastan hevur enn ikki megnað
at keypa býlini sum skulu brúkast og
ei heldur gera stovnurin avtalu við
kommunurnar, sum tey leiga frá.
Gangi út frá, at miðfyrisitingin hjá
landinum hevur eftirlit við hvat hendir.
Tí mugu tit eisini hjálpa til at finna
loysnirnar.
Politiskt, so mugu kommunurnar eisini
hava neyðugu upphæddirnar til at okkara
eldru fáa virðilig kor.
Ája.
Uttanfyri er vorðið kaldari og tað
luktar av kjøtterra. Fjøllini verða gingin
– ein av orsøkunum til at summi búgva
í Føroyum.
Sjálvt um vit ofta grenja um
veðrið, so mugu vit staðfesta, at
her er liviligt. Eisini sjálvt um
vit stríðast um bæði smátt
og stórt.
So liviligt er her,
at fólk streyma til
Føroyar, sjálvt um
bústaðarviðurskiftini
eru vánalig.
Jú – okkurt er á
góðari leið.
Ájá
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
Tað kann vera
vandamikið at koma
ov nær nósum, sum
leita sær upp á
land?
10-15 m/s